Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ER Nr. 66 — 1. oktober 1977 Jåkup Lindenskov skrivar: Sama rådgevara sum Pinochet? I tveimum fylgjandi Dag- blødum, nr. 72 og 73. verdur lagt ut vid eini »nyggjari leid« við tí endamáli at burturbeina tær sosialu lóggávur, sum í dag liggja til grund fyri almannaveitingum í flestu demokratisku londunum, har tær eftir Dagblaðsins meting virka sum ein vána skipan, tí javnaðarmenn eru pápar at hesum sosi- alu lóggávunum Greinirnar skulu eitast at viðgera eina nýggja leið, sum amerikanski bú- skaparfrødingurin Milton Friedman skal hava vist á, Fyrst er at siga, at greinin er av ti vanliga anti-javnaðar = slagnum, har høvid verður brúkt til at skjóta setningar inn um teir ræðuligu javnaðar- menn ella sosialistar, sum hava oyðilagt samfelogini við sosialu lógum sínum; helst man tað vera tað, at fåtækradømi er ókent í javnaðarstýrdum londum, sum nivur. Nidurstøda Fólkafloks- málgagnsins er sjálvsagt, at javnaðarflokkar einans kunnu »liva uppå« at sosi- alu útreiðslurnar eru stór- ar og ti má vælferð vera tað ringasta fyri javnaðar- flokkin. Og tá vit hava lisið hetta og annað av somu skuffu av anti-javnaðar propagandu fólkafloksins, ja, so kann lesarin sjálvur døma um virðið av inni- haldinum. Men aftur til Friedman. Tað verður sagt í Dag- blaånum, at Milton Fried- man hevur fingið Nobel virdislønina fyri sitt bú- skaparfrødisliga arbeiði, men einki verður sagt um hvøssu mótmælini móti virdislønini. Sami Friedman er kend- ur fyri at vera stokkkon- servativur økonomur, sum nytir hvørt høvi til at forsvara ta hugsan, sum sigur, at tad privata skal skalta og valta sum ti lystir. Milton Friedman er maður, sum drápsmanna- stýrið hjá Pinochet í Chile hevur kosið sær sum ráð- geva og skal so eisini verða brúktur til at berja føroysku» javnadarrørslu- na eftir bestu breckmans- uppskrift. Har sum Fried- man er ráðgevari — i Chile — hoyrir manndráp til , dagsins ordan, flyggjan i útlegd, 10% av fólkinum rymt av landinum fyri ikki at verða sundurmorað ella pínd, arbeiðsloysi yvir alt mát og neyð valdar, so tað stendur eftir, eingin sosi- allóggáva, veruprísirnir vuksu við eitt við 500%. Vit fáa eisini at vita frá Óla, at Friedman hevur skotið upp, at vit ístaðin fyri eina javnaðar-sosial- lóggávu eiga at hava eina sonevnda negativa skatta skipan, sum ikki kostar samfelagnum nakað. Heldur skuldi fólka- floksmálgagnið fortalt um amerikanska samfelagið, sum er so háttað, at tú onga aðrastaðni í heimi num finnur so stórt glopp millum rík og fátæk, heimsins glæstur og heimsins størsta vesala- dømi. Tad, at amerikumenn hava eina »fløkta« sosiala skipan, kann neyvan kastast javnadarmonnum fyri. Men javnadarmenn ikki at mæla til at oydileggja tær diva góðu skipanir, sum finnast sumstaðir í USA. Tað er heldur ikki í Italiu ella i Frankariki, at javnadarmenn hava havt ta stóru ávirkan. Hóast tað er í hesum londum, at Orættvisi skal vera so stórt í sosialum veiting- um, so ivast vit ongantíð í tí, at tær frægu skipanir, sum har finnast, eru i- komnar av javnaðarhugs- andi fólki. I Italiu eru tað teir kristiligu demokrat- arnir, ið rátt hava fyri borgum í mannaminni og tað er har kommunista- flokkurin er so stórur sum i ongum ødrum vestureu- ropeiskum landi, og tað