hósdagur 4. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 125 - 4. juli 2002
Nr. 125 - 4. juli 2002
17
Talið av teimum
deyðu í ferðsluni í
Føroyum er á leið líka
stórt, sum talið av
borgarum í Hósvíkar
kommunu. Fyrsta
vanlukkan sum
kravdi mannalív var í
1928
FERÐSLUDEYÐI
Eirikur Lindenskov
Fyrsta ferðsluvanlukkan, ið
kravdi mannalív í Føroy-
um, hendi á vegastrekk-
inum við Varmakeldueiði
beint eftir midnátt tann 2.
september í 1928. Ein
lastbilur við trimum monn-
um fór út av vegnum, og
førarin doyði.
Síðani hesa vanlukkuna,
eru 239 onnur fólk deyð í
ferðsluni í Føroyum. Til-
samans 73 kvinnur og 167
menn – ella áleið tað sama,
sum íbúgvatalið í Hósvík.
Sum
Jan
Fossaberg,
fersðlupolitistur í Havn,
nevndi í blaðnum í gjár, so
er tað ferðin, sum er størsta
orsøkin til hesa vanlukkur.
Ofta er eisini brennivín
uppi í – ikki bara onkuntíð,
men rættuliga ofta.
Hyggja vit í hagtølini, so
vóru lutvíst nógvar ferðslu-
vanlukkur í gomlum døg-
um.
Longu í 1931 hendir
næsta ferðsluvanlukkan, ið
krevur mannalív, og ein
aftur í 1939.
Undir seinna heimsbar-
daga doyggja fimm fólk í
ferðsluni. Síðani henda
ferðsluvanlukkur,
við
deyða sum fylgju, á nærum
hvørjum ári, okkurt árið
ein, okkurt árið fimm og
okkurt
hendinga
árið
sleppa vit undan at missa
fólk í ferðsluni.
Tá vit koma upp í sjeyti-
árini fara vanlukkurnar
rættuliga at taka dik á seg,
og í 1971 doyggja sjey fólk
í ferðsluni.
Í 1974 er talið tvífaldað í
mun til 1971, tí tá doyggja
14 fólk. Fleiri dømi eru um
vanlukkur, sum krevja trý
mannalív, og í nógvum før-
um eru vanlukkur, sum
krevja tvey mannalív.
Í áttatiárunum doyggja
nógv fólk í ferðsluni, til-
samans 86 fólk. 14 í 1986,
12 í 1987 og 10 í 1988.
Nógv varð tosað um hesi
viðurskifti tá, ein avleiðing
er lógin um trygdarselar og
páboðið um nýtslu av
teimum, eins og at løg-
tingið samtykkir eina sera
stranga lóg um ferða-há-
mark, har tú missir koyri-
kortið, um tú koyrir meira
enn 30 km/t yvir hægst
loyvdu ferð.
Hesi tiltøk síggjast aftur í
hagtølunum, tí síðani 1988
hava tølini verið eitt-sifrrað
– størsta talið hevur verið
sjey fólk um árið.
Í 1989, 1990, 1993, 1997
og í 1999 eru sjey fólk deyð
í ferðsluni um árið. Bestu
árini í so máta vóru í 1992
og 1998, tá »bert« eitt fólk
doyði í ferðsluni. Vit skulu
annars heilt aftur til 1970
fyri at finna eitt ár, har
»bert« eitt fólk er farið í
ferðsluni. Til samanber-
ingar kann nevnast, at í
1970 vóru skrásett 3.369
akør í Føroyum. Í 1992 var
talið 17.044 og í 1998
17.819. Í 2001 vóru skrá-
sett 20.976 akfør í Før-
oyum.
Hyggja vit eftir hjá
standandi korti, so síggja
vit, hvar ferðsluvanlukk-
urnar eru hendar. Reyðu
brikkarnir vísa á staðið, har
vanlukkur eru hendar, sum
hava kravt mannalív.
Í Havn og i Klaksvík eru
nógvar vanlukkur hendar,
sum hava kravt mannalív,
men
hyggja
vit
eftir
landsvegunum, so eru nógv
farin á Oyggjarvegnum og
rættuliga nógv á strekk-
inum úr Kollafirði norður
gjøgnum Sundalagið, eins
og rættuliga nógv eru deyð
á Skálafjørðinum.
