mikudagur 14. juni 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 45 — 14. juni 1978
Ísafjarðarsúlan ÍF—TB 4—3 (1—2)
Sigur til ÍF
hóast venjarin
var sjúkur
IF heuði sigurin uppibornan, og TB
heuði gott av at fáa ein skelk, sum vis-
ir, at teir ikki bert kunna vinna, men
eisini tapa
Tann, ið fór til Fugla-
fjarðar seinasta sunnudag
at síggja gul og reyð kort,
fór vónsvikin avstað aft-
ur. Hetta má annars sig-
ast at hava verið vanligt í
føroysku lands- og steypa-
dystunum. Spurningurin
var: Fór IF at endurtaka
sigurin móti TB í fjer, ella
var tað TB, ið kundi fara
avstað við sigrinum og
tveimum stigum eins og
22. mai? Spenningurin var
stórur, og sjálvt um vind-
urin var nógvur longs av
vellinum, so var væl av
fólki mett upp.
1. málið
Dysturin var ikki meira
enn 12—14 min. gamal, tå
Birgir er leysur í vinstru
síðu, avleverar bóltin til
Sam, ið finnur Ábraham
leysan mitt fyri málinum.
Abraham langar bóltin í
netið beinanvegin. 1—0Q til
IF
1—1
5 min. seinni leikar hart å
frammanfyri IF-målinum.
Linjuverjin veitrar TB off-
side, men dómarin ristir
við hevdinum. Meðan
hetta fór fram, hevði
Trónd hjá TB sett bóltin í
netið. Staðan 1—1.
2—1
Í 25. min. fær ÍF fríspark
beint við 16-meturin hjá
TB. Hermann skjýtur,
men bólturin fer tætt fram
við yvirliggjaranum. Kvik
álop vóru nú frá báðum
pørtum, og i 35. min.
headar ein TB-ari, sum er
staddur úti i 16-metrinum
i høgru síðu, bóltin inn til
Åsmund, sum hevur lætt
vid at seta hann vid siduna
av Ova i IF-målinum.
Harfrå, eg var staddur,
sást væl, at Asmund
hevði hond á bóltinum,
men hetta man dómarin
helst ikki hava sæð, tí
hann stóð aftan fyri As-
mund. Stødan 2—1 til TB
og hetta var eisini hålv-
leiksstødan.
Ov langur
hålvleikur
Meðan vit enn eru i hålv-
leiki, kundi eisini verið
sagt, at í hesum kalda
veðrinum hoyrir tað onga-
staðni heima at lata á-
skoðaran bíða í 25 min.,
10 min. áttu at verið há-
markið.
3—1
Seinni hálvleikur var ikki
meira enn 2 min. gamal,
tá Trónd aftur einaferð
skorar fyri TB. Eitt gott,
ikki hart skot, og Ove
hevði ongan meguleika at
bjarga. 3—1 til TB.
Straffi ella...
ÍF fór nú so smátt at
menna seg aftur, og í 5.
min. hevði Jan Nielsen, ið
annars leikti ein stak góð-
an dyst, eitt skot í yvir-
liggjaran, men bólturin
stakk út aftur í spælið.
Stutt eftir eru Birgir og
Trónd i hornatøkum fram-
man fyri
ÍF-málinum i
høgru síðu. Trónd dettur
og dómarin bríkslar.
Spenningurin var stórur.
Vóru teir innan ella uttan
fyri 16-meturin? Straffi
ella frískark? Dómarin
rådførdi seg við linjuverj-
an, ið metti teir at vera
uttanfyri, og hetta var
sera heppið fyri ÍF.
3—2
Í 19. min. er ÍF í álopi.
Sam, sum er staddur heilt
uppi í høgru síðu, lyftir
bóltin upp um alla TB-
verjuna inn á miðjuna til
Jan, sum ikki letur sær
siga tvær ferðir, men heil-
fluktar bóltin við einum
herðum skoti í netið til
3—2.
