leygardagur 26. november 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 82 — 26. november 1977
Einki stendur í stað
Gjegnum tíðirnar hava
rembingar og reringar á-
virkað samfelagið og so-
leiðis eisini tað fólk, ið her
hevur búð.
Tá lívskor og viðurskifti
broytast, kemur ein nýggj
tíð. Og skiftan av tíðum er
so ein tåttur av søgu okk-
ara. Ein táttur er hin pol-
itiski, ein annar hevur við
tað dagliga lívið at gera.
Mær er litið upp í hendi
at skriva eitt sindur um
bygdamenning. Hetta er
eitt áhugavert tiltak, sum
her bert leysliga skal
verða nomið við. Nevnt
varð eisini, at gott var,
um nomið var eitt sindur
við flytan av bygd í bý.
Her er vert at leggja sær í
geyma, at tað ikki eru so
øgiliga nógv år síðan, at
tað var liviligari á bygd
enn í Havn. — Eg fari
helst ikki skeiv, tá eg sigi,
at lógin um, at havnarfólk-
um varð loyvt at bidda,
ikki er farin úr gildi enn.
Tað var ikki stuttligt at
vera ognarleysur, tá ein-
asta vinna, ið talast kundi
um, var landbúnaður.
Átti tú onga ull (sum tá
var Feroya gull) var ein
útvegur, umframt at
bidda, at leita eftir lesull.
Sagt varð, at ikki var tað
sjáldan at farið varð í
toku, tá var ofta í meira
lagi í posanum, enn van-
ligt.
Í Føroyum hava fólk al-
tíð arbeitt hart fyri at
kunna liva. Men tá for-
eldur, abbar og ommur,
dag og dagliga samanbera
ungdómin fyrr og nú fyri
at undirstrika, at tey
ungu í dag einki gera, so
tykir mær hetta skeivt, tí
ungdómurin í dag hevur
onga skuld í, at viður-
skiftini eru broytt, sum
tey eru
Nakað annað er, at vit
siga teimum frá, hvussu
tað var í okkara tid. Ti
ætli eg her at siga eitt
sindur frá, hverjar broyt-
ingar eru mær fremst í
minni, frá tí eg var barn til
dagin í dag.
Í 1930-árunum vóru
trongar tíðir hjá fólki allar
staðir, men tað var onga-
tíð so hjá okkum, at vit
manglaðu nakað, hóast
mangan var smátt og tá
serliga sjúka gjerdi seg
galdandi.
Kortini standa 30-árini
ógvuliga ljós fyri mær,
sum nakað spennandi og
lærurikt. Tað var ikki
minst avbygda fiskagent-
unum, sum komu til
Vágs, fyri at takka. Tær
búðu í fiskahúsum: Brim-
borg, Kikkeneborg, Hol-
borg, í Sjúðrhúsi o.s.fr.
So skjótt, tær komu,
vóru vit bern har, og við
hvert vóru onkrir ungir
stavnar har, sum hildu
seg hava sterri rætt at
koma har enn vit. Men har
var hugnaligt, har var
mong kærleiksvisan
skrivað upp í bók og sung-
in. Við hvert hevði onkur
grammofon, og tá varð
farið upp á gólv. Nú mugu
tit ikki halda, at tað var
bert dansur og spæl, nei,
tær lærdu okkum at binda
og ikki minst at hekla.
Sanniliga, tær vóru dúg-
ligar.
Sluppirnar vóru nógvar
á Vágsfirði, men ikki var
altið nógv fiskað, men
sjálvt um nógv varð fisk-
að, so var urtøkan sum
Harra Guð veit. Keypt
varð og skrivað, ti pengar
vóru ikki latnir fólki fyri
strid og strev, og úrslitið
var, at tey flestu høvdu
keypt meira enn tey áttu
fyri.
Í 1939 kom fyrsta verk-
fall, eg minnist, og situr
mær týðiliga í minni. Og
var tað fyri at fáa løn-
gjaldstovu.
