Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. november 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Se i : £ SL AE. EF! seg Nr. 82 — 26. november 1977 sosialurin Sida 7 Kvæðið um kópakonuna Eitt ummæli eftir Eyðun Andreassen Kvæðið um kópakonuna hevur sjónleikarbólkurin Gríma kallað fyrsta leik sin. Ur Mikladali og úr Skålavik kenna vit søgn- ina um bóndasonin, sum gomlu trettindu nátt fór út á helluna at finna sær konu. Søgnin fortelur, at hesa nátt komu kóparnir upp á land at dansa og halda sær at gaman. Kóp- ar eru av fyrstani tíð komnir av fólki, sum hev- ur stoytt seg oman. Men hesa náttina sleppa teir at taka fólkaskap sítt aftur, og nakrar stokkuttar tim- ar eina vetrarnátt kunna teir leika og spæla sum fólk. Og so eina gomlu trett- indu nátt, er tað at bónda- sonurin sníkjur seg at hyggja at, og hesa náttina stjelur hann kópahamin hjá tí fagrastu gentuni á heiluni. Hann hevur sæð hana dansa og leika á hell- uni, sum tá hon kom úr móðirlívi, og hana vil hann hava til konu. Hon noyðist at fylgja honum, av ti at hann hevur gjørt seg inn á hana við at taka hamin. Hamin læsir hann niður í kistu síni, og tey bæði liva saman í mong ár á garðinum og eiga fleiri bern saman. Men kópakonan átti heim sítt eisini á látrinum, og har hevði brimil henn- ara bíðað eftir henni. Ein dagin, tá bóndin var út- rógvin, hevði hann gloymt lyklarnar til kistuna, har hann goymdi hamin eftir, og kópakonan fann hann aftur. Nú lá leiðin opin hjá henni. Hon fór aftur í hamin, gjørdist aftur kóp- ur og fór á látrið til síni egnu. Bern síni við bóndanum gloymdi hon tó ikki, og oftani var ein kópur at síggja fyri landinum, tá bernini spældu niðri í fjør- uni. Tað var móðirin, sum eygleiddi bern síni. Men segnin endar ógv- isliga. Tá bygdarmenninir skuldu fara at sláa kóp, kom kópakonan til bónd- an í dreymi og segði hon- um, at mann sin brimil- in og bern hennara mátti hann ikki sláa. Og so segði hon honum, hvussu hann skuldi kenna teir kóparnar, sum vóru hennara, frá hinum á látr- inum Kópakonan sum átti heim sitt bæði millum fólk og kópar av ti at menn- iskjað hevði skrætt hana burtur úr heimi hennara, leit til síðsta dag á mannin bóndan Bóndin sveik. Hevndar hugurin brant honum og sjålvur slå hann bædi brimilin hjå konu sini og børn hennara nósarnar Tá kom kópakonan aftur og tevjadi sitt egna kjøt og blóð í pottinum hjá bóndagarðinum, og hon lýsti hevnd í tjúgunda lið. So mikið skal falla og so mikið skal doy, at tey kunnu í fevning taka um alla Kalsingsoy. Kvívíksjógvan hevur yrkt kvæði um segnina, og hann hevur givið spádóm- inum hetta orðalagið. Ur hesari søgnini hevur Gríma evnað leik sín. Kópakonan er høvudsper- sónurin. Hon kemur inn í menniskjanna heim úr ongum. Hon kemur nakin og tað fyrsta hon kennir til henda heimin er, at hon má lata seg í klæði. Hon má fjala sín nektaða kropp. Men hon grunar onki uttan tað góða. Hon fegnast uppi yvir at hava klæði hangandi um kropp- in — tað er nýtt og stutt- ligt hjá henni. Hon smæð- ist hverki seg sjálva ella nakran annan. Hon er nýggj og hon stendur á berum. Tað einasta hon hevur við sær er gleðin og forvitni og fram um alt kærleikan. Og kærleiki