Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 28. januar 1978 sosialurin Føroyski handils- og marknaðarráðgevin Trúgvi Johansen: Síða 3 Torført hjá føroyskum virkjum at vera kappingarfør aðrastaðni Orsgkin er m.a. tær stóru flutningsútreiðslurnar — Útreiðslurnar hjá føroyskum virkjum eru sum heild væl hægri enn hjá virkjum í grannalondum okkara. Flutningsgjeld- ini eru alt ov høg. Skulu føroyingar hava nakra vón um at verða kappingarførir á útlendska marknaðinum, mugu vit hava broytt hesi viðurskifti Trúgvi Johansen, sum hevur sitið í starvinum sum handils- og marknað- arráðgevi í trý ár, heldur, at tann skipanin, sum vit hava í dag, er alt ov ó- stødug og órationell til, at vit kunnu tora at byggja nakað uppá hana. Tá før- oysk virkir skulu útflyta eina veru, hava tey fleiri trupulleikar at dragast við. Ofta hendir tað, at Ds veran verður seinkað, og tá hon kemur fram, er hon ikki altíð í heilum líki. Mangan virkar kelingin og frystingin á skipunum, sum flyta veruna, heldur ikki sum hon eigur. Samanumtikið kann sigast, at henda gongdin er sera óheppin fyri eina føroyskt framleidda veru, ið skal kappast við aðrar verur á útlendska markn- — E] — Vit eiga sjálvir at gera design, skulu vit kappast við aðrar Trúgvi Johansen, handils- og marknaðarráðgevi aðinum. Og úrslitið verður mangan tað, at føroyska veran verður alt ov dýr. Neyðugt við goymslu í Danmark Trúgvi Johansen fær nær- um hvenn dag áheitanir frá fyritøkum í Feroyum um at kanna meguleikar- nar fyri at selja foroyskar verur í Danmark og aðra- staðni við. Arbeiði sum handils- og marknaðar- ráðgevi hevur tí stóran týdning fyri foroyskan út- flutning yvirhevur. Sjálvur heldur Trúgvi, at vit eiga at royna at koma so væl við á m.a. danska marknadin sum gjørligt. — Kunnu vit framleiða dygdarverur til ein kappingarføran pris, hava vit so avgjørt møgu- leika har. — Men, sigur hann vi8- ari, fyri at koma inn å danska marknaðinum við góðskaðum matverum t.d., er tað so avgjert neyðugt, at vit sjálvir hava eina køli- og frysti- goymslu í Danmark. Sum steðan ér í dag, kunnu vit ikki fáa eina nóg góða loysn við at selja gjøgnum danskar distri- buterar. Selan er alt ov tilvildarlig. Men skulu vit fáa nakað veruligt burtur- úr, mugu vit gera seluar- beiði sjálvir. Tá er stórur meguleiki at ávirka kund- arnar til at keypa ta fer- oysku veruna. Herfyri heittu fleiri virkir í Feroyum á hand- ils- og marknadarrådgev- an um at kanna møgu- leikan at fáa til vega eina frysti- og keligoymslu. Trúgvi sigur, at fyribils er ætlanin við hesi goymslu útsett, orsekin er m.a. hon, at grundarlagið fyri eini tilikari goymslu enn er ov veikt. Noyddir at góðska og útvikla vøruna Nú fiskurin minkar, og føroyingar = meira enn nakrantiå fyrr mugu líta á heimafiskiskapin, heldur Trúgvi, at vit eru noyddir at góðska og útvikla ver- urnar enn meira. Hann heldur eisini, at tað er ein framgongd at merkja á hesum økinum. Hugsað verður her um verur bæði til matna og idna. Fleiri føroysk virkir m.a. Bakkafrost, Klaks- víkar Roykivirki og aðrir áhugaðir hava heitt á handils- og marknaðarráð- gevan og biðið hann kannað meguleikarnar fyri at útflyta aðrar fiska- verur, enn tær vit fram- leiða í dag. Trúgvi Johansen úr Klaksvík hevur rekt starvið sum handils- og marknaðarráðgevi Fer- oya síðani september mánaða í 1973. Eitt