Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 5 — 21. januar 1978 Undangongumenninir Fyrsta Sosialistiska Ungmannafelagið í Føroyum varð stovnað í 1912 Væl áðrenn hin føroyski javnaðarflokk- urin varð stovnaður, vóru tað unglingar sum tóku seg saman og stovnaðu eitt sosialistiskt ungmannafelag. Hetta felag varð stovnað í 1912, og var hetta felag skipað fyrst og fremst sum eitt tjak- felag, og hevur hetta felag verið rætti- liga aktivt. Í 1965 varð aftur Sosialistiskt Ungman- nafelag stovnað í Føroyum. Hetta felag gav út blað — BERGMÁL — sum kom út í nøkur år. Í fyrsta blaðnum, sum kom út í 1968 var samrøda við undangongu- menn í fyrsta sosialistiska ungmanna- felagnum, og loyva vit okkum niðanfyri at endurprenta hesa grein. Samrøda við J. P. Davidsen og M. S. Viðstein um fyrsta sosialistiska ungmannafelagið í Føroyum. Av politiskum rørslum er javnadarrørslan ein tann yngsta sum komin er hig- ar til lands. Henda rørsla kann ikki sigast at vera tað ein kallar »super før- oysk«, nei hon stingur seg upp har arbeidarafjøldin kennir sviðan av fáman- naveldinum, sum til allar tíðir hevur skapt ein sosi- alan Ojavna, har tey fáu hava í yvirflóð, meðan fjøldin hevur ligið neyð. At henda rersla kom at seta sín dám í mongum londum — serstakliga í norðanlondum — er eyð- sæð, og tó hon kom eisini til okkara. Fótin fastan Millum teir fyrstu feroy- ingar sum blivu hugtiknir av hesi rerslu, vóru Jóan Petur Davidsen og M. S. Viðstein. Vit hava hitt teir á máli, at fregnast eitt sindur um ta fyrstu tíðina henda rersla fekk fótin fastan her í Feroyum. — Hvussu komst tú á fyrsta sinni í samband við javnaðarrersluna og hví við javnaðarflokkin? og svarar Jóan Petur: — Á 18 ára aldri fór eg til Danmarkar at arbeiða — til Fredericia. Her kom eg saman við Johs. Dals- gaard, ættaður úr Skála- vík. Hann var ein aktivur javnaðarmaður. Á henda hátt kom eg í samband við nógvar av oddamonnum javnaðarfloksins, og sjálvandi var mær skjótt greitt, fyri hvenn og hverjar hesin flokkur ar- beiddi fyri. At byrja við »nidri«, sá eg nakað í hin- um rTAGIKAlA flokkinum men, sum sagt, teir hevdu ikki tey boð til fólk, sum javnaðarflokkurin hevði. Eisini høvdu danir eina stóra hjálp í teimum skrivandi monnunum, sum bæði í talu og skrift vístu á teir skeivleikar, sum vóru millum stættir- nar í landinum. Ein kann bert hava í huga bøkurnar hjá Nexø, har hann greiðir frá samfelagslívinum, um teir sosialu ójavnar, har fjøldin bert skuldi siga takk fyri, tað sum tey ríku »allernådigst« untu teim- um. Eisini Aakjærs eggj- andi sangir, sum likasum settu liv i rættvisiskrøv arbeidaranna. Eisini fylgdu vit væl vid rundan um okkum, komu skjótt í samband við javn- aðarflokkin í Sveríki og fingu frá teimum bekur og bleð. Sosialisman eisini boð til føroyingar — Hvørji bod hevdi henda rørsla til føroyingar, og heldur Joan Petur åfram. — Jú, boðini eru tey somu sum sosialisman hevur til ein, antin ein er føroyingur ella dani. Ein visti jú, hvussu út av lagi ring arbeiðsman- nalønin var, og eisini bú- staðarviðurskiftini = vóru sera vánalig. Hesir báðir tættir vóru ógvuliga fram- marlaga tá sum nú. Politisk — fakfelagslig — Komu so tit fyrst í samband við javnaðar- rersluna politiskt ella var tað fakfelagsliga? — Tað fyrsta samband- ið var við flokkin, men fyri í heila tikið at fora javnað arpolitikk krevst, at man góð fakfeløg. So statt er bædi tad politiska og tað fakfelagsliga, so ógvuliga nær knytt til hvert annað, um eitt gott úrslit skal fáast. — Var so tað fyrsta í Feroyum stovnan av ein- um arbeiðsmannafelag? — Nei, tað bleiv stovn- að eitt sindur seinni, ti tað gekk eitt sindur striltið at gera fólki greitt týdningin av einum slíkum felag. Deils var tað óttin fyri ar- beiðsgevarum, at fólk kom at missa sini arbeiðs- pláss. Tí, sum tað bleiv sagt, at nú vóru arbeiðar- arnir blivnir so >forbrend- ire at teir sjálvir