og forvitni og freði hennara eru uttan mark. Hon fegn- ast uppi yvir ollum, men fyrst og fremst bóndasyn- inum, sum er hann, ið vis- ir henni alt hetta nýggja og spennandi alt hetta ófatuliga vakra sum hon sær. Hann greiðir henni henda fyrsta vetrardagin frá menniskjanna verð og menniskjanna umhvervi. A einari brúnari túgvu skal um stutta stund fara at næla og reyðar, smáar blómur spretta skulu fram Kópakonan sýgur hetta í seg. Hon drekkur ótálm- að av ti drykki, sum bón- dasonurin rættir henni og í einfaldum ovfarakæti sýgur hon í seg alt sum sansir hennara nema. Men enn kennir hon ikki menniskjanna huga og menniskjanna sinni. Tá hon er komin væl til bygd- ar kvødur bygdin fyri henni: Yndandi kvinna er sælast av ellum. Heitt er títt hjarta av alskhugans brandi. Fjart ert tú skotin frá vini og frænda. elskandi kvinna komin til landið, har eym- leikar dvína, kenslurnar kargar og longsulin læstur. Menn eru menn, og kvinn- an er heima. Sleppa tó skalt tú at dvelja so leingi, tú lagar teg eftir og muður tín tegir. Nú ert tú eina Soleiðis kvødur bygdin til kópakonuna, og um bón- dasonin — mann hennara — kveður bygdin soleiðis: Maður, hon elskar teg Bóndi, vit akta teg Slektin hon føddi teg Fedrarnir eiga teg Lógirnar tulkar tú Krevini setur tú Viljan hann eigur tú Okkum uppvandu tit Feddu og geddu tit Tað, sum tit vilja, tað vilja við. Men kópakonan veit onki um menniskjanna lív, og ongin sigur henni tað Ongin veit at siga henni tað. Siðaarvurin er so líð- andi lagdur niður í menn- iskjuni, at tey vita ikki av ti. Tey eru bundin at hon um og tey flestu hava ikki flog at hugsa so mikið, sum at okkurt kundi verið annarleiðis Tá kópakonan gongur við sinum fyrsta barni, ber eisini fjóskonan á garðinum barn undir belt- inum, sum hon hevur saman við systkinabarni sinum. Fyri slíkt er bara eitt at gera, og tað er at melda og fyri slíkt er bara ein revsing deyðarevs- ingin. Soleiðis er og so- leiðis hevur altíð verið. Tað skilja ell. Tað er bara so. Men kópakonan skilur ikki at fjóskonan ikki er eins glað og hon sjálv. Tær skula jú báðar eiga barn: bóndakonan og fjós- konan. Og hví skal so stúra fyri tí, froðir fjóskonan sum bóndakonan seg um. Tær eru báðar menniskju í somu bygd, og báðar áttu at verið í somu stødu Soleiðis skal kópakonan læra um menniskjanna lív og sinni. Men hon skal læra meira. Tað er tá hennara egni maður vend- ir sær frá henni í spurn- inginum um fjóskonuna. Hann krevur deyðarevs- ing og ikki vil hann lata ein jarðateig til húskallin og hana at seta búgv á. Kvæðið úm kópakon- una er ein æviga aktuellur leikur. Ein leikur, sum er skrivaður á heimliga á okkara egna samfelag. Við eygum kópakonunnar síggja vit hin feroyska gerandisdagin í tí gamla bóndasamfelagnum sum eina keipumynd av einum samfelag. Serliga í okkara tid er eitt rák av nostalgi at kenna millum fólk tá talan er um tað samfel agið, sum var framman undan okkara. Tað sum vit ofta hoyra nevnt bón dasamfelagið. Gríma gev ur í leikinum eina hug takandi og hugvekjandi mynd av hesum samfelag og vil taka fram fyri eyg um og oyrum okkara, at heldur ikki har mundi vera so gott altid grund føroyska Lysingin av samfelag- num er á