Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Eigarin hevur allan rættin og tí alla ábyrgd- ina. Er hetta rætt. Gagna takast? Nei, hann er uttan ávirkan og uttan ábyrgd. Er tað demokratiskt? dagligu gongdini ella tá ein framtíðaravgerð um arbeiðspláss hansara skal KUNNGERÐ Tað verður við hesum gjørt kunnugt, at býráðið á fundi sínum tann 6. okt. 1977 hevur samtykt heildarætlan fyri vestara havnarlagið, avmarkað og skipað sum vist á tilhoyrandi fylgikorti Í og við hesum ásetingum: 1. Nýtsla Havnarlagið verður í síni heild lagt til fiskivinnu og til vinnuvirki í samband við skip og skipaferðslu. Tó verður ekið norðan fyri vegin fram við Skálatreð úr Vágsbotni til J. C. Svabosgøtu ikki at nýta til framleiðsluvirki og ídnað, men verður kannað tænastuvirksemi við tilknýti til havnarlag og sjóvinnu, og verður innasta havnarlagið kannað smábátum og útróðrarbátum at liggja í. 2. Vegir Vegurin c—d er høvudsatkomuvegur til vestara havnarøkid og vegurin c—e verður gjørdur í 10 m breidd, meðan spurningurin um vegstrekkið a—e verður hildin opin. 3. Bygging Byggistigid fyri havnarlagið sum heild og fyri tey einstøku deildarøkini má ikki fara upp um 0,5, og hús skulu ikki verða hægri enn 10 m til yvirgrind og 12 m til menu uttan so, at lendisviðurskiftini (útsprongda benið) ger aðra hædd ráði- liga. 4. Verandi hús og bygging Verandi hús kunnu varðveitast og haldast kann fram við verandi nýtslu av ognunum. Tó kunnu tey ikki takast til aðra nýtslu, ið ikki samsvarar við ætl- anina fyri havnarlagið. Somuleiðis kunnu verandi tangar (tó ikki gasstangar- nir), oljugoymslur o.t. verða standandi, men kann einki meira verða bygt uttan so, at hetta er grundað á tervin í havnarlagnum sjálvum og í skipaferðsluni. Teir bygningar sum á kortinum eru uppmerktir við svortum kunnu ikki tak- ast niður ella við um — ella uppibygging broytast uttan so, at fornminnis- nevndin hevur givið málinum ummæli. Verða hesi hús varðveidd, kunnu tey takast til aðra nýtslu enn ta, sum omanfyri er nevnd. TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ sosialurin Nr. 75 — 2. november 1977 hesi viðurskiftini tí ein- staka, fjøldini og samfel- agnum. Gevur hendan staðan ti arbeiðandi eina meiningsfylta tilveru. Skulu tey arbeiðandi bara kenna til „kæft, trit og retning«? Nei, ikki eftir okkara å- skodan. Ti ynskja vit i- ognarrætt og avgerðar- rætt til fólkið. Samfelagið skal íkki stýrast og skipast av til- vildarligum persónum, ið skalta og valta, sum teim- um lystir. Búskaparliga skal samfelagið skipast og tilrættisleggjast í mun til núverandi fría marknaðar- búskapin. Aðalmunurin millum sosialismu og ka- pitalismu. Tað er ikki mín upp- gáva at verja danska javnaðarflokkin. Hetta aftursvarið skal heldur ikki skiljast so. Persónliga ikki, tí eftir míni hugsan forir hann ikki ein sosial- demokratiskan politikk. Srliga ikki eftir tær sein- astu árligu semjurnar við borgarligu flokkarnar, sum meinast raka tey minni mentu — arbeiðara- stættina og tey undir út- búgving. Men rætt skal vera rætt og illgitingarnar hjá O.B. eru aftur her rangar. Blaðstjórin insinuerar: „Fyrst er kjak í nakrar dagar ímillum teir upp- mettu akademikarnar, al- skyns pedagogarnar, al- mennu