leygardagur 27. august 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 57 — 27. august 1977
Vit eiga at miðja ímóti neyvari samvinnu
við bæði normenn og russar,
so vit ikki gjalda tvær ferðir
Tað er eingin loyna, at føroyingar við at samráðast við russar kanska
síggja ein møguleika fyri at vaksa um ta kvotu, okkum hevur verið
loyvt at veiða í Barentshavinum
Uppá fyrispurning, hví russar hava so stóran
áhuga fyri sáttmála við føroyingar um veiðu undir
Føroyum, sigur Atli Dam, løgmadur, at russar eru
eins og føroyingar trongdir eftir hæli á flestu
fiskileiðum, har teir vanliga hava roynt. Og hann
heldur fram:
— Tað er ikki lítið russar hava mist við Grøn-
land, Kanada, undir Íslandi og í felagsmarknaðar
gkinum, so tað er væl skiljandi, at teir royna at
varðveita hvønn møguleika, sum eftir er.
Teir hava stóran terv fyri at fáa
til vega protein til tær 250 milli-
ónirnar, sum búgva í hesum
stóra ríki, so hevuðsorsekin er
væl tann reella, at teir her halda
seg kunna veiða åvis fiskasløg,
sum ikki so stórur eftirspurning-
sum ti kanska
veiða enn
ur er eftir, og
møguleiki er fyri af
eina tíð
Afturat hesum hava teir ein
teknikk viðvíkjandi veiðu á
djúpum vatni, sum aðrir ikki
nýta í eins stóran mun, og sum
kunnugt eru 3/4 av tí ekinum,
sum finnst innanfyri føroyska
fiskimarkið dýpi, sum er meir
enn 500 metrar.
Teir hava eisini ein teknikk til
viðgerð av fiskasløgum, sum
aðrar tjóðir ikki halda eru serliga
væl nýtilig til mannafødi. Ein
teknikk, sum teir duga betur enn
adrir, og sum teir kunnu nyta ti
teir hava eitt stórt sokallað
»bakland« við 250 miljónum
menniskjum, sum taka ímóti tí,
sum framleitt verður, og fegin
eta framleiðsluna.
Frá havnini í Murmansk
Innanfyri teirra økonomisku
skipan ber til at veiða hesi slog
og viðgera tey uttan at skeita
eins nógv eftir og vit mugu, hvat
svarar seg og gevur pening.
Afturat hava teir ein vælskilj-
andi áhuga í at vera í hesum at-
lantiska økinum, tað er skjótt
ikki nógva staðni, teir kunnu
vera innan fyri mark, í hvussu so
er annað enn í Noregi og hjá
okkum og í ein lítlan mun í
Norðsjónum, so teir hava ein
áhuga at vera her og á tann hátt
at varðveita soguliga rætt sin,
soleiðis at teir, tann dagin at
lant-skandiska sildin, is-
landssildin, kemur aftur, tá
kunnu siga, at teir skulu vera
við til at taka avgerð um veiðu
av hesum stovni, at teir mugu
hava medávirkan, tá ið kvotur
verða ásettar og fáa ein part av
hesum kvotum.
Til seinast kann ein nevna tað,
sum mangur vil vera við, at sov-
jetbúgvar hava ein strategiskan
áhuga í at hava skip úti í At-
lantshavinum. Um tað er so,
SE
ps
á“
PT
skal eg ikki leggja meg uti, men
var tað so, so er hetta væl eisini
skiljandi ut frå einum militer-
politiskum sjónarmiði.
Atli Dam, tann føroyski åhug-
in fyri at fåa såttmålan i lag,
hver er hann, og hvussu stórur
er hann?
Tað er væl kent, at feroy-
ingar hava áhuga fyri at veiða í
Barentshavinum serliga tosk,
men í tann mun lagt verður um
til feskfiskaveiðu sjálvsagt eisini
hýsu, svartkalva og upsa. Har-
afturat er foroyski áhugin stórur
fyri at fáa meguleikar fyri at
veiða lodnu ella kanna, hvussu
lodna veidd á hesum leiðum
kann fáast til Feroyar í einum
líki so hon gerst nýtilig í fram-
leiðslu.
Tað er ongin loyna, at foroy-
ingar við at samráðast við russar
kanska siggja ein møguleika fyri
at vaksa um ta kvotu, okkum
hevur verið loyvt at veiða í Bar-
entshavinum. At vit miða ímóti
eini neyvari samvinnu við bæði
russar og norðmenn soleiðis at
vit fáa fult endurgjald fyri tað,
sum teir veiða her
Hví er so sáttmálin ikki enn
komin í lag, tá ið áhugin er so
stórur frá báðum síðum?
Sum eg nevndi í útvarpi-
num hetta kveldið, so eru tað
føroyingar, sum hava verið teir
mest afturhaldandi í hesum
spurninginum, og hevur tað
fleiri orsøkir, fyrst og fremst tað
eg nevndi, at samvinna millum
eina heilt stóra tjóð og eina heilt
él í
ii
i j á
Í
af Fla EG Rs
"a
|
litla krevur neyva umhugsan av
javnvågsspurninginum, soleidis
at ikki annar parturin kemur at
kenna seg kroystan av hinum.
LO
hetta sáttmálaútkast so gjølla
sum gjørligt, so báðir partar
kunnu fáa mest meguligt gagn
av samarbeiðinum uttan at ken-
na seg meira bundnar enn sátt-
málin sigur.
Tað erneyðugt hjá foroyingum
at koordinera veiðuna í russisk-
um parti í Barentshavinum við
veiðuna í norskum parti, og tí er
neyðugt at fáa normenn inn í
myndina, so ein sleppur undan
at gjalda 2 ferðir fyri tað, sum
vit veiða í Barentshavinum,
nevniliga bæði til norðmenn og
russar.
Tað er ongin loyna, at russar
eru ógvuliga dugnaligir samráð-
ingarmenn og snildir samráðing-
Er tað fyri at sleppa frá at siga »njet« at Atli læsir varrarnar saman,
tá Ishkov (í miðjuni) biður hann skriva undir?
Tað er ongin loyna, at russar
hava so stóra orku at seta inn
her, so stórt skipatal og so stór
skip, at verður ikki heilt greitt
ásett tal av skipum, stødd av
skipum, veiduøki, veiðuloyvi og
fiskasløg, so kann ein lætt koma
i ta stødu, at føroyingar kenna
seg kroystar av ti størra part-
inum.
Vit hava ti hildið tað verið
neyðugt at nærlesa ella finlesa
armenn og nýta hvert einasta
loyvi, teir fáa út í æsir. Ti er
neyðugt at gera sær heilt greitt,
hvussu langt ein er til reiðar at
ganga við hverjari koncessión,
hverjum loyvi, sum givið verð-
ur. Soleiðis at ikki verður møgu-
ligt at leggja meira í hvert loyvi
enn vit sjálvir ætla.
Tað er heldur eingin loyna, at
foroyingar av teirri orsek, sum
eg nevndi í áðni um tað militer-
Her eru nakrar av teimum fiskaverum, tú kanst keypa í Sovjetsam-
veldinum á nærum hverjum horni.