mikudagur 5. oktober 1977síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 — 5. oktober 1977
Javnaðarpolitikkur tað merkir demokrati,
sosialurin
lesarabrøv
talu-, skrivi- og tråarfrælsi!
Harra G. L. Samuelsen,
blaðstjóri, Jørmund Vå-
gadal, Hans A. Joensen
og Johs. M. Olsen!
Eftir at hava lisid grein-
ir tykkara i Dimmalætt-
ing loyvi eg mær at koma
vid nøkrum vidmerking-
um.
Av øllum alvi royna tit
at gera javnadarflokkin til
ein kommunistiskan
flokk. Men vita tit veru-
liga, hvat javnadarflokk-
urin stendur fyri og kenna
tit hin veruliga munin i-
millum kommunismu og
demokratiska sosialismu?
Kommunisman vil koll-
velting og eina eygablikki-
liga broyting av samfelag-
num og síðani eitt komm-
unistiskt einaræði ella
eina einfloks skipan.
Demokratiska sosial-
isman er, sum navnið sig-
ur, demokratisk og t.v.s.,
at hon við frælsum demo-
kratiskum valum vil
royna at fáa undirtøku
fyri sínum politikki. Síð-
ani vil demokratiska sosi-
alisman stigvíst broyta
samfelagið við politiskum
reformum. Men hon vil
alla tíðina hava demo-
krati. Hon vil hava polit-
iskt frælsi við frælsum de-
mokratiskum valum, hon
vil hava talu-, skrivi- og
TRUARFRÆLSI. Og de-
mokratiska sosialisman
vil hava eitt nógv meira
gjøgnumført demokrati
enn teir borgarligu libe-
ralu flokkarnir vilja hava,
hon vil nevniliga eisini
hava demokrati á arbeiðs-
plåssinum, figgjarligt- og
personligt frælsi fyri hin
einstaka.
Tað er ein sannroynd,
at ongastaðni í heiminum
hevur kommunisman so
smáar meguleikar fyri at
gera vart við seg, sum
júst í teimum londum, har
demokratiska sosialism-
an, og t.v.s. javnaðarpoli-
tikkurin, hevur fingið
undirtøku og hevur gjørt
seg galdandi.
Her eru norðurlond eitt
frålikt domi. I Danmark,
Noreg og Svøriki, hava
javnadarflokkarnir fingid
so góða undirtøku, at teir
tað mesta av eini hálvari
eld hava sitið við stjórnar-
valdinum. Og við sosialre-
formum, skattareformum
og reformum á mongum
ødrum økjum, hevur tað
eydnast demokratisku so-
sialismuni at beina burtur
neyð og fåtækradømi og
at skapa góð og trygg kor
fyri alt fólkið.
Orsakað av hesum, ha-
va kommunistisku flokk-
arnir í hesum londum ikki
fingið nevniverda undir-
tøku, og vandin fyri kapi-
talistiskum einaræði, so-
leiðis sum vit kenna tey úr
Spania, Portugal, Grikka-
landi, Suðurafrika og
londunum í Suðuramer-
ika, er ongin.
Tit kenna onki demi
um, at fólk í nokrum sosi-
aldemokratiskum landi
eru forfylgd, sett í fanga-
rúm ella pínd fyri teirra
átrúnaðarligu ella polit-
isku áskoðan.
Í einum sosialdemo-
kratiskum landi er vandin
fyri kommunistiskum ella
kapitalistiskum einaræði
minimalur. Ja, vit kunnu
av rettum siga, at hann er
fullkomuliga útistongdur.
Men hóast alt hetta, so
royna tit ferð eftir ferð at
identifisera foroyska
javnaðarflokkin, sum er
ein sosialdemokratiskur
flokkur, við kommunist-
isku flokkarnar eystan-
fyri.
