Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 4. juli 2002 15 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Stórreiðarí Danska reiðaríið Torm hevur sett sær fyri at skipa eitt danskt stór- reiðarí og hevur í tí sambandi boðið upp á partabrøv í reiðarínum Norden. Sum skilst kom boðið óvart á leiðsluna í Norden, og partaeigararnir í felag- num hava fingið freist til ólavsøkudag at svara tilboðnum frá Torm. Verða tey bæði reiða- ríini løgd saman, kemur nýggja stórreiðaríið at hava ein umsetning upp á einar fimm milliardir krónur, og tað bókaða virðið á skipunum verður oman fyri tríggj- ar milliardir krónur. Torm og Norden reka í dag165 skip, og reiða- ríini hava 19 skip í gerð. APM til Algeria A. P. Møller økir nú sítt virksemi í oljuvinnuni í Algeria. Higartil hevur felagið bert havt smá- vegis samstarv við algeriska oljufelagið Amadarco Petroleum, men nú hevur danska felagið fingið 33 pro- sent av einum nýggjum loyvi, sum algerisku myndugleikarnir hava boðið út. Anders Wúrtzen, varastjóri í Mærsk Olie og Gas segði fyrr í ár, at felagið hevði stóran áhuga í framtíðar olju- vinnuni í Algeria, og hann helt útlitini har vera sera góð. Framm- anundan er Mærsk virkið í Qatar. Saman við algeriska felagnum skal Mærsk Olie og Gas bora um- leið 60 brunnar í algerisku oyðimørkini longu í hesum árinum. Samstundis skulu nógvar seismiskar kanningar gerast. Amadarco er í dag ført fyri at framleiða 285.000 tunnur av olju um dagin, men avgjørt er at økja orkuna til 500.000 tunnur um dagin í 2004. Úr Norðurlondum: Fleiri vóru njósnarar Ein nýggj bók vil vera við, at umleið 50 norð- menn njósnaðust fyri gomlu eysturtýsku fregnartænastuna Stasi. Hansjúrgen Wolf, sum hevur skrivað bókina, arbeiddi sjálvur hjá Stasi, til hann í 1981 rýmdi til Noregs. Í sambandi við bókina hevur hann leitað í skjalagoymsluni hjá Stasi, og harsigur hann seghava funnið nøvnini á fleiri norðmonnum, sum arbeiddu fyri eyst- urtýsku fregnartænast- una. Hansjúrgen Wolf sig- ur, at hann ætlar sær ikki at avdúka nakran av teimum norsku Stasi-njósnarunum. Í bókini nevnir hann hin- vegin fleiri eysturtýsk- arar við navni, men felags fyri teir allar er, at teir eru ikki á lívi longur. Nýggjur flokkur Danir fáa ein nýggjan flokk á vallistan, tá fólkatingsval verður aftur. Innanríkisráðið í Keypmannahavn góð- kendi týsdagin Minni- lutaflokkin, eftir at stig- takararnir høvdu hand- að myndugleikunum 21.016 undirskriftir. Fyri at fáa ein flokk góðkendan í Danmark krevjast 19.172 undir- skriftir. Høvuðsmálini hjá Minnilutaflokkinum eru javnrættindi fyri øll og bústaðarrættur, og so er flokkurin eisini ímóti ES. Nógvur laksur Stuttleikafiskimenn hava havt góðar dagar við Målselva í Noregi í seinastuni, tí har hevur verið sjáldsama nógvur laksur at fáa. Teir, sum fiskirættindini í ánni, siga, at teir selja umleið 20 fiskikort um sam- døgrið, og at áhugin er stórur. Í Målselva eru laksa- trappur. Um hesa tíðina í fjør vóru bara tíggju laksar slopnir niðan um trappurnar, men í ár eru meiri enn 200 farnir niðanum. Og tað kemur stuttleikafiskimonnun- um væl við. Tey næstu 20 árini fara meiri enn 70 milliónir fólk at doyggja av eyðkvæmi, gera tey ríku londini ikki meiri við bardag- an ímóti sjúkuni, sigur ST EYÐKVÆMI Árni Joensen Um allan heimin eru meiri enn 40 milliónir fólk HIV- smittað ella hava fingið eyðkvæmi, og talið