hósdagur 4. juli 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 125 - 4. juli 2002
Nr. 125 - 4. juli 2002
13
Hóast Strandfaraskip
Landsins í nýggju
ferðaætlanini hevur
økt um túratalið hjá
Dúgvuni, so megnar
hon enn ikki at nøkta
tann tørvin, sum
seinastu tíðina hevur
stungið seg upp í
Klaksvík
SAMFERÐSLA
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Fyri stuttum gav
Strandfaraskip Landsins út
eina nýggja ferðaætlan, har
túratalið hjá Dúgvuni um
Leirvíksfjørð varð økt við
fleiri túrum. Hetta varð
gjørt, tí fyrrverandi túratal-
ið ikki megnaði at nøkta
tørvin hjá teimum, sum
vildu um Leirvíksfjørð, og
ofta stóðu fleiri røðir av bil-
um eftir á ferjuleguni og
sloppu bilarnir ikki við
yvirum.
Væntað varð, at økta
túratalið fór at betra um
hendan trupulleika, men
enn sást tó lítið til nakra
munandi broyting.
Reint kaos
Enn er tað gerandiskostur
hjá klaksvíkingum at síggja
fleiri røðir av bilum standa
eftir á ferjuleguni, og
summar dagar røkkur røðin
enntá niðan á vegin, har
hon tarnar ferðsluni, sum
annars skuldi koyrt eftir
vegnum, sum er partur av
høvuðsæðrini í Klaksvík.
Í bíðandi røðunum eru
eisini fleiri av teim størru
bilunum, sum flyta flutning
frá virkjunum í størsta
fiskivinnubýnum í Føroy-
um til aðrar oyggjar. Hesir
taka nógv pláss, og kann
vera torført at sleppa uttan
um teir, tá teir standa og
bíða á vegnum.
Hetta er ein støða, sum
gongur
nærum
øllum
klaksvíkingum og øðrum
ferðandi í býnum rættiliga
nær, og tey flestu undrast
yvir, at eingin loysn verður
funnin viðvíkjandi trupul-
leikanum.
Rakar vinnuna
Trupulleikin rakar tó ikki
einans vanliga borgaran.
Vinnan í Klaksvík ávirkast
eisini í stóran mun av kaos-
inum, sum stingur sum upp
á ferjuleguni. Serliga fiski-
vinnan, sum skal hava vøru
flutta úr býnum, merkir
nógv til trupulleikan. Teir
flestu stóru bilarnir inni-
halda allir ráan fisk, sum
skal til víðari framleiðslu
aðrastaðni í landinum.
Men stóru bilarnir noyð-
ast ofta at bíða fleiri tímar á
ferjuleguni, áðrenn teir
sleppa umborð, og sam-
stundis bíða kundar uttan
fyri Klaksvík eftir vøruni,
ið bilarnir hava.
Hetta førir í fleiri førum
til framleiðslusteðg á virkj-
unum, og soleiðis førir
hetta til ein beinleiðis pen-
ingamiss hjá virkjunum.
Virkini í Klaksvík merkja
eisini sviðan av støðuni, tí
trupulleikin finst ikki ein-
ans í Klaksvík.
Á ferjuleguni í Leirvík
eru ofta eins langar røðir at
finna, og her mugu bilfør-
arar bíða í fleiri tímar, áðr-
enn teir sleppa til Klaksvík-
ar við fiski til víðari fram-
leiðslu.
Hetta førir alt við sær, at
vinnan í Klaksvík má av
við eina rúgvu av bíðipen-
ingi. Onkur hevur ført
fram, at vinnan her á staðn-
um má vera heimsins
dugnaligasta, tá tað snýr
seg um at fáa slíkan eyka-
kostnað afturat dýra fram-
leiðslukostnaðinum at bera
til í samband við flutningin
til meginøkið, tí ikki tykist
samband við meginøkið at
kunna gerast øðrvísi enn
umvegis Leirvíksfjørð.
