Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 74 — 29. oktober 1977 Jamen øll siga seg jú vera kristin!!! Heita sjálvandi í Feroy- um. Tann sum veit betur, veit eisini at meira enn helmingurin av heimsins íbúgvum enn ikki hava hoyrt evangeliid boðað. Vit eru góð 40 túsund fólk á hesum oyggjum — okk- ara kristniboðarar í út- londum kunnu væl teljast á fingrunum. Tosar tú við fólk um á- trúnað í dag, so fært tú ta uppfatan, at fjøldin av i- bugvunum her er kristin (trúgvandi). Tað eru heilt fá, sum avnokta, at tey trúgva á tað, sum Halga- bók sigur ella at tey trúgva á Gud. Jamen, tá tey flestu siga seg vera trúgvandi, er tað so neyðugt, at fólk ferð eftir ferð bjóða til kristiligar fundir, har ser- ligur dentur verður lagdur á at fáa menniskju frelst ella umvend? Er tað so neyðugt við fundum úti á getuhornunum? Duga vit ikki eisini at skilja fólk, tá tey rópa um at fáa frið fyri prædikumonnunum, sum standa hvar tú vendir tær og órógva sinnið? Hesir og aðrir spurn- ingar mala runt í hevdi- num á mongum feroyingi í dag, og hava gjort tað síð- ani tær fyrstu vekingar- rerslurnar komu higar til lands líka undan aldar- skiftinum. Átrúnaðarliga steðan í Feroyum er kanska nakað sermerkt í dag, men er tó ikki heilt ólík steðuni, sum hon var frá 1920- unum til umleið 1945, tá vekingarrerslurnar fingu stóra framgongd og blivu føroyskar burturav. Fleiri ganga tí við spurninginum: Hví er staðan soleiðis, sum hon er í dag, ella hvi standa prædikumenn og halda dómadagstalur yvir fjøld- ina av fólkinum, sum jú sigur seg at vera kristin? Eg skal ikki beinleiðis geva svar upp á hendan spurningin, og eg haldi meg heldur ikki vera føran fyri ti. Eg kundi einans hugsa mær at lati nakrar tankar komið fram, sum møguliga kasta ein glotta á spurningin. Nýggjar hugsjónir Frá sidaskiftinum og upp til 1900 vóru tað ikki nógvir trúarspurningar, sum órógvaðu tað før- oyska samfelagið. Teir flestu gomlu føroyingarnir vóru trúgvir tilbiðjarar av Várharra, honum sum teir roknaðu at vera alt í øll- um. Fólkið livdi eitt lív, har alt var hildið at vera mest sum ein sjálvfylgja. Tey arbeiddu úti á bønum, gingu burtur í haga, sektu sjógvin tað tey kundu og fóru hvenn sunnudag í kirkju. Hetta at ganga í kirkju var líka neyðugt og sjálvsagt sum alt annað, tey gjørdu. Tíðin frá 1880—1900 var ein rembingartíð fyri Føroyar. Nógvar fremm- andar hugsjónir komu eis- ini til landið við tí góða ferðastreyminum. Veking- arrerslurnar vóru tó ikki av álvara farnar at gera um seg. Plymouth-brød- urnir høvdu arbeitt i små- um i Havn sidani 1865, tå teirra umboðsmaður, Wil- liam Sloan, kom higar úr Skotlandi. Hann ferðaðist í fyrstuni ímillum hvert summar, men búsettist seinni í Havn, har hann hevði sunnudagsskúlaar- beiði og talaði fyri sjónar- miðunum hjá Brødrunum. Um støduna aftan á at hin fyrsti føroyingurin var vaksnamannadoyptur, skrivar Lív og Læra nr. 3 1960 soleiðis: »At vera fyri bøkkakasti og kava- blokum — serstakliga tá útimeti vóru hildin — var als ikki ókent tey árini, ið nú komu. Men sum ofta er: Samstundis við hesi mótstaðu vaks eisini hin andaligi ansurin.