Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 | SUD LUE sosialurin spsialurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent:Dimmalætting Skeiv útbygging FYRI STUTTUM bar útvarpið tey tíðindi, at landsstýrið hevur sett tveir persónar í nýggj størv hjá Líkningarráð Føroya. DAGBLAÐIÐ nevnir hesar setanir í oddagrein mikudagin. Men ilt er at skilja, hvat blaðið veruliga sigur. Vit hava varhugan av, at blað- ið helst vildi verið ímóti, men so hevur tað eitt argument, og tað er, at almenna umsit- ingin vaks so nógv meir, tá sambandsflokk- urin sat í landsstýrinum. VIT HAVA onki ímóti, at skattaeftirlitið verður útbygt, men taka tvørtur ímóti dyggi- liga undir við tí. Nakað annað er, at vit loyva okkum at ivast í, um tað er rætt at útbyggja ein centralan stovn undir heitinum Líkningar- ráð Føroya og við sæti í høvudsstaånum. VIT HALDA at stovnurin átti at verið útbygd- ur við deildum í teimum ymisku pørtunum av landinum. Tað er okkara meting, at hetta vildi gjørt skattaeftirlitið meira effektivt, og at stovnurin harvið eisini gjørdist betri førur fyri at geva fólki neyðuga vegleiðing. VIT KUNNU minna á, at í síni tíð fekk Tórs- havnar kommuna sær sakkøna hjálp til skat- taálíkningina. Hetta gav úrslit. Og seinastu árini hevur Klaksvíkar kommuna havt sak- kúna hjálp á líkningardeildini. Hetta hevur eisini givið úrslit. Tað er soleiðis ongin ivi um, at tey bestu úrslitini spyrjast burtur úr, um sakkunnleikin á hesum gki verður settur úti um landið. TAÐ, AT miðsavna alt skattaeftirlitið í høv- uðsstaðnum, vil siga tað sama sum tað, at vit nú fóru undir at miðsavna alla løgregluna í sama stað. Hetta vildi bøtt lítið um lógarbrot- ini úti um landið. Tað vildi tvørtur ímóti ført til herverk og lógloysi. NÓGV VERÐUR tosað og skrivað um decen- tralisering av skúlaskapi og almennari umsit- ing. Líkningarráðið er avgjørt ein stovnur, sum átti at verið decentraliseraður, við einari deild í hvgrjari sýslu. Soleiðis vildi tað verið høgligt hjá kommunum at fingið tekniska hjálp og vegleiding. Og hetta vildi eisini gjørt tað høgligt hjá fólki at fingið neyðuga veg- leiðing. VIT VILJA mæla landsstýrinum til at um- hugsa spurningin av nýggjum, og møguliga at seta annan mannin í Suðuroy at taka sær av tí partinum av landinum, og at seta hin í Klaksvík, at taka sær av Norðoyggjum og einum parti av Eysturoynni, og annars at seta sær sum mál, at fáa eina deild av líkning arráðnum í hvørjari sýslu. dagbókin Gudstænastur sunnudagin Gudstænastur við altargongd í Hesti, Kjartan Morkere prædik- ar. Barnagudstænasta á Tveroyri kl. 11, J. Weihe, prædikar. Gudstænasta í Havnar kirkju, H. J. Joensen prædikar. Gudstænasta í Klaksvík kl. 11 og á Húsum seinnapartin, J Magnussen prædikar. Gudstænasta við altargongd í Getu, T. Beder prædikar Gudstænasta í Bo, David Jo- hannesen prædikar Gudstænasta í Hósvík, E. Vilhelm, varabispur, prædikar Konfirmantar Konfirmantarnir byrja at ganga til í Glyvra skúla hósdagin 1. september kl. 8 fp. Eykaaðalfundur P/f Føroyskt-Islendskt Fiska- virki hevur eykaadalfund i Av- haldshúsinum i Haldórsvík leyg- ardagin 10. september kl. 20. Til umreðu verður m.a. hækking av partapeninginum við 100.000 kr til 1,1 mill. og lógarbroyting við víkjandi partapeninginum. Basarur Í dag og í morgin verður kirkju- á Eiði við eydnuhjóli, matselu. Byrjað 18 og í morgin kl. basarur 21-spæli og veður í dag kl 17. Missiónshúsið við Landavegin Møti sunnukveldið kl. 19 og sunnudagsskúli kl. 14 Nr. 57 — 27. august 1977 Poul Jakup Olsen 60 ár Týsdagin 30. august fyllir Poul Jakup Olsen, legtingsmaður 60 ár. Hóast Poul Jakki nú á dogum er mest kendur frá ti politiska lívinum, so hevur hann eisini gjørt seg galdandi á ødrum eki, nevniliga innan fiskiskap og ser- stakliga innan heimaútróður. Hann hevur verið útróðrar- maður burtur av. Og sum slíkur hevur hann verið av bestu skila- monnum og av bestu veiðu- monnum. Hann róði fyrst við pápanum Ola á Dalinum, ið var tiltikin skilamaður á sjónum, og sum eisini var av allar bestu veiðu- monnum Poul Jakki hevur prógv og hevur í mong ár verið útróðrarformaður. Í eini 20 ár var hann útróðrarformaður hjá