skifti var Trúgvi tó í Feroyum, har hann varð settur sum stjóri í Norðoya Sparikassa. Hevuðsuppgávan hjá handils- og markn- aðarráðgevanum er at geva ráð og vegleiðing til virkir og útflytarar heima í Føroyum. Arbeiðsuppgávurnar eru tí bæði nógvar og fjølbroyttar. Talan kann vera um at kanna møguleikan at koma å útlendska marknaðin við ymsum verum, sum eru framleiddar í Feroyum, um at keypa ráevni aðrastaðni ella støda skal takast til til- boð frá útlendskum fyritøkum. Heitt verð- ur eisini ofta á handils- og marknaðarráðgevan at umseta brev ella greiða nærri frá inni- haldinum í meguligum selu- og keypskon- traktum. Við til arbeiðið hoyr- ir eisini, at ráðgevin sjálvur kemur fram við hugskotum, sum m.a. kunnu stuðla foroysk- um útflutningi. Men umframt tær handilsligu uppgáv- urnar er so nógv annað komið aftrat ta sein- astu tíðina. Tað fer ikki dagur, at føroyingar í Danmark venda sær til skrivstovuna í Hold- bergsgade 14 og biðja Livurin tveitt burt Til hetta er at siga, at ætl- anir t.d. hava verið frammi um framleiðslu av rogn- og livurkonserves. So gott sum øll livur verð- ur í dag tveitt burt. Hetta er spell, tí livurin er sera proteinrik, og protein er ein står mangulvøra. Møguleikin fyri fram- leidslu og sølu av eini lidn- ari vøru er kannadur og visur tad seg, at her er nakað at fara i gongd við. Roknast kann við, at eitt virki, sum framleiðir rogn- og livurkonserves, fer at hava ein umsetning uppá í minsta lagi 10 mill. kr. árliga við tí ráveru, sum er til taks í dag. um upplýsingar ella ráðgeving av ymsum slag. Nevnast kann t.d., at fleiri fólk biðja um ráðgeving í skatta- spurningum. Hetta er eisini or- søkin til, at tað í løtuni verður samráðst við landsstýrið um at gera meguliga broyting í reglugerðini fyri starv- ið sum handils- og marknaðarráðgevi. Trúgvi Johansen er einsamallur á skriv- stovuni í Holdbergs- gade. Sum ráðgevi í handils- og marknaðar- spurningum ferðast Trúgvi nógv uttan- landa og er burtur ein- ar 3 mánaðir um árið Hesa tíðina er skriv- stovan stongd Flutningsgjeldini eru alt ov heg Frikadellur Roynd hevur fyrr verið gjørd at selja føroyskar frikadellur = á danska marknaðinum, men henda royndin eydnaðist ikki so væl. Feroysku frikadell- urnar vóru ov dýrar í mun til tær donsku. Danir nýta so gott sum bert mjel til frikadellur, og mjelið er væl bíligari enn fiskará- evni, ið vit brúka. Harum- framt eru tað útreiðslur- nar av sjálvum flutning- inum, sum gera at fer- oyska veran ikki er kapp- ingarfer. Trygvi heldur, at vit eiga at royna henda meguleikan aftur, men vit eiga tá at gera eina veru, sum líkist tí donsku og kann taka kappingina upp við danskar verur av hes- um slag. Nú feroyingar eru farnir at veiða svartkjaft og tosað verður um at brúka henda fisk til matna, so eru góðir meguleikar til staðar at brúka svart- kjaftin til ráveru, tá talan er um frikadellur. Í svart- kjaftinum hava vit eina bíliga ráveru, har vit eis- ini hava meguleika at framleiða aðrar fiskaver- ur, so sum fiskabollar, fiskakøkur og fiskafingr- ar. Framleiða bindievni úr tara Ætlanir eru eisini frammi um at framleiða ymsar verur úr tara. Arbeiðið við hesum ætlanum er komið so langt, at tað nú er klárt til detailprojektering. En- damálið við einum virki i Føroyum er at gera eina lidna veru og útflyta hana. tara Framhald á síðu 9