Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 57 — 27. august 1977 Ungdómurin sleppur ikki framat Av og á verður ungdómsspurn- ingurin tikin upp til umreðu, tað veri seg í blødum, á fundum ella í útvarpi, men sjáldan verður hesin spurningurin førdur vid- ari, soleiðis at hann kann verða vidgjørdur å rættan hått og hevur eingin Oftani varhugan av, at hevur hug at loysa spurningin, ti harvið loystur. man oftast endar ein viðgerð av hesum máli við, at onkur úttalar seg um, at ungdómurin er ómeguligur, ótakksamur, fær alt givið upp í hendurnar, ella at ungdómsspurningurin ikki kann loysast. Eisini kemur fyri, at man hoyrir tilkomið fólk sigur: «at soleiðis var ikki tá vit vóru ung, tå høvdu vit ikki stundir at sita fyri einki.» Hver er so atvoldin til, at ungdómurin er so vorðin í eyg- um teirra tilkomnu. Ungdómur- in hevur ikki gjørt samfelag okk- ara í dag, eigur ongan lut í støduni, sum hon er. Honum eru bodnir teir meguleikar, ið tey tilkomnu hava fyrireikað gjøgn- um tíðirnar. Men meguleikarnir hjá ungdóminum eru í dag so smáir og fáir, at ungdómurin er við at gera uppreistur móti hesi stødu ella vil skjótt fara at gera tað. Tað kann so kallast ótakksemi, ómeguligheit, ella hvat tað enn kann sýnast at vera í eygum teirra tilkomnu. Ung dómurin hevur onki í vænti, so- leiðis sum ungdómsspurningurin hevur verið vidgjørdur tey sein- astu árini, men ungdómurin hevur litlar og ongar møguleikar at loysa spurningin sjálvur í hesi peninga- og valdsríku verð í dag, hetta samfelag, ið tey tilkomnu hava upp og framvegis gera sterkari Ungdómsspurningurin er so mikið forsemdur, at torført verður at rætta hetta uppaftur, men tó má og skal hesin spurn bygt ingur loysast sum allarskjótast Ungdómurin er ein stætt am skal føra samfelag okkara víðari, tí mugu umsteður gerast fyri, at ungdómurin fær tær semdir, ið neyðugareru fyri, at hann búnast á rættan hátt, og undir tryggum viðurskiftum. Onkur heldur, at ungdómurin hevur fingið nóg mikið, so sum ítróttarhallir, ítróttarvellir og svimijihellir, eins og ungdómurin kann taka lut í felagsarbeiði, so sum frá- halds-, trúar- ella skótaarbeiði 0.8. Tey, id taka lut i hesum ar- beidi, nyta bert nakrar fåar tim ar i arbeidinum, og standa tå vid tómum hondum, og summi teir- ra eiga síðani lut í ti ólevnaði, ið so oftani verður tosað um, men einki verður gjørt fyri, at tilikt ikki tekur seg upp. Umframt hendan ungdóm, ið dagliga tek- ur lut í ungdómsarbeiðinum av einhverjum slag, eru tað aftur fleiri, ið ikki halda seg til ella ikki er pláss fyri, og av teimum kunnu vit ikki krevja, at tey sita hendur í favn og lurta eftir teim- um eldru, ið als ikki vilja vita av ungdóminum í nógvum forum. Onki er so skaðiligt fyri sinnið, sum nevniliga at sita fyri einki. Ungdómurin má fáa betri møguleikar, ella betri sømdir, ti sum ådur sagt, tad verdur ju hann, sum skal føra samfelag okkara vidari — men ivaleyst eru tað fleiri tilkomin fólk, ið siga Guð náði okkum! At verður framtíðin ræðulig, um hesin ungdómur skal taka um endan, so minnist til, at tit sjálvi hava uppfostrað ella misfostrað hann. Tit síggja sjáldan, hvat gong- ur fyri seg um kveldarnar, tí tá eru flest tykkara heima saman við ektafelaga og pinkubørnum tykkara og hava nóg mikið at hugsa um, men tað hevur ung- dómurin ikki — og um ikki okk- urt álvarsligt verður gjørt, kem- ur hann heldur ikki at hava tað. Tað, sum er boðið ungdóminum í dag, gevur ikki nakað gott grundarlag fyri -at koma í vinnu og kanska síðani at mynda eina familju. Eitt er, sum kanska ikki er komið fram, tá, spurningurin hevur verið vidgjørdur, og er tað veruleiki, at ungdómurin