Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin kring oyggjarnar Thomas Nygaard aftur um mánaðar- skiftið Thomas Nygaard, sum hevur verið til um- byggingar í Danmark, kemur aftur til Feroya fyrst í juli mánaða. Thomas Nygaard er longdur, og samstund- is er nýggjur motorur ísettur. Hann fór úr Feroyum fyrst í hesum árinum. Bíða eftir svartkalvaloyvi Í hesi vikuni skal Váðasteinur landa tey 200 tonsini av saltfiski, sum hann fyri trimum vikum síðani kom heim við av Flemish Cap. Váðasteinur fór yvir 16. januar og fyrst í mai hevði hann fiskað tey 200 tonsini, sum hann fekk tillutað í 1978. Ætlanin er í hesum árinum at gera tveir svartkalvatúrar til Ka- nada. Trý skip, Váða- steinur, Bakur og Ras- mus Effersee, hava gjøgnum landsstýrið sekt um loyvi frá Kan- adisku stjórnini til at veiða svartkalva inn- anfyri 200 fjórðinga markið, men loyvini eru ikki komin enn. Í fjør gjørdi Váða- steinur tveir svartkal- vatúrar og fekk uml. 160 tons á hverjum. Svartkalvin verður frystur umborð. Tvey størv sett við Eysturskúlan Tórshavnar Býráð hev- ur sett tvey størv við Eysturskúlan. Í starvið sum skúla- tænari hevur býráðið sett Eyðfinn Sondum, meðan Nina Mohr er sett sum skrivstovu- kvinna við Eysturskúl- Vegarbeiði og bygdarætlan Sóknarstýrið á Viðar- eiði hevur í fleiri ár sekt um studning til at beta um Dalavegin, tann gamla torvvegin, sum varð gjørdur undir fyrra heimsbardaga. Kommunan hevur tey seinastu trý árini fingið tilsamans 3/4 av 220.000 kr. játtaðar til hetta endamálið og nú er ætlanin at fara undir arbeiðið í summar. Kommunan hevur eisini fingið studning til annað vegarbeiði í bygdini. Tað eru 3/4 av 240.000 kr. til tann nýggja uppdyrkingar- vegin eysturi við Egg. 650.000 kr. eru á- líknaðar í kommunu- skatti á Viðareiði í í- verandi figgjaråri. Skattainntøkan hækk- aði vid 36% í mun til árið fyri og prosentið varð hækkað við ein- um, úr 11 í 12. Á Við- areiði eru í letuni 109 skattaborgarar. Í sambandi við matrikuleringina av Viðareiði, sum nú verð- ur gjørd, ætlar sóknar- stýrið móti heysti at gera eina bygdarætlan. Arkitektprógv Bjarki Højgaard hevur tikið progv sum møbil- og innrættingararki- tektur, DMI, á Frede- riksberg Tekniske Skole. Nordis 115 tons Í síðstu viku tók Norð- is á Eiði ímóti um 115 tonsum av ráfiski. Týsdagin var Vaðhorn á Eiði og avreiddi góð 160.000 pund undan Íslandi. Hósdagin av- reiddi Norðfinnur 56.000 pund til virkið. Nógvir smábátar rógva út við snellu á Eiði. Teir liggja úr 100 upp í 800 pund um dagin. »Frålikir serfrødingar« »Eg havi bara góð minni frå ferð okkara runt i Feroyum og samveruni við fiskimenn. Tit hava frålikar serfreðingar bæði í fiskiskapi og fiska- virking. Tit hava gjert eitt stórt lop frameftir á fiskiveiðiskinum hesi seinastu árini. Vit kunnu læra hvennannan okkurt.