Hví ikki siga sannleik-
an? Hví ikki siga lesarum
tykkara, at royndirnar
júst sýna, at sosialdemo-
kratiski politikkurin er
besta verjan ímóti bæði
kommunistiskum og kapi-
talistiskum diktaturi? Hví
ikki siga lesarum tykkara,
at sosialdemokratiski po-
litikkurin hevur synt, at
hann just borgar fyri ein-
um framur demokratisk-
um samfelag, har talu-,
skrivi- og TRUARFRÆL.-
SI verða sett í hásæti.
Ella er tað ætlan tykk-
ara at villeiða fólk og vilja
tit misbrúka kristindómin
til fyrimuns fyri åvisan
politiskan flokk? Vit javn-
aðarfólk halda í hvussu so
er kristindómin verða alt
ov góðan til slíkt.
Í seinastuni hava tit
gjørt nógv burtur úr ti, at
ein føroysk sendinevnd
vid løgmanni å odda, hev-
ur verið á samráðingarferð
í Russlandi.
Nakað eftir at sendi-
nevndin var afturkomin,
bar tað soleiðis á, at ein
rumenskur prædikumaður
kom til Føroya at vitja.
Eftir hvat eg havi lisið og
frætt frá hesum manni,
legði hann rættuliga stór-
an dent á, at greiða frá
ræðuleikum í kommunist-
isku londunum.
Og Jermund Vágadal
og aðrir vóru ikki seinir.
Beinan vegin varð Russ-
landsferðin hjá løgmanni
flættað uppi. Tað var
ræðuligt, at vit skuldu
hava samvinnu við eitt
kommunistiskt land, og
tað var ræðuligt at log-
maður skuldi siga, at tal
an var um eina gleðiliga
og gagnliga samvinnu.
Skrivað varð á ein slík-
an hátt, at vanligi lesarin
fekk ta fatan, at tað var
formaður javnaðarfloks-
ins, Atli Dam, løgmadur,
sum júst nú hevði skapt
eina samvinnu millum
Føroyar og Russland
Men eg må rokna við, at
menn, sum ditta sær til at
skriva um slik vidurskifti
vita betur. Tit vita óg-
vuliga væl, at tað eru um-
leið triati (30) ár síðani, at
foroyingar tóku samvinnu
upp við russar. Tit vita
eisini, at hetta hendi með-
an ein sambandsmaður
sat sum logmaður, og tit
eru eisini vitandi um, at
ein landsstýrismaður tá
fór til Russlands at sam-
ráðast um selu av sild. Og
tit vita somuleiðis, at tað
var um somu tið, at russar
fingu loyvi til at nýta
ávísar føroyskar havnir.
(Og so langt aftur skulu
vit, fyri at finna grundina
til, at russar í 1977 hava
meguleika fyri at irritera
Dimmalætting og Dag-
blaðið — og okkum all,
við at býta lesitilfar og
myndir út til sunnudags-
skúlabern í Havn).
Og tit eru heldur ikki 6-
vitandi um, at fyrrverandi
landsstýrismaður tykkara
Eli Nolsee, fyri nøkrum
árum síðani var í Russ-
landi í líknandi erindum
sum løgmadur. Vidari eru
tit heldur ikki
um, at føroyskir fiskaut
flytarar tey seinastu 30
árini hava útflutt sild og
onnur fiskasløg til Russ-
lands og onnur kommun-
istisk lond. Tit eru heldur
ikki óvitandi um, at Fer-
oya Fiskasela í fleiri ár
hevur innflutt stórar
negdir av agnmakreli úr
kommunistiskum londum,
og at felagið Marknaðar-
rokt, bert fyri at tryggja
samvinnuna við hitt kom-
munistiska Pólland, júst
hevur latið 9 fiskiskip
byggja har.
óvitandi
Men hví í Guðs garði
hava tit ikki fyri langari
tið síðani skrivað um alla
hesa føroysku samvinn-
una við kommunistisku
londini, og hvi í Guðs
garði hava tit ikki fyri
langari tid síðani harðliga
mótmælt hesi samvinnu,
ella tikið undir tá SOSI-
ALURIN hevur skrivað i-
móti keypinum av agnma-
kreli og ímóti byggingini
av teimum 9 fiskiskipu-
num í Póllandi? Tá vit á
sinni skrivaðu ímóti keyp-
inum av agnmakrelinum,
hendi bert tað, at Dimma-
lætting gjørdi seg til lát-
urverja fyri Føroya Fiska-
solu.
