mikudagur 21. juni 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 47 — 21. juni 1978
kring oyggjarnar
Dómurin kemur í august
Mánadagin var í Føroya rætti dómsviðgerðin av
sakarmálinum móti skiparunum á Isborg og
Norðborg, sum ákæruvaldið hevur lagt eftir boð-
um frá Feroya landsstýri.
Skipararnir eru ákærdir fyri at hava landað
sild, veidda vestanfyri 4 stig, í Danmark, hóast
landsstýrið í kunngerð hevði boðað frá, at sildin,
sum føroysk skip fingu á fyrrnevndu miðum,
skuldi avreiðast til virki í Feroyum. Hetta varð
kunngjørt við heimild í legtingslóg nr. 29 frå 1948
um inn- og útflutning og viðgerð av fiski 0.ø.
Ákærin, Franz Cohn, kravdi, at hald verður
lagt á peningin, sum fekst fyri sildina, bæði skip-
ini seldu í Danmark. Hann segði, at hóast onki
stendur um tílík stig í 1948-lógini, so heimilar
revsilógin hetta. Ákærin mælti eisini til, at skip-
arin á Ísborg fær eina stóra bót, tí hann var farin
til Danmarkar við lastini einans við ti endamáli at
fáa meira fyri hana. Hinvegin helt ákærin, at
skiparin á Norðborg skuldi sleppa lættari, tí hann
hevði fingið loyvi til at landa í danskari havn, um
hann hevði biðið landsstýrið um tað.
Ákærin helt, at hevdu teir ákærdu, t.e. skipar-
arnir, ikki peningin fyri landingarnar, so bar til at
taka hann frá stjóranum í P/f Hvalnes, reidarii-
num, hóast hesin onki revsivert hevur gjørt. Tal-
an er um eina upphædd uppá uml. 400.000 kr.
Verjin, H. W. Poulsen, vísti á, at 1948-lógin
ikki kundi brúkast í hesum førinum og ti er kunn-
gerðin frá landsstýrinum 3. januar 1977 ógild.
1948-lógin umfatar feskfisk, saltfisk og fiskaver-
ur, og verjin segði seg hava fingið váttað á Mál-
stovninum á Debesartreð, at sild ikki kann flokk-
ast undir nakað av hesum heitum.
Síðani visti hann við fleiri dømum Á seguligu
bakgrundina fyri fyrrnevndu lóg fyri at prógva, at
hon ikki kann brúkast longur og als ikki um sild.
Verjin fanst annars at landsstýrinum og segði,
at tað vóru tilvildarlig skip, sum vórðu rakt av
banninum.
Eftir dómsviðgerðina segði dómarin, rættar-
assessor Jacob Leth, at dómurin í fyrsta lagi
verður feldur í august mánað.
Norðborg og Ísborg við bryggju í Havn
truplast at útvega inni-
vist?
— Tað er truplast at út-
Truplast at hýsa
bólkum
— Hverjum turistum er
vega innivist til teir størru
bólkarnar. Um eitt út-
lendskt ferðamannafelag
hevur hug til at gera eina
hópferð til Føroya, so vilja
Teknisk Ekskursion
AE
Tysdagin i farnu viku
vóru 57 næmingar á Tekn-
iska skulanum i Havn
haðani varð koyrt bein-
leidis aftur til Tvøroyrar.
Tað var annars ætlanin at
og vátveður. Og hetta var
skilið, tað sum eftir var av
ferðini, heilt suður á Ak-
Skúvoyarferjan, Lírin, verður liðug fyrst í komandi ári. Byggingin er seinkað, tí til-
farið var so leingi á veg. Kjelurin varð strektur 9. mars
saman við 12 lærarum á
>Ekskursión 78« í Suður-
oynni. Farið varð við
Smyrli úr Havn kl. 12.45
til Tveroyrar, har bussar
stóðu klárir. Á vegnum
suður fekk ferðalagið eina
stutta frásegn um Suður-
oynna frá ferðaleiðaranum
Arnold Nielsen. M.a. um
bergholini, tað millum
Trongisvág og Hvalba er
1487 m., men holið millum
Hvalba og Sandvík er
1486 m, altso ein heilan
metur stytri. Um tað so-
nevndu olmussukirkjuna,
sum rak á land í Vági.
