Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 4. juli 2002 19 »Aftanfyri hvørt menniskja, ið letur lív í ferðsluni, er ein familja í stórari sorg, og teimum vilja vit gjarna hjálpa«, sigur stovnarin av felags- skapinum Foreningen For Trafikofre, Bjørn Bjerkstad, ið sjálvur hevur merkt sorgina á egnum kroppi FERÐSLUVANLUKKUR Magnus Gunnarsson Bjørn Bjerkstad og konan vóru stødd í urtagarði teirra, har tey gjørdu klárt til at grilla, meðan tey bíð- aðu eftir at báðar døturnar saman við versynunum skuldu koma á vitjan, tá hurðaklokkan ringdi. Tað var ikki nakar í familjuni, ið stóð í durunum, men tveir politistar, sum komu at siga frá at onnur dótturin, ið var við barn, og verson- urin vóru deyð í eini ferðsluvanlukku. Fyri Bjørn Bjerkstad bleiv hesin tilburður byrj- anin til ein langan niðurtúr. Sorgin bleiv linna við heili- vági, ið hjálpti nakað ta fyrstu tíðina, men hevði eisini síni hjáárin. Fyrst misti hann sína egnu fyri- tøku, síðani húsini. At enda segði konan, at hann mátti velja millum seg ella heili- vágin, nú orkaði hon ikki meira. Eftir hetta gavst hann við at taka heilivág og kom so spakuliga í gongd aftur. Hann fór at koyra hýru- vogn. Har kom hann út fyri, at ein bilur við nógvari ferð rendi á hýruvognin, og hann bleiv innlagdur á sjúkrahús. Hann slapp lut- falsliga væl frá vanlukkuni. Meðan hann lá á sjúkra- húsinum, hugsaði hann: »Hvat nú um politiið aftur ringdi uppá heima hjá teimum við boðunum um, at nú var hann eisini farin?« Hetta gav honum hugskotið til at gera ein felagsskap til at hjálpa teimum avvarð- andi eftir eina ferðsluvan- lukku. Stovnar felagsskap Tann 16. januar 2001 bleiv felagsskapurin, Foreningen For Trafikofre, stovnaður, og Bjørn Bjerkstad skrivaði brøv til 50 fólkatingslimir um at stuðla felagsskapin- um. Bert ein av fólkatings- limunum svaraði aftur, og helt hann ikki at tørvur var á einum slíkum felags- skapi. Ikki fyrr enn hann sendi brøvini til fjølmiðl- arnar, hendi nakað. Bjørn Bjerkstad kom á fund við leiðandi embætismenn á Frederiksborg Amt, sum tóku undir við felagsskap- inum og vildu samstarva. "Foreningen For Trafik- ofre" hevur í dag ábyrgd av at ávísa avvarðandi eftir ferðsluvankkur til teirra egnu sálarfrøðingar, og rokningin verður send til Frederiksborg Amt. Enda- málið við felagsskapinum er at veita skjóta hjálp til tey, sum brádliga hava mist ein í familjuni. Enn er tað bert tey sum búgva í Frederiksborg Amt, ið hava henda møgileika. Bjørn Bjerkstad vónar at øll í Danmark koma at fáa hendan møguleika, tí teirra royndir hava verið sera góðar. Kelda: FDM / Motor Nr. 125 • hósdagur • 4. juli 2002 • 76. árg. Triðja árið á rað verður minningar- dagur teirra deyðu í ferðsluni hildin fyrsta sunnudag í juli. Hesaferð verð- ur tað sunnudagin tann 7. juli. Ingi Gunnarsson í Havn er fyriskipari av tiltakinum MINNINGARDAGUR