oftani rennur seg móti einum múri, tá ið hann vil koma í samband við tilkomið fólk. Oft- ani kemur fyri, at tá ungdóm- urin hevur hjálp ella ráð fyri neyðini, og vil spyrja seg fyri hjá tilkomnum fólki, fær hann neyv- an sett spurningin, áðrenn fýst verður at honum, ella tey til- komnu vilja gera ungdóminum greitt, at enn eru tað tey, ið ráða síðani kann ungdómurin ko- ma fram við sínum erindi. Tá er grundarlagið tikið undan spurn inginum, og tað, ið síðani hendir hesum ungdómi, tann i sinninum á ger ikki virðingina fyri tilkomna fólkinum betri, men alir upp ein motvilja, ið verður at jasa. Hv ? Sjál takist eg við ung ringur ør eigur skuldina i he: m komi eg oftani ut fyri og tad, ið samstundis er so áhugavert, tað er, tá sami spurningur verð- ur førdur fram av einum til- komnum fólki. Tá er beinanveg- in annar tóni frammi, og tá ber til. Komið ikki aftur, eisini er tað tilkomna fólkið, ið skapar ung- dómstrupulleikarnar. Oftani verður skuldin fyri ungdómstrupulleikarnar løgd á myndugleikar okkara, og eiga teir eisini stóran lut í hesum, tó skal sigast, at í flestu forum visa teir málinum áhuga. Men soleið- is sum t.d. býarmyndugleikar okkara arbeiða, so loyvir ar- beiðsbýti teirra ikki tíð burturav til ungdómsspurningin, soleiðis sum hann skal viðgerast. Ein deild má gerast burturav til hetta endamál, við útbúgvnum fólki hetta hevur eins stóran týdning og sociala deild býarins. Fyri so vítt er einasta tíð, ið burturav er givin til ungdómin, til at viðgera mál við tí parti- num, ið longu er komin í trupul- leikar við lógina. Tað hevði verið rættari, um myndugleikar okk- ara arbeiddu meiri fyri, at ung- dómurin ikki kom í hesar trup- ulleikar. Postar, ið verða vidgjørdir og hjálptir, eru, at fyrstu liviárini fær borgarin undir góðum kor- um, honum er tryggjað sjey ára skúlagongd men síðani eru nøkur ár, har borgarin ikki er tryggjaður ungdómsárini hann verður tó tikin upp í sam- felagið aftur, tá hann eigur valrætt, tá hoyrir hann tey gyltu lyftini, og tá eru tað tó nekur av teimum, ið verða uppfylt. Fyrst tá ber til, ja, eg má siga nærum alt, og tað veit ungdómurin í dag og er ikki legið, at hann følir seg vónsviknan. Hvussu hevði verið, um ung- dómurin fekk somu semdir og somu meguleikar, sum aðrir partar av samfelagnum, varð virdur sum borgari í okkara samfelagi nei, kann hann ikki útnyttast, tá kann hann passa seg sjálvan. Sum nú er, er rokkið fram til, at ítróttarfólkið hevur fingið rættiliga góðar semdir, aðrir partar av ungdómsarbeiðinum livir í sær sjálvum ella av einstøkum persónum. Skansa- stova hevur fingið eina tåtu eisini umbering hjá myndugleik- unum men kann ungdóms spurningurin ikki loysast á hen- da hátt. Í Skansastovuspurn- inginum er hent tað, at frá at vera eitt ynski hjá ungdóminum, hevur viðgerðin av málinum gjørt tað til eitt krav — og tað er spell. Av dansihelum í býnum er bert eitt, men her er, ella verður, tað ungdómurin, ið má taka seg saman um, at hesin spurningur verður loystur. Hetta krevur tó vælvild frá myndugleikunum, og sýnist tað, at so skal endiliga verða. Tað við ti mergsúgvings i krevur tó figgjan men seinastu årini, eru figgjarum- stødurnar ikki so góðar i løtuni, hóast ungdómurin hevur lagt millum 4 og 5 milliónir eftir sær í hesum eina dansiheli. Var rætt atborið, átti ungdómurin í dag kanska ta hálvu milliónina at loyst dansispurningin við. Hetta verður tó rættað. Rúsdrekka er eisini ein trupul- leiki, ein ungdómsspurningur, og kann bert nevnast, at við ti lóggávu hesum drykki viðvíkj andi og at ungdómurin einki hevur at taka seg til, vil rús drekkaspurningurin bert standa við og versna. Vit