funktionerarnar, fakfelagsleiðararnar (tos- aði nakar um arbeiðara- flokk?) og hinar parti- pampararnar um býti av maktini í flokkinum og landinum sum heild. Síðan verður tosað um droparnar, sum skulu dryppa á arbeiðaran, nú á døgum mest í form av »bi- standslov« og »arbejds- lashedsunderstettelse. < Spei skal helst vera skemtiligt, men at spei- reka við illgitan er tó dekan og talentleyst. Eins og tann feroyski javnaðarflokkurin útihýs- ir danski javnaðarflokkur- in ikki nokrum samfelags- — eg havi lisið tað í sosialinum sjålvandi!! SJONLEIKARHUSID sjónleikurin HITABYLGJAN eftir Ted Willis verður spældur: Mikukveldið hoskvøldid friggjakvøldid 2.11. kl. 20.00 3.11. kl. 20.00 4.11. kl. 20.00 Atgongumerkini til øll kvøldini fåast í Leikhúskioskini, telf. 14504 frá kl. 14, og vid inngongdina ein tima undan syning. (Tlf. 11131). LEIKHUS BIO Mikukvøldid hoskvøldid friggjakvøldid 2.11. kl. 22.30 3.11. kl. 22.30 4.11. kl. 22.30 Atgongumerki fåast frå kl. 21.00 (Tlf. 11131). bólki — heldur ikki aka- demikarum og pedagog- um. Men hevuðsstuðulin í flokkinum er framvegis tann samfelagsbålkurin, sum flokkurin er bygdur á. Ivast tú Óli, so var ein kanning gjerd, har allir stevnuluttakararnir upp- góvu starv, útbúgving, aldur, úrteku o.s.fr. Hendan kanningin gav eina mynd, sum samsvar- ar við samfelagsbýtið annars. Og fyri at undir- byggja tað betur, kann eg visa á, at við seinasta fólkatingsval var javnað- arflokkurin tann einasti saman við kommunistun- um, sum fekk yvir 50 prosent av atkveðum sín- um frá arbeiðarastættini. Nevniliga 57 prosent. Víst var bæði »bi- standsloven< og »arbejds- løshedsunderstøttelse« vidgjørt. Tó ikki sum eitt valagn, ein náðigáva, ein táta ella nakað láturligt, sum tú gert tað til, men sum ein tryggleikarættur, ið tað solidariska samfel- agið kann veita limum sínum. Teir, ið tíverri merkja kapitalistiska ok- ið, kapitalistisku krepp- una á egna kroppi sínum. Munurin millum tað ego- istiska, ósolidariska kapp- ingarsamfelagið, sum tú ert talsmaður fyri. Tað tápuligasta, men somuleiðis tað óhugnalig- asta brotið í »hetz-grein- ini« hjá Óla Breckman, er álop hansara á akademik- aran og tey arbeiðsleysu. Heilar 35 reglur í hesum sniði: >... Meginparturin hevur kávað sær eina bók- liga útbúgving til ella hevur kleyvað seg til tops í einum fakfelag.« >... Nú gongur helvtin av hesum bókormum arbeiðsleys, mest tí tey ikki vilja dálka sær hendurnar, men krev- ja at denna inn á tað al- menna.« ...»Hesi fólkini hava ikki lagt krónuvirði afturat samfelagnum. Annars vóru tey ikki so- sialistar.« O.s.fr... Ein viðmerking til hesi brotini átti at verðið gjørd. Serliga til tann síðsta pástandin, men tey siga so nógv um politikk- aran, blaðstjóran og peda- gogon — hansara lítla pol- itiska medvit, hansara lága moral, hansara lítlu virðing fyri objektivitet- inum, sannleikanum og lesarunum, hansara ultra høgrasinnadu áskoðan — at tað er óneyðugt. Tey tala fyri seg. Og fólk duga at hugsa. Jóhann Mortensen p.s. Tiverri kemur hetta aftursvarið nakað seint, men eg búgvi fleiri post- beringar burturi. Haraft- urat haldi eg ikki Dag- blaðið, so tað var av til- vild, at eg fekk eygað á álopið hjá Ola Breckman nú ein dagin.