Utskifting
Nú kom rættiligur spenn-
ingur í, tí báðir partar fóru
nú av álvara at pressa.
Birgir, ið annars spældi
væl á miðjuni, verður
skiftur út, og inn kemur
Jákup Frans Larsen sum
høgri vongur, og Jan
verður settur á miðjuna
vinstru = megin. Hetta
kann við vissu sigast at
vera sera klókt, tí nú kom
verulig ferð á ÍF-álopini,
sum eitt fyri og annað
eftir skolaðu móti TB-
málinum.
3—3
Í 39. min. er Kaj Eli
leysur í miðjuni, setir
bóltin inn til Jan í vinstru
síðu. Jan sleppur fram við
tveimum TB-arum og set-
ir bóltin í netið uttan
møguleika hjá (Gordon.
3—3.
4…3
Nu skiftir TB Sigmund
ut, og inn kemur Petur
Hammer. Men bert eitt
min. seinni sendir Herman
hjá IF ein langan bólt inn
fyri, og Abraham saksa-
sparkar bóltin afturum
seg og í netið, í besta
Dave Jones-stili, eitt tað
vakrasta málið í føroysk-
See.
um fótbólti
yvirhøvur.
Stødan er nú 4—3 til IF,
og soleidis endadi dystur-
in.
Dysturin
Samanumtikid kann sig-
ast, at sigurin hjå IF var
uppiborin. Teir høvdu tey
vandamiklastu — ålopini,
sjålvt um TB serliga i
seinnu helvt av fyrra hålv-
leiki og fyrru helvt av
seinna hálvleiki hevði
yvirtakið á spælinum.
Venjarin hjá ÍF Ken Veb-
berly var sjúkur henda
dagin, og hetta meti eg
vera eydnan hjá ÍF, tí
Hjalmar Joensen kann við
rettum sigast at hava sæð
rætt, tá hann skifti út, og
hetta var veruliga tað, ið
loypti hvekk á TB-verj-
una, so hon ongantíð kom
fyri seg seinastu 10 min.
itrottur
Dómarin
Dómarin Seren Thorning
kom rættuliga væl frá
dystinum, bert má harð-
liga átalast, at útskifting-
arleiðarin hjá TB hesaferð
eins og í seinasta dyst-
inum millum ÍF og TB
kann vegleiða spælarar
sínar við rópi og arm-
veittran allan dystin i-
gjøgnum, uttan rættset-
ing frá dómaranum. Hetta
má sigast at orkimla leik-
ararnar og hoyrir onga-
staðni heima.
Vøllurin
Vøllurin í Fuglafirði er
ikki av teimum størstu, og
hetta vísti seg at darva
TB-spælarunum nógv, tí
hesir hava víst seg at
krevja nógv pláss fyri at
fáa spælið at glíða.
frå feløgum
TB sigur frå
I kvøld kl. 21 verdur spælarafundur, i annadkvøld
kl. 20 verdur TV-syning vid itrotti. Friggjakvøld-
ið kl. 21 verður TV-syning vid spælifilmi, og tys-
kveldið verður sama skrå sum friggjadag.
Frimerkini
seinkadi
Nógvir filatelistar hava
ikki verid serliga hepn-
ir vi3 HM-frimerkju-
num. HM-frimerkini
frå Argentina vórðu
nevniliga seinkað á
fleiri posthusum, so
nógvir samlarar ikki
fingu HM-frimerki við
fyrstadagsstempli.
Nú verða vit
meistarar
Sjálvt um fyrsti dyst-
urin í HM millum Pó-
land og V-Týskland
endaði við einari
floytukonsert frá á-
skoðaraplássinum, so
eru argentinarar ikki Ó-
nøgdir við úrslitið.
— Um hetta eru tvey
tey bestu liðini hjá Eu-
ropa, so er tað heilt
vist, at Argentina fer
at vinna meistaraheit-
ið, segði ein argen-
tinskur áskoðari aftan
á dystin.