Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 69 — 12. oktober 1977 sosialurin Sum vit søgdu frå i seinasta leygar- dagsbladi, hava vit nå hitt lands- styrismannin, sum fyrisitur m.a. vidurskiftini vidvikjandi filmi. Eisini hava vit hitt filmsinnflytarar Tað er eingin føroysk fiimslóg galdandi í Før- oyum í dag. Vit hava eina danska lóg, sum er grund- arlagið undir tí arbeiði, sum filmseftirlitið ger, men ynskiligt er um vit hevdu okkara egnu lóg lagað eftir okkara egnu viðurskiftum, sigur Jákup Lindenskov, landsstýris- maður. Hetta høvdu vit eisini í huga tá vit gjørdu reglu- gerðina fyri filmseftirlitið sum varð sett á stovn seinasta vár. Uppá fyri- spurning hvat landsstýrið vil leggja serligan dent á við einari nýggjari films- lóg sigur Jákup Linden- skov, at teir ikki sleppa undan at gáa eftir, hvussu menn gera í grannalond- um okkara. Tað er hervið tó ikki sagt, at vit skulu kopiera lógina í eðrum landi, men taka við teim- um royndum, sum aðrir hava havt. Beint við eftirliti Tað er beint at hava films- eftirlit, sigur Jákup og leggur afturat, at vit ikki eiga at trýsta porno ella valdsmyndir inn á okkum. Tað er ikki beint, at films- innflytarar eru eina um at avgera, hverjar filmar vit skulu síggja Seta nevnd Jákup Lindenskov sigur, at teir fara at seta eina nevnd, sum skal taka sær av hesum spurningi, og heldur hann tað ikki vera meir enn rimiligt, at lim irnir i filmseftirlitinum hava sæti har. Møguliga Jåkup Lindenskov skulu eisini biografarnir eisini vera umboðaðir, sig ur Jåkup Lindenskov. Eingin åhugi fyri porno — ella råum filmum Vit hava eisini hitt ein av filmsinnflytarunum, Paula Olsen, Sjónleikar- húsið, á máli og spyrja hann, um hansara hugsan um filmseftirlit. Vit geva ”aula orðið: Vit eiga at hava films- eftirlit í Feroyum. Við monnunum, sum sita í nevndini, er einki galið við, men lógin er avoldað Tað sum fyri 40 árum síð- ani, og so gomul er okkara Eisini figgjarligur spurningur Ein annar filmsinnflytari er Carl H. Olsen í Havn. Hann sigur seg vera nøgd- an við filmseftirlitið, og heldur at teir hverki eru ov harðir ella fara ov lætt um uppgávuna. Tað, sum vit harafturímóti eru Og- vuliga harmir um er, at vit í meir enn eitt ár hava biðið um fund við lands- stýrið um hesi viðurskifti At ein filmur verður strik aður av filmseftirlitinum er eisini ein figgjarligur spurningur fyri okkum. Tað, vit vilja hava at vita frá landsstýrinum er, hver skal gjalda útreiðslurnar av at taka ein film heim, sum vit ikki fáa loyvi at vísa, og harafturat eru so muleiðis útreiðslur bundn- ar at, at ein filmur verður kannaður. Tá hava vit operater, sum sjálvandi skal hava løn, sigur Carl H. Olsen. Ynskja góðar filmar Vit eru als ikki áhugaðir at taka heim ráar ella pornofilmar, men ikki er altíð lætt at døma um hetta frammanundan. Tá ein filmur er gamal, kann ein altíð finna upplýsingar um filmin onkustaðni, men um ein nýggjan film, er ikki nógv at fáa at vita. Um vit bert skulu taka teir filmar heim, sum vit frammanundan kenna út og inn, hava vit ov lítið at bjóða fólki. Ti kann tað henda, at onkur er imill- um, sum ikki sleppur í- gjøgnum eftirlitið. Tad er tó sjáldan hent. Tað eru ikki meir enn tveir filmar noktaðir í hesi fimm fjórð ingsárini filmseftirlitið hevur virkað, og haldi eg, at tað er væl sloppið. Filmurin, sum verð sýnd ur fyri blaðmonnunum: hóskveldið verður ikki vístur í Feroyum aftur. Filmseftirlitið kravdi, at filmurin varð kliptur í fimm staðum. Ta so nógv skal klippast av filminum, hildu vit tað vera betur at senda hann aftur til Dan- markar hagani hann var komin, endar Carl H. Ol sen núverandi filmslog, var ósemuligt, er ikki í øll- um ferum ósemuligt í dag. Tað er nógv broytt hesi fýrati árini Fyri okkara viðkomandi hava vit ongan áhuga at vísa hverki pornofilmar ella ráar filmar, men vit ynskja eina meiri liberala filmslog, sum eisini tekur 12 ára aldursmarkið við, sigur Pauli Olsen. Fáir aftursendir Uppá fyrispurning um filmseftirlitið strikar fleiri av teimum filmum, sum Sjónleikarhúsið hevur í hyggju at sýna, sigur Pauli, at tað eru tað ikki. Vit taka ikki filmar heim, sum vit ivast í. Bert tveir av 150 filmum eru aftur- sendir, og komu hesir heim av misgáum. Tað er eisini sjáldan, at klipt verður í filmarnar Seriøsir filmar Sjónleikarhúsið hevur roynt at lagt dent á at sýna seriøsar filmar, hóast at vit væl vita, at teir ikki geva teir stóru pengarnar í kassan. Biohøllirnar fáa tó somikið nógv burtur úr lættisoppa filmum, at vit uttan at hava figgjarligt hall, kunnu sýna triggjar Bergmanfilmar móti ein um lættisoppakendum cowboyfilmi, sigur Pauli Olsen og heldur at enda fyri, at tað sum er mest spell við ti kritikki sum er, er at tað eru menn, sum gera seg til dómara yvir teimum filmum, sum vera vístir, ikki eru vanir til at síggja filmarnar. Lættisoppafilmarnir geva pengar í kassan