leygardagur 29. apríl 1978síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
sosialurin
Nr. 32 — 29. apríl 1978
Viðhvert tyktist henni
sum skúmaði uppvaski-
vatnið í hálsinum og
skitnir, snikutir tallerkar
frá trýtúsundsekshundr-
aðoghálvtrýss lidnum
døgum ridlaðu í loftshøg-
um stáplum á keksborði-
num, til reiðar at tveita
seg á hana og díkja hana
undir. Tá flýggjaði hon og
settist í stólin við stovu-
vindeygað og gloymdi, at
hon átti mann og bern og
lutir, sum livdu á henni
eins og snúltudýr. Og tá
hon hevði sannført seg
sjálva um, at hon hevði
frælsi til at gloyma tey,
gjørdist hon einsamall í
heiminum og fullkomiliga
eydnurik
Líka til maðurin fór at
arbeiða úti í garðinum.
Har hegdi hann og grav-
aði í moldini beint uttan-
fyri vindeygað allan guðs-
langa dag; gamal, lítil og
kroykin maður í gráum ar-
beiðsklæðum við eyrhakk-
aranum steðugt til reiðar
at hegga; stevfastar, seig-
ar, næstan treiskligar lik-
amsrerslur frá miðjuni og
fram í fingrasnipparnar,
upp og niður, upp og
niður, upp í saman, upp í
saman, eins og hjá deyða-
lúgvaðum manni í fim-
leikahell, sum ikki hoyrir,
tá hann er biðin at gevast.
Og konan hugsaði: Jesus
min. Eru til primitivari
amboð í hesum heimi enn
hakkari og skupla?
Maðurin var henni ikki
heilt ókunnugur. Til fyri
stuttum hevði hann verið
bóndi á soltnari jørå úti á
bygd. Nú var hann fluttur
inn í keypstaðin og fekst
við garðsarbeiði. Í fyrst-
ani hevði hon verið fegin,
tá hann var farin undir at
gera við alt rundanum
húsini. Hon hevði glett
seg til at fáa grønan blett,
tá tað fór at sumra. Men
hetta var mikið verk, og
maðurin dvaldist dag eftir
dag uttanfyri vindeygað,
og har høgdi hann og
gravadi og lyfti steinar og
bar teir burt og kom so
aftur og høgdi og gravadi.
Hon setti sær fyri ikki at
fylgjast vid verkinum.
Hesin maður kom henni
ikki við, men alt lív hans-
ara troðkaði seg tó lúris-
liga inn í huga hennara:
hvussu hann hevði gravað
Svava Jakobsdóttir er
fedd í Neskaupstað á
Eysturlandinum í
1930. Í 1935 flutti hon
til Kanada við foreldr-
unum og búði har í
fimm ár. Hon tók stu-
dentsprógv í Reykja-
vík í 1949, BA-prógv í
enskum máli og bók-
mentum í Northamp-
ton í Massachusetts,
USA, í 1952. Hon hev-
ur eisini lisið í Oxford
og Uppsala. 1955 —60
starvaðist hon í ís-
lendska uttanrikismå-
laráðnum og eftir hetta
á Morgunblaðnum og í
útvarpinum. Varð vald
á Alþingið fyri Alþýðu-
bandalagið í 1971. Sva-
va Jakobsdóttir hevur
skrivað bæði stutt- og
skaldsegur umframt
sjónleikir. Fyrsta bók
hennara, 12 konur,
soleiðis í moldini við
hakkara og skuplu alla
tíðina. Sum helt hann seg
kunna vinna á einum
bletti fyri og eðrum eftir
Kári Petersen foroyskaði
kom út í 1965, men hon
gjørdi rættiliga vart
við seg í 1969 við
skaldseguni, Leigjand-
inn, eini symbolskari
segu um amerikansku
hermegina á Íslandi.
Svava er systir Jek-
ul Jakobsson, sum
doyði nú í vikuni.
og leggja jørdina undir
seg, sum helt hann seg
vera mann fyri at sigra á
henni at enda, um hann
aldri gavst við somu rørsl-
VERKAMAÐURIN
Stuttsega eftir Svøvu Jakobsdóttur
unum upp og niður, upp
og niður, upp og niður.
Men smáskursl var ein-
asta mein hann veitti
henni. Hon helt áfram at
vera líka grýtut og grá og
fruktarleys undir hansara
fótum; líka treisk og stolt,
sum var tað bert av náði,
at hon loyvdi hesum
dukkumanni og skepnum
hansara at ganga á sær; í
vissu um, at hon mundi tó
aldri fara at fela fótafet
teirra í hvussu so var.