Fyribils eingin loysn
Hóast trupulleikin er lýstur
fleiri ferðir umvegis fjøl-
miðlar í landinum, so er
enn eingin loysn funnin
viðvíkjandi hesum.
Ein loysn kundi verið at
sett Ternuna at hjálpa
Dúgvuni á leiðini, men
fyribils er Ternan bundin av
leiðini um Vestmannasund.
Hetta er tó ein kostnaðar-
mikil loysn, og enn er ikki
fingið greiði á, um veru-
leiki spyrst úr hesum.
Onkur hevur eisini sett
fram spurningin, um ikki
okkurt annað og betur skip
enn Ternan skuldi verið sett
til leiðina, men eisini hesin
spurningur stendur ósvar-
aður í dag.
So fyribils mugu vinnan
og fólk annars í Klaksvík
brynja seg við toli, og bíða
eftir, at myndugleikarnir
finna onkra loysn viðvíkj-
andi trupulleikanum.
Kaos á ferjuleguni í Klaksvík
Sum heild er vinnan í
Klaksvík samd um, at
støðan í dag við longu
bíðirøðunum á ferju-
leguni als ikki kann
góðtakast. Øll virkini,
sum fáast við fisk,
merkja sviðan á ein
ella annan hátt, og tí
má ein loysn finnast
skjótast gjørligt.
Sosialurin hevur hitt
nøkur av virkjunum
fyri at vita, í hvussu
stóran mun støðan
merkist hjá hvørjum
einstøkum
SAMFERÐSLA
Ragnhild Ellingsgaard
Pure Water:
- Førir til framleiðslu-
steðg
– Longu bíðirøðirnar eru
ein trupulleiki, sum Føroya
størsti fiskivinnubýur als
ikki kann góðtaka. Her
mugu avgjørt broytingar
gerast, soleiðis at túrarnir
um Leirvíksfjørð hóska
bæði til vinnulívið og
aktivitetir annars her í
býnum, sigur Eyðbjørn
Poulsen, stjóri.
Hann leggur afturat, at
um virkið ikki fær fiskin til
tíðina, so førir hetta til ein
framleiðslusteðg, sum víð-
ari kostar virkinum pening.
Men trupulleikin er tó betr-
aður, síðani Strandferðslan
økti um túratalið um Leir-
víksfjørðin, heldur Eyð-
bjørn.
– Serliga tann seinasti
túrurin kemur okkum til
góðar, tí tá eru ikki so nógv
fólk við, og tí er meir pláss
fyri vøruni. Vøru, sum
virkið skal brúka næsta
morgunin.
P/F Kósin:
- Viðurskiftini leggjast til
rættis
Adrian Dalsá, stjóri á P/F
Kósin, greiðir frá, størsti
trupulleikin hjá teimum er,
at fiskur úr Eysturoynni
ikki sleppur við Dúgvuni
yvirum í nóg góðari tíð. Tí
má virkið ofta senda ar-
beiðsfólkið til hús í nakrar
tímar, ella tey kvetta ar-
beiðsdagin fullkomiliga.
– Hetta merkist ikki ein-
ans hjá virkinum, men ar-
beiðsfólkini missa jú eisini
nakrar
tímalønir,
sigur
Adrian.
Heldur
ikki
Adrian
heldur, at støðan kann góð-
takast.
– Fiskivinnan skapar
peningin her á landi, og tí
mugu viðurskiftini rundan
um vinnuna eisini leggjast
soleiðis til rættis, at alt
fungerar. Hetta er uppgáv-
an hjá myndugleikunum,
sum mugu taka sær um
reiggj, sigur hann.