kenna jú til, at fólk, ið livir í einsemi, oftani fellur til drykkiskap, í eðrum londum gongur tað so vitt, at bert tað, at kvinnurnar ganga heima um dagarnar, førir til drykkiskap. Hevur ungdómurin nakað at halda seg til og takast við, so kann hesin spurningur loysast. Loysnin verður neyvan fyri verandi drekkandi ungdóm, men hv:nn dag koma nýggj i henda bólk av samfelagnum, og tey verður eisini hugsað um her. Hvaðani fáa tey rúsdrekka, ikki kunnu tey sjálvi umbiðja rús- drekka nei, eg spyrji bara. Fyri ikki so langari tid síðani hevdi Útvarp Føroya eina send- ing um ungdómsspurningin, og sum eg skilti, so skuldi hetta vera fyrsta í eini rød, men tian- verri steðgaði hetta — og tá bert umboð vóru sloppin í panelið, ið lítla og onga føling høvdu við tervin hjá ungdóminum, men kanska bert hinvegin Høvdu havt vid tann partin at gera, id longu var merktur av vånaligu umstødum ungdómsins. Spell var, at ungdómurin ella tey, ið vanliga arbeiða saman við ung- dóminum, ikki sluppu framat í sendingini. Hetta er tíanverri oftani soleiðis, at tá ungdóms- spurningurin verður vidgjørdur, er ungdómurin ikki bjóðaður við til viðgerðina, og gevur við- gerðin av spurninginum eina heilt ranga mynd. Gerið ílegur í ungdómsarbeið- ið á einum breiðum grundar- lagi. Setið eins nógv í og tervurin er, tá verður tað fleirfaldað vunnið aftur. Latið ungdómin taka lut í av- gerðum og arbeiði fyri sítt egna mál. Latið ungdómin sleppa fram við sínum ynskjum, og latið tey verða eftirlíkað, so langt rímiligt er. Tá, og fyrst tá, dómsspurningurin loystur, og tilkomna fólkið kann ganga ald- urdómi sínum trygt á meti. Spurningurin kann kanska ve- ra, hví hetta verður sett soleiðis verður ung- upp, og skal enn einaferð verða so mikið forsømdur, at torført verður at. sagt, at ungdómurin er etta hetta uppaftur x { ungdómsarbeiðið, er fyri tað fyrsta ein fest stór upp hædd á fíggjarlógini, og henda upphædd skal ikki skerjast Síðani skulu lønt fólk setast til hetta arbeiðið, og skulu hesi fólk hava útbúgvingina, ið krevst til hetta endamál. Hvussu stórur tervurin er, verður funnið við, at málið verð ur tikið fram sum serstakt mál og vidgjørt til loysn er funnin og rokkin. Bert ungdómurin veit hver tørvurin er, og ti må hann vera við í ráðum. Verður gjørt, eins og í granna landi okkara Íslandi, so er ung dómurin við í viðgerðini av ung dómsspurninginum, og skapar hetta eitt sunt ungdomsliv, eins og virðingin fyri tilkomnum fólki, myndugleikunum, privat um ognum og almennum ognum verður sterkari, til gleði fyri allar partar. I Reykjavik og Akureyri hava tey nakað, ið kallast Æskulýðs ráð — ungdómsráð — og hetta hevur umboð á býráðnum í hesum báðum steðum. Hverja ferð, býráðsval er, hevur ung dómurin rætt til at velja síni — í Reykjavík trý umboð í bý ráðið, hesi taka lut í fundum, gera tilráðingar, viðgera og at- kveða í ungdómsspurningum á býráðsfundum. Hesi umboð ha- va samband við ungdómin, ar- beiða millum ungdómin, kenna ungdómstrupulleikarnar og eru rødd ungdómsins. Hesi umboð eru útbúgvið fólk innan ung- dómsarbeiðið og, sum sagt, ung- dómurin hevur álit á hesi sum umboð teirra. At ynski ungdómsins má eft- irlíkast, so langt sum rímiligt er, er ein sjálvfylgja men so mikið sum ungdómurin er for- semdur, má roknast við, at ynski teirra eru nakað stór, men mugu ílegur til hann kunna fáa eins góðar semdir og verða givnar eðrum málum. Enn einaferð okkurt má gerast. Vísið ungdómsspurning inum vælvild, hetta verður vunnið fleirfaldað aftur. Takið ímóti ungdóminum ístaðin fyri at skúgva hann frá tykkum. Hjá ungdóminum kann aldur- dómurin gerast eitt vandamál. Lars Jespersen