leygardagur 27. august 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 27. august 1977
sosialurin
— Vit hava fleiri ferðir verið noydd at sagt nei, tá fólk hava biðið um pláss í summar, sigur fyri-
steðukvinnan á Hotel Ísansgarði á Sandi, sum er einasta gistingarhúsið á oynni.
Ov trongt um summarið
— talið av hotellgestum á Sandi vaksandi
Hotellið á Sandi, Ísansgarður,
hevur havt nógvar gestir í
summar. Tað hevur fleiri ferðir
komið fyri, serliga um vikuskift-
ini, at ikki hevur verið pláss fyri
ollum, sum hava biðið um rúm.
Eftirspurningurin er sterstur í
juli og august, upplýsir fyri-
stødukvinnan Karolina Clement-
sen.
Mest føroyingar
Í Isansgardi eru 9 komur, 6
dupultkomur og 3 smærri, sum
eisini verða brúkt sum dupult-
komur, tá nógvir gestir eru.
Størsti parturin av gestunum
eru foroyingar, men um summ-
arið koma eisini nógvir útlend-
ingar, serliga týskarar og frans-
ar. Teir flestu steðga 4—6 nætur
í miðal. Talið av gestum hevur
vaksið á hverjum ári, síðani ho-
tellið opnaði í 1973.
Útlendingarnir
sparsamir
Útlendingarnir, sum koma til
Sands, leggja ikki nógvar peng-
ar eftir seg í bygdini, ella í oynni
yvirhøvur. Men teir ferðast nógv
um oynna. Teir ganga millum
bygdirnar, men tað eru fá, sum
t.d. fiska á vatninum
Opið alt árið
Ísansgarður er opin alt árið. Um
veturin koma sjálvandi ikki so
nógv ferðafólk, men hotellið
stendur kortini ikki tómt, ti
fremmandafólk, sum arbeiðir í
oynni, plagar at búgva í Ísans-
garði.
Um summarið arbeiða 4 fólk
umframt Karolinu á hotellinum,
sum er einasta gistingarhús á
Sandoynni.
Djóraverndarfelagið:
Triðja
brævið
til landsstýrið
við m.a. áheitan um, at ein
djóraverndarlóggáva verður gjørd
Av tí at enn onki er hent í máli-
num viðvíkjandi djóraverndar-
lóggávu í Foroyum, hevur Djóra
verndarfelagið tann 22. august
sent Feroya Landsstýri soljóð-
andi bræv:
Til Foroya Landsstýri
Tinganes
Tórshavn
Víst verður til brov frá 5. februar
og 7. desember 1976, har heitt
verður á lóggávumyndugleikar-
nar um at betra lógir og fyriskip-
anir, har tað er neyðugt, og at
seta í verk djøraverndartiltøk í
forum, har ongin lógarheimild
er, og annars at ansa eftir, at tey
gjørdu tiltøk verða yvirhildin.
Í brøvunum er eisini gjørt vart
við. at ongin verulig djóravernd
arlóggáva er galdandi her í Før-
oyum.
Djóraverndarfelagið loyvir sær
at minna á nevndu brøv við á-
heitan um, at sett verður í gildi
fyri Føroyar djóraverndarlóg-
gáva skjótast gjerligt, svarandi
til loggåvu sum er galdandi í øll-
um okkara grannalondum.
Av ti at Landsdjóralæknin
sigur seg vera ovbyrjaðan av ar-
beiði. vil Djóraverndarfelagið
eisini heita á Landsstýrið um at
veita Landsdjóralæknanum ta
neyðugu hjálp
rðing
Djóraverndarfelagið
Noomi Jul, formaður
Síða 5
kring oyggjarnar
Nýggj nevnd
í Diskotek-
klubbanum
Á limafundi í Diskotekklubb
anum í Havn mikukveldið
varð ein nýggj nevnd vald
Tveir av nevndarlimunum
eru teir somu, sum hava verið
í nevndini síðani í vár, Lars
Jespersen og Hanna Lisberg
Nývaldu limirnir eru Stein-
bjørn í Dali, Ossur Wintereig
og Torfinn Højgaard
Á fundinum varð eitt log
aruppskot frá nevndini sam-
tykt. Upplýst varð annars, at
i tidarskeidinum 29. april til
Il. august 1977 eru
14.533 atgongumerki, og
raksturin gav ein vinning
uppá 15.700 kr. Sambært
nýggju lógini skal avlopspen-
ingur nýtast til at tryggja
endamál felagsins.
seld
W. U. Hammers-
haimb til Grønlands
Rækjutrolarin W. U. Hamm-
ershaimb er nå umvældur.
Hann før aftur til fiskiskap
undir Grønlandi fyrst i hesi
vikuni
Tå W. U. Hammershaimb
fyrst i juli månada var å veg
til Grønlands á nýggjan
rækjutúr kom eldur í maskin-
rúmið. Skaðin var stórur
bæði í maskinrúminum og á
brúnni, og W. U. Hammers-
haimb mátti ti venda aftur til
Foroya og fáa umvælt skað-
an. Umvælingararbeiðið er
gjort á Tórshavnar Skipa-
smiðju og hevur vart í einar 6
vikur.
Kallur seldur
Línubáturin Kallur hjá Sam-
løgufelagnum Kalli í Runavík
er seldur til Noregs fyri 4,6
mill. kr. Kallur er bygdur í
Tomre í Noregi í 1974. Hann
er tvídekkaður, 101 fót lang-
ur og er 224 tons brutto
Landa í Havn
Nakrir bátar hava landað til
Bacalao í vikuni. Skoparin
hevði 9200 pund av línufiski
mikudagin og 8200 pund hós-
dagin. Trolbáturin Barðið av
reiddi 48.000 pund hósdagin
Peir vóru vestanfyri hendan
túrin. Í gjár kom Nolsoyar
báturin Margretha við góðum
60.000 pundum og í morgun
skuldi Margritt koma á
Havnina, eisini við 60.000
pundum av
Hallarklettur landaði eisini
hevði 100
De ir
trolfiskl
hosdagin. Hann
hendan túrin
royndu undir
Kidney. og veiðan var bland-
að kongafiskur, steinbitur,
upsi og toskur. Hallarklettur
skuldi fara út aftur í gjár-
kveldið.
tons
Íslandi og á
Sjúrðarberg
til Canada
Partafelagið J. F. Kjølbro í
Klaksvík hevur selt trolaran
Sjúðrarberg til Canada fyri
12,5 mill. kr. Báturin verður
seldur treytað av, at tað fáast
útflutningsloyvi.
Sjúrðarberg er
Álesund í 1971 og
bruttotons
bygdur í
er 847
Nógv sild
Í hesum døgum frættist frá
sild víða um kring oyggjar-
nar. Menn fáa sild bæði í
Sundalagnum, Lambavík,
Skálafjorðinum, Funnings-
firði, Borðoyavík, Arnafirði
og í Hvannasundi.
Í Funningsbotni frættist í
síðstu viku, at ein bátur var
komin upp í 3000 pund eftir
einari nátt og ein annar upp 1
1700 pund. Hetta var eisini
nógv tann besta veiðan. Ann-
ars hava bátarnir vanliga
fingið upp í 200 til 300 pund
eftir einari nátt.
Tað frættist frá nógvari sild í Funningsbotni
TIL: —