mikudagur 2. november 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
st-tiðindi
Tá ið mong
doyðu
og 1000 fólk
mistu arbeiði
teirra
Eftirlit við eiturevnum
10. juli 1976 hendi
ein spreinging í einari
kemiskari verksmiðju í
býnum Seveso í norðari
parti av Italiu, og úr-
slitið var ræðuligt.
Hitt ógvuliga vanda-
mikla eiturevnið dioxin
slapp út í luftina og
2.500 fólk noyddust at
verða burturflutt.
Mong gjørdust álvars-
liga sjúk, 1.000 fólk
mistu arbeiði teirra og
stórir skaðar gjørdust
á grødina, húsum og
virkjum.
Men hetta er prisur-
in fyri framstig, verð-
ur sagt. Men um so er,
vildi tá ikki verið rimu-
ligt at finna fram til at-
gerðir til at hava eftir-
lit við slíkum vanda-
fullum eiturevnum.
Spurningurin er
ringur at loysa. Eftir at
fólk seinastu tjúgu ar-
ini hava fegnast um
tann framburð, ið idn-
aðurin bar við sær og
tey teknologisku fram-
stigini, vit kundu gleða
okkum yvir, eru fólk
nú fyri álvara vorðin
varin við teir vandar
fyri heilsuna, sum hesi
sonevndu framstig
hava volt.
Orsakað av hesum
verða nú í flestu lond-
um stig tikin til at
verja arbeiðsfólkið sum
best móti avleiðingu-
num av »framstigu-
num.«
ILO-frágreiðing
um 1.200 eitur-
evni
Eitt av úrslitunum av
teimum kanningum, ið
fram eru farnar á hes-
um eki — og har ILO
hevur verið uppi í
er, at tað ikki einans
eru tey, ið arbeiða á
åvisari verksmiðju, ið
kunnu verða rakt. Eis-
ini fólkið, ið býr nær-
indis einum slíkum
vandamiklum virki, er
í vanda.
Tað ið ræður um, er
at koma fram til eina
alheimsskipan hareftir
reglur verða settar fyri,
í hvussu stóran mun
fólk skulu lata seg
hótta av ti verandi
vanda, ið stendst av
eiturevnum. ILO kem-
ur at senda út eina frá-
greiðing seint í hes-
um ári, ið fevnir um
1.200 evnir, ið kunnu
haldast at vera vanda-
"mikil fyri fólkaheils-
una.
Vituligt er, at tað er
meiri umrådandi at
tryggja heilsuna hjá tí
arbeiðandi fólki enn at
halda uppi virkjum og
verksmiðjum, ið nýta
kemisk eiturevni sum
dioxin, og sum tá ið
vanlukkan hendir,
kunnu fáa allar ring-
astu avleiðingar, sum
nú í Seveso.
Øllum stendur
limaskapi frítt
Øl] friðarlond kunnu
fáa limaskap í ST, tá ið
tey ganga undir treyt-
irnar í ST-sáttmála-
num, og tá ið tey eftir
meting stovnsins eru
før fyri og viljug til at
lúka hesar treytir.
Nýggir limir verða
upptiknir eftir avgerð
av aðalfundinum eftir
uppskoti frá Trygdar-
ráðnum.
Alment nýttu málini
í ST eru enskt, franskt,
kinesiskt, russiskt og
spanskt (Arbeiðsmálini
eru franskt og enskt á
aðalfundinum, harum-
framt russiskt og
spanskt, og í figgjar-
og sosiala ráðnum
spanskt).
Aðalfundurin er høv-
uðsstovnur Sameindu
Tjóða. Á aðalfundinum
verður rett um alt virki
stovnsins og á aðal-
fundinum verður figgj-
arætlanin játtað. Aðal-
fundurin heldur vanlig-
ar fundir sínar einaferð
um árið, vanliga frá
triðja týsdegi í septem-
ber. Eftir serstøkum
reglum kann boðað
verða til skundisfundar
við 24 tíma ávaring.
Øll limalond — stór
eins og små — eru
javnbjóðis, hvert land-
ið hevur eina atkveðu.
Til at samtykkja av-
gerandi spurningar
krevjast tveir triðingar
í meiriluta av givnu at-
kvødunum. Í eðrum
avgerðum krevst ein-
ans reinur meiriluti.
Fyri at stundir skulu
verða til at viðgera teir
mongu spurningar,
sum aðalfundurin hev-
ur á dagsskrá síni, er
arbeiðið býtt sundur í
sjey høvudsnevndir,
men tad er adalfundur-
in, sum tekur tær en-
daligu avgerðirnar.
