mikudagur 21. juni 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 21. juni 1978
sosialurin
Vit eiga at stovna
eitt ferðamannaráð
— sigur Sigurd Simonsen, stjóri á Ferðamannastovuni
— Í staðin fyri at tað er
eitt felag, sum tekur sær
av turismuni, skuldi tað
verið gjert eitt ferðaman-
naráð, har allar tær góvu
kreftirnar, sum hava
áhuga fyri turismuni kun-
du verið við. Kommunur-
nar, feløgini, sum hava
flogferðsluna, sjóferðsl-
una og innanlandsferåsl-
una um hendi, hotellini,
matstovurnar o.s.fr. Eis-
ini tey, sum hava tey
negativu áhugamálini
skuldu verið við í hesum
ferðamannaráði, so hinir
ikki bara loypa framav og
endavenda ti heila. Tað
eru t.d. nógv feløg, sum
ikki júst vilja steðga tur-
ismuni, men sum ikki vilja
hava, at hon skal loypa
framav.
Hetta uppskot hevur
Sigurd Simonsen, stjóri á
Ferðamannastovuni, ein-
astu ferðamannavotvuni í
landinum, til eina loysn av
teirri stødu, sum Ferða-
mannafelagið og Ferða-
mannastovan eru í í dag.
— Uppgávan hjá Ferða-
mannastovuni og Ferða-
mannafelagnum er vorðin
so stór, at vit klára hana
ikki í dag, og tað bara
versnar ár undan ári.
Vit sita við einum lima-
tali, har í grundini ikki
allir limirnir eru ov nógv
áhugaðir fyri turismuni.
Teir hava verið limir í
nógv ár, og hava stuðlað
felagið, men tað eru nógv-
ar aðrar stættir, sum hava
áhuga fyri turismuni, men
sum ikki eru við, sigur
Sigurd Simonsen.
øl
Áttu at gjørt
sum danir og
íslendingar
Hann vísir á, at vit áttu at
gjørt sum teir hava gjørt í
Danmark og Íslandi við at
stovna ferðamannaráð,
sum verða stuðlaði av tí
almenna, og sum so
standa fyri ellum ferða-
mannaarbeiðinum við at
samskipa turismuna fyri
alt landið, og við at út-
geva ferðamannableð fyri
alt landið.
Her í Føroyum er stød-
an tann, at Feroya Ferða-
mannafelag tekur sær av
ellum ferðamannaarbeiði-
num. Tað er felagið, sum
rekur Ferðamannastov-
una.
Feroya Ferðamannafel-
ag varð stovnað í 1947, og
hevur í dag um 60 limir.
Líka síðan felagið varð
stovnað, hevur endamálið
verið tað sama. Enda-
málsgreinin ljóðar stutt
og greitt: >Feroya Ferða-
mannafelag er felag hjá
teimum, sum vilja starv-
ast til at ferðamannaferð-
sla verður inntøka fyri
Føroyar.«
Tvær uppgåvur
Ut frå endamåli felagsins
hevur tad so verid upp-
gåvan hjá Ferðamanna-
stovuni at fáa útlendskar
turistar til Føroyar, og at
taka sær av teimum.
Men hetta er bert onnur
uppgávan hjá stovuni, ti
felagið klárar ikki at reka
ferðamannadeildina við
limagjaldi felagsins og tí
=
árliga løgtingsstudningi-
num uppá 100.000 krónur.
Fyri at útvega pening til
ferðamannadeildina ar-
beiðir Ferðamannastovan
tí eisini við at selja ferðir
og ferðaseðlar. Teir selja
ferðaseðlar fyri Danair og
DFDS, og ferðir fyri tey
donsku ferðafelogini.
Ferðamannastovan hevur
eisini havt avgreiðsluna
av ferðaseðlunum til utt-
anlandsferðirnar hjá
Smyrli í trý ár, men hetta
yvirtók strandferðslan
sjálv í vetur.
Danmarks
Turistrád
Í Danmark er ongin líkn-
andi organisation sum
okkara, sigur Sigurd Sim-
onsen.
— Í Danmark er tað
uppbygt soleiðis, at ferða-
mannastovurnar arbeiða
sum ferðaselur, t.v.s.
handilsfyritøkur, burtur-
av ella sum ferðamanna-
deildir burturav.
Ovast fyri ferðamanna-
deildunum er Danmarks
Turistrád, ið er samansett
av 18 limum, sum koma
frá feløgum, ið hava
áhuga í turismuni, t.d.
SAS, DFDS, DSB, yms-
um ferðamannafelegum
o.s.fr. Feroyingar eiga
eisini eitt umboð í Dan-
marks Turistrád. Í letuni
umboðar Eiden Miiller
Feroyar í hesum ráði.
Danmarks Turistrád
ger so ferdåamannablød fy-
ri alt landið, og tað verður
figgjad av statinum.
Tey donsku ferðaman-
P A á
nafelegini, sum starvast
undir Danmarks Turist-
rád eru uppbygd á nakað
sama hátt sum okkara
felag. Tey taka sær av á-
visum uppgávum í teirra
kommunu ella eki, men
meginparturin av inntøk-
um teirra eru almennir
pengar, sigur Sigurd Sim-
onsen.
Íslendingar gjørt
á sama hátt
Hann greiðir eisini frá,
hvussu íslendingar hava
skipað sítt ferðamannaar-
beiði.