Magnus Gunnarsson Komandi sunnudag verður minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Eins og undanfarin ár verður dagurin hildin, við at blómur verða lagdar á støð, har ferðsluvanlukkur, ið hava kravt mannalív, hava verið. Stigtakari og fyrireikari av tiltakinum er Ingi Gunnarsson, ið sjálvur fekk stóran skaða í eini ferðsluvan- lukku í 1977. Hann sigur at orsøkin til hetta tiltak er, at ferðslan krevur alt ov mong mannalív, og endamálið er at fáa okk- um øll at ansa okkum betur í ferðsluni. Hjálp til familjuna eftir ferðsluvanlukkur Sunnudagurin 7. juli - minningar- dagur teirra deyðu í ferðsluni Aftanfyri hvørt menniskja, ið letur lív í ferðsluni, er ein familja í stórari sorg Sum viðurkenning fyri tað stóra arbeiði sum felags- skapurin, Foreningen For Trafikofre, ger, fær Bjørn Bjerkstad (t.h.), her hand- aðan ein kekk uppá 50.000 krónur frá Bent Halkier, nevndarformanni í FDM. Í grundgevingini segði hann m.a.: »At miste et familie- medlem i trafikuheld kan ramme os alle, og for de efterladte er der tale om en tragedie af ufattelig omfang. Derfor synes jeg, at det er naturligt at vi støtter dette arbejde« Ingi Gunnarsson er fyrireikari av minningardegi teirra deyðu í ferðsluni BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag CITROEN SAXO 1.5D 3H Árg Jan´00, Km 64.500 . Kr. 99.000. CITROEN ZX 1.9D STC. Árg Mars´96, Km 89.000 . Kr. 86.000. CITROEN XSARA 2.0HDI 5H Árg Nov´99, Km 91.000 . Kr. 145.000. CITROEN XSARA 1.6I 5H. Árg Jun.98, Km 30.000 . Kr. 107.000. CITROEN XANTIA 1.9TD 5H Árg Feb-98, Km 60.000 . Kr. 118.000. CITROEN XANTIA 1.8I 5H Árg Okt-96, Km 63.000 . Kr. 112.000. CITROEN BERLINGO 1.9D Árg Sept´98, Km 81.000 . Kr. 109.000. MITSUBISHI PAJERO 2.8GLS Árg Sept´98, Km 40.000 . Kr. 185.000. MITSUBISHI L300 2.0D VØRUV Árg feb´99, Km 161.000 . Kr. 85.000. MITSUBISHI LANCER 1.3I 4H Árg Aug.´98, Km 28.000 . Kr. 112.000. MAZDA DEMIO 1.3 5H Árg feb´99, Km 50.000 . Kr. 99.000. SUZUKI BALENO 1.6 Árg apr´00, Km 53.000 . Kr. 105.000. CITROÉN XANTIA 2.0 HDI Árg Mar-99, Km 54.000 . Kr. 160.000. FORD MONDEO 1.8 Árg Jun-01, Km 16.000 . Kr. 210.000. PEOGEOT 106D Árg Mar-97, Km 100.000. Kr. 60.000. MAZDA 323 1.5I Árg Des-96, Km 54.000. Kr. 75.000. Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo SUBARU LEGACY 2.0 GL Árg des. 93, Km 225.000. Kr. 65.000. FORD FIESTA 1.8 D Árg jan.96, Km 134.000. Kr. 64.000. MAZDA DEMIO Árg feb.99, Km 54.000. Kr. 99.000. RENAULT MEGANE 1.4 H/B Árg jul. 97, Km 74.000. Kr. 89.000. RENAULT LAGUNA 1.8 H/B Árg Mei 99, Kr. 135.000. HONDA ACCORD 2.0 I Árg des.99, Km 45.000. Kr. 185.000. SAAB 9-3 2.2TD Árg okt. 99, Km 33.000. Kr. 196.000. FORD MONDEO 1.8 Árg mei. 96, Km 62.000. Kr. 98.000. NISSAN PRIMERA 2.0D SLX Árg jun.97, Km 145.000. Kr. 99.000. BMW 316 I Árg mei 94, Km 122.000. Kr. 114.000. Hoyvíksvegur tel 322110 C M Y K 19 18