Konan hevði sæð hesar
teigar, sum nú flestir lógu
í oyði; og tað hvíldi yvir
teimum mikið og vesala-
dapurt vónloysi.
Og í staðin fyri at lata
lív sítt og starv sær til
læru verða, tók hann
hakkaran og skupluna við
sær til keypstaðin. Og
helt áfram at hegga og
grava.
Men hóast konan
royndi at lata vera at
hyggja at honum, varnað-
ist hon altíð rerslur hans-
ara upp og niður, upp og
niður, fyrst sum ótespi-
ligar trupulleikar, síðan
sum hóttan. Tað var eins
og breyt maðurin miðvíst
niður tann verjugarð, sum
hon hevði lagað millum
seg og lutirnar; og tá
hendi hetta; tallerkar í
túsundatali, koppar, gles,
krukkur, bustir, skálir
komu í renningarlopi,
veltust inn, laðaðust upp,
lupu á hana allsráðandi,
almåttug; og troyggja
drongsins við holinum á
alboganum legðist í fangið
á henni, og hon fór at
stoppa og stoppa og tað
eydnaðist aldri at fáa tað
heilt, og hon var vorðin
gomul, og garnið varð
uppi, og hon fór at slíta
grá hár av hevdinum at
stoppa við, og tá var son-
urin blivin vaksin maður
og vaksin frá troyggjuni.
Og tá visti hon, at tað
vóru lutirnir, sum hevdu
livað, og ikki hon.
Konan leyp upp úr stól-
inum. Hon ætlaði ikki
longur at lata sær hetta
lynda. Hon toldi íkki
henda mannin og hansara
ævigu potan og æviga
slit; hesa høgging hansara
í jørðina, sum ongan enda
ætlaði at fáa og onki úrslit
gav. Heilan mansaldur
hevði hann rótað í mold;
lagst á jørdina við hakk-
ara og skuplu; og onga-
staðni sást nakað eftir. Tó
bar hann enn hesi amboð,
eins og storknaða áminn-
ing um meiningsloysið á
hesi jerð.
Hon smoygdi seg í
frakkan. Hon ætlaði út at
siga við hann, at hann
kundi gevast fyri í dag;
veðrið var ov rákalt; og í
kveld ætlaði hon at biðja
mann sín siga hann upp
og fáa onkran við grav-
kúgv at gera arbeiðið lið-
ugt.
Gamli maðurin í garði-
num rætti ryggin, tá hann
sá hana nærkast. Nærri
hon kom, betur rætti hann
ryggin, og spakuliga, men
miðvíst, togaði hann seg
tumma fyri tumma upp í
fulla hædd. Og nú ið hon
stóð har framman fyri
honum, sá hon, at hann
var ikki lítil maður. Og
hann var heldur ikki
kroykin. Var tað bara fyri
jørdini, at hann boygdi
seg? Koma hennara sýnt-
ist hverki at vekja undran
ella forvitni hjá honum.
Eygnabrá hansara var ró-
ligt og friðarligt og hevði
okkurt, sum boðaði frá, at
hann var hevjaður yvir
sigur og ósigur; tilíkt
hevði onki at siga longur.
Og konan segði alt ann-
að enn tað, sum hon hevði
ætlað sær at siga. Hon
spurdi, um hon ikki mátti
bjóða honum kaffimunn.
Hann takkaði fyri og fór
inn við henni. Og meðan
hann bíðaði eftir kaffi-
num, stóð hann við køks-
vindeygað og hugdi niðan
eftir bygdarlagnum.
»Hidani síggjast húsini
hjá mær< segði hann.
Konan fór yvir til vind-
eygað, tí hon vildi gera
honum ta tænastu, og hon
hugdi niðan í tann grýtuta
og gróðurfátæka dalin.
„Annars eru gomlu
húsatoftirnar aftanfyri
melheyggjarnar, men eg
flutti mær húsini upp á
heyggin. Vegna útsýnið.
Haðani sæst alla leiðina til
havs, og í góðum skygni
sá eg oll skip, sum sigldu
fyri fjarðarmunn. Tit áttu
at sloppið tykkum ein túr
hagar at njóta utsynid.«
So drakk hann kaffi-
munnin, takkaði fyri seg
og helt fram at arbeiða úti
í garðinum. Og konan fór
undir sítt starv í kokinum.
Hon stóð við uppvaskið
og varnaðist ikki stev-
fostu rerslur sínar, upp í
saman, upp í saman, fram
og aftur, fram og aftur, tí
hon hugsaði um mannin,
sum flutti hús síni upp á
heyggin við hakkara og
skuplu.