er har kommunistar samvin- na við teir kristiligu í týðandi politiskum spurn- ingum, men javnaðar- menn hava tíverri ikki havt ta stóru ávirkanina á skipaninar har. Tað er ikki so torfort at finna útav, at okkara lóg- gáva er millum tær bestu, tá talan er um at hjálpa, har trongdin og neyðin er. Og skulu vit tala um negativa skattaskipan, ja, finna vit hana so ikki í harfyri fara okkara frálíku sosiallóg- gávu! Tað er ein loddrett lygn, tá tað verður skriv- að í Dagblaðnum, at >tað er meira umráðandi, hver umsekjarin eftir sosial- hjálp er, enn um viðkom- andi er sjúkur ella fátæk- ur. Tey sum ikki hoyra til åvisan bólk, fáa ti ofta einki.« Og vidari skrivar mål- gagn folkafloksins: »Størsta brekið vid nu- verandi almannaskipan- um er, at tær eru ikki sosialurin »selektivar«, t.v.s. at tær ikki gera mun á, hver treingir og hver ikki treingir.« Er tad vissuliga so, at Fólkaflokkurin hevur sett sær fyri sum eitt av stór málum sínum at avtaka okkara lóggávu? » Tad verður stórarbeiði av at umleggja so fullkomu- liga okkara almannaskip- an. Men vit hava ikki ráð til hennara, hverki tann, sum letur, ella tann, sum sosialu fær. Báðir partar skulu jú lata í skatti, tað almenna skipanin kostar.« Jú hetta tosið er fyrr hoyrt frá sama stað Og Dagblaðið heldur fram: »Sosialistarnir eru fyrst og fremst bangnir fyri at missa atkvødur, og versti figgindi sosialismunar er jú vælferð og lukka hjá flest møguligum.« Ein má spyrja, eru allar skrúvurnar leysar í hasum forskrúvaða-Dagblaðs- penninum? Tað tykir framvegis at vera ein sera beiskur biti fyri Fólkaflokkin, at tað eydnaðist Javnaðarflokki- num at fáa eina sosiala lóggávu, sum munar, har trongdin er til hjálp. Javnaðarflokkurin hev- ur í stevnuskrá síni sum fremsta mål at tryggja i- búgvum landsins góð livi kor, m.a. við at halda samfelagið í so góðum standi, at arbeiði er fyri allar hendur, at øllum teimum, sum berst frá at luttaka i arbeidslivinum, verdur vissad daglig ur- koma. Tad er gjørt m.a. vid, at javnaðarmenn hava verið við til at fremja lóggávur í Føroyum, sum hava stuðlað virksemi á sjógvi og landi, og har neyðugt hevur gjørt pen- ingailogur, veitt studning og veðhald fyri at halda samfelagshjólunum í góð- Betri sosiala verið, um standi lóggeving finna vit neyv- an aðrastaðni. Vit fingu Lenjavningar- grunnin, minstulønina, prisstudning o.a. skipan- ir, sum hava gjørt, at høvudsvinnan og vinnur okkara mala væl, at hvør hevur urkomu til hvønn tima. Alt hetta hevur skapt okkara vælferð. Ein væl- fer), sum neyvan var komin so væl áleiðis, uttan um javnaðarflokkin Eitt mál javnaðarfloksins er at fremja vælferð, eisini hjá tí minni menta Hvussu bangnir javn- aðarmenn ella sosialistar eru fyri at missa atkvødur veit eg ikki, tað man vera misjavnt, men at versti figgindi sosialismunar skal vera vælferð og lukka hjá flestum er so burtur- við og kann bara vera sagt av einum pura gar- villum fólkafloksfanatik- ara sum t.d. Ola Breck- mann. Men, men. Sporene skræmmer. Nú fólkaflokkurin fer at aliera seg við ráðgevarum sum Pinochets bølmanna- veldið i Chile brúkar, er sanniliga at øtast. Jacob Lindenskov Sida 5 bókarummæli Klænkibókin Óluva Skaale og Marius Johannesen Klænkibókin Bókaforlagið Grønalid 1977 Småmyndir Jona Johan- nesen 59 sidur