Nr. 75 — 2. november 1977
Stjórnarhermenn sum berjast móti muhammedansku partisan-liðunum á Philipsoyggjunum
Partisankriggið tekur
seg upp av nýggjum
á Philipsoyggjunum
Blóðigir bardagar kring stóra oyggjalandið
Partisankriggið á Philips-
oyggjunum í Kyrrahav-
inum hevur tikið seg upp
av nýggjum, og ein mu-
hammedanskur uppreist-
raleiðari vil vera við, at
stjórnarherlið seinastu
dagarnar hava dripið um-
leið 4000 sivilfólk fyri at
hevna 35 heryvirmenn —
teirra millum ein general
— ið vórðu dripnir av
partisanum herfyri.
Blóðigir bardagar fara
fram ymsastaðni í oyggj-
unum. Talsmenn fyri
stjórnina í Manila vísa
aftur ákæruna um, at 400
sivilfólk eru vorðin dripin,
men teir viðganga at Rou-
lo Espaldon, admiralur, ið
er ovasti í bardaganum
móti uppreistrarmonnum,
hevur givið boð um at
herða stríðið móti parti-
sanrersluni.
Stjórnin hevur sent út
eina almenna frágreiðing,
ið sigur at tað var parti-
sanleiðarin Usman Sali, ið
stóð aftanfyri drápið á
Teodulfo Bautista, herov-
asta, á fimm aðrar heryv-
irmenn og 26 vanligar her-
menn herfyri.
Stjórnin hevur sett ein
pris fyri at fáa Usman Sali
deyðan ella livandi. Fyrst
vórðu játtaðar 13.350
dollars, men nú er hetta
tal tvífaldað, soleiðis at
hann ið fær hendur á Us-
man Sali fær 26.700 doll-
ars sum viðurkenning!
Uppreistrarleidarin Sali
hevði áður týðandi starv
sum varaborgarstjóri í
einum av sterstu býum
landsins.
Borgarastríðið á Phil-
ipsoyggjunum hevur vart
í mong ár, og hildið verð-
ur, at í minsta lagi 20.000
fólk hava latið lív. Ein
stutt våpnahvild var eitt
skifti í summar, men hon
er langt síðani brotin.
Stjórnin hevur ikki viljað
samtykt í, at fólkið í teim-
um landslutum, har mu-
hammedanarar hava mei-
riluta, skulu eiga heima-
stýri. Um 1,8 miljónir av
teimum 6,2 milj. íbúgvar-
um, ið búgva í hesum ekj-
um eru muhammedanar-
ar.
Uppreistraherurin sig-
ur, at partisanarnir eru
meiri enn 10.000 í tali.
Kina veitir Egypt
hernaðarhjálp
Egyptiska stjórnin hevur
almannakunngjørt, at
eingin bati er í viður-
skiftunum millum Egypt
og Sovjet og samstundis
kunngjørt, at Egypt hev-
ur fingið munandi hernað-
arhjálp úr Kina. Anwar
el-Sadat forseti hevur sent
eitt fjarrit til Hua Kou-
feng, forsætisráðharra í
Peking, og borið fram eina
hjartaliga tøkk fyri gáv-
una.
Boðskapurin frá egypt-
iska forsetanum varð
kunngjørdur við stórum
yvirskriftum í egyptiskum
dagbløðum. Bleðini: í
Egypt eru statsogn, og
allar almennar kunngerðir
hava bleðini skyldu at
taka upp.
Hildið verður, at kines-
iska hjálpin mest snýr seg
um kinesisk-framleiddar
motorar til ein part av
teimum MIG 17 og MIG
21 jagaraflogforum, ið
Egypt fexk úr Sovjet,
meðan vinarlag enn var
millum hesi bæði lond,
men hetta er ikki alment
ásannað.
Stjórnin í Egypt hevur
við kunngerð síni viljað
sagt Sovjet frá, at Egypt
ikki noyðist at liva av
russiskari náði, tá ið ræð-
ur um at halda viðlíka tey
MIG flogfør, landið áður
hevur fingið til keyps úr
Sovjet, og sum tað enn
skyldar stóran pening fy-
ri, sum russarar nú hava
kravt verður goldin. Het-
ta er triðju ferð eftir 15
mánaðum, at Cairo hevur
sent út kunngerð um
hernaðarhjálp úr Kina. Í
mars í fjør varð kunn-
gjørt, at Kina hevði latið
30 motorar til russiskt
bygdu MIG flogførini.
Kina hevur ikki kravt
nakað gjald fyri hesa vin-
argávu, sum upplýst er.
Seinni hevur Kina latið
upp aftur fleiri motorar til
egyptiska flogvápnið.