< Hesin andaligi ansurin vaks eis- ini stórliga innan kirkj- una, har fólk nú byrjaðu at viðurkenna, at ein broyting mátti koma í tað andaliga lívið. Eisini ung- ir danskir prestar meintu, at ein veking mátti koma á kirkjuligari grund. Fingu gróðrarlíkindi Boðskapurin hjá Plymout -breðrunum og Heimamis- sionini var næstan tann sami. Báðir partar tóku ramliga til orðanna móti tí gamla kristnilivinum. Hjá Brødrunum var tað serliga „tann trúgvandi dópur- in,« sum var kjarnin, meðan Heimamissiónin mest skuldsetti kirkjuna fyri at vera verðsliga og legði stóran dent á orðið »umvending.« Hesi nýggju sjónarmið- ini komu sum sagt uttan- eftir. At hesar hugsanir fingu gróðrarlíkindi her, Framhald frá síðu 4 Arbeiðstrýstið ov stórt At enda: Arbeiðstrýstið á stovuna er nú vorðið so stórt, at tað eftir mínari meting eiga at verða settir 1—2 málviðgerarar aftur- at, serstakliga til at taka sær av byrjunartrupul- leikunum hjá nýggjum virkjum, bæði meðan tey verða bygd upp og kanska ikki minni ta fyrstu tíðina aftaná raksturin er byrj- aður (fyrisitingarspurn- ingar, roknskaparrutinur etc.). Verandi virkir eiga eisini í nógv sterri mun enn higartil hevur verið møguligt at verða hjálpt í trupulleikum teirra í t.d. spurningum sum nútím- ansgerðir, víðkanir, rakstrar- og uppbygging- arkreditt o.s.fr. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at í tí al- mennu hjálpartænastuni fyri ídnaðin í Íslandi sita 60 málviðgerarir. Og fól- katalið í Íslandi er hóast alt ikki meira enn 4 1/2 ferðir talið í Foroyum. Sjálvur meti eg hesa is- lendsku hjálpartænastu at vera ov rúgvismikla — og síggi eg eisini í henni eina av orsøkunum til at is- lendski búskapurin er so veikur sum hann er. Ov nógv og ov lítið — hvert er verri enn annað. Einstaklingar og heildin Lat meg so at enda fáa loyvi at vera eitt sindur hátíðarligur. At vera idnadarrådgevi fyri hitt føroyska samfel- agið í einari kanska sterstu broytingartíð sog- unnar — og soleiðis upp- fati eg tað — er bæði ein náðigáva og samstundis ein uppgáva, har stersta kravið er at duga at beina burtur eginkrøvini hjá einstaklinginum í mun til heildina. Tí vil tað eisini aloftast verða tjak um avgerðir tiknar á stovuni og feilav- gerðir bæði kunnu — og verða eisini — tiknar á stovuni — men tað má ein so eisini duga at liva við. >Tað blæsir meira á tindunum«, segði Ibsen. I Havn oktober 1977 Tormóður Dahl Avreidi til HEIMAVIRKID Ur fínum tógv úr vælnappadari føroyskari ull, onki uppí- litað ella uppíblandað, keypta vit: Opnar og heilar barnatroyggjur í øllum støddum. Opnar kvinnutroyggjur í øllum støddum. Opnar og heilar manstroyggjur í llum støddum. Bundnaturrklæði dupult og einkult, myrkamórreyð, hvít og grá. FØROYSKT i? 4 Eisini keypa vit barnahúgvur og hjálmar, vøttir og fingra- vøttir, stivlahosur við longum leggi, skóleistar, føroyskar húgvur, slíðrabond, hosubond, kýsar til kvinnubúna, turr- klæði, fyrrklæði, stimatroyggjur, stykkir til teinaskjúrt, smálutir úr træ og m.a. Allar vørur mugu vera væl úr hondum lagdar. Vegleiðing fæst við at venda sær til heimavirkið. man helst vera av tí, at Feroyar frá at hava verið eitt lítið, óvikandi sam- felag, nú kom í eina menn- ingartíð. Kirkjan megnaði ikki longur at vera mið- depulin í ti føroyska