Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 25. januar 1978 sosialurin Vegamót í miðbýnum uttan vikiskyldu — skilaleyst ábyrgdarloysi orsøkin til deyðsfellur i ferðsluni Vit hava her í blaðnum so mangan skrivað um so- kallaðar deyðsfellur í ferðsluni. Onkuntíð er bati komin í, men tíverri ikki altíð. Hornið Tróndargeta — J. Paturssonargeta man ivaleyst vera ein hin sters- ta deyðsfellan í Havnini. Serliga nú, koyrandi er úr Tróndargetu og yvir í N. Finsensgetu. Í mongum forum koma bilar og onn- ur akfer oman Tróndar- getu og steðga ikki á fyrr enn niðri við Dr. Jacob- sensgetu. Somuleiðis ko- ma akfer eftir J. Paturs- sonargetu, báðumegin frá og halda leiðina fram tverturum vegamótið og í mongum føri uttan at steðga á. Fekk skaða At skaði fór at henda har fyrr ella seinri, var øllum greitt. Og seinasta hósdag rendu ein lastbilur og eitt prutl saman. Drongurin á prutlinum fekk rættiliga stóran skaða. Nú spyrja fólk, nær næsta óhappið hendur og hvussu álvars- ligt tað verður. Nógv ferðsla Tað er óvanliga nógv ferðsla júst um hetta vegamótið hvenn dag og serliga um átta-tíðina á morgni, í tíðini, tá fólk fer til og frá degurða og so aftur seinrapartin. Eisini kemur fjøld av skúlabernum har framvið, bæði til gongu og á súkk- lu. Vit fara tí her inniliga at heita á avvarðandi mynd- ugleikar um at gera nakað fyri at fyribyrgja fleiri skaðatilburðum har. Blikkkassarnir Vit vendu okkum til Eli Nolsee, Ráðið fyri ferð- slutrygd, og sigur hann, at teir ikki hava myndug- leika at gera nakað við eitt tílíkt mál. Hann heldur tó, at tað er nógv fyri at sigg- ja ferð eftir ferð hvussu lítið fólk verða vird í mun til blikkkassarnar. Vegir verða asfalteraðir, men ikki gongubreytirnar. Kavi verður ruddaður av vegunum, og lagdur á gongubreytirnar. Soleiðis Hirtshals Fiskeaktion: verða fólk noydd út á tær lívs hættisligu geturnar. Eisini nevndi hann eitt dømi, at ein lastbilførari ringdi til hansara og greiddi frå, at hann nær- um hevði koyrt eina mammu við barnavagni niður uppi á Hoyvíksveg- num. Hon gekk úti á veg- num. Sjálvandi mátti hon ganga úti á koyribreytini, ti á gongubreytini er ikki gangandi. Hetta vísir best, hvussu lítið fólk verða vird í ferðsluni, end- ar Eli Nolsøe. Ov fáir politistar Eisini hava vit vent okk- um til politiið, og spurt um teir ikki eru ferir fyri at beta um hesi viður- skifti. Sagt verður frá politisteðini, at teir eru alt J. Paturssonargøta er opin fyri ferðslu, hóast hon enn er arbeiðspláss 5% av fiskinum ov fámentir at vera fleiri staðni í senn. Vit hava fleiri ferðir heitt á Býráð- ið, um at fáa til vega skeltir at seta upp á neyð- ugu stødunum, men strilt- ið hevur gingið. Fyribilsloysn Tað eydnaðist okkum eis- ini at fáa fatur á Jákup L. Joensen og sigur hann, at tá J. Paturssonargeta verður liðug, verður hon gjøgnumkoyrandi. Vit greiddu honum frå ti stora vandamålinum i nevnda vegamóti og jåttadi hann hesum og hann vildi bein- anvegin taka stig til at fåa sett innkoyringarbann i J. Paturssonargøtu