Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juni 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 118 20 . giro 628272: box 76, 3800 Tórshavn Føroya Javnadarflokkur Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411 Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Blaðstjóri Blaðmenn Uppseting: Prent Á Krav uppá F.A FÅ ágóðan SEINASTU árini er sambandið mill- um bygdirnar munandi útbygt. Í tveimum fórum eru oyggjar eisini knýttar saman. Men hóast hesa stóru og kostnaðarmiklu útbygging megu vit kortini ásanna, at út- byggingin enn ikki er komin øllum teimum viðkomandi føroyingunum til góðar í tann mun, sum ein hevði væntað og ynskt. SKULU FÓLK t.d. úr Norðoyggjum ella úr Eysturoynni vestur á flog- vøllin, so megu tey fyrst út á Toftir, síðani til Havnar og haðani til Vest- manna og so yvir á Vágoynna. Ferðin tekur júst tvær ferðir so langa tíð sum ein ferð igjøgnum bergholið yvir brúnna til Vestmanna vildi tíkið. OG TÁ FÓLK koma av flogvøllinum og skulu til Norðoyggjar ella í Eyst- uroynna, so skulu tey eisini yvir Vestmanna til Havnar. Haðani skulu tey inn á Toftir og síðani víðari til viðkomandi bygd í Eysturoynni, um nakað rutusamband annars er til bygdina ella til Leirvíkar og so til Klaksvíkar. NÚ VITA vit væl, at tær mongu milliónirnar, sum lagdar eru í berg- holið og brúnna, koma fólki við koyrikorti og egnum bili ríkiliga til góðar. Hesi kunnu fara úr Norð- oyggjum ella úr Eysturoynni tíðliga á morgni og vera á flogvøllinum, tå flogfarið lendir. MEN HINI, ið megu fara tann langa vegin um Leirvík, um Toftir, um Tórshavn, um Vestmanna, tey megu fara frá húsum dagin fyri. Fyri at koma vestur á flogvøllin megu hesi nýta tveir dagar og liggja nátt í Havn ella aðrastaðir. Nú vita vit væl, at fólk í t.d. Sandoy og Suðuroy hava somu treytir. MEN Í hesum fórum kundi tað verið ødrvisi. Loysnin er, at vit fáa eitt ferðasamband tvørturum Eystur- oynna og Streymoynna soleiðis, at bergholið í Eysturoynni og brúgvin um Streymin koma øllum til góðar. PRIVATIR bileigarar hava íkki einsamallir goldið bergholið og brúnna, men tað hava allir teir før- oysku skattgjaldararnir gjørt og tí hava teir eisini krav uppá ágóðan. sosialurin Hvor lýgur hvat? Í týsdagsdimmuni er Jer- mundur Vágadal aftur farin í hernað móti javn- aðarmonnum. Hesaferð ger hann nógv burturúr | spurninginum um frían abort í Noregi, og her eru tað aftur javn- aðarmenn, sum hava trumfað hesa lógina í- gjøgnum. Men eftir at hava nevnt hetta, so skundar maðurin sær við- ari og roynir í einum eyka- setningi at vera ærligur og heiðurligur við m.a. at greiða frá, at niðri í Dan- mark var tað tíverri tann borgaraliga stjórnin við Hilmar Baunsgaard á odda, sum legði uppskot- ini um frían abort og av- takanina av pornológini fram. Men so fer harra Vágadal víðari í síni ber- serkaragongd móti javn- aðarmonnum, tí teir mugu hava skuldina fyri hesi umtalaðu lógaruppskot sambært Vágadali. Og hann sigur frá, at flestu borgarligu politikararnir sótu, meðan javnaðar- menn reistu seg í stórum tali undir atkvødugreidsl- uni í Fólkatinginum. Ve- ruleikin um hesi mál er tann, at tey ongantíð vórðu gjerd til nøkur flokspolitisk mál í Fólka- tinginum, og fingu limir tingsins loyvi til at at- kveða eftir síni bestu sannfering í hesum álv- arsmálum og ikki eftir nøkrum sum helst floks- boðum úr erva. Okkara maður á Fólka- tingi, Jóhan Nielsen, var einasti maður, sum royndi at fáa abortmálið út til folkaatkvødu, eftir at tað var samtykt í Fólkatingi- num. Um hetta skuldi eydnast honum, var neyð- ugt at fáa í minsta lagi 60 Fólkatingslimir at skriva undir hetta krav, ti so- leiðis fyriskipar tingskip- anin. Men Jóhanni eydn- aðist bert at fáa 18 undir- skriftir, sjálvt um tað var Nr. 46 — 17. juni 1978 stórur borgarligur meiri- luti á Fólkatingi tá, m.a. hevði liberali vinstraflokk- urin einsamallur 34 ting- limir, konservativi fólka- flokkurin 37 tinglimir 0.s.fr. Men henda veruleikan um leiklutin hjá Jóhan Nielsen í hesum máli »gloymir« harra