Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. november 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Fer avkristning í veru- leikanum fram í Føroyum Tað mundi vera heilt tíð- liga í august ella áðrenn, at Sosialurin bað meg lut- taka í eini reð av panel- greinum um átrúnað í Feroyum. Í byrjanini bar eg meg undan, kravdi breiða lut- tøku og játtaði fyrst, tá vissa var fingin fyri, at persónar sum Svenning av Lofti, Kurt Nielsen, Willi- am Heinesen, prestar o.a. skuldu vera við. Hetta var langt áðrenn ta seinastu politisku-reli- giøsu øsingina í landinum, ti eg minnist, at eg vegna summarfritidina bað lova mær sjálvum framat í tí seinna endanum. Upp á fyrispurning skuldi eg skriva nakrar hugleiðingar um, hvenn týdning eg metti átrúnað- in at hava havt og fram- vegis hava fyri føroyska almenninginn. At átrúnaður hevur havt stóran týdning fyri nógvar feroyingar, nýtist mær ikki at taka uppaft- ur. Tað hava tær undan- farnu panelgreinirnar full- samdar ásannað, og vil eg sjálvur — fyri at tað ikki skal vera ógjert — bert framhalda, at annað er ikki at vænta, tí átrúnað- ur viðvíkur nú einaferð tí mangan ókenda, men kortini vónaða — og hev- ur nakar livað í lagnunnar hondum, so eru tað føroy- ingar. Sær ein so burtur frá tí gamla og farna, kemur fram spurningurin, um hvenn týdning átrúnaður tykist hava fyri nútíðar- foroyingar. Eftir talinum av kirkjum og metisalum at dema, eftir talinum av lærdum og leikum boðber- arum at døma, eftir ollum teimum greinum, sum skrivaðar verða í andalig- um og minni andaligum tíðarritum at dema, eins og vit kunnu taka við allar teir trúboðarar vit senda út og hinvegin bjóða hig- ar, ja, so mugu Feroyar vera eitt sera gudrekið land Og kortini halda nógv menniskju, at landið flýt- ur yvir av synd, skálkum og kommunistum, javnað- armonnum og tjóðveldis- monnum við. Sjálvur meti eg tað vera ogn í, at Feroyar eru eitt sokallað kristið land. Hin kristni sidaarvurin og hin kristna vónin man hava borið mongum uppi nú eins og áður, tá tíðirnar helst vóru enn ivasamari og daprari. Og man tað ikki vera fáur, sum beinleiðis vil finnast at, at hann ella hon vaks upp í einum heimi, har skynsamt kris- tiligt tos og atburðarlag var sjálvsagdur gerandis- lutur? Í so máta skuldi alt ver- ið væl vorðið, hvat tí andaliga viðvíkur her á landi. Einaferð í minum lestr- arárum hitti eg ein vin- mann, sum í eðrum lutum hevði vist seg at hava av- bera gott innlit í samfel- agslig viðurskifti. Hann helt einaferð fyri við meg, at vissasta tekin um, at avkristning fór fram í Feroyum, var hetta, at fleiri kristniboð- berarar og heilar samkom- ur við vóru farnar at brúka ódámligar, ófer- oyskar og stundum bein- leiðis ógudiligar snildir fyri at kráma viðhaldsfólk til sín — og mangan inn- anfyri mark hjá hverjum ødrum. Eg mutaði ímóti, eisini tá maðurin samanbar um- boðan av gleðiboðskapi- num í Feroyum við tey allarmest framkomnu handilsmanskynstrini og nevndi, at fekst brúkarin ikki at ogna sær veruna fyri = verunnar skuld, máttu aðrar snildir til, eitt nú okkurt lokkandi ábit, reklama, lottari ella annað tinganest. Gandakynstrið aftan- fyri nútímans selu- og re- klamuvirksemi er sum al- tíð at kitla kenslur keyp- arans og ørkymla hann at ogna sær veruna. Jú, eg var vitandi um, at tað meira enn so var hent, at lenandi skips- tjansur ella annað starv tyktist hava fylgt við hóskandi trúartilknýti, at gomlu sálmalegini vóru avloyst av dansi- ella popplagi til andaliga tekstin, og at undirhald kundi vera vavt upp í prædikur, men helt eg kortini fyri, at so ymisk menniskju nú einaferð eru í áskoðan, máttu tey hava frítt at velja ta boðbering teimum hóvaðu. Síðani líða fleiri ár, og imedan eygleiði eg gongd- ina í og uttanum meg, samstundis sum eg ong- artid heilt gloymdi marg- háttligu orð vinmann míns. Eg lesi um og upplivi beinleiðis átrúnarligt ó- frælsi víða nvar 