leygardagur 4. februar 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 4. februar 1978
sosialurin
Síða 5
tr
2 mill. kr. vóru á seinastu havnarætlan til havn á Hamranesi. Á teirri nýggju eru 10 mill. kr. avsett-
ar til hesa havnina, sum skjótt fer á tekniborðið
Skipahavn í Hvalba
til projekteringar
Å einum fundi i Hvalba
27. januar millum bygda-
ráðið og umboð fyri
Landsverkfrødingin = og
Landsbyggifelagið varð
viðtikið, at ein byggiætl-
an skal gerast fyri skipa-
havn á Hamranesi. Miðað
verður móti, at havnar-
byggingin skal byrja í
hesum árinum.
Mátingar og
kanningar
Í oktober 1975 vórðu tveir
bylgju- og streymmátarar
lagdir út í Hvalbiarfjerð.
Annar lá beint innanfyri
fjarðarmunnan og hin lá
skiftivis við Nes og Ham-
ranes. Ein av fyrstu døg-
unum i 1977 sleit tann utt-
ari mátarin og rak á land
og hin varð tikin upp í
maimánað sama ár. Síðani
hava royndir verið gjerdar
i modellhavnum í Dan-
mark og nekur uppskot
gjørd til havnarbygging-
ina å Hamranesi. Å fund-
inum í Hvalba i síðstu
viku varð so steða tikin til
hesi uppskotini.
Mátingarnar vístu, at
aldan, tá hon var komin
inn áraka Nes og Hamra-
nes, var 2% av tí, hon
var, tá hon kom inn í
fjørdin. Mett verður ti, at
góð líkindi eru at byggja
skipahavn í Hvalba.
170 metra
atløgubryggja
Skipahavnin verdur 60—
70 m breid og i fyrsta
umfari verdur ein 160—
170 m long atløgubryggja
gjørd. Hendan kann kort-
ini longjast vid 100 m vid
at stoypa uppi grótkastið,
sum verður lagt i fram-
haldi av núverandi brygg-
ju. Umframt skal ein 100
metra langur pierur gerast
frå ti nordara landinum ut
í móti grótkastinum.
Sjálv innsiglingin verður
30 m breið.
Bátahylur
og ferjulega
Tað eru eisini gjerdar
kanningar í sambandi við
gerð av einum bátahyli og
ferjulegu hinumegin fjørå-
in, á Nesi. Tað er Lands-
verkfreðingurin, sum
stendur fyri hesum kann-
ingum, men her fyriliggur
onki endaligt úrslit.
Á seinastu havnarætl-
anini vóru avsettar 1,3
mill. kr. til at útbyggja
bátahylin, sum nú er á
Nesi.
Remberg 150 tons
av jákupsskeljum
Fyri skeljavirkið Remberg
á Tveroyri royndist veið-
an eftir jákupsskel ikki so
væl í ár sum í fjør.
Tilsamans hevur virkið
tikið ímóti 150 tonsum,
síðan skeljaveiðan byrjaði
síðst í september mánaða,
og hetta er minni enn
helvtin av tí, virkið fekk í
fjør.
Tveir båtar hava avreitt
til Remberg. Teir eru R6-
lant og Silver Spray. R6-
lant hevur verið nógv
tarnaður av motorbreki,
og nú verður motorurin
skiftur.
Skeljafiskiskapurin byrj-
aði sidst i september mån-
aða. Tá vórðu jåkups-
skeljarnar longu vorðnar
nakað rak. Roknað verður
við, at tær eru búnaðar
einar tveir mánaðar fyrr í
ár enn vanligt, og at or
sekin til hetta er tað góða
summari“ i fjer. Tann
besta skeljatíiðin árini
frammanundan hevur ver-
ið um miðan september.
Vektúrtekan úr skelju-
num hevur ti verið minni í
ár enn í fjør. Tað eru bert
veddarnir í skeljunum
sum verða nýttir, og teir
vega í miðal 10% av saml-
aðu vektini.
Gjørt royndir
Av ti at tað ikki hevur
verið so nógv at gjørt á
Remberg í ár, eru ymsar
royndir gjørdar til at finna
fram til, hvussu fram-
leidslan kann gerast meira
rationel.