Ein fær næstan varhug-
an av, at tit bert eru úti
eftir javnaðarflokkinum
og Atla Dam, og at tað
veruliga er sum danska
orðatakið sigur, at »hen-
sigten helliger midlet«.
Vit hava ofta frætt um,
at fólk verða forfylgd fyri
teirra átrúnaðarligu ella
politisku åskodan, men
fyri okkum her heima
hevur hetta ljóðað so fjart
og fremmant.
Eftir ta hetz,
koyrd ímóti
javnaðarfólkinum,
sum er
foroyska
bæði
Síða 11
fyri seinasta logtings-
val og aftur nú, eru tað
mong javnaðarfólk, sum
bókstavliga kenna seg at
verða forfylgd.
Imillum almennu um-
boð javnaðarfloksins, í-
millum valevnir floksins,
stillarar, limir og veljarar
floksins finnast prestar
deknar, trúboðarar, kirk-
jufólk, missiónsfólk, fólk
úr brødrasamkomuni o. s
fr.
Hetta sama ger seg eis-
ini galdandi vidvikjandi
øllum hinum politisku
flokkunum i Føroyum.
Hetta kemst av, at i
Føroyum hava vit havt
tann góða sið, ikki at
blanda kristindóm og poli-
tikk saman, men nú tyk-
ist, sum at nakrir åvisir
personar vilja hava hesi
vidurskifti broytt. Og tad
kann bert verða til óbóta-
ligan skaða bæði fyri
kristinlívið og fyri tað pol-
itiska lívið og harvið fyri
foroyska samfelagið sum
heild.
Tað verður trúttað nið-
ur í fólk, at ávísir per-
sónar, åvis blød og åvisir
politiskir flokkar eru anti-
kristiligir. Tað verður
næstan lagt upp til, at vit
í Føroyum, istadin fyri tað
floksbýti, sum vit nú
hava, skulu hava tveir
bólkar ein kristiligan
og ein antikristiligan.
Avleiðingarnar av hes-
um kunnu verða eitt nýtt
Norður-Írland i Føroyum.
Endin kann verða, at Før-
oyar gerast eitt Russland
ella eitt Franco-Spania.
Um eg var antikristin,
so vildi eg sagt »drivi á
hinir gomlu«, men tað eri
eg ikki, og tí vil eg enda
við at siga: gevist!
Vilhelm Johannesen
SUBARU'
Japanskir bilar hava i
mong ár verið nógv
keyptir av foroyingum.
Ein teirra, sum higartil
ikki hevur
nógv at sæð her hjá
okkum er SUBARU.
Orsøkin til hetta hevur
m.a. verið tann, at ikki
hevur verið meguligt
at fingið hendur á
meira enn avmarkað-
um tali hvert ár. Men
nú tykist gongd at vera
komin í. Bilurin verður
innfluttur beinleiðis úr
Japan, og verður av
hesum ikki so dýrur
sum hann hevði blivið,
verið so
um hann skuldi gjøgn
um fleiri forhandlarar
SUBARI líkist
nógv teimum báðum
Toyota Corolla og
Mazda 818, men er tó
munur í fleiri forum,
t.d. hevur SUBARU
forhjólstrekk. Instru-
menteringin er, sum á
flestu japonsku bilum,
sera fjølbroytt. Motor-
urin er ein 4 cyl. so-
kallaður >boxermotor-
ur« í stoddum frá 65 til
120 HK.
Bilurin verður inn-
fluttur av N. J. Motor
C., og kostar frá kr.
38.000, — til 57.000,
Annars kann leggjast
afturat, at SUBARU
enn ikki er at fáa í Dan-
mork. men verður tann
fyrsti væntandi seldur
í februar komandi ár
motor-teigurin