leygardagur 28. januar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
- gm telf. 14720. 11820 . giro 6282725
S0Síalurin box 76. 3800 Tórshavn
Føroya Javnaðarflokkur
Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Høgni Djurhuus
Utgevari:
Bladstjori
Blaðmenn:
Jógvan Jespersen
ialurin
Dimmalætting
Uppseting:
Prent:
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSÍALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Orsøkin
Í ODDAGREIN mikudagin skrivar
Dagblaðið um nýggju skattalógina.
Blaðið nevnir, at vit skulu hava eina
bruttoskattaskipan, at samskatt-
ingin skal avtakast, at lutfallið mill-
um landið og kommunurnar skal
broytast, og at barnafrádrátturin
skal hækkast.
HESUM SKULU vit av fullum huga
taka undir við. Men sum vit áður
hava nevnt, so hevur tað okkara
áhuga at vita, um nakrar broytingar
verða gjørdar viðvíkjandi rentu-
skattinum, og um ætlanin er at
skatta konjunkturskaptan vinning
eisini, ella um tað framvegis skal
vera so, at bert inntøkur, har arbeiði
liggur aftanfyri, skulu bera fullan
skatt.
ANNARS tykist tað okkum legið, at
Dagblaðið skal kalla skattalógar-
uppskotið fyri eitt upplegg frá
fólkaflokkinum, tí okkum kunnugt
er tað ein nevnd av sakkønum
monnum, ið hevur arbeitt við tí upp-
skoti, sum nú fyriliggur. Og vónandi
hevur henda nevnd arbeitt út frá tí,
sum varð skrivað í samgonguskjalið
á sinni, og ikki út frá stevnumiði
fólkafloksins.
OG TAÐ MÁ tykjast ovboðið, tá
Dagblaðið í somu oddagrein — um
ikki beinleiðis, so óbeinleiðis — sig-
ur, at koma broytingarnar ikki í gildi
komandi álíkning, so kemst hetta
av, at tað ikki fer at eydnast hinum -
samgonguflokkunum at semjast
um uppleggið frá fólkaflokkinum.
DAGBLAÐIÐ veit fullvæl, at sjálv-
uppgávurnar fyri langari tíð síðan
eru prentaðar, at tær eisini eru
sendar út til skattgjaldarnar, og at
summir skattgjaldarar longu hava
sent skattamyndugleikunum sjálv-
uppgávuna aftur.
TAÐ KUNNU vera fleiri orsøkir til,
at broytingarnar ikki koma í gildi til
komandi álíkning, og tað er Sosiali-
num ókunnugt, hver veruliga or-
søkin er. Orsøkin kann t.d. vera
tann, at tann flokkurin, sum situr
fyri figgjarmålum, ikki hevur infor-
merað hinar samgonguflokkarnar
nóg væl um arbeiðið í nevndini, við
tí úrsliti, at uppskotið ikki er heilt í
tráð við tað, sum flokkarnir samd-
ust um fyri trimum árum síðani.
Nr. 7 — 28. januar 1978
Ting- og landsstýrismenn javnaðarfloksins avmyndaðir í tingsalinum saman við blómunum, flokki-
num barst mánadagin. J. Fr. Øregaard er ikki við á myndini. Hann var ikki staddur í Havn, tá hon varð tikin
Til javnaðarfólk í Føroyum
Kæru partamenn og
partakvinnur.
Øllum tykkum mongu,
sum av eini ella aðrari
orsek ikki. hevdu høvi at
luttaka í samkomuni fyri
50 ára tingdag floksins,
vil eg her royna at fortelja
tykkum frá hesi, so tit á
henda hátt kunnu uppliva
eitt sindur av tí, ið fór
fram.
Frammanundan varð
tosað um, hvussu vit
skuldu hátíðarhalda dagin
og samdust vit javnaðar
landsstýris- og tingmenn,
at vit 9 skuldu bjóða til
almenna samkomu, og
hildið varð, at tinghúsið
var sera hóskandi til
hetta, nú tað er umbygt,
og alt loftið er so at siga í
einum við undantak av 2
smáum rúmum í norðara
enda; eisini var tað 50 ára
dagurin fyri, at flokkurin
fekk sínar fyrstu menn í
hetta sama hús. Sjálvandi
vórðu formenninir fyri
politisku flokkunum á
tinginum eftirspurdir.
Kokkar og menu
Land okkara hevur altíð
átt og eigur framúrskar-
andi kvinnur at matgera
og kokkast, og hesa ferð-
ina vóru vit so heppin at
fáa ta vælkendu frú Elisa-
beth Joensen saman við
hjálparum sínum, frúu-
num Jenny Samuelsen og
Mallu Magnussen. Og
takkað verið hesum trim-
um var alt líka væleydnað.
