Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. apríl 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 22. apríl 1978 sosialurin Síða 5 Lækkaklettur og Hamraberg umbyggjast til trolarar Umbyggingin kemur at taka um 2 mán- aðar og kostar 1,3 mill. kr. Teir báðir pólskt bygdu lí- nu- og garnabátarnir Læk- skulu nú umbyggjast til hekkutrolarar. Umbygg- kaklettur og Hamraberg ingin verður gjerd hjá +» x - fyri hvønn hjå J.K. Joensen & Soni i Midvågi, og kemur vænt- andi at taka um 2 mánaðir Lækkaklettur, VA 6, og Hamraberg VA 202 Tað er partafelagið Got- fred Joensen í Miðvági. sum eigur Lækkaklett. meðan partsreiðariið Krúnan, eisini í Miðvági, eigur Hamraberg. Bátarnir skulu um- byggjast á nakað sama hátt sum Heldarstindur. Hann er eisini ein av pólsku bátunum, og varð umbygdur til trolara í Miðvági í fjør. Hann hev- ur roynst væl sum trol- bátur, og hevur fiskað væl. Tveir trolbanar Heldarstindur hevur net- trumlu, men tað skulu Lækkaklettur og Hamra- berg ikki hava. Teir skulu hava vanlig trolspel, sum verða sett har frammi á skipinum. Tað verða tveir trolban- ar, sum koma at liggja undir stýrhúsinum og frameftir. Sostatt kunnu bátarnir nýta tvey trol. Við nettrumlu er haraftur- ímóti bert meguligt at nýta eitt trol. Trolið verður tikið uppá har afturi. Fiskurin fer síðan niður á dekkið gjøgnum ein paun, og verður fluttur fram í last- ina við transportbandi. Hesi transportbondini eru í skipinum, og skulu bert broytast smávegis. Á bátadekkinum verður gjørd ein lúnning, sum gongur fram um stýrhús- ið. Har er frammanundan bert rørverk. Bátarnir hava nóg stóra maskinorku til troling. Teir hava 860 hesta ma- skinu og trolskrúvu. Umbyggingin kemur at kosta 1,3 mill. kr. fyri hvenn, og prísurin er í fostum tilboði. Styggja við speglum Vit hoyra javnan um, at seyður verður ákoyrdur og dripin av bilum. Eisini uttanlands er hetta eitt vandamál. Serliga har vegirnir liggja gjøgnum skógir, verða nógv djór fyri bilum. Fyri at styggja djórini burtur frá vegu- num eru nú gjerdir serligir speglar til at seta á teir smáu steyrarnar í vegjað- aranum, teir sokallaðu »prestarnir.« Brúkt i nøkrum londum Í Danmark eru slíkir speglar longu tiknir í brúk í nøkruim kommunum. Í Svøriki verða royndir gjørdar við teimum, men í Týskalandi hava teir longu verið brúktir í eina tid. I hvørjum spegli eru 6- teljandi smærri speglar, ella spegilsbrot. Speglar- nir verða festir á ta síðuna av »prestinum«, sum vendir frá vegnum. Ljósið frá billyktunum verður soleiðis endurkastað út á ekið framvið vegnum og hetta styggir tey djór burtur, sum meguliga eru á veg út á akbreytina. Speglarnir kasta ikki ljós út á vegin, so teir 6- rógva ikki ferðsluna. Endurskinið frå speglunum er sera »livandi«, ella ókyrt og tað røkkur yvir eitt stórt eki, bæði loddrætt og vatnrætt kring oyggjarnar Nýggj skaðafráboðan gevur meguleika fyri storri ferðslutrygd Tryggingarsambandið Feroyar fer nú undir eina nýggja skipan við fráboðan av bilskað- um. Nýggja skipanin kallast Europeisk skaðafráboðan, og hon skal brúkast bæði í Føroyum og uttan- lands. Hon er gjerd eftir út- lendskum mynstri, og er annarleiðis enn tann fráboðanarskipan, sum verður brúkt í dag, hó- ast spurningarnir í nýggju fráboðanar- bloðunum í hevuðs- heitunum verða teir somu sum i ti gamla. Tey europeisku lond- ini eru gingin saman um at útbyggja eina skipan við skaðafrá- boðan, og nýggju frá- boðanarbleðini hjá Tryggingarsambandi- num líkjast teimum, sum verða brúkt í ødr- um londum, bæði í orð- ing og uppseting. Fráboðanarbleðini AR Bom re skulu liggja i bilunum, og ein partur av blad- num skal útfyllast á staðnum, har skadin hendir, og undirskriv- ast av báðum bilferar- unum. Síðan skulu bil- førararnir hver í sinum lagi útfylla hin partin av blaðnum, og senda fráboðanina inn til Tryggingarsambandið. Tann nýggi hátturin at fráboða skaðar, gev- ur meguleika fyri at samanbera teir ymsu skaðarnar. Í blaðnum verður eisini spurt um ymiskt, sum ikki beinleiðis hevur við skaðan at gera, t.d. um aldur og kyn. Tryggingarsam- bandið sigur, at út frá hesum verða skaptir munandi betri megu- leikar fyri at leggja tað upplýsandi arbeiðið til rættis, sum kann beta um trygdina í ferðsl- uni. Ér skaðafráboðanarbleðini skulu liggja í bilinum Skeið í kommunu planlegging Í døgunum frå 24. til 27. mai skipar Føroya Kommunufelag fyri skeiði í kommunuplan- legging á skulaheimi- num i Klaksvik. A skeidinum luttekur fólk frá kommunala há- skúlanum í Danmark. Endamálið við skeið- inum er at lýsa teir trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp, tá arbeitt verður við kommunu planlegging, bæði i kommunustyr- unum og i umsitingini. Harnæst er endamálið at gera luttakarnar kunnugar við týðandi partar av kommunu planleggingini. Skeiðið er ætlað fyri kommunalpolitikarar og fólk í leiðandi starvi innan umsitingina. Til- meldingarfreistin er úti 20. april. Luttakara- talið er avmarkað til 40, og upptekan til skeiðið verður í teirri raðfylgju, sum tekn- ingarlistarnir koma inn. Kostnaðurin fyri skeiðið er 800 krónur, og í prisinum er rokn- aður kostur og logi. Skatturin í Getu Bygdaráðið í Getu hevur álíknað skattin fyri figgjaråri3 1978 79. Eftir hækkingar og lækkingar er skatta- inntekan 21,5 mill. kr. Hon var 17 mill. í fjer, so veksturin er 21%. Tað er 398 skatta- boargarar í Getu kom- munu og teir koma at gjalda tilsamans 3,6 mill. kr. í kommunu- skatti í figgjarårinum Skattaprosentið hækk- aði úr 15 í 16.