1 landi- hóast slíkt frælsi sagt skuldi Min, sum verið „ani i grunnlógargivið. Eg lesi um trúboðara, sum valla slapp at gista, eina ferð hann ferðaðist á bygd við sínum »nyggja« boðskapi. Eg upplivi vanlig meina- leys menniskju, sum verða nervaniðurbrotin vegna harðrent og kyniskt trýst frá og í meinigheit- um vegna trúarligt til- knýti. Ikki eru árini heldur so mong, síðani mangir sera gávuríkir lærarar ikki sluppu at brúka sín lær- dóm vegna »6hoskandi« trúartilknýti. Og fyri at gera eitt langt lop fram í nútíðina, so upplivir ein so sanniliga eisini erviti júst í nútíðini ganga so vítt sum til at lýsa nakrar av størstu pol- itisku flokkum landsins sum at hoyra sjálvum illa- manni til, samstundis sum tey, sum skuldu verið okkum góð fyridomi, kappast um at skýra hvenn annan fyri at vera fremstu meinbogar Guds — og hetta alt meðan sera grumsut politisk súpan verður kókað út á. Eg kann bert vera full- komiliga samdur við ein- um av pannellutakarunum í, at hugsunnar-, talu- skrivi- og t.d. religións- frælsi er ein frammihjå- rættur hjá okkum føroy- ingum, men hvat nyttar hetta grunnlógargivna frælsið, tá brúkarar av hesum sama rætti sjálvir ganga á odda fyri at und- irminera henda rætt? Oðr- vísi haldi eg ikki tað kann skiljast, tá eitt nú menn snikkaleysir loyva sær beinleiðis og óbeinleiðis at skuldseta eitt nú javnað- ar- og tjóðveldisveljarar fyri at stuðla satans verk. Og hvar er trúarfrælsið tá politikarar úr fleiri flokk- um ditta sær at mæla til beinleiðis starvsbann (be- rufsverbot) mótvegis ann- ars hampa borgarum, sum ikki hava gjert annað enn í góðtrúni at brúkt sín grunnlógargivna rætt: frítt at meina, tala og skriva? Eg sá og hoyrdi einaferð ein prædikumann á einum gøtumøti peika á tinn- ingina og harvið demon- strera fyri okkum, at uml. 90% av íbúgvunum i stór- ari bygd annaðhvort máttu vera svakir ella evnaveikir og hetta bert tí, at hesir ikki vóru mettir á hetta gotumeti. Eg havi eisini frætt, at maður í fullum álvara metti kristindómin fyrst- hesi eld at vera komnan til foroyska bygd og hetta saman við åvis- um prædikumanni. Ein hevur hug at spyrja, hvussu veit við hjá teim- um farnu ættarliðum hinumegin lívsins grind! Nú alt fleiri og fleiri luta seg í fleiri og fleiri, smærri og smærri andaligar fel- agsskapir í hesum eftir øllum at døma sera gud- rekna landi og hver sær taka sær patent upp á himmiríkisins lykil, tykist himmiríkis portur trongt og plássini fá. Við tí leið, andaliga gongdin hevur tikið, tykist einki ófort, tá um amboðini ræður. Kanska tervar súpanini alskyns bót — í so máta hevur fyrr nevndi vin- maður mín rætt. Átrúnarlig øsing man sum onnur øsing roynast stokkutur hiti. Fanatik- arar hava seinastu tíðina gniggjad sær í hendurnar yvir, at linjurnar nú eru trektar upp — nú er greitt hverji eru Guds bern og hverji illamans. Kanska. Men eg skal lova fyri, at teirri samlaðu kristinheit- ini er og verður tað neyv- an til fyrimunar. Her eru gravir grivnar og tað djúpar, og man úrslitið ikki vera, at mong av teimum meira spakføru eru vónsvikin, særd og stygd langt burtur? Persónliga meti eg sam- antikið átrúnaða vera ein líðandi tilgongd, eina sannfering, sum hin ein- staki ognar sær, mangan gjøgnum sera drúgva á- trúnarliga búning, hóast onkur helst vil halda fram hesa magisku og undr- unarkendu frelsuna, man ein ikki her mangan gloy- ma ta átrúnarligu ávirkan (og tíðum saman við kreppum), sum tey frammanundan hava kent á sær, og sum tilvitað og ótilvitað alsamt kann hava gjørt sítt verk í ein- um? Uttan at nokta fyri, at Gud hevur skapt menn- iskjað í sínum bílæti, vil eg halda, at menniskjað fyri ein stóran part mynd- ar sær sjálvan Gud, so sum hann best hóvar ein- um. Sjálvur havi eg so- leiðis fremst av ellum hugsað mær Várharra sum hin sanna urtagarðs- mannin, persónin sum elskar og frøist um hvønn ein vøkstur í víngarði sin- um, eisini hin