Vit bjóðaðu smerbreyð
við m.a. skerpikjeti, rullu-
pylsu og hevdu eisini
turran fisk og spik, at
drekka afturvið var soda-
vatn og ljósur elur.
Gestirnir
Í seinasta blaði lósu tit, at
200 fólk hevdu verið. At
so nógv kom at vitja,
høvdu vit ikki væntað, og
tað gleddi okkum stórliga.
Hverjir vóru so gestir-
nir, vil kanska onkur vita.
Ja, rokna tey upp, eri eg
ikki fer fyri, men fyri at tit
skulu fáa eina hóming, so
vil eg siga, at stersta talið
var sjálvsagt okkara egnu
partamenn- og kvinnur,
eisini frá bygdunum vóru
tey komin (tit sóu onkran
á myndunum í seinasta
blaði). M.a. vóru tríggir
fyrrverandi løgtingsmenn
har: Jákup Nielsen, fyrrv.
vitameistari, J. P. Hen-
riksen, formaður í Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
í yvir 25 ár, og Einar
Waag, bryggjari. Sjálv-
sagt var eisini alt arbeiðs-
fólkið á blaðnum.
Aðrir gestir vóru m.a.
umboðini fyri politisku
flokkarnar, landsstýris-
menninir, - ríkisumboðs-
maðurin, býráðsformað-
urin í Havn, umboð fyri
útvarpið, ymisk felog, og
almennar stovnar, lands-
styrisskrivstovurnar og
peningastovnarnar.
Gávur og heilsanir
Hópin av blómum og de-
koratiónum vórðu givin so
at siga frá ellum teimum
omanfyrinevndu og eisini
frá javnadarfeløgum kring
landið, so tinghúsið var
ógvuliga vakurt skrýtt.
Fjarrit og skrivligar
heilsanir vóru eisini nógv-
ar. T.d. frá danska for-
sætisráðharranum, har
hann m.a. sigur: Vi be-
undrer jeres arbejde og
hvad i har nået til gavn for
det færøske folk.
Eg vil enda vid at siga
tykkum, at vit mintust og
heiðraðu okkara fyrstu
tingmenn P. M. Dam og
Maurentius Viðstein við
at leggja blómur á leiði
teirra.
Vinarliga
Jona
dagbókin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Eivind
Vilhelm; Vesturkirkjan:
Kjartan Mørkøre; Hvíta-
nes: HansJ. Joensenkl. 11;
Skáli: Niels Pauli Daniel-
sen kl. 12; Lorvík: Torkil
Beder, altargongd; Glyvr-
ar: Jóhs. Follend, altar-
gongd; Klaksvík: Henn-
ing Begesvang, (talvan
gongur til frama fyri sjó-
mansmissiónina) kl. 18
Kaja Lamhauge; Árna-
fjørdur: Kaja Lamhauge
kl. 20; Tveroyri: Johan
Weihe.
Í kirkjunum í Nes sókn
gongur talvan til frama
fyri sjómansmissiónina.
Katolikkakirkjan
Donsk-latinsk hámessa v /
Per Waagø kl. 11. Kl.
19.30 sunnukveldið verð-
ur samkoma fyri meinig-
heitini í prestagarðinum.
Per Waage sýnir myndir
frá eini ferð í Europu >Fra
Hillerød til Rom ad mange
veje.«
Frelsunarherurin,
Vågi
I dag kl. 17 barnafundur
og fundur i hølinum i
kvøld kl. 20. Fundur i
Framtidini sunnudagin kl.
16.
Mikladals sóknar
fråhaldsfelag
Fundur verður í Uppi-
stovu í kvold kl. 21, val av
starvsnevnd.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Fundur í kveld og sunnu-
kveldið kl. 20. Halgunn-
arfundur sunnumorgunin
kl. 11.
Evangeliska
røddin
hoyrist hvørt månakvøld
kl. 9 frá Monte Carlo (við
síðuna av Luxembourg) á
millumbylgju 205 metrum
(1466 kHz). Sendingin
varar eitt korter.
Meinigheitshúsið,
Tórshavn
Bønarmøti í kveld kl. 20.
Lærarasetan
Símin Simonsen er settur
lærari í Vestmanna frá 1.
september 1977, boðar
Skúlastjórnin frá.
Hósvíkar
róðrarfelag
Aðalfundurin verður í
skúlanum í kveld.
KFUM
Dreingjafundur mánadag-
in kl. 17: Bíbliuorðið, Jes-
us og illveðrið, tónleikur
og sangur, framhaldssøg-
an og filmur.