Vit kunnu sjálvandi seta
spurningin, um tað er
vegnum, galið er við... Men
svarið er kortini næstan
altið:
– Ov nógv ferð og
brennivín.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur í fleiri ár tosað um
ein langtíðar ferðslutrygd-
arpolitikk, og skjýtur ráðið
upp, at svenska null-hug-
sjónin verður brúkt sum
grundarlag. Grundhugsjón-
in er, at eingin skal lata lív
ella fáa álvarsliga skaða í
ferðsluni. Hetta er sjálvandi
høgt mál at seta sær, men er
tað óhugsandi? Ella skulu
vit góðtaka hesa stóra
fólkaheilshóttan,
sum
ferðsludeyðin er?
Talvan vísir okkum, hvussu nógv fólk eru deyð í ferðsluni í Føroyum. Tilsamans eru 240 fólk
deyð, 73 kvinnur og 167 menn
167 menn og
73 kvinnur
deyð í
ferðsluni
Føroyakort á Politistøðini í Havn: Reyðu brikkarnir
vísa, hvar ferðsluvanlukkur hava verið, sum hava kravt
mannalív. Tilsamans eru 240 fólk deyð í ferðsluni í
Føroyum síðani fyrsta vanlukkuna, sum kravdi manna-
lív. Hon hendi á Varmakeldueiði 2. september í 1928.
- Vilja vit tryggja okk-
um, at bilarnir ikki
koyra skjótari, enn vit
ætla, til dømis 30
km/t í einum øki
millum hús, so mugu
vit laga tær fysisku
umstøðurnar soleiðis,
at tað rætt og slætt
ikki ber til at koyra
skjótari enn tað sama,
sigur Jón Kragesteen,
leiðari á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd
FERÐSLA
Turið Kjølbro
Í Føroyum hevur ikki verið
hugsað um tey fyrst og
fremst, sum ferðast til
gongu og á súkklu, tá
ið vegir hava verið gjørdir.
- Tað snýr seg fyrst av
øllum um bilin og at koma
til og frá so skjótt, sum til
ber. Tey, sum ferðast til
gongu og á súkklu, koma í
aðru røð. Vegirnir verða
gjørdir soleiðis, at tað er
lætt at koyra skjótt. Best er
tí at gera tað avmarkandi á
sjálvum veganetinum at
koyra skjótt, sigur Jón
Kragesteen,
leiðari
á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Ferðkanningartólini, so-
nevndu ”ferðgáarnir” í
Vágunum, sum Landsverk-
frøðingurin hevur sett upp,
avmarka uttan iva ferðina, í
øllum førum í byrjanini og
serliga hjá teimum, sum
vilja halda lógina, og eru
glað um at fáa eina áminn-
ing um tey nú skuldu koyrt
ov skjótt.
- Men eg havi onga vitan
um, hvussu stóra ávirkan
teir hava í longdini og
heldur ikki, hvørja ávirkan,
teir hava á tey, sum ikki
hava so góðan hug at halda
seg innan fyri ferðmarkið. Í
øllum førum skulu vit vara
okkum fyri at halda, at eitt
tal á eini ljóstalvu tryggjar,
at allir bilar halda hámarks-
ferðina av hesi orsøk. Hetta
eiga m.a. foreldur, sum eiga
børn, ið spæla slíkum øki at
hugsa um. Tí, vilja vit
tryggja okkum, at bilarnir
ikki koyra skjótari, enn vit
ætla, til dømis 30 km/t í
einum øki millum hús, so
mugu vit laga tær fysisku
umstøðurnar soleiðis, at tað
rætt og slætt ikki ber til at
koyra skjótari enn tað
sama, sigur Jón Krage-
steen.
Ferðkanningartólini
kunnu ikki beinleiðis sam-
anberast við fotofellurnar,
sum
londini
rundanum
okkum fyriskipa.
