leygardagur 26. november 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 26. november 1977
sosialurin
Síða 5
Ungtemplarasambandið MYNNI
skipar fyri skeiði i Gøtu
70 ungfólk fara at luttaka
Um vikuskiftið fer Ung-
templarasamband Feroya
at skipa fyri einum skeiði í
Getu. Eini 70 ungfólk
millum 15 og 25 ár, frá
teimum flestu losjunum
og fråhaldsfeløgunum i
landinum fara at luttaka.
Endamálið við skeidi-
num er at útbúgva fólk til
at leiða ungdómsarbeiðið,
og spurningurin um hví
tað er neyðugt við frá-
haldsarbeiði skal eisini
viðgerast á skeiðinum.
Skeiðið verður hildið í
Losjuni í Getu og í skúla-
num, og verður skipað við
fyrilestrum og við bólka-
arbeiði.
Ein norskur instrukter-
ur skal standa fyri skeiði-
num saman við nevndini í
ungtemplarasambandi-
num. Norðmaðurin er 21
ára gamal, og starvast hjá
goodtemplaraskrivstov-
uni i Bergen.
Leygarkvøldid verður
skipað fyri eini samkomu
fyri limum í losjunum í
Getu og á Skála.
Tað er eisini ætlanin at
skipa fyri einum almenn-
um fundi sunnudagin kl.
16, annaðhvert í skúla-
num ella í losjuni.
Sleppa av við
alla framleiðsluna
— Feroya plastidnaður hevur ætlanir um útbygging
Omanfyri Sørvåg, við inn-
koyringina til flogvøllin,
er eitt lítið idnadarvirki,
Føroya plastidnaður.
Virkið framleiðir isoler-
ingstilfar úr tí, sum van-
liga verður rópt flamingo-
plast, men framleiðslan í
Servági hevur fingið vøru-
merkið TavsOplasT. Um-
framt plátur í ymiskum
støddum ger virkið skálir
til rerisolering.
Selt beinanvegin
Føroya plastidnadur fór
undir framleiðsluna í
1967. Virkið koyrir nú við
fullari framleiðsluorku,
tvs. innanfyri vanliga ar-
beiðstíð, og tað eru ongir
trupulleikar at sleppa av
við framleiðsluna. Eina tíð
í summar var neyðugt at
koyra alt samdegrið fyri
at fylgja við eftirspurn-
ingunum. Hesi seinastu
3—4 árini hevur fram-
leiðslan annars verið jøvn.
Isoleringstilfarid — verður
selt til timburhandlarnar
og flakavirkini, sum
byggja út ella um.
Eitt sindur varð sent til
Íslands fyri tveimum ár-
um síðani, men annan út-
flutning hevur ikki verið
talan um.
Útbygging
Upplýst verður, at virkið
Ráevnið til framleiðsluna av TavsOplasT verður keypt frá Shell í Onglandi. Talan er
um pulvur, sum verður flutt inn í 125 kg. tunnum. Pulvurið verður skúmað í einum
dampkókara og verður tá til lítlar luftfyltar kúlur. Hesar kúlur verða so trýstar saman
í blokkar uppá 17, 20, 25 og 30 kg. alt eftir, hvussu fastir teir skulu vera. T.d. verða
pláturnar úr 25 og 30 kg. blokkunum brúktar í gólvum á flakavirkjum.
Blokkarnir eru ein kubikkmetur og verða skornir til plátur í ymiskum tjúktum.
Virkið ger 2000 blokkar um árið. Á myndini verður ein blokkur skorin í plátur, ma-
skinan er gjørd á verkstaðnum hjá Dánjal Tavsen í Sørvågi, men formarnir eru keypt-
ir úr Íslandi
hevur ætlanir um at bygg-
ja út komandi ár. Tá verð-
ur bygt omanfyri. M.a. er
tørvur á størri goymslu-
rúmi, tí veran tekur nógv
pláss.
Ein nýggjur formur til
at stoypa blokkar í er
longu bílagdur úr Íslandi.
4 mans arbeiða á virk-
inum.
Arbeiðsmenn
Søkt verður eftir arbeiðsmonnum til
byggiplássið á
num.
Landssjúkrahúsi-
H. Hoffmann & sønner A/S
tlf. 13282
Skálir í ymiskum steddum til rørisolering verða eisini
gjørdar á virkinum
Noyðast at siga
bátar frá sær
Handils- ég frystivirk-
ið í Fuglafirði hevur
fingið nógvan ráfisk í
heyst og virkið hevur
noyðst at siga bátar frá
sær, ti tað ikki kundi
taka móti fiskinum frá
teimum.
