mikudagur 14. juni 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 14. juni 1978
sosialurin
Síða 7
Ísafjarðarsúlan VB—HB 2—1 (2—1)
Leiktu vid vindinum i ryggin
bådar hålvleikirnar
Seinasta sunnudag tå VB og HB leiktu fyrra semi-
finaludystin i kappingini um Ísafjarðarsúluna,
var nógvur vindur og vendi hesin i hålvleikinum
soleiðis at VB kom at leika undan vindinum báðar
hålvleikirnar
Likindini til at spæla fot-
bolt vesturi á vellinum á
Vágseiði, vóru vånalig
seinasta sunnudag. Nógv-
ur vindur lá longs eftir
vellinum og kom hann al-
oftast í herðum hvirlum
og kom hetta sjálvandi at
darva spælinum í fyrra
semifinaludystinum i
kappingini um Isafjardar-
súluna, millum VB og
HB.
Eitt min. gamal
og...
Dysturin var ikki meira
enn byrjaður, tá HB, ið
leikti ímóti vindinum,
fekk eitt fríspark stutt
uttanfyri brotsteigin hjá
VB. Eyðfinn Lamahuge
varð settur til at skjóta og -
skrúvaði hann bóltin upp-
um VB-verjugarðin og í
netið til 1—0 leiðslu til
HB.
Fúnaði
Hetta »sjøkk-mål« fekk
fullkomiliga spælið hjá
VB at fúna næstu fimm
min. og tá áskoðararnir
eisini vóru merktir av
hesum var tað ein óvan-
liga deyð leta hesar min.
Men tá 11 min. vóru
gingnir fekk Hanneman,
ið stóð í vinstra horni av
brotsteiginum, eina av-
levering úr vinstru síðu
frá Sjúrða, og ivaðist
hann ikki, men setti trygt
bóltin framvið Thordur í
fjararu netsíðuna.
A HB-helvtini
Nú vaknaðu bæði áskoð-
arar og leikarar og gekk
mesti parturin av spæl-
inum nú á HB-helvtini,
ein orsek til hetta var tann
nógvi vindurin, men eisini
málseknu framherjar
VB's høvdu sina ávirkan á
spælid, men vindurin var
eisini teimum ov sterkur,
sjálvt um tað skuldi víst
seg, at hann skuldi hjálpa
teimum til eitt mál aftur-
at.
Vind-mál
Tá tað vóru gignir umleið
33 min., kom Mannbjern
Tausen rekandi fram eftir
vinstru síðu og avleverar
høgt innfyri, men vind-
urin tekur bóltin og ferir
hann tætt undir yvirliggj-
aran til hålvleiksstøduna,
VB-leiðsla 2—1.
Í seinasta min. av fyrra
hálvleiki fekk Kari Nielsen
eitt megnar tilboð at
Eyðfinn hevur sett bóltin í netið aftaná hálvanannan min. spæl.
javna fyri HB. Hann var
staddur við vinstra horni
av fimm-metur teiginum,
tá hann fær bóltin og ligg-
ur málið opið fyri honum,
men hann rakar bóltin
skeivt og fer bólturin trill-
andi fram við málinum út
til málspark hinumegin
málið.
Seinni hálvleikur
Seinni hálvleikur gjørdist
undirhaldandi, sjálvt um
spælið ongantið kom í
hæddina. Fleiri vanda-
mikil álop vóru frá báðum
pertum og eydnaðist tað
eisini HB at fáa bóltin
einaferð í málið, men
hevði dómarin dømt rang-
steðu, áðrenn hetta hendi.
Ikki eydnaðist at fáa nak-
að mál og var endaliga
steðan tí 2—1 sigur til
VB.
Seinna semifinalan
verður leikt í Havn kom-
andi sunnudag og er at
vóna at veðrið verður bet-
ur hesaferå, so at ein kann
síggja tann fótbólt, ið ein
veit, at hesi bæði liðini
kunnu spæla. Spennandi
verður eisini at síggja,
hvussu VB fer at leika á
ovara velli, sum teir nær-
um halda vera veruliga
heimavell teirra, moti
MB, ti stóran part av
seinna hålvleiki av dysti-
num seinasta sunnudag
var tað HB, ið hevði betra
spælið, sjálvt um vindurin
var vendur og VB aftur
hevði hann í rygginum.
Spennandi verður at sígg-
ja, um VB fer at klára
Vandamikil atsókn at VB-málinum
hendan dystin eisini, teir
hava nevniliga ikki tapt á
ovara velli í meira enn
tvey ár og passa teir leik-
liga sæð, avbera væl sam-
an vid HB.
Dómarin
Dómarin, Ronnie Mid-
jord, kom hampuliga frá
dystinum, men var hann
ov linur við átalum og mø-
guliga gulum kortum. Tað
hoyrir ongastaðni heima,
at leikari kann skelda
linjuverja út og ákæra
hann fyri odugnaskap, og
tá ein harafturat hugsar
um at sami leikari stutt
áðrenn eisini ivaðist í
deming dómarans og ikki
vildi sleppa bóltinum.,
men tók hann við sær
ístaðin fyri at leggja hann,
tá eigur hesin leikarin
meira enn eina átalu, hann
skal hava eitt gult kort
fyri óheviskan atburð.