ger- andislivinum, tå ungmad- urin før å fjarleidirnar at fiska, útróðrarsangurin hvarv og ein miðsavnan til fiskaplássini byrjaði. Tað gamla sambandið millum kirkjuna og fólkið var far- ið at dragna. Boðskapurin Fáur hevur sum William Heinesen givið lesarum sínum eina mynd av stød- uni, tá teir fyrstu trúboð- ararnir byrjaðu at ferðast um landið. I Blæsende Gry bls. 350 greiðir trú- boðarin Reinhold Vaag frá, hvat ið manglar í kirkjuni og hvussu frelsan kann uppnáðast. Hann viðurkennir fyrst, at tað er eitt sindur av anda í kirkjuni, men eitt tervar enn: >... Men vi kunde blot ønske at denna Aand gjor- de sig stærkere gældende, manede til fyrigere Hen- givelse, kastede de vante Former omkuld og aaben- barede sig i al Varme! Thi ingen, som tænder et Lys, skjuler det med et Kar eller sætter det under en Bænk, men han sætter det paa en Lysestage, at de som kommer ind skulde se lyset! Staar der ikke saadan skrevet? « Tad eru ymiskar hugs- anir um skaldið William Heinesen og hansara skriving vidvikjandi andaliga livinum i Føroy- um. At hann i mongum førum leggur nogv aftur at veruleikanum og ger nakað nógv av, er vist, men endurgávuna úr Blæ- sende Gry omanfyri kenna vit aftur í dag. Boðskap- urin er ikki nógv broyttur. Vit kunnu nú aftur spyrja, um nakar sann- leiki er í teimum orðum, sum William Heinesen leggur í munnin á trúboð- aranum. Leikmenn og trú- boðarar boða hesi somu orðini í dag, og tey eru kanska fyrst og fremst ætlað til tann partin av fjøldini, sum sigur: Eg eri ein kristin, men tað haldi eg fyri meg sjálvan! Eg rópi tað ikki út! 33 ella 500 ár Ein kanning (ikki almenn) vísir, at umleið 14 pst. av íbúgvunum í Klaksvík fa- ra í kirkju ella til breyð- bróting hvenn sunnu- morgun. Men all fjøldin panelið Í dag Helgi Jacobsen Sr sigur seg at vera kristin. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu kristinlívið verður livað í Feroyum í dag. Ein vetrarkaldur anda- ligur deyði hevur lagt seg yvir londini í Vestureu- ropa. Kunnu vit fyri- byrgja at fullkomuliga øskukalt verður hjá okk- um á tí andaliga økinum um eini 20 ár? Eg meti, at tað er við hesum og eðrum eisini í huga, at ein fjøld av prædikumonnum stendur fram á Feroya landi og royna av ellum alvi at fáa lív í aftur tað, sum teir meta vera deytt, ella at seta okkurt nýtt á stovn. Spurningurin er, um mátin hetta verður gjørt upp á, altíð er tann rætti. Ein útrokning hevur vist, at um 3000 fólk í India blivu kristin um dagin, so tók tað við tí fólkavekstri sum er í dag, heili 530 ár til allir íbúgvarnir í India vóru kristnir. Ein onnur hevur víst, at um ein kristin persónur vinnur ein annan við sær, og teir báðir, eftir at hava verið saman í eitt ár, fara út og vinna ein í part, og hesir fýra aftur eftir einum ári fara og vinna ein hver osfr., so vil tað taka einans 33 ár til allur heim- urin er vunnin fyri kristin- dómin. Tað er heilt greitt, hver háttur av hesum at evan- gelisera upp á er tann rætti. Spurningurin er bert, um fólk vilja gjalda tað tað kostar at nýta hendan háttin. Ella verður evangeliið bert boðað og boðað sum ein læra aftur og aftur, og ovlítið livað av teimum, sum siga seg at boða hetta sama? útrokning Helgi Jacobsen