mikudagur 26. oktober 1977síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73
Mikudagin
26. oktober 1977
50. årgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Flakavirkið
í Nólsoy
Orsakað av ymiskum
trupulleikum er arbeið-
ið upp á flakavirkið í
Nólsoy seinkað nógv.
Upprunaliga var ætl-
anin, at virkið skuldi
byrja móttekuna av
fiski um mánaðarskift-
ið mars—apríl h.á.,
men nú verður mett,
um alt hereftir gongur
eftir ætlan, at virkið
kann byrja einaferð í
januar komandi ár.
Qíl keliútgerðin er
sett upp og nú verður
arbeitt við at fáa flaka-
linjuna til vega. Kom-
munan skal stoypa øk-
ið uttanum virkið og
byrjar hetta arbeiðið,
sum kemur at kosta
274.000 kr., ein av
fyrstu døgunum. Sam-
stundis verður gólvið i
virkinum stoypt
Klippingin eftir
Nólsoyingar láta ham-
puliga væl at skurði-
num í ár. Veðrarnir
viga í miðal 50—60
pund og lombini liggja
í miðal um 25 pund. Tó
eru onkur lomb komin
upp á 40 pund. Klipp-
ingarfjøllini eru ikki
gingin enn. Tad verður
helst bíðað við teimum,
so leingi veðrið er so
lýtt. Maðkur er komin í
kjøtid hjá flestu bøndr-
unum, tað er ein serlig
fluga komin til bygd-
ina, sum teir kalla
„rituvíksfluguna<, tí
teir meina hon kemur
frá Eggvirkinum í Ri-
tuvík. Henda flugan er
lítil, á stødd við mygg-
jabita, og maðkarnir
eru so smáir, at teir
neyvan síggjast við
berum eygum.
Teir láta væl at ep-
lafruktini, serliga teir,
sum hava brúkt pólska
set.
Besti veðrurin?
Í blaðnum leygardagin
heittu vit á lesararnar
um at siga okkum frá
óvanliga góðum veðr-
um, flettir í heyst. Má-
nadagin frættu vit um
ein í Nólsoy, hann vá
75 pund!
Hetta var ein vetur-
gamal veðrur, sum eig-
arin hevði havt heima.
Leingjanin av flogbreytini kemur
at raka útbyggingina av Sørvågi
— krígslógin brúkt til ognartøku, av ti at løgfrødingar landsstyrisins
mettu hetta at vera i lagi, sigur Finnbogi Isaksen, landsstyrismadur
Sørvingar hava mótmælt, at landsstýrið hevur avgjørt at ogn-
artaka lendi til útbygging av flogvøllinum í Vágunum við eini . AÐ
lóg frå 1942, tí teir meina, at lógin frá 1942 er ein krigslog. Eig-
ararnir av ognartikna lendinum eru eisini misnegdir við, at áð- pe TT
urnevnda lóg sigur, at teir ikki hava rætt til at appellera m? ER
prisin, sum ein serstøk metingarnevnd ásetur. Hetta er sum z : væ”
kunnugt loyvt, tå talan er um ognartøku eftir teimum vanligu
lógunum. Blaðið hevur vent sær til landsstyrismannin, sum
hevur hetta málið um hond, Finnboga Isaksen, og biðið um
eina viðmerking
Um ognararnir mótmæla,
má málið viðgerast av
nýggjum. Annars varð
henda sama lógin brúkt til
ognartøku, tá flogvøllurin
varð longdur seinast mitt í
trýssunum. Mær kunnugt
mótmælti ongin tá.
Løgfrødingarnir í Tin-
ganesi hava hugt eftir
málinum áðrenn lands-
stýrið samtykti tað, og
teir mettu, at lógin fram-
vegis kundi brúkast, sigur
Finnbogi Isaksen, lands-
stýrismaður, í samrødu
við SOSIALIN.
Tekniskar orsakir
Finnbogi Isaksen sigur
víðari, at viðkanin av
flogvellinum gongur oman
móti Sørvågi av teknisk
um orsøkum. Tad ber ikki
til at víðka hinvegin, tí
har er fjallið ov høgt til at
flogforini kunnu koma
niður á endan á breytini.
Vidkanin kemur sostatt at
raka útbyggingina í Ser-
vági niðanfyri flogvellin.
Tað slepst ikki undan hes-
um, um flogvellurin skal
vidkast tann vegin, um
tað so verður við ognar-
tøku ella avtalum við eig-
ararnar.
Lágur prísur
Fyribils verður flogbreyt-
in longd við 150 metrum,
men síðani verður »servi-
KOLTUR —
oyggin uttan streym
Í Koltri hevur verið neyðugt at flyta slaktið av oynni, tí
streymur fæst ikki til frystiboksirnar.
Lesið á baksíðuni
tuttur« lagdur á eitt ræt
tiliga stórt eki millum
vellin og bygdina. Tað er
enn ikki ásett av lands-
stýrinum, hvussu nógv
eigararnir fáa fyri hvenn
ognartiknan m?, men tað
verður ikki nógv, sigur
Finnbogi Isaksen. Í 1942
fingu teir 3—5 oyru og tá
flogvellurin varð longdur
mitt í trýssunum fingu
teir 50 oyru.
Betri umstødur hjá smábátaeigarunum. Um ein mánað verður
bátadrátturin og vidgerdarstødin, sum havnarnevndin byggir
úti við Álakersvík, liðug. Tá verða umstødurnar hjá smábáta-
eigarunum at taka bátarnar upp á land til umvælingar og
annað munandi betraðar. Fyrr í ár varð ein landingarbryggja
gjørd millum oljubryggjuna og vestara molan, haðani myndin
er.
Lesið um útbyggingarætlanir og framtíðarskipan av havnar-
lagnum í Tórshavn á síðu 3 og 4