Fiskamarknaður Føroya:
– Ávirkar prísin
Kristjan Fríðrik Olsen,
virkisleiðari, greiðir frá, at
kundin sjálvur avheintar
fiskin á Fiskamarknaðin-
um. Tá sølan so er liðug,
skal kundin sjálvandi hava
fiskin upp á pláss beinan-
vegin, meðan fiskurin enn
er frískur. Og tá kemur meir
enn so fyri, at teir renna seg
inn í trupulleikar við sam-
ferðsluni, og mugu ofta
bíða upp til tveir túrar, áðr-
enn teir sleppa víðari. Hetta
førir so aftur við sær, at
fiskurin kemur ov seint út á
virkini, og kunnu tey tí ikki
fara undir nakra fram-
leiðslu fyrr enn næsta dag-
in.
– Hetta ávirkar aftur prís-
in. Tá kundin veit, at trupult
kann vera at fáa fiskin
fram, so vil kundin sjál-
vandi geva minni fyri fisk-
in, sigur Kristjan Fríðrik.
Hann sigur víðari, at prísur-
in serliga ávirkast av hesum
upp móti vikuskiftinum.
Tó heldur hann, at økta
túratalið hjá Strandferðsl-
uni hevur betrað munandi
um støðuna, men tó er hetta
ikki nøktandi enn.
– Kundin veit, at tað kann
verða trupult at fáa fiskin
fram til tíðina, og tí letur
hann oftani vera við at
keyoa. Betri sambandið
verður um Leirvíksfjørð,
meir selja vit. Hetta setur
so aftur størri trýst á vinn-
una, greiðir hann frá.
Tí heldur hann eisini, at
torført er at tosa um ítøki-
ligan peninga- ella arbeiðs-
miss, men hetta ávirkar í
stóran mun og kann als ikki
góðtakast.
– Best hevði verið at
fingið Vágatunnilin lidnan
skótast gjørligt, og síðan
sett Ternuna inn at hjálpt
Dúgvuni, sigur Kristjan
Fríðrik,
virkisleiðari
á
Fiskamarknaði Føroya.
Myndin er tikin ein vanligan hósdag í Klaksvík, men er einki undantak frá gerandisdøgunum
við hópin av bíðirøðum á ferjuleguni. Fleiri av bilunum standa enntá og bíða á vegnum, tí ikki
er pláss fyri teimum í røðunum, sum eru uppmerktar á ferjuleguni sjálvari
Vinnan í Klaksvík:
Ein ótolandi støða
P/F Kósin: Arbeiðsfólkini missa fleiri tímalønir
Á Strandferðsluni eru
tey varug við
trupulleikan við
samferðsluni í
Klaksvík, og hava tey
eisini kannað, hvørjir
møguleikar eru fyri at
betra um støðuna
SAMFERÐSLA
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
– Vit hava leingi verið var-
ug við trupulleikan í Klaks-
vík, og vit hava eisini kann-
að, hvørjar møguleikar vit
hava fyri at betra um
støðuna, sigur Reidar Nón-
fjall, stjóri á Strandferðsl-
uni.
Hann greiðir frá, at ein
loysn kundi verið at sett
Ternuna inn í leiðina, og
síðan kundi ferðslan verið
sundurskild soleiðis, at
Dúgvan tók tann tyngra
flutningin, meðan Ternan
kundi tikið persónbilar og
fólk annars. Men hetta er
samstundis ein kostnaðar-
mikil loysn, og er av í sama
vorðin ein politiskur spurn-
ingur.
– Men vit hava so sent
uppskotið víðari til avvarð-
andi myndugleikar. Hervið
hava vit gjørt alt, sum vit
kunnu gera, sigur Reidar
Nónfjall.
Fyri nøkrum árum síðani
røkti Ternan leiðina um
Leirvíksfjørð
einsamøll,
men trupulleikar stungu
seg eisini upp við hesi
loysnini.
– Tá hugsaðu vit fram-
eftir
og
uppgraderaðu
Dúgvuna, soleiðis at hon
kundi setast inn í leiðina
ístaðin, greiðir Reidar frá.
Hetta var ein sera kostn-
aðarmikil íløga, sum ikki
varð eins væl móttikin av
øllum. Onkur spurdi, um
hetta veruligt var eitt neyð-
ugt stig at taka.
