Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Hin kristna vónin Orðið vón er sjálvandi ikki nakað kristiligt orð burt- urav. Sum onnur orð, so- leiðis hevur eisini tað eitt ávíst innihald, alt eftir hvussu vit brúka tað. Men tað er eisini eitt kristiligt orð, ti tað kann eisini hava eitt kristiligt innihald Men fyri at gera tað lætt- ari at skilja, hvat hetta orðið veruliga merkir, er tað helst best at byrja við einum demi. Ein mamma lovar dóttir síni eina dukku til jóla. Hetta lyfti skapar vón og gleði hjá gentuni. Hon hevur lagt til merkis, at mamman plagar at halda tey lyfti, hon gevur, og tí er gentan viss í at fáa dukkuna. Sjálvandi kunnu umsteð- urnar gerast so háttaðar, at tað ikki verður megu- ligt hjá mammuni at standa við lyftið, men gentan er kortini so sikkur í at fáa dukkuna, at hon beinan vegin fer í holt við at seyma klæði til hana. Hon livur og virkar longu sum um hon hevði fingið dukkuna Hetta dømi vísir okk- um, hvat orðið vón veru- liga merkir. Vónin hevur eitt ávíst innihald (i hes- um feri dukkuna), sum samstundis er tann »lut- ur«, sum vónaður verður. Men hesin lutur er ikki enn veruleiki (gentan hev- ur ikki fingið dukkuna enn), hann hoyrir enn framtíðini til. Men inni- haldið í vónini ávirkar kortini = dagliga lívið, sjálvt um tað ikki enn er veruleiki (gentan gleðir seg og er longu í ferð við at seyma dukkuklæði). Av hesum sæst, at tað eru trý ting, sum eru av av- gerandi týdningi fyri vón- ina. Í fyrsta lagi er tað neyðugt við einum lyfti, sum hevur eitt ávíst inni- hald. Í eðrum lagi er tað avgerandi, hvussu ålit- andi tann persónurin er, sum givið hevur lyftið. Og í triðja lagi ávirkar lyftið og innihaldið í lyftinum nútíðina, sjálvt um tað ikki hoyrir nútíðini til, men fyrst einaferð í fram- tíðini skal gerast veru- leiki. Sum sagt, so er tað innihaldið í vónini, sum avger, hvat orðið veruliga merkir. Í kristnari merk- ing hevur orðið eitt kristi- ligt innihald. Men eisini her snýr tað seg um eitt 0.m.a. UTSOLA Mánadagin 7. nov. Nógv niðursettir prísir Cowboybuksur og cowboyjakkar Harrajakkar og damujakkar Damukjólar, floyalsulpur, troyggjur HERLUF B. THOMSEN tlf. 71050 - Tvøroyri Nr. 76 — 5. november 1977 lyfti við einum åvisum innihaldi, og eisini her ræður tað um, hvussu álítandi tann persónurin er, sum givið hevur lyftið. Og sjálvandi ávirkar lyftið lívið hjá teimum, sum fingið hava álit á hetta lyfti og á hann, sum givið tað hevur. Gjøgnum hin kristna boðskapin verður menn- iskjum lovað syndanna fyrigeving. Hetta merkir, at tey verða frigjørd frá fortíð teirra og fáa lyfti um eina nýggja framtíð, hvers innihald er uppreisn frá deyðum og lutur í Guds ríki. Hetta ríki, sum evangeliið lovar menniskj- um lut í, lýsir Nýggja Testamenti sum eitt ríki, hvar friður og rættvisi ráða, og hvar eingin pinsla og deyði er meira. Men tá ið deyðin er ein veruleiki í hesum heimi, sum einki menniskja sleppur undan, so sigur tað seg sjálvt, at uppreisn frá deyðum er ein ófrávíkilig treyt fyri, at menniskju kunnu fáa lut í hesum ríki. Treytin fyri uppreisn okkara er tí upp- reisn Jesu Krists. Av tí at hann longu er risin upp sum frumgróðurin av teimum, ið sovnað eru burtur, og sostatt hevur sigrað á deyðanum, tí kann hann eisini vekja okkum upp aftur til eitt nytt liv. Tann, sum givið hevur hetta lyftið, er eingin ann- ar enn hin livandi Gud sjálvur. Sjálvandi má hver einstakur taka stødu til, um hann torir at hava álit á Gudi. Men hjá hon- um, sum gjøgnum hin bibilska vitnisburðin hev- ur møtt Gudi, hjå honum er eingin ivi. Hann veit, at hann her stendur framm- an fyri honum, hvers orð og lyfti eru at líta á, hann veit, at hetta er hann, sum ongantíð hevur svikið eitt lyfti, sum hann hevur giv- ið. Lyfti frá menniskjum eru svikalig og ikki altíð at líta á, men Guds lyfti svitast ikki. Innihaldið í tí kristnu vónini er sum sagt upp- reisn frá deyðum og ævigt lív í Guds ríki. Og tá ið ein og hver vón ávirkar lívið hjá teimum, sum fingið stingur spurningurin seg upp, hverja ávirkan hin kristna vónin tá hevur á dagliga lív teirra, sum hana hava fingið. Tað kemst neyvan uttanum, at menn ikki eru samdir um svarið á henda spurning. Men teir allar flestu eru sjálvandi samd- ir um, at hin kristna vónin sum einhver onnur vón ávirkar lívið hjá teimum, sum vilja liva lív teirra í hesi vón. Osemjan snýr seg mest um, hverjar ávísar (eisini til dømis pol- hana hava, so panelið Í dag: Hans J. Joensen itiskar) avleiðingar hend- an vónin skal hava. Tá ið samanum kemur man tað vera beinast at siga, at her má hver ein- stakur persónliga taka stødu. Vit skulu ikki lata nakran taka tað frælsið frá okkum, sum Gud sjálvur hevur givið okk um, og sum bert er av- markað av vilja hansara. Hverja ávirkan tann kristna vónin ti hevur á liv okkara, er ein persónligur spurningur. Men tað, sum vit hava sum stavnhald fyri lívi okkara, er sjálv- andi innihaldið í hesi vón. Og innihaldið í hesi vón er sum nevnt Guds ríki, hvar rættvisi, friður og gleði ráða. Ti má tað sigast at vera nátúrligt, at vit longu her royna at skipa og liva liv okkara soleiðis, at tað so væl sum gjerligt undir hesum umsteðum kemur at líkjast ti livi- num, sum vit einaferð skulu liva í Guds ríki. Lív okkara sum kristin skal livast eftir Guds vilja, men Gud vil tå ríki sitt. Ti má tað vera ein sjålvsøgd uppgåva hjå einum krist- num menniskja at vera vid til at skapa vidurskifti her, sum minna sum mest um vidurskiftini i Guds riki. Sjålvandi mega vit ikki gloyma, at vit ikki eru før fyri at nåa å mål. Guds riki gerst veruleiki tann dag, Gud sjålvur vil tad. Men av ti at vit hava lyfti hansara um, at eina- ferð skal hetta ríki vera seinasti og einasti veru- leiki okkara, ti skulu vit longu her í tann mun, tað er møguligt, fara undir at liva hetta nýggja lívið, sum Gud longu hevur lovað okkum fullan lut í, tá ið ríki hansara er vorðið veruleiki okkara. Hans J. Joensen F Á