veika spir- an, hann sum vísir lang- móð og tolni við hverjum, sum sprettir og grør, vil Nr. 78 — 12. november 1977 fjálga og lívga um tað og fremst av øllum frøist yvir hvørja nål og hvørja litla framgongd. So sum andaliga og fyri tann skuld eisini politiska råkid hevur verið seinastu tíðina, beri eg ótta fyri mongum veikum, smáum spírum, hesa tíðina so mong andalig brótaraross hava gingið tamarleys í harrans víngarði. So brutal, ódámlig og helst eisini Gudi ósemilig ýlanin og kleyvanin hevur verið, ber mangt á, at tað bert hevur verið við ti fyri eyga at stinga grúkin upp um aðrar vøkstir. Eg hoyrdi í lurtinum í morgun ein prest revsa sítt kirkjulið fyri, at krist- intrúgvin mangan ikki tóktist ókunnumanninum verdug vegna ljóta og 6- gudiliga atburð teirra so- kallaðu kristnu. Hetta var djerv tala! Vit her i Føroyum nyt- ast fyri so vitt ikki at leita uttanlendis fyri at finna veikleikar og andaligu brotsverk teirra kristnu. Væl er tað átalu vert, at tann kunngjerdi andaligi ráðgevari Nixons (Billy Graham) ikki megnaði frægari enn so, at Nixon hóast alt — og óivað í harrans navni — sendi eina serdeilis »heita« jóla- gávu niður yvir Vietnam hin minniríka fyrsta jóla- dag. Tað nítir eisini at hjartanum at vita sær, at Jimmy Carter, hvers andaliga stødi fólk víða hvar høvdu vón til og væl saktans eisini hava valt hann upp» á, nú tykist hava givid sitt vælsignilsi til eina ta mest óreinu bumbu, sum perversi mannaheilin hevur fostrað til dato. Tað er eisini møguligt, at illimaður hevur eina av sínum hevuðsambasadum í Kreml, men at billa sær og ødrum inn, at hann bert er at hitta har, er få- vitska. Nei, og aftur nei. Man hann ivaleyst ikki vera eins væl umbodadur her heima hjå okkum sjålv- um, i meinigheitunum/ kirkjuliðunum, á skriv- stovunum hjá ymiskum blaðstjórum, í heimum víða hvar eins og inni hjá undirritaða? Hava teir á teimum an- daligu háborgunum í Fer- oyum sameintir viðtikið at deporterað illamann til Kreml og í framtíðini burturav hugsað sær at argað hann har, so beri eg av ótta fyri átrúnarligum farisearavirksemi, falsi og sum frá líður beinleiðis avkristning í Føroyum. I eini av panelgreinu- num varð latið eitt lítið sindur hánt um nyttuna av ti dagliga forkynnils- Eyðun Joensen 7 se] inum. Tað haldi eg ikki ein skal, tí kristni í menn- iskjanum er ein viðkvæm- ur vekstur, sum krevur dagliga rekt fyri at livgast og mennast, men til tess krevst skynsom og fremst av ollum eym hond fram um andaligt buldosara- virksemi. Tað er nú einaferð so, at hitt góða fyridømi roynist eina frægast á uppalingar- leið — eisini tá um kristni- trúgv ræður. So sum an- daliga og politiska rákið er í letuni, tykjast vánirnar ikki góðar. Ærligu, tolnu, spaklyntu og viðkvomu amboð Guds, sum vit øll til alla lukku kenna og virða, tykjast at formáa sær bert lítið í tí andaliga hurlivasanum, sum nú tykist tróna fram. Tað er at óttast fyri teimum an- daligu timburmonnunum. Teir eru sæddir áður. Tá eg gekk í skúla grenjaði eg sum so mang- ur annar inn á tað, vit skuldu læra í søgu. Eg helt tað vera so veruleika- fjart og tessvegna týdn- ingarleyst. Lærarin royn- di at eggja okkum at lesa upp á og møsnadi okkurt um at segan hevði lyndi at endurtaka seg upp á gott og ónt, og tí fór seinri at vera ogn í læruni. Ég skilti tá ikki lærarans talu, men aktaði hann kortini. Í dag skilji eg hann, kenni at hann hevði rætt, hóast tað ikki er ser- liga hugaligt, at serstak- liga teir myrku kapitlarnir í mannasøguni hava lyndi at endurtaka seg, eisini her hjá okkum. Men igjøgnum slavnu politisk-religiosu = skadd- una her á landi hómast kortini enn ein vón — vónin um framhaldandi hugsunar, talu- og skrivi- frælsi og tann vegin mennandi upplýsing. Lat okkum hóast høgrablåst- urin ongantíð missa hetta frælsið, tí tá verður myrkt og í myrkrinum er tað, at tær ódámligu atgerðirnar vera framdar. Eyðun Joensen re SE