Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. november 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 82 — 26. november 1977 Tað er ein spurningur um A-landsliðið ikki skuldi hvílt í nøkur år segði nevndarlimur í fótbóltsdeildini, tá vit tosaðu við hann Ítróttarteigurin hevur í samband við ársfundin hjá fótbólts- deildini, ið verður í dag kl. 9.30 fyrrapart, tosað við teir triggjar nevndarlimirnir Christian Olsen, formann, Markus Køtlum, skrivara og Ole Christensen. Samrødan fór fram einaferð í heyst á skrivstovuni í ÍSF-húsinum í Gundadali Nú uttandura fótbólturin er lokin á hesum sinni, so kundi ein hugsa sær, at fótbóltsdeildin fór at fyri reika tær innandurakapp ingar, ið eru á hverjum vetri, men hetta vóru teir triggir fótbóltsnevndar- limirnir samdir i, at feløg „ai sjålvi skuldu fyrireika, ti arbeiðsbyrða teirra var nærum óyvirkomilig frammanundan. Fáur man vita um tað stóra arbeiði, ið fótbóltsdeildin ger alt summarið, meðan tær ymsu kappingarnar fara fram, so teir hildu, at ein lítlan part av vetrinum vildu teir nýta til hvíld, sjálvt um hon ikki verður so long, kappingin næsta ár skal jú leggjast til rættis og nógv arbeiði er av teimum kontaktum, ið fótbóltsdeildin hevur fing- ið við onnur lond. Eisini er tað næstan ómeguligt at leggja eina vetrarkapping, hondbólturin nýtir hallir nar nærum hvert viku- skiftið og eisini skal tað vera pláss fyri badminton 0.0. Harafturat er hellin á Hálsi jú eisini ein sam- komuhøll, ið skal nýtast til fundir 0.a.t. Dómara- spurningurin Í summar hevur dómara- spurningurin verið nógv umreddir. Vit hugdu í kappingarskipanina og sóu, at av teimum 42 dystum, ið vóru leiktir í fyrstu deild, var HB sett til at doma 13 dystir, B36 5, KÍ 4, VB 3, meðan dómarar, ið ikki vóru bundnir at nøkrum felagi skuldu dema hinar 17 dystirnar. Hetta bytid hildu vit vera undarligt, men svara varð, at deildin hevði roynt at gera so sum vanligt er í oðrum lond um, nevniliga nýta so fáar dómarar sum gjørligt. Fyrst vórðu valdir 8 dóm arar, sum skuldi dema í lagið 3 dystir og tann, sum fekk flestar dystir, fekk 6 at døma, og tá avtornaði kom so hetta býtið fram. Sjálvandi vildi tað verið best um deildin bert kundi nýta uttanveltaðar dóm- arar (t.v.s. dómarar, ið hver minsta Christian Olsen, formaður ikki eru knýttir at nøkrum felagi), men hetta er ti- verri ógjerligt, tað eru ikki nóg nógvir dómarar í Føroyum, ið hava dóm- araprógn Dómaraskeið Á ti fundi mannahavn fyrr i ár, vístu áhuga okkum gjarna ið var í Keyp- sviar sera stóran fyri at hjálpa M.a. vildu teir senda lærarar í dómara skeiðum hendanvegin, um vit vildu gjalda ferðaút- reiðslur og vistarhaldið hjá teimum, fótbóltsdeild- in skuldi bert siga frá, nær teir vildu hava ein in- Markus Ketlum, skrivari strukter hendan vegin. Christian segði annars, at tá teir høvdu tosað um, hvussu langa tid eitt tílíkt skeið fór at taka, so hevði hann hildið, at triggjar vikur høvdu verið nokk, men sviin helt, at skeiðið í minsta lagið skuldi vara vetrarhálvárið Dómarasetanin Í løtuni fer dómarasetanin fram á tann hátt, at felog- ini melda ein dómara til fyri hvort lið, ið luttekur, hesir skulu meldast til samstundis sum liðini. So verður hugt eftir, hverjir av hesum eru leikarar ella NM í badminton Tá tað seinasta vikuskift- ið varð kappast um nor- rønu meistaraheitini í badminton, eydnaðist tað Lene Køppen at vinna trý meistaraheiti. Kappingin fór fram í Greve í Dan- mark. Aður er tað bert Úlla Strand, sum hevur vunnið tey trý meistara- heitini, ið tað er møguleiki fyri at vinna, triggjar ferðir á rað. Hon vann fyrst einstak- lingakappingina móti donsku gentuni Piu Niel- sen 11 —2, 11—2, harnæst vann hon saman við Inge Borgstrøm kvinnudouble Tær leiktu móti Lonny Boestofte og Irme Ritfeldt Nielsen, ið báðar eru danskar. Úrslitið gjørdist 15—10 og 15—7. At enda vann Lene Køppen, ið er heimsmeist- ari í staklinga- og mixed- double, saman við Steen Skovgaard kappingina í mixed-double. Í finaluni mettu tey hinum danska parinum Mogens Neer- gård og Ingu Borgstrøm og vunnu Lene og Steen 15—3 og 15—2 Heimsmeistarin tapti Í staklingakappingini fyri menn eydnaðist tað dana- num Svend Pri at vinna tað meistaraheitið aftur sum hann í fjør í Reykja- vík tapti til Flemming Delfs. Hetta hendi, tá hann í finaluni vann á sví- anum Thomas Kiilstrom við 15—7, 6—15 og 15—7. Sviin hevði í semifinaluni vunnið á danska heims- meistaranum Flemming Delfs við 11—15, 15—11 og 15—2. Vann einaferð enn Tað fimta meistaraheitið, ið var kappingin í harra- double, varð vunnið av sviunum Bengt Frøhman og Thomas Kiilstrom. Svenska parið, ið eisini vann All England kapp- ingina, vunnu í finaluni 4—15, 15—12 og 15—12 á danska parinum Flemm- ing Delfs og Steen Skov- gaard Ole Christensen ikki, tí er hann leikari, má ansast eftir, at hann ikki verður settur at dema sama dag, sum lið hansara skal spæla, og sum stødan er í løtuni eru tað bert ak- tivir leikarar, ið verða til. meldaðir sum dómarar. ISFsetur bert dómarar til tær eldru deildirnar tær yngru mugu feløgini sjálvi skaffa dómarar til. Av 525 dystum setti fót bóltsdeildarnevndin dóm arar til 311. Um dómari, ið settur er av ÍSF, ikki kann døma dystin, skal tað felagið, ið hann umboðar seta nýggj- an dómara í hansara stað, men er tað ein av teimum uttanveltaðu dómarunum, ið berst undan at døma, skal ISF seta nýggjan, men mangan er tað trup- ult. Tað kann nevnast, at í vissum førum hevur tað tikið triggjar dagar at fáa ein nýggjan dómara. Viðvíkjandi linjuverjum hevur ISF ongar møgu leikar at seta nakrar, tað er sum fyrr sagt nóg trup- ult bert at fáa dómarar nokk. Landsdystar- samstarv Hetland hevur sett seg í samband við ISF fyri at vita, um nakar meguleiki er fyri at taka landsdysta samstarvið uppaftur. Teir triggir fótbóltsnevndar- limirnir siga, at sjálvandi er åhugin til staðar, men tað er ein spurningur um vit kunnu læra nakað av hetlendingum og sostatt VN N/