veksur støðugt. - Hetta er ein umfarssótt, sum er verri enn tær, vit hava sæð fyrr, segði Peter Piot, sum samskipar eyð- kvæmistiltøkini hjá ST, tá 14. altjóða ráðstevnan um eyðkvæmi varð sett í Barcelona týsdagin. Í einari frágreiðing, sum ST legði fram á ráðstevn- uni, stendur, at vandi er fyri, at eitt heilt ættarlið í Afrika fer til grundar or- sakað av eyðkvæmi. - Eyðkvæmi er ikki long- ur bara ein sjúka, men hetta snýr seg nú eisini um búskaparliga og sosiala menning og umframt trygd, segði Peter Piot. Hann legði afturat, at í Afrika kann umfarssóttin fáa álvars- samar avleiðingar fyri sjálva trygdina í øllum heimspartinum, tí hon forð- ar búskaparligari menning og elvir til hungursneyð. Frágreiðingin hjá ST er óhugnaligur lesnaður. Í fjør kravdi eyðkvæmi tríggjar milliónir mannalív, harav 2,2 milliónir í Afrika. Fimm milliónir vórðu smittað í fjør. Síðani sjúkan varð staðfest fyrstu ferð í 1981, eru 20 milliónir fólk deyð av henni, og 14 milli- ónir børn eru vorðin for- eldraleys. Bara í londunum sunnan fyri Sahara-oyðimørkina eru 28,5 milliónir fólk HIV- smittað ella hava fingið eyðkvæmi. 70 prosent av teimum, sum fáa smittuna, fáa eisini eyðkvæmi, stend- ur í frágreiðingini. ST heitir á tey ríku lond- ini um at økja stuðulin til bardagan ímóti umfars- sóttini. Uttan størri stuðul verður ógjørligt at forða einari enn størri vanlukku. 70 milliónir kunnu doyggja av eyðkvæmi Fyri trimum árum síðani vóru eitt flog- far hjá SAS og eitt russiskt flogfar nær samanstoyti í norskum loftrúmi FLOGFERÐSLA Árni Joensen Tilburðurin tá eitt russiskt ferðamannaflogfar og eitt flutningsflogfar stoyttu saman í luftini yvir Suð- urtýsklandi mánakvøldið var annar í røðini av tílíkum vanlukkum. Tann fyrra var yvir kroatiska býnum Za- greb, tá eitt bretskt og eitt jugoslaviskt flogfar stoyttu saman. Men fyri góðum trimum árum síðani mundi tað sama hent í Noregi. Tann 12. apríl í 1999 var eitt SAS-flogfar á veg frá Flesland-flogvøllinum í Bergen til Gerdermoen í Oslo. Frá flogeftirlitinum í Stavanger fekk flogfarið boð um at flúgva í 25.000 fóta hædd. Um somu tíð var eitt flogfar hjá russiska flog- felagnum Arkhangelsk Air- lines á veg til Flesland- flogvøllin í Bergen. Flog- eftirlitið gav russiska flog- farinum boð um at halda seg í 26.000 fóta hædd. Hálvan triðja minutt seinni varnaðist flogleið- arin í Stavanger, at russiska flogfarið var farið niður um ta hæddina, sum tað hevði fingið boð um at halda seg í, og at tað var farið niður í í 25.000 fóta hædd, har SAS-flogfarið eisini var. Flogleiðarin gav alt fyri eitt russiska flogskiparanum boð um at fara uppaftur í 26.000 fóta hædd fyri at sleppa undan samanstoyti. Samstundis gav flogleið- arin SAS-flogfarinum boð um at snara 20 stig til vinstru. Umborð á SAS-flogfar- inum vóru ávaringarljósini farin at blunka, tí tann sjálvvirkandi ACAS-skip- anin segði frá, at eitt annað flogfar var í nánd. Ávar- ingartólið bað SAS-flog- skiparan fara longur upp, og tað gjørdi hann. Men tað bar í sær, at teinurin millum tey bæði flogførini mink- aði. Til alla lukku varnaðist ACAS-skipanin í SAS- flogfarinum, at tað russiska flogfarið eisini var í ferð við at taka seg uppeftir. SAS-flogskiparin fekk tí boð um at fara longur niður, og á tann hátt slapst undan samsanstoyti. Russiska flogfarið, sum var av Tupolev 134-slag- num, hevði ikki ACAS- ávaringarskipanina. Kravið