- Hesar hava víst seg at
vera ógvuliga munadyggar,
men her er eisini tann mun-
ur, at her fært tú ikki bara
eina áminning á eini ljós-
talvu, tú fært frá løgregluni
sendandi eina mynd av tær
og bilinum, sum sýnir, nær
tú
framdi
lógarbrotið,
hvussu skjótt tú koyrdi, tú
skalt gjalda sekt og annað.
Viðvíkjandi hátøknilig-
um eftirliti kann verða
nevnt, at tað í løtuni verða
gjørdar kanningar í granna-
londum okkara við ymisk-
um
skipanum,
millum
annað einari sum við GPS-
tøkni skrásetir, hvar akfarið
er. Á einum elektroniskum
korti er so tilskilað, hvat
ferðmark er í hvørjum øki
sær. Signal verða so send til
eitt tól í bilinum, sum ger,
at spitarin verður trekur,
um farið verður upp um
ferðmarkið. Hesa skipan
royndu teir 84 føroying-
arnir, sum í fjør heyst vóru
á einari ferð í býnum Troll-
hättan í Svøríki, og teir lótu
væl at.
Fyri tveimum árum síð-
ani varð lógin viðvíkjandi
hámarksferðini broytt so-
leiðis, at koyrir tú 30 km/t
skjótari enn mest loyvdu
ferð, missir tú ikki koyri-
kortið beinanvegin, men
skalt ístaðin upp til nýggja
koyriroynd og fært treyt-
aðan dóm í trý at missa
koyrikortið. Ráðið fyri
Ferðslutrygd hevði fyri-
varni við hesi broyting,
men Jón Kragesteen ásann-
ar nú, at fyribils hagtølini
vísa, at talið av ferðslu-
óhappum er ikki broytt
nakað serligt, og heldur
ikki talið á teimum, sum
hava fingið skaða í ferðsl-
uni. Hinvegin skal eisini
verða sagt, at støðan heldur
ikki er batnað nakað. Tó so,
talið á teimum, sum eru
deyð tykist ganga niður-
eftir. - Men hesi tøl eru so
smá, at hagtalsliga ber illa
til at bara at hyggja eftir
einum ella tveimum árum í
senn. Henda tvær van-
lukkur, sum tann eina, ið
hendi á Lambareiði í fjør,
broytast hagtøl okkara so
nógv, at vit als ikki longur
eru í sama bólki, sum hini
Norðurlondini. Samanum-
tikið rokni eg við, at miðal-
ferðin er hækkað síðani
lógarbroytingina. Men heilt
vist kann eg ikki siga tað, tí
vit hava enn ikki fingið
hagtølini um hetta, sigur
Jón Kragesteen.
- Ferðslutrygdar-
politikkur hevur ikki
verið nóg høgt rað-
festur í Føroyum. Vit
eiga at hava samsvar-
andi ferðslupolitikk
sum okkara granna-
lond hava. Seta vit
nullhugsjónina í verk,
skulu vit verða greið
yvir, at hon setir krøv
til politiska myndug-
leikan, sum má verða
fúsur til at seta neyð-
ugu játtanirnar av,
sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýris-
maður í vinnumálum,
sum um stutta tíð fer
undir at orða ein
ferðslutrygdar-
politikk
FERÐSLA
Turið Kjølbro
Arbeiðið at orða ein før-
oyskan ferðslupolitikk, sum
undanfarna
landsstýrið
samtykti fyri trimum árum
síðani, er ikki farið í gongd
enn. Orsøkin er sum skilst
vantandi
starvsfólk
í
Vinnumálaráðnum. Hetta
er eisini orsøkin til, at ar-
beiðið at gera nýggja
ferðslulóg heldur ikki er
byrjað. So skjótt sum eitt
ósett fulltrúarstarv er sett í
Vinnumálaráðnum, verður
farið undir uppgávurnar.
- Arbeiðið at gera eina
nýggja koyrikortskunngerð
er komið væl áleiðis og hon
hevur við sær, at broytingar
mugu gerast í verandi
ferðslulóg. Hesar verða
orðaðar nú. Nýggja kunn-
gerðin tekur væl størri atlit
til ferðslutrygd enn tann
undanfarna, sigur Bjarni
Djurholm,
landsstýris-
maður í vinnumálum.