Kostnadur 25 kr. Nýggj bók er komin i bókabúðirnar Bókin nevnist Klænkibókin, og er skrivað av Mariusi Jo- hannesen og Oluvu Skaa- le. Vit vænta okkum av ti- líkari bók, at hon ikki er villleiðandi, og at vit her finna ein vælgjøgnum hugsaðan og roknaðan kostplan Um feitt verður skriv- að, at tær mettaðu feitt- sýrurnar hækka koleste- rolmongdina í blóðinum, meðan tær ómettaðu ikki gera tað. Hví ikki heldur siga, at tær fleirómettaðu feittsýrurnar lækka kol- esterolmongdina í blóði- num, og at linolsýran, ið er fleirómettað, er livs- neyðug. Víðari stendur, at før- oyskur matur er ódýrari enn grønmeti. Hetta er ikki heilt beint, uttan so, at ein sjálvur kann for- vinna sær henda mat. Vit koma heldur ikki uttan- um, at grønmeti er neyð- ugur partur av tí dagliga matinum, og at tað altíð hevur verið tað. Kostplanurin inniheldur einki sukur, og tí kunnu sukursjúk óredd nýta hann. Hetta eru villandi gjøgnum- upplýsingar, ið kunnu fáa álvarsligar fylgjur fyri tann sukursjúka, tí ikki bert sukri skal hann ansa sær fyri, men fyri kolhyd- rati yvirhevur, eisini stív- ilsi. Nevnt verður, at A vitamin er í nýmjólk. Hví ikki heldur siga, at er- grynna av Á vitamin er i fiskalivur og í spiki. Smartir sølumenn hava tjent hópin av pengum uppå propaganduna um E vitamin sum fertilitetsvi tamin, men E vitamin hevur heilt aðrar funkti- ónir í kroppinum, og tað mótvirkar heldur íkki fosturmissi Heldur enn at Beri Beri og Pernisies an- æmi, óvanligar trotsjúkur her, sum B vitamintrot- eyðkenni, er vert at nevna, at B vitamintrot yvirhøvur gevur óordan i nervalagið og hetta er ikki nevna vanligt fyribrigdi vid la umhugsaðum klænkidi ætum. Annars kann sig ast, at onnur B vitamin enn B1-, B2-, og B12 vita- min eru. B vitaminini eru ikki minni enn 12 í tali og oll eru livsneydug Tað er skeivt at nevna spinat sum kalsiumkeldu. Spinat inniheldur oxal- sýru og verður ti vanliga nevnt kalsiumtjóvur. Annað er, at um kalsium- klorid verður sett til spi- nat, tá kann tað kanska nevnast kalsiumkelda. Konufólk í barnburðar árum (14—45 ár) skulu hvenn dag hava 18 mg. av jarni, mannfólk skulu hava 10 mg. av jarni. Í bókini stendur vanliga kravið fyri øll av vera 15 mg. Hugaligt er at lesa um hvussu kaloriukravid verður útroknað, men betur hevði verið, um vit eisini fingu at vita, hvað- ani hesi tel eru tikin. 14 daga kostplanurin lúkar ikki treytirnar fyri allan sukursjukudiæt. Her er ov nogv av kolhydrati m.a 670—700 kaloriur um dagin er í minna lagi, eisini til ein klænkidiæt 800 kaloriur eigur heldur at vera minstamarkið. Vit fåa, vid so lágum kaloriu- innihaldi, ikki vart okkara krav til hini foðsluevnini Við tað, at vektin ikki allastaðni er uppgivin t.d við marmelátu og við kjøti, er heldur ikki lætt at brúka henda kostplan Tann parturin, ið inni- heldur uppskriftirnar virkar lokkandi, men eis ini her eru villur. Stívilsi og husblass verða blandað saman, sum um hetta var sama evni, men so er ikki Stivilsi er kolhydrat (epla mjel) og er sostatt ka loriuveitandi. 1 g 1 kaloriur, medan husblass er protein og husblass er ikki orkuveitandi. Okkum vantar í stórum foroyskan lesnað um tað húsliga ekið, m.a. um kostarhaldið. Men, tá ið hesin lesnaður verður vill- leiðandi, er kanska betur enn eina tið at brúka tann danska. S.D.