Kanningarnar hava
miðað ímóti at finna fram
til, hvussu skeljarnar
kunnu loypast rationelt
við maskinum, og hvussu
móðra, eyrur og annar
skittur kann lættast tak-
ast úr skeljunum, áðrenn
tær fara í maskinuna, sum
tekur garnarnar frá vedd-
unum.
Á Remberg eru teir
negdir við úrslitið av
kanningunum. Tær eru
serliga gjørdar til tað
nýggja virkið, sum Rem-
berg skal byggja. Byggi-
ætlaninar eru komnar so
væl áleiðis, at virkið er
liðugt projekterað.
kring oyggjarnar
Fagraberg til Servágs
Línubáturin Fagraberg FD 281 úr
Fuglafirði er seldur til Sørvågs fyri
800.000 kr. Tað eru 4 sørvingar, sum
hava keypt bátin.
Fagraberg er bygdur úr eik og bók
í Skælskør í 1961,
hann hevur eina
210 hesta B&W Alpha maskinu og er
50 bruttotons til støddar.
Fagraberg skal avreida til P/f N.
Niclasen i Sørvågi.
Garna-, linu-
og trolfiskur
Mánadagin avreiddi
Kúrberg til Bacalao.
Hann roynir við gern-
um og hevði 10.000
pund, meginparturin
var upsi. Linubåturin
Mariann avreiddi eisini
mánadagin,
Mariann -4.400 pund,
Báran 7.900 og trol-
báturin Margritt land-
aði 12.700 pund.
Mikudagin avreiddu
sjey linubåtar til Baca-
lao, Vesturskin 4.300,
Christina 5.000, Skop-
arin 7.200, Barðið
7.300, Ægir 17.500,
Vardin 5.100 og Båran
10.200 pund. Myling-
ur, sum er eystanfyri,
kemur væntandi heim
mánadagin. Seinast,
frættist frá teimum,
segdu teir frá vánalig-
um fiskiskapi.
Hósdagin avskipaði
Bacalao 40 tons av
flaki til Onglands við
Baki.
Øll dagrøktar-
plåssini umbidin
Dagrøktarskipanin í
Tórshavnar uttan-
biggjar kommunu
byrjadi at virka nu 1.
februar. Tað varð sam-
tykt av Sosialstyrelsen
22. desember í fjør, at
henda dagroktarskip
anin skuldi fáast í lag
og tann 1. januar varð
Thomasia Matras sett
sum dagrektarleiðari.
Skipanin umfatar
børn í aldrinum 0 —7 ár
og 30 pláss eru í kom-
mununi. Hesi vóru ell
umbiðin, tá skipanin
kom í gildi mikudagin.
17.700.
pund. Tysdagin hevði.
Landsvegur
omanfyri Skåla
Arbeiðið uppá tann
nýggja landsvegin,
sum skal gerast gjegn-
um hagan omanfyri
Skála, er nú byrjað.
Tann nýggi vegurin
byrjar innanfyri bygd-
inaog skal í fyrsta um-
fari enda . við . skipa-
smiðjuna, har ein snið-
vegur verður oman á
bryggjuna. Vegartein-
urin omanfyri bygdina
verður uml. 2 km.
langur.
Tá hann er liðugur,
verður tann núverandi
vegurin, sum liggur
gjøgnum bygdina,
kommunalur.
Vanlukku-
tryggingarrådid
vidgjørdi
2017 mål
Føroya vanlukku-
tryggingarråd hevði 43
fundir i 1977, har 2017
mál vórðu vidgjørd. Av
hesum vóru tey 1251
málini viðvíkjandi av-
lamistryggingini og
737 mál viðvíkjandi
vanlukkutryggingini.
Umframt vóru so 29
meira almenn mál. Í
1976 viðgjerdi ráðið
1891 mál. 110 fólk
fingu avlamispensión í
1977, eitt færri enn í
1976. 62 fingu hægstu
pension, 36 miðal og 12
lægstu avlamispensi-
on. 11 umsóknir fingu
ikki viðhald frá ráð-
num
A vlamispensiónin
hjá 10 fólkum varð ikki
endurnýggjað í 1977