frå Tróndargetu. Vónandi verður hetta at hjálpa eitt sindur uppá steðuna. frá førovingum — midalprisurin 40 oyru hægri i 1977 Hirtshals Fiskeaktion keypti góð 87.000 tons av fiski í 1977. Hetta eru 7.900 tons minni enn árið frammanundan. Hinvegin er seluvirðið 20 mill. kr. sterri, tað fór í 1977 fyri fyrstu ferð uppum 200 mill. Fiskimenn úr Hirtshals landaðu meginpartin av 710 landadu fyri 88 mill. og svensk fyri 9 mill. kr. Prisurin 20% hægri Miðalprísurin av øllum fiskasløgum var 40 oyru hægri i 1977, 2,45 kr. fyri kg. móti 2,05 kr. i 1976, so hækkingin er 20%. Sløk helvtin av teimum 37.000 tonsunum var sild. hesum kann nevnast, at føroysk kraft- blokkaskip og idnadartrol- arar landadu 67.376 tons uttanlands i 1977 fyri 112,7 mill. kr. I Føroyum landadu hesi skip 122.766 tons fyri 62,4 mill. kr. Fyriuttan 2.500 tons av sild er hesin fisk- ur, landadur i Føroyum, allur farin til idnad 300 tons um dagin Jo JOBS Fiskivinnu- stevna i Aberdeen Størsta fiskivinnu- stevnan i Europu i hes- um árinum verður á >The Links< nærhend- is Beach Ball-room í Aberdeen. Luttekan verður stór á stevnuni, bæði úr Bretlandi og eðrum londum, serliga teimum skandinav- isku. Eisini føroyingar hava høvi til at fara å stevnuna, ti Ferða- mannastovan skipar fyri eini ferð hagar um hálvan juni. Farið verður úr Feroyum við Smyrli 11. juni og siå- ani vid bussi sudureftir úr Scrabster. Gist verður tvær nætur í Aviemore, fýra í Aber- deen og eina í Wick. Heimferðin verður við Smyrli 19. juni. Allar upplysingar få- ast frå Ferðamanna- stovuni, men sagt verður haðani, at tað er neyðugt við skjótari tekning, ti skotsku ho- tellini skulu hava enda- lig boð í seinasta lagi 10. februar. Annika og Jógvan til Finnlands Í døgunum 5.—8. feb- ruar skulu Annika Hoydal og Jógvan Telling Joensen syngja og spæla í Finnlandi, hagar tey eru boðin av Norrena felagnum í Síða 5 kring oyggjarnar Helsinki. Men áðrenn tey fara eystureftir skulu tey saman við Jógvani Dahl og Got- fred Joensen syngja í Odense Teater. Hetta verður 3. og 4. februar. 13 ferðsluóhapp Frá mikudegnum til sunnudagin í farnu viku hendu ikki færri enn 13 ferðsluóhapp inni í Eysturoynni. Ongin fólkaskaði stóðst av hesum, men summir bilar fingu rættiliga stóran skaða. Orsakirnar til óhappini vóru í flestum ferum hálka og ov nógv ferð. Leygarnáttina varð ein maður tikin fyri at koyra við kenning. upplýsir politisteðin í Runavík. Bókmentakveld Friggjakveldið kl. 20 skipar Rithevundafel- ag Feroya fyri einum bókmentakveldi í nýggja skúlanum í Hoyvík. Umframt upplestur og sang verða tveir nýggir før- oyskir filmar vistir. Annar er um Havnina, William Heinesen, Heðin Brú og Christian Matras og hin er um føroysk dansispøl. Bókmentakveldið endar við burturluting av pakkum við virðis- miklum føroyskum bokum. Ein partur av filminum um Havnina og teir triggjar rithøvundarnar er tikin år stiganum å nyggja brandbilinum i Havn. Danin Teit Jørgen- sen hevur tikið filmin, sum hevi verður at síggja fríggjakveldið.