Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Kristindómurin og kommunisma Sosialurin hevur biðið meg luttaka í einari greinarød, har fólk lýsa sína áskoðan um religión og religiøs fyribrigdi. Mína fatan av religión havi eg roynt at lýst í bók mini »Det gode Håh«, sum er um ein kristnan prest, ið út frå bibliuni ger, hvat hann er mentur fyri at stríðast móti órætti og óndskapi í tí samfel- agnum, har hann er sálar- hirði. Hann vinnur ikki á mál, men strid hansara er tó ikki ein nyttuleys roynd; í summum ferum hevur hann hepni til at niðurberja sínar ringastu mótsteðumenn og skapa frægari viðurskifti í tí lítla misnýtta samfelagnum, hann livir í Hesin presturin, harra Petur, sum eg rópi hann, og sum fyri ein part hevur okkara Debes til fyrimynd, er hugsaður sum ein av teimum mon- gu, sum kirkjan og krist- niheimurin gjøgnum tidir- nar hava havt æru av, og sum vit vilja ropa ekta kristifólk. Tað er alkunn- ugt, at hesin sami kristni- heimurin eisini hevur havt umbodsmenn, id vit hava grund til at skamma okk- um illa yvir mannaættar- Lucas innar vegna, bæði i fornari tid og í nåtidini. Nevnast kann einaferð enn inkvisi- sjónin í 13. eld undir mót- reformasjónini í Suður- londum, har evangelisk trúgvandi næstan vórðu útruddað, heksa-prosess- irnar í Týsklandi í midøld- ini, har sakleysar kvinnur vórðu brendar á báli í hundraðtúsundvis, ella hitt týska bóndakriggið 1524 — 25, har tiverri sjálvasti Luther var við til at fordøma og týna teir uppreistarligu bóndirnar, ið striddust móti órætti og útpining. Hesi kendu dømini eru oll úr farnari tíð. Men eis- ini í okkara tíð hevur verið og verða framvegis frá kristnari síðu framd ræðu- lig óbótaverk, ja, tað ber til at siga at ell imperial- isman sum hon fór fram í seinasta eld í skapi av her- taking og týning av teim- um litaðu fólkunum, framd av kristnum evrop- eisku londum, var eitt ein- asta dømi um »kristid« hykl og kávalæti. Um tú út frá hesum dømum vildi rópt kristin- dómin eina ósanna og meiningsleysa religión, vildi eg talað at. Í sínum kjarna, soleiðis sum evan- geliini tala, er kristindóm- urin eitt tignarligt og undrunarvert fyribrigdi og eitt tað mest týðandi grundarlag fyri okkara kultur yvirhevur. Eg fati so væl, at tað eru nógv fólk, eisini her á landi, ið øtast, tá ið tey hoyra 6- kunnufólk, ið vitja higar, siga frá, hvussu tey sum kristin menniskju hava verið pind og forfylgd av »kommunistum« í teirra heimlandi. Aðrir eru meira í um hesir fremmandu menninir ikki eru lentir skutilsveinar fyri anti- kommunistiskan politisk- an politikk. Eg hugsi, at hesin spurningur er tor- forur, fyri ikki at siga Ó- meguligur, at loysa, so floktar umsteðurnar land- anna millum eru í okkara tíð, har hyklariid blómar sum neyvan áður í manna- iva, seguni. Eisini haldi eg tað vera heldur láturligt, tá eg hoyri ferðafólk, ið hava verið eina stutta tíð „handan jarntjaldið< tosa um viðurskifti har, sum um teir vóru meinkunnug- ir. Sjálvur havi eg verið í Rumenialandi 3 vikur og í Sovjetsamveldinum 17 dagar, og ætli mær ikki at syna meg fram sum ser- frødingur i sovjetiskum ella kommunistiskum målum. Tó vil eg loyva mær til her at siga frá einari ferð, eg gjørdi til ein litlan by í nånd av Moskva, nevndur Zagorsk. Eg hevdi frætt, at hesin byurin var ein »heilagur byur« og at har var ein »heilag kelda«, fleiri vakrar kirkjur og eitt prestaseminarium. Tolkur min vildi ikki fylgja mær til hendan byin, ti henni (tad var eitt kvendi) dåm- di illa hetta »heiliga komparsariid«, sum hon segði. Eg fór ti einsamall- ur, og eg må siga, at eg undradist stórliga Nu hevði eg hoyrt so nógv um, at kommunistar hat- aðu og jagstraðu alt, sum kristið eitur, men her