Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 box 76. 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Hegni Djurhuus Jógvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Utgevari: Blaðstjóri Blaðmenn Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSTALINUM uttan loyvi frá blaðnum. Molbúgvar TAÐ ER ikki smávegis, sum ymiskir sambandsmenn gremja seg um, at uppskot teirra um agnstudning ikki varð samtykt, og um at oljustudn- ingurin nú er avmarkadur. Í OKKARA oyrum ljóðar tað øvugt, at tað almenna skal veita studning til nýtslu, tá vit annars rokna við, at studningur verður latin fyri at eggja og at halda fólki til eitt nú skipa- bygging, at veiða o.s.fr. SPURNINGURIN er sjálvandi, um vit vilja hava menn at nýta agn og tað ongantíð ov nógv, og um vit vilja hava menn at nýta olju og ong- antíð ov nógva? Um hetta er ætlan- in, so er tað í lagi við bæði agn- og oljustudningi. MEN Í hesum døgum royna allar tjóðir at avmarka oljunýtsluna. Hetta gera tær sum eina avleiðing av tí, at orkutrotið hóttir við at ger- ast veruleiki, og serstakliga av tí, at alt bendir á, at oljukeldurnar ikki eru ótgmandi, men tvørturimåéti eru farnar at tømast. ØLL LOND royna ti at eggja fólki til at avmarka orkunytsluna mest mø- guligt. Um somu tíð sum hetta er stødan um allan heim, trina menn fram í Føroyum og mæla til, at vit framhaldandi, og helst í stórri mun enn higartil, við almennum peningi, skulu premiera hvønn litur av olju, sum nýttur verður. Í DIMMALÆTTING týsdagin spyr ein sambandsmaður úr Norður- oyggjum, hvat tingmenn hugsa fyri sær, um teir yvirhøvur hugsa. Vit halda tað vera lítið hugsað, tá menn í fullum álvara mæla til, at tað almenna í eini tíð, har oljan er farin at tróta skal veita nøkur oyru í virð- isløn fyri hvønn litur av olju, sum verður nýttur. TÁ ER meira høpi í at umhugsa uppskot um orkusparandi tiltøk. Vit kenna nógvar søgur um sonevndu molbågvarnar, ið vórðu kendir fyri at gera eitt og annað tápuligt, men fara vit føroyingar nú at stuðla og eggja monnum til at nýta ta orku, sum er við at ganga undan, so gera vit molbúgvunum lítið eftir. sosialurin Olavur Michelsen farin Månadagin, 1. mai, frætt- ust brådliga deyðsboðini av Olavi Michelsen, lær- ara og blaðstjóra, bert 44 ára gamal. Olavur vaks upp suðuri í Øravik, í Olavstovu, elstur av tveimum breðr- um og foreldrini vóru tey bæði Mil og Kristianna. Ólavur stóð til at arva festið í Ólavstovu. Men hugurin stóð til bókina og Olavur fór, sum so mang- ur annar, sum ætlaði at halda fram við skúla- gongdini, varð noyddur tá í tíðini, til Havnar at ganga á preliminerskeiði. Haðani fór hann á lær- araskúla, har hann tók prógv í 1958. Eftir at hava verið lærari úti á bygd í nekur fá ár, vendi Ólavur aftur til Havnar, fyrst sum lærari við Santa Frants skúla, og seinastu árini hevur hann starvast við Tórshavnar kommu- nuskúla. Hugin at skriva hevði hann longu á ungum ár- um. Byrjaði sum skúla- drongur at festa smásegur og yrkingar á blað og sendi inn til Barnatíðindi, sum tá kom út í Suðuroy — og her sást alt fyri eitt, at gávurnar at skriva hjá hesum unga drongi vóru eyðsýndar. Hugurin at skriva var Ólavi í kjetið borin, líkamikið um talan var um stuttsegur, yrk- ingar, sjónleikir ella skú- labekur. Hann sá sum lær- ari, og tann hugsjónar- maður hann var, tann stóra tervin á føroyskum tilfari í skúlanum. Hann helt altíð fram, hvussu stóran týdning tað hevði fyri uppvaksandi ættar- liðið, at undirvísingin var grundað á feroyskar skú- labøkur — hann gav út Gudalæru og Kirkjusogu til skúlabrúks, skrivaði vælumtókta sjónleikin Kálv lítla, sum varð fram- fordur á palli her í Havn fyri nøkrum árum síðani. Harumframt hevur hann skrivað ein hóp av stutt- søgum í ymiskum jóla- blødum og barnablødum