fleiri planum. Á einum plani lýsir leikurin stættarmunin í samfelag- num. Leikurin er ikki tið- arfestur til eitt åvist ára mál, men hann er m.a. um eina tíð, tá landastrokini og biddararnir í Føroyum vóru so nógvir, at øvrig- heitin mátti seta tiltøk i verk fyri at avmarka bidd- aratalið. Eina tíð kravdist so serligt loyvisbræv frá myndugleikunum, fyri at fólk kundu strúka um landið at bidda sær nakrar ullalagdar ella annað at livbjarga sær við. Bend urnir hildu, at tað gekk av skriduni við ellum hesum fátækrafólkinum, og teir fingu ti hesa lóg í lag. Stættarmunurin kemur eisini fram í leikinum á tann hátt, at tað stóð í bóndans makt, um fjós- konan skuldi takast av degum fyri barn sítt ella um hon, á einum teigi frá bóndanum, kundi seta búgv saman við húskall- inum, ið átti barnið. Tað vald hevði bóndin hann sum átti jørdina. Vit síggja eisini samfel- agið á einum eðrum plani. Rósa á Rógvi, Eyðun Johannesen, Kári Oster og Egi Dam Her eru menniskjuni bundin føst í sinum egna hugaheimi. Tá bygdin hevur hug at krevja fjós- konuna fyri rættin er tað ikki bara av óndskapi. Bygdin dugir eisini at síggja neyðina. Men hesi fólkini eru læst av tí mynstrinum og ti uppfat anini, sum teimum er løgd í blóðið. Tey duga ikki at síggja út um tey merk, sum eru og altið hava ver ið. Og høvdu tey dugað at sæð so langt, at tað var Orættvist at henda kvinn an skuldi takast av dogum fyri at eiga barn, so høvdu tey ikki havt møguleikan til at gjørt nakað við tað Ikki av álvara. Men við hvort kann okkurt gerast, og hin forfjónaði tápuling urin finnur uppá ráð Hann veit, at eisini bónd- in er veikur. Tað er ikki bara fjóskonan, sum er veik. Hann fær bjargað fjóskonuni og samstundis vunnið bóndanum neisur. Hansara ráð hjálpa tó ikki tí næstu fjóskonuni, sum verður við barn onkra aðra staðir. Ráðini duga bara í ti eina førinum. Einans kópakonan hev ur ikki fingið menniskj- anna samfelag lagt í blóð- ið. Og hon lærir ongantíð at skilja tað. Ella kanska vil hon ikki skilja tað. Tað eydnast ikki bygdini at drepa ta gleði og tað for- vitni eftir lívinum og kær- leika hennara. Hon verður vonsvikin og hon verður kúgað av menniskjunum. Teimum kenslum hon kom við verður harður ágangur á. Tær kenslurnar skula sanniliga standa sína roynd. Men kópakon- an andevir ímóti og hon hevur í mun til menn iskjuni ein meguleika eftir Kópatilveruna Bygdin ella samfelagið rekur hana aftur á bláman, tá allar royndir hennara at liva í bygdini eru miseydnaðar Og hóast henda dapra enda á bygdalivi hennara vitjar hon trúliga aftur inn at fjorusteinunum at sigg- ja born síni og mann sín. Hon hevði kærleikan og gleðina eftir hóast alt Men tað hevði bóndin ikki. Hann fór á látrið og týndi alt, sum var henn ara Er hetta so bara ein negativur leikur? Ein leik ur har kópakonan, ið um boðar alt positivt má dvi na undan menniskjunum, ið umboða alt negativt So einfalt var hetta ikki Menniskjuni áttu sterkar kenslur. Bón sett upp dasonurin hevði stóran ans fyri ti vakra hann hevði nógvar kenslur, mer tað tyktist sum umstødur hansara vóru soleiðis háttaðar, at hann so líð andi varð troðkaður burt ur frá sær sjálvum. Ha varð fangaður a framhald á siðu II