leygardagur 1. juli 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í SS lr Sr lus lll í lr li AA AA AAA lll lr ls flr, ls lr lr ls lr. lr. lr ór ós. lr lr, lr sr lll lll ál
sosialurin
telf. 14720 . 118 20 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jógvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Arbeiðsloysi?
TAÐ ER IKKI so sjáldan, vit hoyra,
at í Føroyum er einki arbeiðsloysi.
Hetta hoyra vit frá okkara politikar-
um, frá fólki annars, og sjálvt
drottningin, sum her hevur verið og
vitjað, bar hetta uppá mål í rødu
síni.
FYRI EIN PART kunnu vit vera
samdir í hesum, tá tað snýr seg um
støðuna i Havn, í Klaksvík og kans-
ka onkrum ødrum stórri plássum
eisini. Men fara vit út á bygdirnar
seta vit ofta okkum hendan spurn-
ingin. Hvussu lætt er tað, serliga hjá
kvinnum við børnum at fáa arbeiði?
HER SKULU vit ikki gera upp hvor
munur er á Havnini, Klaksvíkini
mótvegis øðrum plássum, men vit
mugu viðganga, at ein fyritreyt fyri
at øll kunnu fara út í vinnuna er, at
barnaansingarmøguleikar eru á
plássinum.
HESIR møguleikar eru i summum
av teimum størru plåssunum, men
tíverri ikki allastaðni, og er hetta ein
stór fyritreyt fyri at kvinnan, og tað
er oftast hon, sum er bundin av
børnunum, sleppur í arbeiði.
TAÐ GANGA ivaleyst nógvar
mammur, yngri sum meiri tilkomn-
ar, kring landið, sum kundu hugsa
sær at sloppi úr køkinum, í hvussu
so er ein part av dean:m
AT GERA barnagarðar, vøggustov-
ur, skipa dagrøkt o.t. kann verða
tungt fíggjarliga hjá teimum smær-
ru bygdunum. Sum er, er fíggjarliga
býtið soleiðis, at kommunan skal
gjalda 30% og staturin 40%, meðan
tey sum gera nýtslu av hesum, sjálvi
gjalda restina.
VIT SKULU íkki her koma við einum
fullfiggjadum uppskoti um, hvussu
hesi viðurskifti kunnu skipast á
bygd, men bert nevna, at eitt upp-
skot hevði verið, at tær smærri
kommunurnar taka seg saman og
seta á stovn barnagarð, dagrøkt ella
tað, sum á viðkomandi plássi er
best hóskandi.
VIT IVAST íkki í at um hesir
møguleikar vóru til staðar nógva
staðni, vóru tað nógv, sum gjørdu
nýtslu av og høvdu fingið ágóðan av
hesum. Tá vóru vit í hvussu so er
komnir nakað nærri málinum um at
einki arbeiðsloysi var í Føroyum.
Nr. 50 — 1. juli 1978
Ráfiskagrunnurin skal
ikki verða ein fadesu-
trygdargrunnur millum
Fiskasøluna og virkini
Meginfelag Útróðrarman-
na hevur sent eina kæru
til kærunevndina hjá rá-
fiskagrunninum um av-
rokningarprisirnar fyri
tungu- og reydsprøkufløk.
I kæruskrivinum stend-
ur, at råfiskagrunnurin
tann 8. juni i år åsetti av-
rokningarprisin fyri reyd-
sprøku til 2,19 kr. og fyri
tungu til 4,20 kr. Avrokn-
ingarprisurin er tann pris-
ur, sum virkini lata fyri
råfiskin, tann prisur sum
verdur nyttur i avrokn-
ingini millum 'ráfiska-
grunnin og virkini.
Í kæruskrivinum verður
sagt, at á fundi í ráfiska-
grunninum tann 22. juni
varð upplýst, at eftir boð-
um frá Feroya Fiskaselu
skulu øll virkini skera
tungu- og reyðsprekuflek,
frysta tey, og síðan verða
tey heintað í kelibilum,
sum koyra tey til Bakka-
frost á Glyvrum. Her
skulu tey so skiljast,
pakkast og avskipast til
Chaldur í Grimsby.
Fyri hetta arbeiðið
skuldi Bakkafrost hava
2,90 kr. fyri kiloið.
Góðtók
útreiðslurnar
hjá Bakkafrost
Á fundinum 22. juni sam-
tykti ein meiriluti í nevnd-
ini fyri ráfiskagrunnin at
góðtaka hesar útreiðslur-
nar, tó so at avrokningar-
prísirnir vórðu lækkaðir
nakað. Prísurin fyri tungu
varð lækkaður við 40 oyr-
um niður í 3,80 kr., og
prisurin fyri reyåsprøku
varð lækkaður við 44 oyr-
um niður í 1,75 kr.
Starvsnevndin í M.Ú
sigur, at grundgevingin
fyri avtaluni við Bakka-
frost, er eitt skriv, sum
fiskaselan hevur sent til
øll virkini í januar mánaða
í ár.
Í hesum skrivi sigur
Fiskasølan, at fløkini av
flatfiski, sum fóru til
Chaldur í Grimsby í fjør,
vóru skeivt merkt, illa
dagbókin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen; Vesturkirkjan:
Degnagudstænasta; Nóls-
oy: Hans J. Joensen, kl.