um tílíka útgerð kom ikki fyrr enn árið eftir. Tað mundi hent í Noregi Týskir løgreglumenn kanna vrakið av russiska flogfarinum, sum stoytti saman við eitt flutningsflogfar yvir Suðurtýsklandi mánakvøldið. Fyri trimum árum síðani var eitt annað russiskt flogfar nær við at stoyta saman við eitt flogfar hjá SAS yvir Suðurnoregi Mynd: Reuters 15 14 Nr. 125 - 4. juli 2002 Eldur kom í nøkur reingerðaramboð í einum av bygning- unum hjá Lands- sjúkrahúsinum í Eirargarði. Eldurin varð skjótt sløktur ELDSBRUNI Heri á Rógvi í gjárkvøldið – týskvøldið – vóru boð eftir løgregluni og sløkkiliðnum á Eirargarði í Havn, har Landssjúkrahús- ið fyri tað nógva heldur til. Í tí eina av bygningunum, har Ergoterapiin heldur til, var eldur kyknaður, og nógvur roykur var at síggja. Talan var kortini ikki um nakran stóran eld. Sløkki- liðið nýtti ein eldsløkkjara á staðnum til at sløkkja eldin. Fráboðan kom kl. 20.55, og eldurin varð sløktur stutt eftir, at sløkki- liðið var komið á staðið. Mett verður, at orsøkin til eldin er, at onkur hevur ver- ið óansin við einari sigarett. Rúmið, har eldurrin kykn- aði, verður nýtt sum royki- rúm, og har standa eisini ymisk amboð til reingerð- ararbeiði. Eldurin er kykn- aður millum nøkur rein- gerðaramboð, men hann megnaði ikki at breiða seg nakað stórvegis. Sjálvt roykirúmið fór illa av eldinum, og onnur rúm á somu hædd fingu royk- skaða, men eingin manna- skaði stóðst av eldinum. Tað snýr seg altso um at ansa sær, tá sleppast skal av við sigarettina. »Og á skránni nú eru 15 tær bestu, Heðin Arge stílar fyri«. Hasi orðini munnu flest øll hava hoyrt okkurt leygarkvøldið. Heðin Arge, sum seinastu átta árini, hevur staðið á odda fyri hitt-listasendingini 15 tær bestu hevur valt at mynstra av. Nýggjur vertur er Niels Uni Dam ÚTVARP Ingrid Bjarnastein Er hann nevndur, er hann kendur. Beatbox 328, Náttaravnarnir og 15 tær bestu eru helst tær sending- arnar hann man vera kend- ast fyri, og so hetta seinasta árið eisini Leið 5, sum hann hevur havt saman við Bjarna Mohr og Rúna Jákupssyni. Tvær tær fyrstu sendingarnar eru farnar í søguna, og nú hevur hitt- listaveteranurin valt at fara niður við flagginum. Heðin Arge er ikki longur vertur í 15 teimum bestu. – Orsøkin er heilt einfalt hon, at eg tími ikki meira, sigur tann so vælkenda útvarpsrøddin. – Fyri so vítt havi eg ongantíð rættiliga verið vekk frá hasi sendingini, og eg havi leingi verið troyttur av henni. Tað er komið fyri, at eg havi verið burtur nak- rar sendingar, nakrar ferðir, men tá hatta ikki er meira enn freelance, so er tað eitt sindur ov krevjandi. 2 dagar fyrireiking Heðin sigur, at tað hevur verið hugurin til at gera sendingarnar, ið hevur driv- ið verkið, men nú hann er farin, er ikki nógv eftir. – Tveir til tríggir heilir dagar um vikuna fara til at fyrireika ein tíma av tón- leiki. Og um ein vil vera seriøsur, og geva lurtarun- um eina góða vøru, so krevst, at tú fylgir væl við eisini. Tað vísir seg eisini, at tónleikararbransjan sjálv hevur verið óguvliga áhuga í sendingini, og tí er tað týdningarmikið, at vøran verður so góð sum møgu- ligt, greiðir náttaravnurin frá. Eisini sigur Heðin, at tey ungu, ið ganga í fólkaskúla fylgja ótrúliga væl við, hvat gongur fyri seg, bæði á tí altjóða og føroyska tón- leikamarknaðinum. Tí er kravt av einum slíkum út- varpsverti, at hann ajour- førir