Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 40 — 27. mai 1978 kring oyggjarnar Ewald Kjølbro frå sum bretskur konsul Við eitt hátíðarhald á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn hós- dagin 18. mai, fekk Ewald Kjelbro, stjóri, Klaksvík, handað tað bretska heiðursmerkið „Officer of the Most Excellent Order of the British Empire.< Hetta hendi í sam- band við at Ewald Kjelbro nú fer frá sum bretskur konsul. Hann hevur rekt bretsku konsulattænastuna í Klaksvík síðan 1950, og síðan 1964 hevur hann verið bretskur konsul. Eftir at Ewald Kjelbro nú fer frá, verður bretska konsul- atið í Klaksvík niður- lagt Bretska konsulatið í Havn, har Axel Mort- ensen er konsul, skal nú rekja konsulattæn- astuna fyri alt landið. Hetlendingur til Foroya at kanna sosial viðurskifti Við Smyrli úr Hetlandi 6. juni kemur ein mað- ur frá Social Work De- partment of Shetland's Islands Counsil til Før- oya at kanna sosial vidurskifti her. Maðurin, Mr. P. Malcolmson, hevur i telexi bodad frå, at hann stedgar her i fimm dagar og at hann gjarna vil fåa kunn- leika um, hvat verður gjørt fyri brekað og gomul fólk í Føroyum. Umráðandi at veita skjóta hjálp Ráðið fyri ferðslutrygd hevur nú byrjað seluna av teiri sonevndu fyrstuhjálparskjáttuni. Skjáttan fæst á ser- vicusteðunum og kost- ar 115 kr. og nýggj útgerð til hana kann keypast á apoteku- num. Henda fyrstuhjálp- arskjáttan er framleidd í Noregi, har fleiri domi eru um, at hon hevur verið til hjálpar í sam- bandi við ferðsluvan- lukkur og í summum forum bjargað lívi. Utgerðin í skjáttuni er einfeld og muna- dygg og har er eisini serstakur útbúnaður til venjingar, so at fólk heima við hús kunna læra seg at brúka út- gerðina. Leiðbeiningar eru á síðunum 30—31 í bóklinginum Fyrsta hjálp í ferðsluni, sum fylgir við skjåttuni. I einum tíðindabrævi frá Ráðnum fyri ferðslu- trygd stendur, at tað er umráðandi at veita skjóta hjálp, ti tá van- lukkan hendir, eru tað teir fyrstu minuttirnir, sum eru avgerandi. »Næstu ferð verður tað kanska tú, sum skal hjálpa, og tá er gott at vera fyrireikað- ur. Í bóklinginum og skjáttuni eru kunnleiki og útgerð, sum eru neyðug, uttan mun til, um óhappið hendir í ferðsluni, við hús, í fjøruni, á báti ella onkra aðra staðni. FYRSTA HJÁLP > I FERDSLUNI — meðan sekundini renna Bóklingurin »Fyrsta hjálp í ferðsluni< fylgir við sjáttuni Havsbrún stongir i triggjar vikur — ætlanin er hereftir at stongja å hvørjum sumri Havsbrún Fiskamjølsvirki Havs- brún í Fuglafirði verður stongt í tríggjar vikur í summar. Seinasti dagur, tikið verður móti fiski, er 8. juli og virkið opnar aft- ur 31. juli. Andreas Lava Olsen, stjóri á Havsbrún, sigur, at virkið verður stongt, so summarfritidin hjá starvs- fólkunum kann avviklast. Havsbrún hevði eisini stongt í fjør summar og Andrias Lava Olsen sigur, at virkið hereftir verður stongt å hvørjum sumri. Tað hevur verið trupult at útvega fritidaravloysarar og virkið hevur um summ- arið koyrt illa í einar 12 vikur, t.e. í tidarskeidi- num, sum fritidirnar hjá ti fasta starvsfólkinum lógu. Tað verður tí hildið at vera frægasta loysnin at stongja í triggjar vikur. Prísfallið steðgað Andreas Lava Olsen sig- ur, at prísfallið á sildar- og fiskamjøli, sum byrjaði síðst í aprilmánað, nú tyk- ist at vera steðgað. Pris- urin er annars síðani árs- skiftið fallin við 10%, úr 3.00 kr. fyri kg í 2.70 kr. Frá 1. januar til 15. mai í ár tók Havsbrún móti 65.070 tonsum av ráevni. Í sama tíðarskeiði í fjor var tonsatalið 58.300. Higartil í ár eru góð 20.000 tons av svartkjafti landað. Í fjør varð heildar- svartkjaftaveiðan hjá før- oyingum 28.000 tons. Partar av nýggju mjøl- goymsluni hjá Havsbrún eru nú tiknir í nýtslu. 24 mans, 12 í hverjari vakt, arbeiða beinleiðis við framleiðsluni av mjølinum. Tað er Goymslan, sum er 1800 ringt at fáa avloysarar fyri teir, so nú fáa teir allir summarfrítíð í senn og imedan mm? til steddar, er bygd stongir virkið uttanfyri virkið. Figgjarætlanin 7,37 mill Vágs býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 1978-79. Hon javnvigar við 7,37 mill. kr. Kommunuskatturin kemur at liggja um 6,35 mill. kr. Í farna fíggjarári javnvigaði fíggjarlógin fyri Vágs kommunu við 6,05 mill. kr. Størsti parturin av hækkingini eru rentur og avdráttir av lánum, sum í íverandi fíggjarári eru 3,53 mill. kr. Annars eru 750.000 kr. settar av til vegir, 605.000 kr. til umsitingarmál, 425.000 kr. til skúlamál og 430.000 kr. til sosialmál. Ur Vági frættist annars, at fyrireikingararbeiðið viðvíkj- andi læknamidstødini er nú komið so langt áleiðis, at tað skjótt kann fara til landsstýrið til góðkenningar. Læknamiðstøðin kemur at standa á Låghamri, eystanfyri Sparikassan