pf. J. F. Kjølbro, har hann fyrst fordi útróðrabátin »Vådaklett« og síðani »Ørv«. Seinni var Poul Jakki formaður á útróðrabát- inum »Osa« hjá Einar Waag og uppaftur seinni keypti hann saman við nøkrum starvsfeløg um útróðrabátin »Hvithamar« Sum nevnt, er Poul Jakki nú á døgum mest kendur frá ti polit- iska livinum, og er hetta ikki so løgi. Tad restar bert eitt år i til hann hevur sitiå sum løgtings- maður i 20 ár. Hann varð valdur á ting av javnaðarflokkinum í Norðoyggjum við løgtingsvalid í síðani afturvaldur skipara 1958 og er fýra ferðir Poul Jakki hevur eisini gjørt seg galdandi á tí kommunalpol- itiska okinum. Í 1954 varð hann valdur í kommunustýrið fyri Klaksvíkar kommunu. Hann var kommunustýrislimur í 12 ár. Til kommunustýrisvalið í 1966 bar hann seg undan at verða upp- stillaður. Í seks ár var Poul Jakki kommunustýrisformaður. 1. januar 1973 tók Poul Jakki skúlanevndarlimur. við sum Hetta komst av, at hann var varamaður hjá Einari Waag, ið tá ynskti at sleppa frá. Hann er síðani afturvaldur í skúlanevnd ina við valini í 1974 og í 1976 Poul Jakki hevur verið formaður í skúlanevndini í fýra ár. I mong ár hevur Poul Jakki verið formaður í løgtingsins fis- kivinnunevnd og somuleiðis hevur hann verið formaður í Lønjavningargrunni Skipsfiski manna. Starvsfelagar hansara á sjón um, siga hann at vera av bestu skilamonnum, og sum politikk ari hevur hann fingið tað skoðs- mål, at hann er álitismaður burt- ur av, og at hann altid er hin hóvligi og sidiligi maðurin, sum ongatid leypir framav. Og tey mongu ålitisstørvini seinastu 25 árini, bera boð um, at eisini velj ararnir hava mett Poul Jakki sum ein skilamann og ein álitis- mann. SOSIALURIN sendur Poul Jakup Olsen sína bestu kvødu á seksti ára degnum við vón um, at honum verða unt mong góð ár afturat. Fimm høsn til tvær fjaðrar Í Dimmalætting týsdagin skriv- ar form. í Meginfelagnum Ut- róðrarmanna, Adolf V. Hansen, svar til aftursvar hjá Ásmundi Justinusen til viðmerking Adolf Hansens her í blaðnum fyri stuttum Í svari sínum sigur Adolf V. Hansen, at viðmerkingarnar í Sosialinum ikki eru hansara men at ábyrgdarblaðstjóri Sosi- alsins hevur klipt so nógv burt- innihaldið hevur broytt meining. Og hann heldur fram Hetta er helst gjørt fyri at fáa stoff til leiðarin í næsta So siali. Og tað er hesin leiðari, ið hevur inspirerað Asmund tað ur, at est best å at hansara grein ber er ein innskriving og leingjan av leidara Fyri tað fyrsta: Nevnda odda 1 x, I 1 mikudagin 17. august, sum aft ursvarið hjá Ásmundi Justinu- sen stóð í Dimmalætting 18. au- gust, og leggjast kann afturat, at Asmund Justinusen, hevði boðað frá til Sosialin, at hann kom við einum aftursvari longu áðrenn Sosialurin var útkomin við nevndu oddagrein. Aftur- svarið hjá Ásmund Justinusen, kom í Sosialin leygardagin 20. august. So tað, at Asmund Justinusen er inspireraður av Sosialinum, er stutt sagt heila puni og møsn næsta Fyri tad Abyrgdar blaðstjóri Sosialsins hevur einki klipt burtur av viðmerkingum Adolf Hansen ; øllum kunnugt situr ábyrgdarblað tjórin í Klaksvík, og næsti mað trin á blaðnum hevur ikki mett vóru av slíkum karakteri, at tað var neyðugt at lesa hesar fyri mær, og sostatt var eg ikki kunnugur við hesar viðmerking ar fyrr enn blaðið var útkomið. Men eg vil gera vart við og undirstrika, at Adolf Hansen sjálvur var inni á Sosialinum, og las viðmerkingar sínar igjøgnum eftir at blaðmaður okkara hevði skrivað tær niður av bandinum. Eftir hetta er ikki so mikið sum eitt komma flutt í hesum við- merkingunum. So viðmerkingarnar í Sosiali num vóru frá Adolf V. Hansen og ongum eðrum. Og talað var veruliga um fimm hesn, men nú roynir maðurin av øllum alvi at fáa hesi fimm høsnini til bert at vera tvær fjarðar. Hetta verður torført. Øll orðini um Norðsjóvarkapi talistarnar vóru frá Adolfi Han- sen, og okkum kunnugt, finnst bert ein definatión av orðinum kapitalistur og verður tað nýtt um ein, sum situr við framleið slutólum og so vítt vit vita er formaðurin í Meginfelag Utróðr armanna Adolf V. Hansen, ein iv hesum. Og tað er ikki so heilt litið, ið føroysku skattaborgar arnir offra á tí kapitalistiska alt 1rinum Vilhlem Johannesen