Frammanundan hevði
tað verið so, at skuldi tú
t.d. gjalda streym, mátti
tú at biðja arbeiðsgevaran
um pening. Meg minnist
eina ferð, eg var farin at
biðja um 2 krónur. Hand-
ilsmaðurin spyr: »Hvat
skulu tey brúka 2 kr. til?«
Tað visti eg ikki. >Far so
heim aftur og spyr,< svar-
aði hann. Komin oman í
trappurnar, meti eg
manni, sum spyr, hví eg
síggi so misnegd út. Hon-
um varð sagt frá úrsliti
mínum. „Hví segði tú
ikki, at tað rakar ikki
hann?< Vit vóru lærd ikki
at svara vaksnum fólki
aftur, so hetta samsvaraði
ikki. Kortini stóð eg bert
lítla lotu, so upp aftur.
Handilsmaðurin vendi
sær móti mær og spyr:
„Hvat skuldu tey brúka 2
kr. til? >Tað rakar ikki
tygum«, svaraði eg kvik-
liga, men samstundis
hvakk eg við, ti eg hevði
brúkt munn. Handilsmað-
urin sveiggjaði nevan fyri
andlit mitt og segði: >So,
tú ert longu vorðin ein av
hesum forbannaðu bolsje-
vikkunum.«
Slíkar og verri móttek-
ur fingu fólk við hvert, og
tí var tað, at ynskið og
kravið kom um at fáa løn-
gjaldsstovu. — Eftir nógv
stríð, men gott saman-
hald, eydnaðist tað at fáa
hesa løngjaldsstovu.
Kriggið kom og tær
stórbroytingar sum við
slíkum fylgja.
Vágsbygd var fyri stór-
um missum, nógv skip og
nógvar manningar fórust.
Men fíggjarliga kom
bygdin at vera væl fyri.
Tað var nógvur heimaút-
róður. Meg minnist mangt
kveld, tá øll keiin var av-
takin við fiski líka niðan
móti brekkuni, sum gong-
ur niðan frá keiini. Har
vaskaðu teir niður í skip,
sum »logu til.« Sjålv lut-
Vågsbygd var fyri stórum missi undir krignum. Nógv skip og nógvar manningar fór-
ust. Men fíggjarliga var bygdin væl fyri, tí har var nógvur heimaútróður
tók eg, eg rippaði húkar
og við hvert egndi eg eis-
ini, hóast tað av summum
monnum varð hildið ræðu-
ligt, ti tann pátrúgv var,
at konufólk skuldi einki
hava at gera við bát ella
fiskireiðskap.
So er kriggið liðugt. Vit
fáa heimastýrislóg, vit fáa
Marshallhjálp, samstund-
is sum vit eisini áttu frem-
mandagjaldoyra í Bret-
landi. Framskygdir menn
dugdu at síggja, at tað,
sum tá kravdist fyrst og
fremst var, at fiskiveiði-
flotin varð endurnýggjað-
ur.
Hetta er so tað, sum
aftur kemur at broyta
livihátt og -kor fólksins.
Tær størru bygdirnar fáa
sær fiskifer, fer, sum
kunnu veiða alt árið. Hvat
var so at gera? Jú, ein
partur av fólki flutti úr
óhegligum bygdum til
stórplássini, og verður
tað, sum vitiligt er, yngra
fólkið, sum flytur. Hetta
fór at vera tann vissi deyði
hjá mangari lítlari bygd,
um ikki menn aftur tá
vóru framskygdir og dug-
du at síggja, at samferð-
sluviðurskiftini máttu út-
byggjast. Summar bygdir
lógu soleiðis fyri, at tað
ikki var komandi til ella
frá uttan eftir sjónum ella
til gongu.
Kortini hoyra og síggja
vit dag og dagliga á-
byrgdafólk finnast at, at
pengar verða tveittir burt-
ur til havna- og vegagerð.
