leygardagur 4. februar 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Roktúrur
Týsdagin gjerdu tveir
menn ein roktúr við
bátinum Páll Hreiðars-
son úr Havn. Teir settu
10 stampar sunnan fyri
Borðuna og fingu 3.984
pund ella sløk 400 pund
uppá stampin. Teir av-
reiddu til Bacalao og
fingu slakar 8.000 kr.
fyri veiðuna.
Barnið í
ferðsluni
Ráðið fyri ferðslutrygd
sendir í hesum degum
ein faldara í hvert hús í
landinum. Faldarin
kallast >Barnið í ferðsl-
uni«. Í honum verður
fyrst víst á vandarnar,
sum serliga børn kunna
koma í í ferðsluni og
síðani eru nekur ráð til
at fyribyrgja hesum
vandum.
Í faldaranum verður
sagt, at hagtel í eðrum
londum vísa, at fleiri
bern doyggja av ferð-
sluóhappum enn av
eðrum óhappum til
samans.
Við teirri stødugt
vaksandi ferðsluni
kann hetta skjótt ger-
ast veruleiki her hjá
okkum eisini.
filmir ið koma
Maðurin, sum
livdi tvær ferðir
Hesin filmurin er um
ein ungan lækna, Peter
Proud, leiktur av Mic-
hael Sarrazin, sum
hvert kveld droymir
tann sama dreymin —
nevniliga um eitt morð.
Eftir at hann hevur
vitjað fleiri av starvs-
breðrum sínum, sær
hann í sjónvarpinum
tað sama umhvervið,
sum hann hvert kveld
sær í dreymi sínum.
Eftir at hava sæð
hetta, fer hann at leita
eftir staðnum, sum
hann droymir um og er
til í veruleikanum.
Leitingin gevur úr-
slit. Hann finnur býin
við eini brúgv, kirkju,
gistingarhúsi, smått-
um og íbúðarhúsum,
sum hann kennir aftur,
hóast hann aldri hevur
verið har fyrr, bert í
dreymi sínum. Hann
metir dóttrini, sum
hann heldur seg hava
verið pápa at í fyrra lívi
sínum. Hann kemur
eisini út fyri legnum
hendingum í familju
hennara,
Peter Proud verður
greiður yvir, at eitt
morð er blivið framt,
júst sum í dreymi sín-
um. Hann roynir nú at
gloyma dreymin hjá
sær, men úrslitið verð-
ur ræðuligt.
Sum sæst í ummæl-
inum, er hetta ein film-
ur »um at liva tvær
ferdir.« Hesa trúgv
hava mong fólk, og hon
er til tann dag í dag.
Evnið er ikki nýtt, men
er framført á ein nýggj-
an hátt.
Hevuðspersónarnir í
filminum eru umframt
fyrrnevndu Margot
Kidder, Cornella Shar-
pe. Paul Hecht og
Tony Stephano.
Filmurin verður
sýndur í Leikhús Bio í
næstum.
sosialurin
Nr. 9 — 4. februar 1978
TEN Fleiri milliónir
verða ikki uppgivnar
Í 1976 og 77 fingu tilsamans 32 skattgjaldarar bót
fyri ikki at hava uppgivið alla inntøkuna til skatta-
myndugleikarnar
Tilsamans 32 skattgjald-
arar fingu i 1976 og 77
eina eykaskattarokning
frå Likningarrådi Føroya
uppå tilsamans 1,5 mill.
kr. fyri inntøku, sum teir
ikki høvdu givid upp å
sjålvuppgåvuni. Afturat
hesum fingu teir 32 skatt-
gjaldarnir bøtur fyri til-
samans 1,5 mill. kr. fyri
brot å skattalogina.
Eydun å Rogvu Olsen,
stjóri á Likningarråd Før-
oya, sigur, at afturat hes-
um hevur líkningarráðið
kravt meir í skatti frá
nógvum skattgjaldarum,
sum ikki hava uppgivið
alla inntekuna til líkning-
arvaldið. Men í hesum
førunum er bót tó ikki
givin.
Líkningarráðið hevur
onga uppgerð yvir, hvus-
su stór tann samlaða upp-
hæddin av eykaskattinum
er í hesum málunum, men
Eyðun á Rógvu Olsen
sigur, at her er talan um
eina væl sterri upphædd
og nógv fleiri mál, enn í
teimum førum, har bót
hevur verið givin.
Svik ella
stórt gáloysni
Bót verður givin í teimum
forum, har líkningarvaldið
kann prógva, at roynt
hevur verið at snýtt í
skatti, ella at inntekan
ikki er uppgivin orsakað
av stórum gáloysni.
