mikudagur 2. november 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UU
i
Nr. 75 — 2. november 1977 '
sosialurin
Sida5
Stórur áhugi fyri
bridgeundirvísingini
— spell at vit íkki kunnu fáa undirvísing-
ina undir kveldskúlan, sigur Mortan
Rasmussen, Bridgesambandið
Komandi mánakveld 7.
november byrjar Brigde-
samband Føroya undir-
vising i Bridge i Havn.
Undirvisingin fer fram
hvørt månakvøld kl. 8 å
skúlanum á Fruiutrød, har
Bridgesambandið hevur
fingið tvær skúlastovur til
láns til endamálið.
Ikki stuðul
Burtursæð frá at Bridge-
sambandið hevur fingið
hesar báðar skúlastovur-
nar til láns frá kommun-
uni, fáa teir ikki nakran
peningaligan stuðul, hó-
ast sekt hevur verið um
slíkan. Mortan Rasmus-
sen, formaður í Bridge-
sambandinum sigur, at
teir hava roynt at fáa
bridgeundirvísingina und-
ir kveldskúlan, men hetta
er sýtt teimum. Hví hetta
ikki skal kunna lata seg
gera, skilji eg ikki, ti
kvøldskiilin umfatar
longu nógv av tilikum,
sum kann kallast fritidar-
itriv.
Eisini hevur verid søkt
um stuðul at keypa undir-
visingartilfar, heldur ikki
hetta hevur borið til. Het-
ta er stórt spell, tí um
undirvisingin lá beinleiðis
undir kveldskúlanum, var
kostnaðurin fyri hvenn
luttakaran bert 50 kr. um
veturin, meðan hann nú er
200 kr., sigur Mortan
Rasmussen.
Stórur áhugi
Tað er stórur áhugi fyri
brigdeundirvísingini. Í
lotuni hava útvið 50 tekn-
að seg, men vit kunnu
taka ímóti nógv fleiri og
kunnu tey tekna seg til
luttøku á telf. 11209 sigur
Mortan Rasmussen, og
heldur fram:
— Undirvisingin er løgd
soleidis til rættis, at hon
er serliga ætlad teimum,
sum ikki frammanundan
spæla bridge. Vit vita, at
nogv, kanska serliga ung-
fólk, spæla ymisk kort-
spel, men við at læra hesi
at spæla bridge, hava eis-
ini tey meguleika til at fáa
gleði av bridge — mest út-
viklaða kortspælinum
sum finst. Vit hava ong-
antið ætlað, at henda und-
irvising skal vera ókeypis,
men vit eru bert harmir
yvir, at vit ikki kunnu
bjóða fólki undirvísingina
til sama prís, sum fólk
annars gjalda í kvøldskul-
anum, sigur Mortan Ras-
mussen.
Lítið virðismett
— Bridge er eingin likam-
ligur ítróttur, har tað ræð-
ur um at hava vøddarnar i
lagi. Um so var, var helst
einki til hindurs fyri, at
vit fingu sama stuðul sum
ítróttafelogini. Tað sum
harmiligt er, er at um tú
kann sparka nóg langt til
ein bólt ella loypa nóg
høgt sum organiseraður
ítróttamaður, fært tú
studning, men er tað
heilamekanismuna tú nýt-
ir, verður tað ikki virðis-
mett í sama mun, sigur
Mortan Rasmussen, og
heldur fram:
— Vit eru í dag umleið
500 aktivir bridgeleikarar
í Feroyum. Talið økist
nógv hvert einasta ár, hó-
ast hetta ikki er nakað ó-
dýrt ítriv. Bridge er einki
yvirklassaspæl, men við
ikki at lata nakran stuðul
til hetta, kann skjótt hen-
da, at tað bert vera tey
meiri | múgvandi, sum
hava møguleika til at
spæla bridge. Tað er í
hvussu er ikki ætlanin hjá
okkum, sigur Mortan.
Dýrt
at spæla bridge
Tað er dýrt at spæla brid-
ge. Limagjaldið er 100 kr.
fyri veturin. Harafturat
kemur spæligjald 10 kr.
fyri hvert kveldið. Hetta
verður 300 krónur um vet-
urin og harafturat skulu
leikarar gjalda allar ferðir
sjálvir.
Vakurt jólamerki
— fæst á posthúsinum í morgin
Frá í morgin kann fer-
oyska jólamerkið 1977
keypast á ellum posthús-
unum í Feroyum. Eins og
í fjør fæst merkið í orkum
við 30 í hverjum og kostar
arkið 7,50 kr.
Avbera vakurt
Bárður Jákupsson hevur
teknað merkið, sum er
prentað í fimm litum hjá
Egmont H. Petersen, Kgl.
Hof-bogtrykker, í Keyp-
mannahavn.
Motivið, Bárður hevur
valt sær, er tann føroyski
dansurin. Merkið er av-
bera vakurt, og tað er
vónandi, at føroysku jóla-
merkini eisini í framtíðini
verða teknad av føroysk-
um listafólki.
55.000
viðskiftafólk
Postverk Feroya stendur
fyri framleiðslu og selu av
jólamerkjunum, men Bar-
nahjálpargrunnurin gevur
tey út og fær ágóðan av
søluni. Í fjør seldust
110.000 ørk, ella 3,3 mill.
merki, fyri tilsamans
825.000 kr. Tá allar út-
reiðslur vóru goldnar,
vóru 400.000 kr. eftir,
sum Barnahjálpargrunn-
urin fekk.