Ferðslulógin, sum varð
endurskoðað fyri tveimum
árum síðani, tekur ikki til
fulnar atlit til nullhugsjón-
ina, sum ferðslulógir í øðr-
um londum gera, hóast hon
er eitt stórt framstig.
- Tað er rætt, at ferðslu-
trygdarpolitikkur ikki hev-
ur verið nóg høgt raðfestur.
Vit eiga at hava samsvar-
andi ferðslupolitikk sum
okkara grannalond hava.
Nullhugsjónin er avgjørt
eitt virðiligt mál at seta og
komandi føroyski ferðslu-
politikkurin fer at taka støði
í hesi hugsjónini. Hvussu
man velur at kalla enda-
málsorðingina, kann kjak-
ast um, bert málið er tað
sama: støðugt at økja um
ferðslutrygdina. Men seta
vit nullhugsjónina í verk,
skulu vit verða greið yvir,
at hon setir nøkur krøv til
politiska
myndugleikan,
sum má verða fúsur til at
seta neyðugu játtanirnar av.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum hevur júst ver-
ið á samferðsluráðharra-
fundi í Lofoten. Sambært
upplýsingum haðani er
støðan tann, at í londunum,
sum hava tikið nullhugsjón-
ina til sín, er talið á deyðum
og skøddum bert lækkað í
Danmark.
- Hóast greiðan og góðan
málsetning, so er tað ikki
vist, at setningurin verður
náddur soleiðis, sum ætlað.
Men kortini eiga vit at hava
ein slíkan til grund, hvørja
ferð eitt hvørt verður gjørt í
ferðsluni,
sigur
Bjarni
Djurholm.
Ferðslutrygdin í Føroy-
um er lutfalsliga betrað
samsvarandi við gongdina í
grannalondunum,
vísir
hann á.
- Um hugt verður at talin-
um á deyðum og skøddum í
ferðsluni sæst, at ferðslu-
trygdin í Føroyum støðugt
er batnað seinastu 15 árini -
tíbetur. Hetta er hent uttan
orðaður hevur verið yvir-
ordnaður endamálsetning-
ur, sigur Bjarni Djurholm,
sum leggur afturat, at vit
kunnu takka Ráðnum fyri
Ferðslutrygd fyri gongdina
rætta vegin.
- Orsøkin til bøttu trygd-
ina er eisini betri um-
hugsni, tá nýggir vegir eru
gjørdir, ábøtur eru gjørdar á
verandi vegakervi, bilverjur
settar upp og annað. Bilar-
nir eru eisini meira ferðslu-
tryggir. Kanska er hugburð-
urin millum koyrandi vorð-
in meira tilvitandi viðvíkj-
andi trygdini og ikki minst
eigur Ráðið fyri Ferðslu-
trygd sín stóra leiklut í
gongdini farnu árini.
Á landsstýrisfundi beint
eftir ólavsøku fer lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um at umrøða spurningin
um
ein
ferðslutrygdar-
politikk. Upprit verður lagt
fyri hini landsstýrisfólkini.
Málsetningurin í uppritin-
um verður, at eingin skal
doyggja í ferðsluni. Vænt-
andi fær landsstýrismað-
urin stuðul frá hinum í
landsstýrinum at fara í holt
við at gera ein ferðslu-
politikk í samsvari við
nullhugsjónina og rikna
ferðslupolitikk í granna-
londunum, umframt tilsøgn
at gera íløgur sambært
honum. Um somu tíð situr
Ráðið fyri Ferðslutrygd og
arbeiðir við at orða eitt
uppskot til ein komandi
ferðslupolitikk.
- Eitt og hvørt ískoyti til
at orða ein føroyskan
ferðslupolitikk, er kærkom-
ið, sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður.
Fyrst bilurin,
síðani fólkið
Nullhugsjónin eitt virðiligt mál at seta
- Tað snýr seg fyrst av øllum um bilin og at koma til og frá so skjótt, sum til ber. Tey, sum
ferðast til gongu og á súkklu, koma í aðru røð, sigur Jón Kragesteen
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Bjarni
Djurholm, harmast um, at
arbeiðið at gera ein nýggjan
ferðslutrygdarpolitikk ikki er
byrjað enn
C
M
Y
K
17
16