– Gongdin tey seinastu
árini hevur tó víst okkum,
at avgerðin var røtt. Vinnu-
lívið í Føroyum hevur stað-
ið í blóma, og hetta veksur
eisini um samferðslutrýstið
kring landið, sigur Reidar.
Hann greiðir víðari frá, at
uppgávan hjá Strandferðsl-
uni er fyrst og fremst at
binda oyggjarnar saman,
men hetta kostar samstun-
dis nógvan pening.
Tey seinastu árini eru
umstøðurnar í Føroyum
eisini munandi betraðar,
men trupulleikin er bara, at
øll flutningsamboðini ger-
ast gomul samstundis. Tí
kann tað virka sum ein øgi-
lig íløga hjá politisku
myndugleikunum at finna
fleiri nýggj flutningsamboð
um somu tíð
– Tí er neyðugt við eini
langtíðarætlan, eisini frá tí
politisku síðuni, heldur
stjórin á Strandferðsluni.
Longu bíðirøðirnar á
ferjuleguni røkka
summar dagar heilt
niðan á vegin, har teir
tarna ferðsluni, sum
annars koyrir í
býnum. Hetta kann til
tíðir síggja vanda-
mikið út, og er hetta
ein støða, sum klaks-
víkingar als ikki
kunnu góðtaka
SAMFERÐSLA
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Hóast mong hava gjørt vart
við trupulleikan, ið stendst
av longu bíðirøðunum, so
er enn eingin loysn funnin
viðvíkjandi longu bíðirøð-
unum, sum røkka heilt
niðan á vegin, sum annars
er ein partur av høvuðsæðr-
ini í vegakervinum í Klaks-
vík.
Ørkymlandi støða
Tekniska
Deildin
hjá
Klaksvíkar Kommunu hev-
ur til uppgávu at uppmerkja
básar til bíðirøðirnar á
ferjuleguni. Men sum nú er,
rúma hesir básar als ikki
allari ferðsluni.
– Trupulleikin er einans,
at vit hava einki annað
pláss, har vit kunnu upp-
merkja fleiri básar, greiðir
Dávur Winther, starvsfólk á
Teknisku Deild, frá.
Tey eru tó varug við trup-
ulleikan, men halda, at
ábyrgdin eisini liggur hjá
løgregluni, sum skal skipa
fyri, at ferðslan gongur rætt
fyri seg.
Á Teknisku Deild eyg-
leyða tey tó trupulleikan
við ørkymlaðum eygum.
– Vegurin við ferjuleguna
er jú ein høvuðsæðr í býn-
um, men tá røðirnar røkka
heilt niðan á vegin, kunnu
vandar standast av ferðsl-
uni. Sum nú er, fáa vit bara
ikki loyst trupulleikan, sig-
ur Dávur Winther.
Halda eyga við
ferðsluni
Á løgreglustøðini eru tey
eisini varug við trupulleik-
an, men halda tey, at Klaks-
víkar Kommuna átti at
gjørt okkurt við hetta.
- Okkara uppgáva er at
halda eyga við, at ferðslu-
lógin verður yvirhildin.
Men økið á ferjuleguni er
alt ov lítið til at rúma allari
ferðsluni, og tí gerst alt
kaos í bíðirøðunum, sigur
Karl Johannesen, løgreglu-
maður í Klaksvík.
Løgreglan koyrir tó fram-
við ferjuleguni við jøvnum
millumbili, og heldur á
tann
hátt
eyga
við
ferðsluni.
– Trupulleikin sýnist tó at
gerast alsamt størri, og tí er
neyðugt at finna eina loysn
hesum viðvíkjandi skjótast
gjørligt,
sigur
Karl
Johannesen.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni:
- Neyðugt við langtíðarætlanum
Strandferðslan: Ternan kundi verið ein loysn
Myndugleikar í Klaksvík
– Trupult at finna
nakra loysn
C
M
Y
K
13
12