Tað er landsstýrið, sum
avger bótina. Skattalógin
ásetur, at bótin fyri svik
kann vera fimm ferðir
skattaupphæddina, og í
teimum førum, har stórt
gáloysni er orsekin, kann
bótin verða tríggjar ferðir
so stór sum skatturin.
Onki mál, har sekt hev-
ur verið givin, er higartil
komið fyri í rættinum.
Málini verða vanliga av-
greidd á tann hátt, at við-
komandi skattgjaldari
býður sær til at gjalda
eina bót, sum er líka stór
sum eykaskatturin. Hetta
hevur landsstýrið gingið
við til.
Meginparturin svik
í roknskapi
Í teimum flestu av teim-
um 32 førunum, har bót
hevur verið givin í 76 og
77, er svik framt í rokn-
skapinum. Hetta kann
annaðhvert vera, at inn-
Eyðun á Rógvu Olsen, stjóri á Líkningarráð Feroya
tekur eru hildnar uttan-
fyri, ella at útreiðslurnar
eru settar hægri, enn tær
veruliga hava verið.
Í nøkrum førum, hevur
talan verið um sjómenn,
sum eru við útlendskum
skipum.
Útlendsku reiðarnir
hava ikki skyldu til at
geva føroysku skatta-
myndugleikunum upplýs-
ingar um inntekuna hjá
føroyskum sjómonnum.
Henda skylda liggur hjá
skattgjaldaranum 'sjálv-
um.
Eyðun á Rógvu Olsen
sigur, at skipanin hjá før-
oyingum sum eru við út-
lendskum skipum er so-
leiðis, at teir, sum sigla
við donskum skipum
koma undir donsku sjó-
mansskattalógina. Hesin
skattur, sum donsku
skattamyndugleikarnir
krevja inn, verður kortini
allur goldin aftur til tær
føroysku kommunurnar
og landskassan. Teir sjó-
menn, sum eru við eðrum
útlendskum skipum,
skatta í Feroyum.
Rentuinntøkur
I nøkrum førum, har bót
hevur verið givin, hevur
talan verið um rentuinn-
tekur í útlendskum bank-
um, sum ikki eru upp-
givnar.
Hesin peningur er fult
skattskyldugur í Feroy-
um.
Eyðun á Rógvu sigur,
at danir hava okt munandi
um eftirkanningararbeiðið
í donsku peningastovnun-
um, og hetta er eisini
komið føroysku skatta-
myndugleikunum til g68-
ar.
Tå donsku skattamynd-
ugleikarnir koma fram å
føroyingar i teirra eftir-
kanningararbeiði, verða
upplýsingarnir latnir for-
oysku myndugleikunum,
og roknað verður við, at
hetta samstarvið verður
enn betur í framtíðini.
Bert avtalu
við Danmark
Sum er hava Feroyar bert
skattaavtalu vid Dan-
mark. Hetta er ein so-
kallað dupultskattaav-
tala, sum fyrst og fremst
hevur til endamåls at
forða fyri, at persónar,
sum flyta millum londini,
koma at skatta dupult
Avtalan ber eisini í sær, at
skattamyndugleikarnir
hjálpa hverjum ødrum við
upplýsingum
Í letuni verður arbeitt
við at gera eina norður-
lendska avtalu um sam-
starv millum skattamynd-
ugleikarnar í teimum ym-
su londunum. Henda av-
talan verður meguliga
klár um ársskiftið.
Freistin eigur
at verða hildin
Annars sigur Eyðun á
Rógvu Olsen, at freistin
fyri at lata sjálvuppgáv-
urnar inn eigur avgjert at
verða hildin.
Henda freist varð frá í
fjør longd við einum mán-
aða, soleiðis, at hon nú er
15. februar fyri vanligar
skattgjaldarar og 1. mars
fyri bókhaldsskyldug.
Hann sigur, at líkning-
arráðið metir, at innlat-
ingarfreistirnar nú eru ri-
miligar, og at ráðið tí fer
at seta størri krøv til at
freistirnar verða hildnar.
Líkningarvaldið hevur
heimild at geva skatt-
gjaldarunum eina sekt,
sum svarar til eitt prosent
av skattinum, fyri hvenn
dag, sum gongur út yvir
freistina. Hon má tó ikki
verða sterri enn 10% av
skattinum, ella sterri enn
5.000 krónur.
Um sjálvuppgávan als
ikki verður latin inn,
verður inntekan sett 25%
hægri enn tann inntekan,
sum líkningarvaldið veit
um ella ætlar um. Inntek-
an skal í tilikum forum
eisini setast í minsta lagi
25% hægri enn árið fram-
manundan.
ENDURSKIN
lívstrygging
fyri gangandi
FI ai FYRI
1
Ur