Higartil í ár hevur
Handils- og frystivirk-
ið keypt góð 2000 tons
av ráfiski og til saman-
beringar kann nevnast,
at alt árið 1976 tók
virkið móti 1970 tons-
um.
Mikudagin var veið-
an hjá línubátunum
hendan: Liggjas 5.200
pund, Hólmasund
4.000, Fiskimúli 4.900,
Brandur 2.800 og Tóra
Maria 6.800 pund.
Týsdagin vóru einans
tveir bátar úti, Tóra
Maria hevði 7.100 og
Liggjas 5.800 pund.
Linubåtarnir royna
mest nordanfyri og tad
hevur gingist væl hjå
teimum i heyst. Teir
fåa mest hysu, stora og
góða, frættist av virk-
inum.
Trolarin Vónin var
inni í vikuni vid 2.500
pundum. Teir høvdu
bert roynt tann eina
dagin, tá teir noyddust
at gevast fyri veður.
Fyrsti
»Cubatrolarin«
komin i vinnu
Trastur, tann fyrsti av
»Cubatrolarunum«,
sum er lidugt umbygd-
ur, hevur landad 5.800
pund i Fuglafirdi. Teir
høvdu eitt hál á Nóls-
oyarbankanum og láta
væl at bátinum, frætt-
ist. Trastur skal fiska
til Handils- og frysti-
virkið í Fuglafirði.
Grønlendskir
arbeidarar
studul
úr Føroyum
Føroya fiskimannafel-
ag og Føroya arbeid-
arafelag hava latið
10.000 kr. til grøn-
lendska arbeiðarafel-
agsskapin, GAS. Pen-
ingurin er latin í sam-
bandi við verkfallið,
sum hevur verið í Mar-
morlik, har grønlends-
ku nåmuarbeidsmenni-
nir fóru í verkfall fyri
at leggja dent á kravið
um at fáa somu len
sum donsku arbeiðs-
menninir og fyri at
forða tí, at danski ar-
beiðsgevarafelagsskap-
urin noyðir danskar ar-
beiðsrættarreglur inn á
grønlendingar.
Mesti
uppgangur
i mannaminni
I Fuglafirði vórðu
triggir bátar tiknir úr
neystunum av brimi-
num, sum var fyri
tveimum vikum síðani.
Tað eydnaðist at bjar-
ga tí eina, men hinir
báðir, tvey fimmman-
nafør, komu inn aftur
við súginum og brotn-
aðu. Inni á sandinum
breyt brimið tveir
stoyptar garðar, so
nógv mold rann niður.
Menn vita ikki at
siga frá slíkum upp-
gangi í Fuglafirði sum
henda leygardagin.
Ætlanir um
skúlabygging
Ur Hovi frættist, at
sóknarstýrið hevur
ætlanir um at byggja
skúla í bygdini. Tekn-
ing er fingin til vega og
mett verður, at byggi-
kostnaðurin kemur at
liggja um 500.000 kr
Núverandi skúlin
varð bygdur einaferð í
3
fyrsunum og er nu
ringum standi. Komm
unan eigur eitt stórt
oki uttan um skúlan og
skal nýggi skúlin
byggjast vestanfyri
tann gamla. Tað, sum
eftir verður av økinum
skal gerast til spæli
nláss
Talan hevur eisini
verið um at gera ein
svimjihyl inni í Hovsá,
men tað málið er ikki
komið víðari
I Hovi búgva nú 142
folk.
Sugur i
båtahylinum
Síðani bátahylurin i
Hovi varð dýpkaður
fyri 10 árum síðani
hevur hann ikki verið
góður. Tað er ov nógv-
ur súgur í honum,
verður upplýst. Fleiri
bátar eru heimahoyr
andi í Hovi, men hað-
ani er lítil og ongin út-
róður. Í summar varð
arbeitt fyri einar
25.000 kr. uppá drátt-
in, sum varð stoyptur
Annars frætta vit, at
sóknarstýrið hevur ar-
beitt fyri 120.000 kr.
uppá vegin gjøgnum
bygdina, asfalterad
hann og breidkad hann
i stødum. Til hetta
hevur kommunan ong-
an studning fingid frå
landinum, hóast hon
fleiri ferðir hevur sekt.
Annars arbeiða allir
arbeiðsforir menn í Ho-
vi í letuni uppá vegin
millum Hov og Pork
eri.