fóru at krevja len. Andreas Hansen, gjerdi hitt fyrsta sosialistaflagg- ið i Føroyum, reyður dúk- ur við bókstavunum SUF í miðjuni. Hetta mega tit altíð minnast! segði Mau- rentius SUF stovnað 1912 — Hvat gjerdu tit so? — Jú, tað var stovnan av einum politiskum ung- mannafelagi Sosialistisk Ungdomsforbund SUF. Hetta greiðir M. S. Viðstein soleiðis frá: — Sosialistisk Ung- dómsforbund varð stovn- að í 1912. Felagið varð skipað sum tjakfelag. Innivist fingu vit í gomlu prentsmiðjuni hjá Tinga- krossi (Fram). Meguleik- ar okkara at fáa innivist vóru ógvuliga vánaligir. Vit vóru noyddir at flyta úr stað í stað. — Men vit fingu tó eitthvert á skafti. Umframt at ar- beiða i lesiringum, høvdu vit nógvar fundir. Eg minnist serliga tveir stór- ar fundir vit hevdu. Ann- ar var fundurin á Getu- eiði. Nógv fólk vóru mett. Jóan Petur var ein av tal- arunum. Sosialistar og borgarligir bresta saman Hesin fundur mundi helst 2 fyrsti almenni sam- anbrestur fyri almennari hugsan millum sosialistar og borgarligar. >Dimma- lætting« og »Krossur« hevdu viðmerkingar til fundin. »Dimma« skrivaði: »I byen eksisterer en sosial- istisk forening« — og »Krossur« helt hånt um, at SUF skuldi takast vid evni, sum ikki beinleidis kom okkum vid, i okkara heimapolitikki, so sum hernadarspurningurin. Her kann viðmerkjast, at fleiri av okkum bóru svenska hernadarmot- mælismerkid — ta brotnu byrsuna. Niels A. Ejdesgaard — altid til reiðar — altíð lika fåsur. Hann mega tit ong- antíð gloyma, legði Mau- rentius okkum eina vid Dimma dimmilim Ernst Christiansen, sum tá var formaður í DSU — Danmarks Socialdemo- kratiske Ungdom — við- merkti til orð Dimmalætt- ingar og »Krossins« í brævi til SUF, at hann dugdi ikki at lesa før- oyskt, og visti sostatt ikki hvat Dimmalætting merkti, men helt, at tað var best hóskandi um orð- ið merkti dimmelim. Til »Krossin« svaraði hann, at um allir kundu taka undir við >Krossi<, segði hann bert »lykkelige lande.« Ovast: Jéan Petur Davidsen. Vinstrumegin: Johan Hansen (i Funningsstovu), Kristian Skylv Hansen, Val- gierd Bjarnason, Johs. i Mattalå, Petur Olsen (Petur hjá Hósvíksjákup) Petur L. Johannesen (Petur hjá Demmusi) Julian Johannesen (Julian hjå Demmusi), Jógvan A. Rasmussen, (Jógvan hjá Stinu) Maurentius, Bjern Bjarnason, Jákup Bjarnason Hin fundin hevdu vit saman við motorpassar- unum. Hann var í 1915. Orsekin til fundin var, at teir vóru í verkfalli og fyri best at gera vart við teirra krøv var fundurin havdur. Eisini gjørdu vit fleiri útferðir, sum savnaðu hóp av ungfólki. Til hesar hevði Diaba í Funnings- stovu gjørt felagsmerki. Reytt merki við hvítum stavum SUF á. Hann var | annars altið fúsur tá nak- að var á vási í felagnum. Av eðrum serliga aktiv- um felagslimum, kann eg nevna Kristin í Geil. Hann var altíð beinasamur, tá heitt varð á hann. Hann gjerdist seinni fyrsti skrivari í arbeiðsmanna- felagnum í Havn. 3 reyðar bíbliur Einaferð var komið út í orð, at SUF nýtti 3 reyðar bíbliur, og vístu fólk sjálvsagt sína andstygd móti hesum. »Bibliurnar« vóru: 2 bind av Socialdemokrati- ets Aarhundrede og Ver- dens Undergang. Vit hildu annars eisini nogv blød, bædi donsk og svensk, og av hesum kundu vit fylgja vid, hvat for fram uttan um okkum. — At enda siga vit M. S. Vidstein og J. P. Dav- idsen takk fyri samrød- una. [Oy [y[y[y[ fy [AA LØGTINGSVALID 23. jan. 1928. Sjålvst. Samb. Javnað. Uttanfl. | atkv. Tingm atkv. % Jatkv. % fatkv.| 95 fatkv. % | #8 | Sj. Sa. 3. U. Nordoyggjar | 431 64,6] 197 31,4 628 2 | 0 0 Eysturoy 443 27,81 1094 68,5 59 3,7 1596 | 4 (1) (0) N. Streymoy 405 48,71 402 48,4 24 2,9 831 I | (1) (0) S. Streymoy 470 ; 49,2) 296 30,9) 126; 13,2 64 6,7 956 3 ! | 0 Vågar 353 | 58,2) 217 35,7 37, 6, 607 | Í 0 0 Sandoy 368 67,1 | i2! 2.1 59 i 10,8 548 2 0 0 (0) Suðuroy L 210 18,0[ 590 50,6| 366: 31,4 | 1164 ! 2 | 0 Í oxa i 2680 42,4 | 2917 46.0 Í 671 10. fem 0 1 6