Upplýst verður, at
Postverki nú hevur
55.000 viðskiftafólk utt-
Jólamerkið er prentað á bláari grund, stavirnir eru
gyltir
anlands, og hava hesi
fingið bræv um hesa sein-
astu útgávuna.
kring oyggjarnar
Vesturvón klárur
um 3 vikur
Flakatrolarin Vestur-
vón fær nú spelini
broytt soleiðis, at tey
kunnu stýrast av brún
ni. Trolarin fær eisini
eina netatrumlu til
flótitrol isetta. Sam-
stundis verður hann
klassaður. Vesturvón
kom av seinasta túr-
inum eystanfyri 4. au-
gust og for tå til
Grimsby at selja veið-
una, sum var 640 tons
av flaki. Manningar-
parturin fyri henda
túrin, sum vardi fimm
mánaðir, varð 61.000
kr. Veiðan varð seld
gjøgnum Fiskasøluna.
Vesturvón var i Ong-
landi i ein månad, har
hann fekk ein hjålpar-
motor uppá góðar 300
hk. isettan. Hetta var
gjørt í sambandi við
broytingina av spelu-
num. Hetta arbeiðið
verður gjert í Servági,
og tilsamans kemur tað
at kosta 2—2,5 mill
kr
Mett verður, at
Vesturvón verður klár-
ur at fara nýggjan túr
eystureftir um einar
triggjar vikur
Vesturvón er bygdur
í Noregi í 1969. Hann
er einasti flakatrolarin í
foroyska flotanum nú.
40 mans sigla við hon-
um, og tað er P/f
Vesturvón í Servági,
sum eigur hann.
Minningarhald
fyri teim sjólætnu
Í gjár var minningardagur
teirra sjólætnu. Sum árini
frammanundan skipaði
Tórshavnar Sjómansheim
fyri minningarhaldi, har
Høgni Poulsen, prestur og
Jákup Lindenskov, lands-
stýrismaður bóru fram
nekur orð. Í reðu síni
segði Jákup Lindenskov
m.a.:
Frå gerandislivinum
kenna vit, hvussu mis-
kunarleys menniskjan
kann vera, hvussu hon i
blindari ødi og øvund
hålvir óndskap yvir síni
medmenniskju uttan fyri-
lit, hvussu vit eina letu
handla, sum vóru vit tey
fullkomnu og áttu allan
rættin til at køva okkara
næsta, to vit vita, at
menniskjaverkid er fá-
fongt, um vit ikki hvenn
einasta dag lata tann Har-
ra, sum ellum ræður, vera
okkara stevnumið og veg-
vísari, ti uttan hansara
vernd missa vit skjótt alla
stýring og enda i Ovissuni.
Vit minnast aftur å hes-
um Allahalgunardegi teir,
sum i årinum farna i dag-
liga yrki sínum á sjónum
máttu leggja frá sær mitt í
arbeiðinum.
Vit, sum eftir liva, kun-
nu so lítið annað gera enn
veita teimum eftirsitandi
okkara djúpu samkenslu
og teimum farnu sterstu
virðing og tøkk. Men
saknurin kennist stórur
við ti tómleika, sum tekur
seg upp, tá vit hava mist
ein av okkara kæru; hóast
vit ikki megna stórt meiri
enn at beta um tann ma-
teriella saknin, vil tann
útrætta hondin, tann per-
sónliga samkenslan altíð
kennast kærkomin, fløv-
andi og uggandi.
Teir, sum fóru, hava út-
int sítt verk fyri fólk, fyri
land og ikki minst fyri sin-
um kæru. Ymiskur var
livstrådurin til longdar;
tað spyrst ikki eftir, tá
boð eru eftir okkum
Fyri trúfesti, fyri alt,
sum teir løgdu eftir seg og
vóru fyri síni kæru, fyri
útint verk, at vit, sum
eftir liva, skulu kunna
halda fram, veita vit
sterstu virðing og tøkk.
Vit megna ikki at lekja
tey djúpu sár, sum sorgin
og saknurin hevur volt,
tað er einans tíðin og um-
stødurnar, sum her kunnu
veita lekidómin, segði
Jákup Lindenskov, lands-
stýrismaður.
stýrismaður millum ann-
að.
Teir, ið sjólótust vóru:
Dånjal Jacob Vagn Ol
sen, Klaksvik, 28 år, gift-
ur, deyður umborð á
donskum skipi í Aberdeen
1. mars 1977
Gardar Garðsenni,
Hvalba, 53 ár, druknaður
við báti i Hvalbiarfirði
tann 17. august 1977.
Karl Martin Sofus
Thomsen, Tórshavn, 67
ár, giftur, deyður umborð
á báti í Nólsoyarfirði tann
22. august 1977.
Martin Georg Johanne-
sen, Fuglafirði, 53 ár,
giftur, deyður umborð á
m/s >Gerðhamar< undir
Íslandi tann 12. septem-
ber 1977.
Peter James Hansen,
Kollafirði, 22 ár, deyður
umborð á »Star Ocean« í
Rumenien tann 25. okto-
ber 1977.
Seinri vóru kransar
lagdir við minnisvarðan í
viðalundini í Havn, av
umboðum fyri landsstýr-
ið. løgtingid, byrådid, rik
isumbodid og ødrum
stovnum, feløgum og ein-
staklingum.
SA - 2 25