seg, hvønn dag, og veit, hvat gongur fyri seg á teimum útlendsku hittlist- inum. – Um eg ikki fylgi við, so verða viðmerkingar beinan- vegin gjørdar til tað inni á heimasíðuni. Fólk fylgja við, og um eg ikki brúki tónleikin, so eri eg »yt« og verði skeldaður fyri tað. Tá ein er inni á heimasíðuni hjá útvarpinum fyri at at- kvøða, so er eisini møgu- leiki at koma við viðmerk- ingum, og eru tað nógv, sum brúka hendan møgu- leikan. Tíbetur er tað mesta rós, men tað er eisini komið fyri, at eg eri vorðin skeld- aður. Sendingin hevur seinastu átta árini koyrt meira ella minni eftir sama leisti. Tó er eitt sindur broytt, tá hugsað verður um atkvøð- ur. Tá 15 tær bestu byrjaðu, vóru seðlar sendir út til framhaldsskúlarnar í land- inum, har næmingarnir so sluppu at atkvøða, og síðani sendu seðlarnar aftur til Útvarpið. Tá internetið so veruliga tók dik á seg, var listin lagdur út á heimasíð- uni hjá útvarpinum, har hann hevur ligið líka síðani, har ein og hvør, ið hevur at- gongd til internetið kann fara inn at atkvøða, líka- mikið um viðkomandi situr í Havn ella í Hong Kong. – Hetta er tann einasta veruliga broytingin, ið er farin fram í sendingini, sig- ur Heðin. – Eg havi sjálvur ikki sæð nakra menning við henni, uttan tað, at undir- tøkan er nógv vaksin. Spakuligt, men støðugt. Heldur fram Sjálvt um Heðin hevur lagt Náttaravnarnar, Leið 5, Beatbox 328 og nú 15 tær bestu, halda bæði hann sjálvur og sendingin fram, so tey ungu verða ikki snýtt fyri hittlistan í Útvarpi Før- oya. Nýggi verturin eitur Niels Uni Dam, og er hann eisini eitt kent navn her á klettunum. Hann er tann einaferð so provokerandi frontfigururin í bólkinum MC Hár, sum tó ikki hevur verið so nógv frammi sein- astu árini. Við tónleikapor- talin, pop.fo sigur Niels Uni: – Eg eri fylgi væl við í føroyskum tónleiki, og tí fari eg helst, at geva før- oyskum sangum møguleika sum eykaløg. Í fyrstu syftu fer hann at framleiða sendingina eftir somu uppskrift sum Heðin, men Niels Uni hevur eisini hugskot til broytingar, sum møguliga koma einaferð í framtíðini. 15 tær bestu er annars einasti regluligi tónleika- hittlistin fyri ung í Føroy- um. Heðin sigur, at eina vanliga viku, eru eini 500 fólk inni og atkvøða. Men um okkurt serligt føroyskt lag er á skránni, kann talið skjótt fara uppum tey 1000. Hetta var tó ikki vanligt – heldur var hetta undantak- ið. – Størsta stríðið er at fylgja so væl við. Tú mást vera konsentreraður næstan døgnið runt og fylgja við, hvat gongur fyri seg alla- staðni í tónleikaheiminum. Tað tími eg ikki longur. Eg havi annað at gera enn bara at sita og lurta eftir tónleiki, sigur Heðin. Men sjálvt um allar hesar so vælumtóktu sendingar eru lagdar á hyllina fyri Heðinsa viðvíkjandi, so hevur hann tó ikki lagt út- varpsarbeiðið heilt á hyll- ina. Hann sigur, at hann fer at hava onkra sending í vet- ur, men hvat tað verður, veit hann ikki rættiliga enn. Men eftir øllum at døma er endin komin á leygar- kvøldssendingum við Heð- ini í Sortudíki. Heðin Arge mynstrar av Eldur í Eirargarði Her kyknaði eldurin í gjárkvøldið. Ongin mansskaði stóðst av eldinum, men rúmið har eldurin kyknaði fór illa, og rúmini rundanum fingu roykskaða Mynd: Heri á Rógvi Heðin Arge leggur frá sær í tónleika-hittlistanum, 15 tær bestu, eftir átta ár Nýggi verturin í sendingini er Niels Uni Dam, forsangari í bólkinum, MC Hár C M Y K 14