Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 27. august 1977 sosialurin Størsta arbeiðspláss í Sandoynni byggir út — flakavirkið í Skopun hevur upp til 70 fólk í arbeiði, og hevur síðani 1974 útbygt virkið við 600 m? fyri tilsamans 3,6 mill. kr. Ein nýggjur bygn- ingur verður tikin í nýtslu um tríggjar vikur. Tann nýggi bygningurin verður gjørdur úr elamentum, sum koma úr Danmerk. Elementini skuldu longu verið komin, men Star Bay, sum flytur tey til landið, breyt aksilin á veg upp og noyddist at venda aftur. Um- vælingin er nú liðug, og kemur skipið til Føroya mánadagin. Tvær flakaskeringar- linjur Gunnleif Hentze, stjóri á virki- num, sigur, at teir hava tvær flakaskeringarlinjur, men bert tann eina verður brúkt. Tað er ikki pláss til at taka frá báðum, men tá útbyggingin er liðug, verður ráfiskagoymslan flutt í nýggja bygningin. Soleiðis verð- á Flakavirkið eigur tvær linjur. Bert tann eina verður brúkt í letuni vegna plásstrot Útbyggingin umfatar salt- og ráfiskagoymslu ur arbeiðspláss til báðar linjur- nar. Flakamaskinan, sum nú verður brúkt, varð keypt i fjør, hin er eldri. Útbyggingin skuldi eftir ætlanunum verða liðug í hesum mánaðinum, men nú er hon vorðin seinkað, so hon verður neyvan liðug fyrrenn um hálvan september. Onnur útbyggingin Flakavirkið hjá Skopunar út- róðrarfelag byrjaði at taka móti fiski í 1967. Tá var virkið lítið og bert til hondskering. Men í 1974 varð farið undir at byggja út fyri 3 mill. kr. Virkið varð aftaná hesa útbygging dupult so stórt, ella 600 m?. I niðari hæddini eru arbeiðsrúm, maskinrúm og frystigoymsla, og í teirri ovari eru skrivstovan, matstovan og w.c. Tann nýggi bygningurin verður í einari hædd við ráfiska- goymslu og saltfiskagoymslu. Hann verður 10X30 m? til staddar. Gunnleif Hentze metur hesa seinastu útbyggingina at kosta uml. 600.000 kr. Framleiðslan bíligari Tað hevur gingist hampiliga væl at fáa arbeiðsfólk til virkið uttan Flakavirkið í Skopun tekur ímóti fiski frá allari Sandoynni Flakavirkið gevur arbeiði til nógvar familjur um summarið. Tað skuldu verið 60 konufólk í arbeiði, 30 á hverj- um skifti, men hetta hevur ikki borið til í summar, sigur Gunn- leif. Tá mest er at gera arbeiða eini 70 fólk á virkinum í Skopun, og tað eru fólk úr allari oynni. Tá útbyggingin er liðug og báðar flakamaskinurnar settar til, verður íramleiðslan bíligari, ti tá er ikki neyðugt at arbeiða ) at ut- byggingin fer ikki at krevja fleiri meira enn eitt skifti. Tvs arbeiðsfólk. men hinvegin hava við sær, at al tær 60 flaka kvinnurnar kunna arbeiða sam 4. 18 >Sólarris<, flakavirkið í Skopun Hevur alla tíð verið ov lítið Spurdur, hvussu tað hevur ging- ist at fingið virkið at klára seg figgjarliga, sigur Gunnleif Hent- ze, at tað hevur verið strævið, ti, virkið alla tíð hevur verið ov lít- ið. Men nú, aftaná tær seinastu iløgurnar, skuldi hetta vanda- málið, viðvíkjandi støddini, ver- ið loyst. Og um virkið fær uppí 3000 tons av ráfiski um árið, skuldi tað verið nóg mikið til, at tað figgjarliga ber seg. Í fjør fekk virkið góð 2500 tons, men higartil í ár er minni komið upp á land enn sama tíðarskeið í fjør, Hann leggur í maskinuna 1300 tons i ár móti 1500 í fjør. Orsøkin er tann, at lítið var at fáa vestanfyri í vár. Annars plagar heystið at vera gott, so tað er enn ein meguleiki fyri at vinna tað higartil mista aftur, sigur Gunnleif. Væntar fleiri bátar Umframt hópin av opnum bát- um, avreiða tveir trolbátar, Dal- búgvin og Skarðhamar, til virkið í Skopun. Ein línubátur Harða- berg er eisini í Skopun, men hesin er í letuni niðri og fær {Gott pláss er ! Síða 3 nýggjan motor ísettan. Frá San di rógva tveir deksbátar við línu. Fiskurin frá Sandsbátum verður landaður heima á Sandi og koyrdur til Skopunar. Hetta riggar væl, heldur stjórin á virk inum. Hann sigur seg eisini vænta, at fleiri nýggir bátar koma at avreiða til virkið, td. er ein komin til Skálavíkar fyr stuttum. Hann fær nú spælið ísett, og er ti ikki byrjaður fiski skap enn. Lítið verður saltað Meginparturin av fiskinum verður skorin til flak. Fiskurin er so smáur, at tað loysir seg ikki at salta hann. Slógvið verður fyri ein part fryst, men tá td. trolbátarnir eru inni, og nógvur flatfiskur er at frysta, kann tunnillin ikki taka alt. Eisini eru frystigoymslurnar ov lítlar. Virkið hevur ein tunnil, sum kann frysta 5 tons og tveir plátufrystarar, sum taka 10 tons hver. Landingarmeguleikarnir eru góðir sigur Gunnleif Hentze. Havnin er ikki so ring, at hon ikki kann brúkast í útróðrar- veðri. já bátunum at leggja veiðuna upp