18, altargongd; Hestur:
Kjartan Merkere; Hval-
vík: P. Petersen; Nes:
Poul Jacobsen kl. 12, alt-
argongd; Rituvík: J. Fol-
lend, kl. 11; Gjógv: P. M.
Rasmussen; Oyndarfjerð-
ur:N. P. Danielsen, altar-
gongd; Klaksvík: H. Bø-
gesvang, kl. 11, kl. 16.40
kvøldbøn og konsert;
Sandur: Bergur Jacobsen,
kl. 12; Hvalba: J. Weihe,
Vågur: Elsa Funding, kl.
11; Famien: Elsa Funding
kl. 12; Sandvik: Elsa
Funding kl. 18 altar-
gongd; Porkeri: Eivind
Vilhelm, kl. 12, altar-
gongd; Leiti: Eivind Vil-
helm kl. 18.
Brúdleyp
Í dag k!. 16 giftast í
Havnar Kirkju Ida Ben-
dix Mikkelsen. sjukra-
systranæmingur og Finn
ur Sørensen, elektrikari,
bæði úr Havn. Brúdleyps-
adr.: Hotel Feroyar.
Í dag giftast á Tveroyri
Michela Petersen, Froðba,
og Árni Johansen, Tver-
oyri.
Provtøka
Beatrice Thomas hevur
tikið hægri handilsskúla-
prógv í Keypmannahavn.
Missiónshúsið
við Landavegin
Sunnukveldið kl. 19 talar
Niels Juel Arge úr Klaks-
vík, Jóhan og Jógvan
syngja.
Frelsunarherurin
Sunnukveldið kl. 20 meti.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin tlf.
12266.
Missiónshúsið
á Tvøroyri
Sunnukveldið kl. 19 meti
við Martin Hammer, trú-
„boðara
skild, blandaði við sketu-
rævum, småkalvafløkum,
sigaretstumpum og ym-
iskum eðrum. Hetta
kravdi eina nýggja skilj-
ing í Grimsby, og í skriv-
inum sigur Fiskasølan, at
virkini fáa eina rokning
fyri henda eykakostnaðin.
Ráfiskagrunnurin
skal ikki gjalda
Fiskaselan hevur gjørt
avtaluna við Bakkafrost,
fyri at umganga, at hetta
hendur aftur í ár.
Meginfelagið mótmælir
í kæruni, at ráfiskagrunn-
urin skal gajalda hesar
eyka framleidsluutreidsl-
urnar, og krevur, at av-
rokningarprisurin fyri
tungu og reydsprøkufløk
PARTAFELAGIÐ
verður ásettur eftir teim-
um tilvirkingarkostnaðum
sum nevndin góðtók í
1975 og sum hava verið
nýttir síðan.
— Um vit góðtaka, at
ráfiskagrunnurin skal be-
ra hendan eyka kostnað, tí
at virkini ikki sjálv eru for
fyri at framleiða seljulig
skild tungu- og reyð-
sprøkufløk, so verður tað
lættliga til, at fleiri og
fleiri tilvirkingarútreiðslur
verða veltar yvir á grunn-
in.
Útróðrarmenn = koma
undir ongum umsteðum
at góðtaka eina avgerð, ið
umbroytir ráfiskagrunnin
til ein fadesutrygdargrunn
millum Feroya Fiskaselu
og virkini, sigur starvs-
nevndin í Meginfelag Út-
róðrarmanna.
STAR SHIPPING
Vit ferma
til Føroyar
hvønn hosdag
hvønn friggjadag
i Keypmannahavn
i Alborg
i Drammen aðruhverja viku
i Halmstad aðruhverja viku
i Ålesund tridju hvørja viku
i Sandnes tridju hvørja viku
(næstu ferð 6/7)
(næstu ferð 11/7)
(næstu ferð 14/7)
(næstu ferð 3/7)
Vanligir kontainarar -
og frystikontainarar eru tøkir
AVGREIÐSLUR:
Kebenhavn:
DFDS A/S
Sankt Annæ Plads 30
1295 Kebenhavn K
Telefon: 01)156300 Telex: 19435
Góðsavgreiðsla: Sluseholmen
Alborg:
E. A. Bendix & Co. A/S
Nyhavnsgade 9 (box 651)
9100 Aalborg
Telefon: 08)138300 Telex: 69643
Esbjerg:
DFDS ekspedition
Englandskajen
6700 Esbjerg
Telefon: 05121700 Telex 54151
Halmstad:
AB Th. Schéle
Bredgatan 2 (box 92)
30102 Halmstad
Telefon: 035'100440 Telex: 38104
Drammen:
Seeberg á Nielsen Ltd. A/S
P.O.Box 667
3001 Drammen
Telefon: 02)818180 Telex: 18772
Álesund:
Mererutene A/S
6001 Alesund
Telefon: 23313 Telex: 42738
Sandnes:
T. Schanche Olsen
Telefon: 66028
Trondheim:
B. S. Shipping Co
Havnegaden 9
Telefon: 20088
Partafelagið
STAR SHIPPING