Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 3. september 1977 “pi 1 eð 45 ymiskar læru- sosialurin Ein av lærugreinunum í Ungdómsskúlanum er smið. Her hjálpir Napoleon Nólsoy einum av næmingunum við einum borði greinar í T.K.U. | — Skráin hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla viðkað við 9 greinum Hetta verður triðja starvsárið hjá Kveldskúlanum, síðani hann varð samskipaður. Skráin er nú løgd og vera lærugreinarnar til- samans 45. Í summum vera upp til fimm bólkar og í oðrum bert ein. Í fjør vóru slakir 1500 næm- ingar í skúlanum. Størri útboð Fleiri nýggjar lærugreinar eru i tiknar vid hesaferð. Tær eru knýting, stofftrykk, dekorati- ónslæra og reklamutekning, stenografi, elektronikkur, dra- matikkur, elektronorgulspæl, blásiinstrument og ferðslulæra. Í dramatikki skal nýstovnaði leikbólkurin Gríma undirvísa teimum, sum eru eldri enn 18 ár. Ungdómsskúlin er fyri 14—18 ára gomul, men fólk á hesum aldrinum kann sjálvandi eisini vera í Kvoldskúlanum. Umframt er so fyrireikingarskeið til HF lestur. Myndugleikarnir positivir Leidarin av Torshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, Napoleon Nólsoy, sigur, at bæði skúla- stjórnin og býráðið eru ógvuliga positiv móti skúlanum og ynskj- um hansara. Skúlin húsast í teimum trimum barnaskúlu- num, Kommunuskúlanum, Eysturskúlanum og Venjingar- skúlanum. Napoleon heldur, at skúlin hevur góðar umsteður til undirvisingina, uttan kanska til matgerð. Har er tørvur á størri og betri holum. 57 lærarar Tá hjálparfólkini eru tald við, verða tað tilsamans 57 fólk, sum koma at undirvisa á Kveld- og Ungdómsskúlanum í vetur. Lønirnar hjá teimum eru goldnar av kommununi og rikinum, so- leiðis at kommunan letur 30% og ríkið 70%. Umframt letur kommunan ljós, hita og rein- gerð. Tær 50 kr., sum hvor næmingur rindar í tilmeldingar- gjaldi, verða brúktar til keyp av undirvisingartólum og -útgerð. Bøkur og tilikt mugu næmingar- nir sjálvir keypa. Undirvisingin á HF-fyrireik- ingini byrjar 12. sept., Ung- dómsskúlin byrjar 19. og Kvøld- skúlin tann 26. september. Skú- laárið endar í mai, og tann árliga framsýningin av næmingaar- beiðum verður um miðjan apríl. Fáa pollin kyrran Tað líður væl við arbeiðinum at leggja eina urð uttanfyri tann innara havnagarðin í Skálavík. Hetta verður gjørt fyri at fáa pollin kyrrari. Eftir tí, sum frættist úr Skálavík, hevur hetta eydnast teimum væl. Bátar upp til 15 tons hava møguleika at liggja í pollinum og hava skálvíkingar í løtuni tríggj- ar tilíkar. I letuni eru menn har í bygdini við at rigga Nordstjørnuna til linuveiðu. Hetta er nýggjur 18 tons útróðrarbátur, sum Her- man Petersen og breður hava latið bygt í Mo í Rana. Umframt teir triggjar dekksbátarnar eru fleiri installeringar heimahoyr- andi í Skálavík. Allir bátarnir avreiða í Skála- vík, har fiskurin verður vigaður og síðani fluttur við bilum til Skopunar Annars frættist úr Skálavík, at menn har ikki kunnu bara sær fyri at smilkast, tå Adolf Han- sen nå um dagarnar aftur hevur skrivað um »Nordsjovarlygn- ina.“ Pollurin í Skálavík nú kyrrur Síða 5 kring oyggjarnar Nógvur fiskur til Snarfrost Miðvági fingið munandi meiri fisk í ár 3300 Snarfrost 1 hevur enn í fjør. Higartil eru tons av ráfiski landað, og til samanberingar kann nevn ast, at alt 1976 komu 1964 tons upp á land í Mið vågi. Tað eru serliga garna bátarnir, hava fiskað nógv til virkið, ella 2200 tons í vár. Fýra íslendskir trolarar hava landað 500 tons í Mið árið sum vågi i ár, tann seinasti nu mánadagin. Hann hevði 130 tons, harav meginparturin var storur til. at islendskir trolarar eru toskur. Orsøkin komnir hendavegin at landa nú í vikuni, sigst vera hon, at virkini í Íslandi ikki vilja sjalda tann ásetta avreiðing arprisin, sum tey halda vera ov hegan Goymslurnar fullar sleppa ikki av við fiskin Fyri uttan islendska trolaran, hevur bert ein bátur landað í Miðvági hesa vikuna. Tað var trolbáturin Aldubáran, sum kom inn vegna veður. Hon hevði 6.000 pund. Annars hevði Snarfrost ikki klárað at tikið móti meira fiski, tí goymslurnar eru full- ar. Virkið hevur 130 — 140 tons av flaki liggjandi, og tað er óvist nær skip kemur eftir tí. Av saltfiski hevur virkið 50 tons á goymslu. Vakt við bergholini Hvanna undi herfyri, var ferðslan til Vá grindin doyði og frá bygdini so ferðir steðgaði up nog hon fleiri inni í bergholunum. Legregl an herði ti mikudagin sett vakt við annan endan, so leiðis at bert 3—4 bilar sluppu inn í senn, tvs. so nógvir, sum pláss er fyri á vikistoðunum inni í fjallinum. Misnøgdir við býtið Tá grindaseðlarnir skuldu býtast út í Hvannasundi mi kukvøldid, ófriðar ligt uppi á lastbilinum, hað gjørdist ani utbytingin for fram. Tad fleiri, nøgdir vid avgerdina um, at voru sum voru mis- skuldi býtast millum luttóku í grindin bátarnar, sum rakstrinum. Teir vóru so mis nogdir. at teir >bordaðu< lastbilin og løgdu á teir, sum tóðu fyri útbýtingini av Logreglan uppi og tekk hvørjum ødrum. partarnar Lynfrost aftur opið Flakavirkið Lynfrost í Runa vík byrjaði at taka móti fiski aftur mánadagin. Virkið noyddist at steðga framleidsl- uni í eina góða viku orsakað av vatntroti, men sunnudag- in kom so nógv avfall, at nú er nógmikið av vatni. Virkið misti uml. 300 tons av ráfiski ta tíðina, tað var stongt, ma. 120 tons frá trolaranum Froyi. Stereo — Stolabetrekk STEREO-radio við bandavspælara Jem TD 0 bert kr. 850,- Biihúsið, Torsgøta 12 - Tlf. 13770