tóktist alt at fara fram í frið og náðum. Her vóru fleiri sera stásiligar kirkj- ur, har vakrar gregori anskar = messur vórðu framførdar. Her vóru stórar myndir av halgi- monnum og -kvinnum, og her vóru túsundtals pila- grimar, sum tilbóðu hesar myndir, sjálvandi mest Mariu Moy. Hesir píla- grímar vóru mest konu- fólk, bóndakonur og Nr. 66 — 1. oktober 1977 -gentur av bygd. Tær høvdu helst gingið ella koyrt langan veg, summar hvíldu seg á onkrum kirk- jugarði, ella sótu og fingu sær ábit av breyði og a- gurkum. Hin heilaga keld- an var eisini veruleiki, har stóðu tær í bíðurað, hver við sínari flosku ella krússi Lat nú ongan halda, at eg út frá ollum hesum vil siga for víst, at í Russ- landi er alt í lagi vidvikj- andi kristni. Eg sigi bara frá ti, sum eg sá. Eisini fellur tað einum ferðaman- ni í eyguni at síggja teir nógvu prestarnar, ið visa seg í gøtunum í russiskum býum. Tá eg fleyg frá Moskva til Stockholm vóru ikki minni enn seks prestar við í flogfarinum. Eg treiv í hesa friðar- mynd — ikki fyri at royna at hevda, at alt, ið verður sagt frá um jagstran av annarleiðishugsandi og ødrum ræðuleikum, fyri eystan sum fyri vestan, eru fyribrigdi, tú kann taka tær lætt. Tvørtur i- móti, vit liva í einari myrkari tid, helst ikki minni myrkari enn hinu „myrku midøldini« — hó- ast elektrisitet, atomkraft og mánaferðir. At fólk, panelið EL William Heinesen ikki minst her å landi, søkja og finna ugga i ev- angeliskum kristindómi, er ti ikki at undrast å. Ti- verri er tad so, at einki annað fyribrigdi er so lætt at misbrúka sum religión. „Sjálvgóðska og sjálv- rættvisi« — soleiðis tók Jákup Dahl próstur ofta til í talum og skriftum sin- um sum vanligt eyðkenni fyri fólk, ið annars hildu seg vera góð og lýðin kristifólk. Hesir eginleikarnir eru tó, tíverri, almennir, frægari er menniskjan ikki. William Heinesen Streymurin fór á jólum — kom aftur fyri trimum vikum síðani — vit eru ikki í 1977, men i 1800, sigur fólkið úti í Koltri, sum ikki hava havt rættiligan streym alt hetta árið Tað hava verið trupulleik ar við ravmagninum úti í Koltri síðani í desember Jólaaftan kom ein maður frá SEV út eftir dynamo- dieselmotorinum, sum framleiðir streymin til oynna. Longu jóla- morgun kom hann aftur við dynamoini, men tað ini i gingu bert nakrir fáir dag- ar, so varð motorurin aftur í ólagi. Í Koltri halda tey, at ov nógv hevur verið lagt fyri hann, bæði húsarhaldini og gøtulykt- irnar. Fyri góðum trimum vikum síðani fingu so hús- ini hvert sín lítla bensin- motor. Heygabúðin Tlf. 552 28 Bíleggið íslendska lambskjøtid nú. Vit hava góð nýupptikin føroysk eplir. Bert til ljós Hesir motorarnir eru uppá I kW. Annar motorurin letur eisini streym til hús- ini, har lærarin býr. Tey tora ti ikki at seta frysti- boksina til í ødrum húsi- num, og er hetta serliga tvørligt, nú slaktið kemur fyri. Teir plaga at fara á fjall um hesa tíðina, og møguliga verður farið í næstu viku, um viðrar. Seyðurin er miðalgóður í ár, siga teir. Annars frættist úr Koltri, at grasið kom seint í ar. Ikki fyrr enn seinna- partin í august fór rætti- liga at vaksa. Eplini eru væl vaksin í ár I Koltri búgva 7 fólk, harav 2 børn. Lærarin í vetur er úr Klaksvík. Nýggjur motorur kemur um mánaðarskiftið Hjá SEV fingu vit upplýst, at tveir nýggir Deutsch diesel- motorar skulu koma til landið nú um mánaðarskiftið. Mo- torarnir, sum eru 20 hk. hver, eru keyptir úr Týskalandi. Annar av hesum skal til Kolturs og hin til Dímunar. Hesir motorarnir eru av sama slag, sum teir í Fugli og Mykinesi. Teir hava roynst væl, verður upplýst hjá SEV. Motorurin, sum hevur verið í Koltri er 7 hk. Tað eru sostatt møguleik- ar fyri, at koltursfólk fáa slaktið í boksirnar.