Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. november 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

er i € | - ER På f Nr. 78 — 12. november 1977 Flakavirkið á Strondum kring oyggjarnar liðugt næsta heyst Arbeiðið við flakavirki- num, sum partafelagið Bátafisk skal byggja á Heygsteð við atlogu- bryggjuna á Strondum, er nú komið so væl áleiðis, at felagið roknar við, at virk- ið verður klárt at taka í nýtslu næsta heyst. Sandur Danielsen, stjó- ri í Båtafisk, sigur, at virkið er liðugt projekter- að. Í løtuni verður arbeitt við at útvega fígging. Fel- agið hevur teknað um eina hálva millión í partapen- ingi á Strondum. Um figgingin verð lagi, roknar felagið við, at fundamentið til húsið skal vera klárt í summar. Tað fer væntandi at taka einar fýra mánaðar at seta húsið upp. A Heygstød skal gerast ein grótútfylling. Komm- unan er farin undir hetta arbeiðið. Tað skulu brúk- ast eini 10.000 kubikmetr- ar av gróti, sum verður sprongt vestanfyri tang- an, yvir ímóti Kollbeina- gjógv. Fimm milliónir Flakavirkið er mett at kosta um fimm milliónir krónur. Tað skal kunna taka ímóti millum tvey og trý túsund tonsum av rá- fiski árliga, og skal hava eina flakalinju. Sandur Danielsen rokn- ar ikki við, at tað verður trupult hjá virkinum at fáa nóg mikið av ráveru. Hann sigur, at í letuni rógva tveir deksbátar út, meðan trý onnur skip sosiålurin liggja. Tey eru Morning Star, Havfrigvin og 10- tonsarin Anna. Tad er eis- ini stórur áhugi i bygdini fyri at fåa sær fleiri ut- róðrarbátar, tå virkið er komið. i Oyndarfirði Menn frá Landsverkfrød- inginum eru farnir undir at gera dýbdarkanningar í Oyndarfirði í samband við ætlanir um havnabygging í bygdini. Hetta er tann fyrsti parturin av projekt- inum. Kanningarnar verða gjørdar við einum serlig- um tóli, sum Landsverk- freðingurin hevur fingið fyri stuttum, og sum mill. | um annað er nýtt í Hvalba til dybdarkanningar í samband við havnabygg- ingina har. Uppmátingartólið verð- ur brúkt á landi, sam- stundis sum ein bátur við ekkoloddi flýtur útfyri. Frá landi sendur tólið út eina laserstrálu, sum verður send aftur av ein- ss re Speglini å båtinum um spegli á båtinum. Á henda hátt kann positión- in hjá bátinum staðfest- ast. Undir uppmátingar- arbeiðinum verður positi- ónin hjá bátinum tikin fyri umleið hverjar 50 metrar, samstundis sum ekko loddið verður nýtt. Allir upplýsingarnir verða festir á eitt serligt band í tólinum, sum síðan kann avspælast aftur. Sum er eru umsteður- nar hjá útróðrarbátunum á Strondum ógvuliga vá- naligar. Tað eru ongir egningaskúrar, og bátar- nir hava heldur onki rúm til at goyma stamparnar i. Dýbdarkanningar Endamálið við kanning- unum, sum verða gjørdar i Oyndarfirði, er at finna dýbdina frá meðalvatni. Tað hevur tó ongan týdn- ing, um tað er flóð ella fjóra undir uppmátingu- num ti við tólinum er mø- guligt at finna fram til, hvussu positiónin hjá bát- inum er í mun til meðal- vatn. Fegin um trygdartiltak Í summar varð sett bil- verja fram við vegnum til Elduvíkar. Vegurin varð gjørdur fyri fáum árum síðani, men hann hevur verið vandamikil um veturin, tá hált hevur verið. Megin- parturin av vegnum liggur fram við Funn- ingsfirði við bládýpi niðanfyri. Elduvíking- ar eru tí sera fegnir um bilverjuna, ti tey eru nógv, sum dagliga koyra úr bygdini til ar- beiðis, td. liggur út- róðrarbáturin hjá eldu- vikingum í Funnings- firði Samstundis sum bil- verjan varð sett upp, vórðu settir „prestar“ fram við vegjaðaranum og í stoðum er asfalt lagt á vegin. At vegurin er gjørd- ur og hesar seinastu á- bøturnar á hann verður í Elduvík mett sum ein hjálp til framhaldandi menning bygdarinnar. Stórur eftirspurningur eftir kjøti Ur Elduvík frættist, at oll fjøllini eru gingin. Teir láta ikki so væl at skurðinum í ár og meta seyðamenn orsekina vera turkin i vår og tíð- liga í summar. Turkur- in varð atvoldin til, at so at siga ongin gróður var í haganum fyrra- partin av sumrinum og komu lombini ongantið rættiliga fyri seg Annars frættist, at eftirspurningurin eftir kjøti er stórur í ár Síða 5 Bíligir haruhagar Í Elduvík meta teir, at haruárið ikki verður serliga gott. Royndir- nar higartil hava givið vánaligt úrslit, harur- nar eru fáar og smáar Annars eru hagarnir, sum hoyra til bygdina, biligir í mun til aðrar í landinum, verður sagt. Ein hampuligur haru- hagi í Elduvík fæst fyri undir 1000 kr. Skúli til brekað í Klaksvík A byrådsfundinum í Klaksvík týskveldið varð upplýst, at byråd- ið hevur biðið teknisku deildina um at gera eitt skitsuprojekt til ein skúlabygning, sum skal hýsa undirvising- ini av brekaðum bern- um, musikkskúlanum og hornorkestrinum. Kommunan keypti á sinni ognina hjá Hák- uni Djurhuus við sið- una av Ósáskúlanum og er ætlanin at reisa nýggja bygningin har Hetta ekið er góðar 900 m' til støddar Musikkskulin, sum varð settur á stovn i summar, hevur ringar umsteður at arbeiða undir, og kundi tí bert taka 60 av teimum 190 næmingunum, sum sektu í heyst. Fáast høli til undir- vising av brekaðum barnum, slepst undan at senda tey heimanifrá Klaksvíkar hornor kestur heldur til á sløkkistødini ||