Vågadal at nevna. Hvi? »Brøgdini«, sum tann borgaraliga stjórnin tá fekk framt á tí siðmenn- ingarliga økinum vóru i 1969: 1) avtøka av pornolog- ini. 2) avtøka av øllum, sum eitur filmsensurur og í 1970 legði Testrup, legmálaráðharri, uppskot- ið um fosturtýning fram, umboðandi eina samda stjórn. Øll hesi uppskot stjórnarinnar vórðu sam- tykt, og vit hava øll somul merkt fylgjurnar av hes- um borgaraliga førda poli- við: merkingar tikki. Eisini vit her heima á landi! Sig so ikki, at tað eru flokkar, sum vilja kristin- dóminum væl, sum sam- bandsflokkurin hevur neyvt samarbeiði við utt- anlendis. Sjálvur Pauli Ellefsen verður taldur uppi tingmanningina hjá vinstra! Ein eigur ikki at kasta við gróti, tá ein sjálvur býr í glashúsi, er gamalt orð. Ella vit kunnu kanska kalla hetta níð- ingsverk vinstrafloksins, sum sambandið hevur sum sín nærmasta samar- beiðspartnara uttanlend- is. Og so kann ein og hver gera sær greitt í sínum stilla sinni, hver er isa- kaldur mótvegis hverjum ella hver lýgur hvat! Johan Samuelsen dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Eivind Vilhelm, altargongd; Vesturkirkjan: Kjartan Merkere, talvan gongur fyri guds orðs boðan; Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd; Nes kirkja: Jóhs. Follend: Skáli: Niels P. Danielsen; Eiði: Petur M. Rasmussen kl. 12: Gjógv: Petur M. Rasmus- sen kl. 17; Geta: Torkil Beder, altargongd; Leir- vík: Torkil Beder kl. 19, altargongd; Klaksvík: Jákup Magnussen; Har- aldssund: Henning Bøg- esvang; Sandvik: Johan Weihe kl. 12; Tvøroyri: Elsa Funding kl. 12, alt- argongd; Porkeri: Elsa Funding kl. 18; Leiti: Jó- han Weihe kl. 19, altar- gongd. Í Eiðis prestagjaldi gongur talvan til frama fyri guds orðs boðan. Missiónshúsið við Landavegin Veitsla fyri sunnudags- skulabørnunum í morgin kl. 14. Filadelfia Fundareðin undir heiti- num Ja til Jesus heldur fram í dag í Soli deo Gloria kl. 16 og í skúlanum við Osånna kl. 20. Sunnudag- in verða fundir í Filadelfia í Havn kl. 10 og 18 og útifundur kl. 22. Svensku Karlssons- breðurnir luttaka á fund- inum. Adventista- samkoman Bíbilstudium í dag kl. 10 v/ J. Madsen og guds- tænasta kl. 11 v/ H. Jac- obsen á Adventistaskúl- anum. Tvøroyri Sunnudagsskuli kl. 10 i kirkjuni og missiónshús- inum. Møti sunnukveldið kl. 19. Evangeliska røddin hoyrist hvørt månakvøld kl. 9 frå Monte Carlo (við siduna av Luxemburg) å millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varir eitt korter. Handverks- lærlingar Skrivstovutidin hjá Hand- verkslærlingafelagnum er týskveld frá kl. 19 til 21 í húsinum hjá Havnar handverkarafelag í Trónd- argetu 16 og í helum Klaksvíkar handverkara- felags í Feroya banka. Kirkjuvígsla Í dag kl. 14 verður Ad- ventistakirkjan við Hoy- vikstjørn vigd. J. Madsen talar. Orð krossins ið er kristilig sending á is- lendskum máli, hoyrist hvenn leygarmorgun kl. 10. Sent verður á stutt- bylgju 31 metrum. Send- ingin varir eitt korter. frama fyri Kl. 20.00 spælir G.H.M. LIONS CLUB TÓRSHAVN í Kommunuskúlagarðinum leygardagin 17. juni til Latið verður upp kl. 14 v.m.a.: Kl. 21-24 spælir Flamingo til túnadans KFUK Landsfundurin er i dag kl. 16. Hov I kvøld kl. 20 er møti i missiónshúsinum v/ Martini Hammer o.ø. Sunnukvøldid møti v/ Martini Hammer og Streingjakórinum úr Porkeri. Sunnukveldið er innsavning til Heimamis- sionina. Harmoniorkestrid G.H.M. og Havnar Hornorkestur Tom Skjótibana Fiskibrunni Eydnuhjóli 21 spæli o.ø.m. KI. 15.00 spælir Havnar Hornorkestur Kl. 15.30 heldur borgarstjórin rødu Utsøla verður av ísi, ljósum øli, sodavatni, góðgæti, heitum pylsum, kaffi og køkum — poppcorn — ballónum v.m. Í samband við túnadansin verða seldir lutaseðlar á kr. 5, har vinningurin er komplett leguútstýr til 4 fólk (virði 4.000 kr.) Drigið verður á midnátt. Vinnarin fær lutirnar óskerdar. Lions Club rindar almenna gjaldið. Atgongumerki á kr. 10 eru talmerkt og verður drigið á mid- nátt um: 1. Ferð loftvegis Vágar-Kastrup og aftur. 2. Turt krov 3. Kikara. Lions Club Tórshavn