< Hetta segði sovjettiski fiskimålarådharrin, Alexander Isjkov, eftir at hann og Atli Dam, løg- maður, hevdu undirskrivad gerðabókina frå fyrs- ta fundinum hjå felags sovjettisku-føroysku fiski- vinnunevndini, sum var i Moskva 22—24. mai. Næsti fundur hjå nevndini verdur i Føroyum i vetur. Avhaldshusid: Nr. 45 — 14. juni 1978 Landsstyrid setti seg ikki i samband vid Bókahandilin — hóast hesin heuði hægsta tilboðið — Vit hava ikki hoyrt eitt orð frá landsstýrinum, síðani tilboðini vórðu opn- að 26. mai. Eg haldi, tað er ein keðiligur máti, landsstýrið brúkar í hes- um málinum. Tað er Karl Niclasen, H. N. Jacobsens Bóka- handil, sum sigur hetta um viðgerðina hjá lands- stýrinum av tilboðunum uppá Avhaldshúsið. Til- boðini vóru trý í tali, H. N. Jacobsens Bókahandil bjóðaði 275.000 kr., Hotel Hafnia 125.000 kr. og av- haldsfeløgini 5.000 kr. Hóast Bókahandilin hevði hægsta tilboðið, hevur landsstýrið avgjert at selja Hotel Hafnia húsið fyri 300.000 kr. Fíggjarnevndin tekur undir Tilmælið frá landsstýri- num um seluna av Av- haldshúsinum varð við- gjørt á figgjarnevndar- fundi friggjadagin. Håkun Djurhuus, figgjarnevnd- arformaður, sigur, at nevndin tekur undir við tilmælinum og hevur sent landsstýrinum málið aftur við einari viðmerking. Hver henda viðmerking er, vildi Hákun Djurhuus ikki upplýsa fyrr enn mál- ið er endaliga avgreitt. Bókahandilin fyrr biðið um húsið Tá Tjaldurs apotek fyri einum ári síðani flutti nið- an á Trapputreðna, skriv- aði H. N. Jacobsens Bókahandil til landsstýrið og bað um at fáa Avhalds- húsið til leigu ella keyps. Landsstýrið svaraði og segði, at tað bleiv ongin avgerð tikin fyribils um, hvat gerast skuldi við húsið. Karl Niclasen sigur, at Bókahandlinum manglar goymslurúm og tí hava teir áhuga fyri Avhalds- húsinum. — Eftir sum vit hava sent landsstýrinum eitt skriftligt tilboð, rokna vit við at fáa svar. Var tað avgjert frammanundan, at Hotel Hafnia skuldi fáa Avhaldshúsið? Rammusáttmálar um fiskiveiðirættindi við USA og Kanada — samráðingarnar halda fram í næsta mánað — Vit hava góðar grundir til at rokna við, at rammu- sáttmálar, galdandi fyri fleiri ár, verða gjerdir við USA og Kanada longu í hesum árinum, sigur Pet- ur Reinert, landsstýris- maður, sum saman við Finnboga Isaksen, lands- stýrismanni og Hans J. Kass, fulltrúa, hevði ting- ingar við umboð fyri USA og Kanada í Bonn fyrst í hesum mánaðinum. Teir vóru staddir har í sam- bandi við ársfundin hjá ICNAF. Petur Reinert sigur, at landsstýrið nú bíðar eftir boðum frá teimum báðum londunum um framhald- andi tingingar, sum helst verða einaferð í juli mån- að. Landsstýrið miðar í- móti at hava rammusátt- málarnar klárar fyri ólav- seku, sigur Petur Reinert. Um Feroyar skulla koma við í kvotabýtið fyri 1979, er hetta neyðugt, sigur hann. Hvørji fiskasløg? Tingingarnar i Bonn snúðu seg ikki so nógv um, hverji fiskaslog, part- arnir skulla sleppa at veiða hver hjá ødrum. Tað er ein møguleiki hjá føroy- ingum at fáa tosk, rækjur, svartkalva og lodnu inn- anfyri 200 fjórðinga mark- ið hjá Kanada og kanska hemara hjá USA: Annars varð avgjørt á ICNAF fundinum, at Før- oyar fáa so at siga somu toskakvotu á Flemish Cap í 1979 sum í ár, t.e. 6.800 tons. USA er ikki limur í ICNAF, men hevði eyg- leiðarar á fundinum. Tað er møguligt at USA gerst limur í NAFO, sum skal taka við av ICNAF. meguliga longu næsta ár.