Norska einkjan, sum
sendi hana av stað, bað
um, at hon mátti koma á
land, har mest var brúk
fyri henni! Og á Akrabergi
er man næst Danmark.
Úr berghols-
myrkri í mjørka
Av tí at Smyril var seink-
aður trý korter, bar ikki til
at halda upprunaligu
ferðaskráina. Leiðin gekk
fyrst til Sandvíkar, har
steðgurin varð stuttur og
hyggja eftir einum kola-
námi í Hvalba, men hetta
mátti takast av skránni.
Veðrið hevði verið av tí
besta higartil, men tá
bussarnir komu úr berg-
holinum omanfyri Trong-
isvág, komu teir í mjerka
2 BR
Tokulúðurin á Akrabergi hevði sterstan áhuga, men tað var ikki tespiligt at vera ov
nær, tá hann ýldi....
raberg. Eftir at hava sæð
Skúvoyarferjuna og radi-
atorframleiðsluna á smiðj-
uni hjá Poul Eli Bærent-
sen á Tveroyri varð mill-
ummáli etin Við Á og hað-
ani koyrt víðari í mjerk-
anum suður á Akraberg.
Kaffi og kekur frá
Strandferðsluni
Lu - £
Busskoyringin endaði í
Vági, har >Ekskursiónin<
var inni á flakavirkinum
Polarfrost. Og kl. 21 fóru
næmingar og lærarar aft-
ur til Havnar við Smyrli.
Tíðin gekk skjótt um-
borð, tí Strandferðslan
bjóðaði kaffi og kekur í
salónini og ein av lærar-
unum hevði gjert eina
spurnarkapping um Suð-
uroynna.
teir helst hava ein stóran
bólk uppá millum 30 og 50
fólk, fyri at ferðin kann
gerast so bilig sum megu-
lig.
Men tað er ógvuliga
ringt at hýsa einum so
stórum bólki. Tað er í
Havn at proppur er í í let-
uni. Tað er ómeguligt at
útvega hotelpláss til ein
tilikan bólk i Havn. Um
vit kundu útvega innivist
í Havn, so er altið lætt at
býta bólkin upp og senda
hann út á bygdirnar.
— Hverjir meguleikar
eru fyri at útvega fleiri
hýsingar?
— Eg meti at privata
hýsingin kann vidkast
nógv, men tað krevur eitt
stórt arbeiði til at gera
hetta, og hesin spurning-
urin verður loystur so við
og við. Men tað er trupult
í Havnini, tí her er jú stór-
ur tervur á íbúðum fram-
manundan.
— Kunnu t.d. skúlarnir
brúkast til at hýsa turist-
unum?
— Eg meti ikki møgu-
leikarnar at vera góðar
viðvíkjandi skúlunum.
Tað einasta, sum eg veit
um í letuni er, at Tekniski
skúlin í Klaksvík er áhug-
aður fyri at fólk býr á
heiminum um summarið.
Vit høvdu fólk búgvandi
har í fjør.
Tå vit i fjør royndu at
finna ein skúla til ein bólk
av norskum dreingjum,
fingu vit t.d. nei frå einum
skúla, sum vit vóru i sam-
band við. Tað eru skúla-
nevndirnar, sum ráða yvir
skúlunum, og teir hildu,
at endamálið við skúla-
num hóskaði ikki til hetta
at hýsa turistum um
summarið.
Harafturat kemur eis-
ini, at skúlarnir i Føroyum
hava Ogvuliga stutta sum-
marfrítið, og henda tíð
verður ofta nýtt til at um-
væla skúlarnar.
— Hvussu við camp-
ingturistunum?
— Tað er komið meir av
hesum turistunum, og tað
kemur væl meir. Givið er
tað at vit mugu hava cam-
pingpláss, tí hetta hoyrir
ongastaðni heima, at fólk
seta telt upp ymsa staðni í
bønum.
Hetta er ein stór upp-
gåva, ti tað er ikki nokk
við einum campingplássi í
Havn. Vit mugu hava
campingplåss í Bellum
teimum sterru oyggju-
num, sigur Sigurd Simon-
sen.