mikudagur 14. juni 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 14. juni 1978 sosialurin Síða 5
Kappingin um Ísafjarðarsúluna: |
Sera spennandi dystur
í Fuglafirði millum
foroyameistararnar
og IF, har nøkur avbera
vekur mål vórðu skotin
ítróttur
Lesið um hendan og hin
semifinaludystin
í 1. deild millum VB og
HB inni í ítróttar-
SINE ML
Ítróttarráðgevi
fritidarrådgevi
Tað eru i år liðin fýrati år síðan Poul
E. Petersen, sáli, varð settur sum
ítróttarráðgevi.
Sum tað liggur í orðinum, skuldi
hann vera tann ráðgevandi fyri lóg-
gávuvaldið í øllum málum, sum við-
komu ítróttinum, og hevur tað eisini
havt sína orsøk, at eitt tílíkt starv
varð sett. Ítróttinum til frama var
hetta eisini eitt stórt stig, og gjørdi
hann eisini eitt stórt arbeiði. Síðani
er hetta starv niðurlagt og í Føroy-
um er í dag eingin, sum eitur ítrótt-
arráðgevi.
Vit skulu í hesum viðfangi ikki
siga, um rætt er at skipa eitt tílíkt
starv aftur við sama innihaldi, sum
tað tá hevði, men ivaleyst var ynski-
ligt og somuleiðis tørvur á einum
ítróttar/frítíðarráðgeva, ella hvussu
vit vilja kanna hann, sum kundi ver-
ið ráðgevandi fyri landsstýrið í
gllum málum, sum hava við frítíð at
gera.
Vit skulu heldur ikki her nágreini-
liga siga, hvat hesin ráðgevi skal
hava til uppgávu, men tað sum vit
meta er av alstórum týdningi, er at
viðkomandi tekur sær av planlegg-
ingini av bygging av ítróttarhallum
og bygdahúsum/ungdómshúsum,
sum í løtuni fer rættiliga tilvildarliga
fram.
itråttarhøllin, bygdahúsið ella
ungdómshúsið ella hvat tað nú er,
er tó bert ramman um eitt felagsliv,
og er tað ikki av minni týdningi at
fortreytirnar vera tær bestu fyri tí
eisini. Her vildi ein tílíkur ráðgevi
havt sína stóru uppgávu.
Dómsnevndarsteypið:
Spælið varð nógv
tarnað av vindinum
Fyrri semifinaludysturin í steypakappingini hjá
dreingjadeildini millum TB og KI, varð leiktur
suðuri á Tveroyri seinasta sunnudag
Líkindini til at spæla fót-
bólt á vellinum á Sevmýru
vóru út av lagi vánalig
hendan dagin, nógvur
hvirluvindur var longs
eftir ti turra vellinum, og
førdi hetta við sær at
mangan vóru bæði leik-
arar og áskoðarar um at
kvælast av sandroki og
spurningurin var tí, um
ikki best var at útseta
dystin. Hetta helt dómar-
in Ronnie Midjord ikki, av
ti at synd hevði verið fyri
klaksviksdreingir at koma
henda langa teinin til onga
nyttu.
Stórt press
Tvørådreingir valdu at
leika undan vindinum i
fyrra hålvleiki og gav
hetta teimum ófert press á
KÍ-málið nærum alla tíð-
ina, men mál fingu teir
einki. KÍ verjan stóð stinn
og eydnaðist tað TB
dreingi at koma inn um
Kl-verjuna, og skjeyt
hann antin við síðuna av
málinum ella bjargaði
málverjin.
Mál hinvegin
Tá 15 min. vóru farnir av
hålvleikinum eydnaðist
tað KÍ at fara í álop, ein
langur bóltur varð leiktur
frá verjuni fram til fram-
herjarnar og endaði bólt-
urin hjá Oddbjern Joen-
sen, ið trygt setti hann í
netið til 1—0, ið eisini
varð hålvleiksstøda.
Meira javnt
Í seinna hálvleiki gjørdist
spælið meira javnt millum
bæði liðini, nógv álop
vóru til báðar partar, men
hvergin megnaði at fáa
mál, tað var eins og eingin
veruligur broddur var á á-
lopinum, og er hetta und-
arligt at síggja, tá ein
hugsar, at KÍ dreingirnir
hava enn ongan lands-
kappingardyst tapt higar-
til í ár og sama er við TB
dreingjunum, teir hava
heldur ongan tapt og hava
skotið 63 mál og hava
einki tapt.
Javnaðu
Í seinasta min. eydnaðist
tað tveradreingjum at
javna til endaliga úrslitið
1—1. Hetta hendi tá Egil
Olsen var feldur á sjálvum
brotsteiginum og demdi
dómarin brotsspark, sum
Egil sjálvur setti í netið.
Onkur vildi vera við, at ov
hart var demt, tá ringt
var at siga, um Egil var
feldur uttan- ella innanfyri
brotsteigin.
Spæla sunnudagin
Seinna semifinalan verður
leikt komandi sunnudag
norðuri í Klaksvík, og
verður veðrið til vildar
kann roknast við einum
spennandi dysti, tá hetta
eru tvey sera vælleikandi
dreingjalið, ið metast,
spennandi verður at
frætta frá hesum dysti.