og eru hesar søgur savn- aðar saman í bók, sum júst er farin til prentingar. Tað er Lærarafelagið, sum stendur fyri útgávuni. Men flestu føroyingar kenna Ólav Michelsen eina mest frá hansara blaðmannaarbeiði á 14. September. Igjøgnum fimtiårini sum hjálpar- maður blaðsins, síðani 1960 sum blaðstjóri. Olav- ur kom skjótt at standa sum ein av teimum, sum myndaði Tjóðveldisflokk- in úteftir. Hann var flokki sínum ein trúgvur tænari og flokkurin valdi hann í mong álitissterv. Í aðal- stjórn floksins hevur Ól- avur sitið í mong ár, tey flestu sum skrivari. Í út- varpsnevndini sat hann frá stovnseting Útvarps- ins í 1957 til sin deyðsdag, seinastu årini sum for- maður. Flokkurin valdi hann í býráðið seinast í 60-unum og umframt at vera næstformaður by- ráðsins hesi seinastu 2 valskeiðini, sat hann øll árini sum formaður i mentamálanevnd Tórs- havnar býráðs. Har gjørdi hann eitt stórt og dygdar- gott arbeiði fyri at skapa betri umsteður í kommun- Nr. 34 — 6. mai 1978 alu skúlunum í Havn, bæði fyri næmingar og lærarar. Hansara stersta áhuga hevði arbeiðið fyri at endurreisa og útbyggja Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla, sum undir hansara formanstid fekk almiklan vøkstur til gledi fyri mong, bædi yngri og eldri i Havnar by. Hetta voru mål, sum høvdu hansara størsta åhuga, og hann gleddist at fåa hesi mål loyst ur lagdi fyri tad folk, sum her byr og, sum hann hevði so stóran tokka til. Olavur var sannur og heilhjartaður stríðsmaður fyri tí, sum hann helt vera rætt og kært. Eitt mál, sum upptók Olav so ó- metaliga nógv hesa sein- astu tíðina, var spurn- ingurin um varðveitsluna av seinastu dyrkaðu trað- unum í býnum, og hug- sjónin um at varðveita tær fyri komandi ættum í staðin fyri at leggja tær undir betong og asfalt. Hesin tankin er so stórur og vakur fyri mong býar- bern, og vónandi doyr tankin ikki við Ólavi. Besta varðan vit kunnu seta til minnis um Ólav, sum fór alt ov ungur, er at fremja hesa vón hansara í verki. dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Hans J. Joensen, altargongd; Vesturkirkjan: Kjartan Merkere, altargongd; Kollafjørdur: Axel Tór- garð; Leirvík: Torkil Be- der, altargongd; Rituvík: Hegni Poulsen kl. 11, alt- argongd; Nes kirkja: Jóhs. Follend kl. 12; Klaksvík: Jákup Magnus- sen, altargongd; Hattar- vik: Salomon J. Joensen kl. 12; Svinoy: Salomon J. Joensen kl. 19; Famien: Elsa Funding, altar- gongd; Hov: Martin R. Jacobsen, fráfaringar- gudstænasta, altargongd; Sumba: Niels P. Daniel- sen; Hvalba: Jóhan Adventista- samkoman Bíbliustudium í dag kl. 10, ungdómsgudstænasta kl. 11. Sunnudagsskúlin kl. 11. Filadelfia Gospel-evening í lærara- skúlahellini í kveld kl. 20 v/ Curt & Roland. Orð krossins ið er kristilig sending á íslendskum máli, hoyrist hvenn leygarmorgun kl. 10. Sent verður á stutt- bylgju 31 metrum. Send- ingin varir eitt korter. Evangeliska røddin hoyrist hvert mánakveld kl. 9 frá Monte Carlo (við síðuna av Luxemburg) á millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varir eitt korter. Oyrabakki Ungmannafelagið Eydnan hevur basar og eydnuhjól á Oyrabakka í dag. Basar- urin byrjar kl. 15 og eyd- nuhjólið kl. 16. Handverks- lærlingar Skrivstovutiðin hjá Hand- verkslærlingafelagnum er týskveld frá kl. 19 til 21 í húsinum hjá Havnar Handverkarafelag í Tróndargetu 16 og í hel- um Klaksvíkar Handverk- arafelags í Feroya banka. til børn, kvinnur og menn. Kr. 140/-, 170/-, 185/-. Jóan Jakku Kollafjørður Kollafjarðar ítróttarfelag hevur bingo í felagshøli- num í kveld kl. 20. Blákross-stevna Blákross-stevnan í Ritu- vík byrjar í dag kl. 16. Vágsbotnur tlf. 11660 HUS ELLA iBUD ynskist til leigu frå aug/sept ella seinni. Gróa Bjernsdóttir, bókaverður Landsbókasavnið tlf. 11626 ella 126 65