Hesi fólk hava ikki roynt,
hvat tað er at búgva á ein-
um isoleraðum stað, og
soleiðis ongar møguleikar
hava at velja í, jú, tveir:
flyta ella doyggja í
hungri.
Mær rennur eina aðra
stórbroyting í huga.
Til løgtingsvalid i 1958
var undirritaða ein av
teimum, sum gekk hús úr
Ullin er ein av teimum fáu råvørunum vit hava. Tað er ófatuligt, at ikki meira er sett
húsi at bera eina heilsan
frá Feroya Javnaðarflokki
— hetta vóru boðini um,
at flokkurin hevði sett sær
sum mál at fáa lóg um
fólkapensión í gildi í Før-
oyum. Tann mótteka, vit
fingu var ógvuliga ymisk.
Summa staðni vælsignaðu
fólk okkum, og aðrar stað-
ir forbannaðu tey okkum
og teir, sum sent okkum
hevdu.
Tað sigur seg sjálvt, at
hetta var ótrúligt hjá teim
gomlu, at tey, tá lógin var
komin í gildi, bert skuldu
taka í móti pengum —
tey, sum frá barnaárum
høvdu strevast og stridst
fyri lítið og lætt, nú á
gamalsaldri skuldu fáa
pening bornan upp í hend-
ur. Tað vóru tey, sum
hildu tað vera skomm, ja
sum at liva av kommun-
uni, men so við og við
skiltu tey, at tað var ein
rættur fyri ell.
Onga tíð koma vit á mál
í stremban okkara — hver
tíð kemur við sínari av-
bjóðing.
Í 1974 varð borgarstjór-
in í Havn spurdur í eini
samreðu í Kommunutíð-
indi: Misrekir landið upp-
gávu sína mótvegis kom-
mununum?
Svarið var ikki ja ella
nei, men vit fáa ta fatan,
at vandi er á ferð — tað
kommunala sjálvstýrið er
í vanda.
Bygdirnar, sum tær
flestu hava minni enn
1000 íbúgvarar, eru hart
fyrispentar, og tí vóna vit,
at tað altið koma at sita
skynsom fólk við ræðið,
sum gera alt fyri at stuðla
kommunurnar og alla ta
menning, sum tervur er á.
Einstaklingurin í samfel-
agnum er ein eind og
sterkari henda eind er,
sterkari gerst heildin.
Tað má gerast so liviligt
sum gjørligt, so vit kunnu
panelið
Hanna Lisberg lærarinna
Í panelgreinini viðger
Hanna Lisberg millum
annad ymsar broytingar,
sum eru farnar fram i før-
oyska samfelagnum frå ti
hon var barn til i dag.
varðveita bygdirnar. Til-
tøk, sum kunnu fylla fri-
tíðina út, mugu ikki verða
gloymd.
Í 1939 kom vegasam-
band millum Fámjin og
Tveroyri, og gott tað sa-
ma, tí uppiløgudagarnir
kundu vera mangir. Meg
minnist veturin 1949/50.
— Menn vóru komnir
heim úr Grønlandi —
eingin minstaløn var tå
komin í gildi, og teir, sum
ikki hevdu fiskað væl,
vóru illa fyri. Útróðurin
var lítil og eingin. Sam-
bandið eystureftir hjálpti
uppá urtøkuna. Men tað
var ein bági — tað unga
fólkið vildi hava okkurt til
ítriv um kveldarnar, tá
fóru tey ofta eystur um.
Hetta dámdi ikki tí til-
komna fólkinum, at tað
varð koyrt so nógv, og at
tey vóru so sjáldan heima
í bygdini. Hesi fólk taka
seg saman um at gera eitt
felagshús í bygdini, tað
var hvert einasta hús,
sum tók undir við tiltak-
Framhald á síðu 11
inn uppá at framleiða burtur úr hesi ráveruni, skrivar Hanna Lisberg
GS
A