— Í Íslandi hevdu teir
Ferðaskrivstovu Ríkisins,
og hon varð uppbygd sum
okkara. Hon skuldi taka
sær av øllum ti inngang-
andi ferðamannastreymi-
num, skuldi útgeva ferða-
mannableð, samstundis
sum teir eisini seldu ferðir
og ferðaseðlar.
Men fyri tveimum árum
síðani varð hetta broytt
soleiðis, at teir nú reka
hetta sum eina ferðaman-
nadeild burturav við
Bygdarráðið í Mykinesi hevur sum eitt av teimum fáu gjert sítt at upplýsa turistarnar, sum koma til oynna
Síða 3
Vit fara nú undir eitt panelorðaskifti
um turismu í Føroyum. Fyrsta pa-
nelgreinin um hetta evnið kemur
leygardagin, og tað er Eiden Miller,
tíðindamaður, sum skrivar hana.
Í dag hava vit eina samrødu við
Sigurd Simonsen, stjóra á Ferða-
mannastovuni,
sum heldur at vit
eins og danir og islendingar eiga at
stovna eitt ferðamannaráð til at
taka sær av turismuni.
Í hesi samreðuni greiðir Sigurd
annars frá arbeiðinum hjá Ferða-
mannastovuni, og teimum trupul-
leikum, sum teir hava at stríðast
við.
Vit bjóða ollum, sum hava hug at
siga sína hugsan um turismuna, at
skriva til panelið. Fyri at fáa eitt gott
orðaskifti er neyðugt at fáa øll sjón-
armið fram, bæði tey sum eru fyri
og ímóti turismuni.
studningi frá statinum.
Íslendingar hava eitt
ferðamannaráð, sum er
uppbygt sum tað danska.
Í Reykjavík eru so fleiri
ferðamannastovur, sum
taka sær av turistunum,
ið koma til landið, og
skipa fyri ferðum runt um
í Íslandi, sigur Sigurd
Simonsen.
Hann heldur, at alt eftir
sum ferðamannastreym-
urin til Feroyar veksur,
verður brúk fyri ferða-
mannastovum til at taka
sær av ti praktiska ar-
beidinum.
Åttu at gjørt
fleiri ferðamanna-
blød
Viðvíkjandi ferðamanna-
bløðum um Feroyar
stendur eisini illa til, sigur
Sigurd Simonsen.
— Ferðamannablaðið,
sum vit gjerdu fyri fleiri
árum síðan, eru longu ov
gamalt. Myndirnar eru
t.d. frá 60-unum, hóast
hitt tilfarið í blaðnum er
ført ajour síðan tá.
Tað rætta er at gjert
verður eitt hevuðsblað fy-
ri allar Føroyar. Síðan
áttu vit at givið nekur
minni ferðamannableð út
fyri høvudsoyggjarnar við
útoyggjum. Í hesum blød-
um kundu vit so greitt frá
ellum teimum stødum og
tingum, sum vit hava at
vísa útlendsku gestunum í
teimum ymsu oyggju-
num.
— Er tervur á, at tað
almenna hjálpir meira til
við at útgeva ferðamanna-
bleð?
— Ja, tað er heilt vist.
Vit kunnu ikki reka eina
Ferðamannastovu fyri
100.000 krónur í dag, um
tað skal gerast væl. Um
ein ferðamannastova skal
taka sær av ellum turistu-
num, sum koma til Fer-
oyar, og útgeva ferða-
mannablød fyri allar
oyggjarnar, so meti eg, at
vit mugu bruka millum 4
og 500.000 kronur årliga,
sum eftirspurningurin er i
dag, og sum hann verður
framyvir. Vit liva ju i eini
tid, har alt sum eitur ferdir
veksur.
Ein óloysilig
uppgåva
— Hava tit nakra meting
av, hvussu nogv utlendsk
ferðafólk árliga vitja í
Feroyum?
— Flutningskapasitet-
urin til Feroya er vaksin
ógvuliga nógv seinastu
árini, síðan England byrj-
aði at sigla, síðan nýggja
flogfarið varð sett í flúgv-
ingina, og síðan Smyril
byrjaði uttanlandasigling.
Tey feløgini, sum
flúgva uppá Føroyar,
viðka kapasitetin, tí tað er
meira rentabult fyri teir.
Teir vidka kapasitetin utt-
an at spyrja nakran eftir,
og uppgávan her heima í
Feroyum verður so at
finna út av, hvar hesi fólk-
ini skulu búgva
Vit merkja týðuliga,
hvussu trýstið inn á okk-
um, sum skulu útvega
hýsing, er ekt. Vit standa
við eini uppgávu, sum er
óloysilig. Tað er bert hýs-
ingarspurningurin, sum í
dag setir eina bremsu fyri
ferðamannastreyminum,
sigur Sigurd Simonsen.
Hann sigur, at tað ikki
verða ferd nekur hagtel
yvir, hvussu nógv út-
lendsk ferðafólk árliga vit-
ja í Feroyum. Ferðaman-
nastovan hevur m.a.
roynt at gjert kanningar
umborð á flogferunum,
fyri at finna fram til,
hvussu stórur partur av
ferðafólkunum eru turist-
ar, men flogfeløgini hava
ikki góðan hug til at vera
við til tilikt, sum órógvar
ferðafólkini, sigur Sigurd
Simonsen. >