Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juli 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 1. juli 1978 sosialurin Síða 9 fingu vit hver sín bræv- bjálva har eitt sokallað puslispæl var í. Nakrir av næmingunum fingu sett hetta saman beinanvegin, og sótu so hendur í favn, erpin yvir at vera fyrstir. Hetta var júst tað, ein ikki skuldi gera. Meining- in var — eins og øll hugsanin við skúlanum — at hjálpa hverjum oðrum. Eitt týðiligt dømi um, hvussu fólk vanliga eru — eitt úrslit av ti gamla skúlanum. Eskil Romme undirvísir m.a. í musikki Dispositións- ætlan yvir Vág — Vit eru í letuni við at gera eina sokallaða dispo- sitionsætlan yvir Vág. Hetta gera vit í samband við lærugreinina landalæ- ru. Millum annað taldu vit eitt tíðarskeið allar bilar sum komu til Vágs, og hvussu nógv fólk var í teimum. Somuleiðis teir sum fóru úr býnum aftur. Eisini hava vit kannað parkeringspláss, og eru alt ov fá til av teimum. Bilar standa allastaðni. Somuleiðis hava vit kann- að, hvussu nógv grundeki kommunan hevur, og eis- ini hvussu nógva jerð, teir hava til útstykkingar. Í hesum sambandi fara vit at gera eina meting av, hvussu fólkaveksturin kann væntast at fara at vera í framtíðini, og hvar pláss skal vera fyri hesum fólkum, sigur Jakobina. Tá vit vitjaðu fyrsta flokk í HF á Tveroyri, var tón- leikur á skránni. Vit nýttu høvi til at hitta onkran av næmingunum á máli. Nina Magnussen kom beint úr 3. real og á HF. Henni dámar væl á skúla- num. Spurd um, hvat hon serliga leggur dent á við teirri HF-skipan vit hava, sigur hon. — Eg ætli mær seinri til Nakrir av HF-næmingunum í Vági Danmarkar til framhald- andi lestur, og kann eg tí ikki annað enn fegnast um, at fáa loyvi til at vera í heimbygdini til ta tid. — Um bert HF var í Havn, hvat so? — Ja, so rokni eg við, at eg heldur hevði farið til Danmarkar enn til Havn- ar. Tað sum mær eisini dámar væl við HF, er at ein í ein stóran mun kann velja ímillum hverjar lærugreinir ein vil taka. HF vanliga varar í tvey ár, men við tað at eg ætlaði at taka nakrar eyka lærugreinir, sum td kemi, kundi eg hugsað mær at tikið skeiðið uppá trý ár. Hetta er heldur einki til hindurs fyri. Á HF kann hver einstakur næmingur leggja sterri dent á tær lærugreinir, ein hevur hug til, og roknar við at fáa brúk fyri. Hetta kanst tú ikki á studenta- skúlanum ella eðrum ti- líkum skúlum, heldur Nina fyri. Sum sagt var tónleikur á skránni, tá vit vitjaðu innar, og spyrja vit mu- sikklæraran, Eskil Rom- me, hvussu henda undir- vising fer fram - Tað er ógvuliga ym iskt sum undirvisingin fer fram. Sum t.d. í dag vit eina plátu hjá Anniku spældu nakað av henni og síðan prátaðu vit saman um tað sum vit halda er gott og minni gott. Ann- ars eru tað eini seks, sum læra at spæla uppá in- strumentir, mest guitar Tað er tó sjálvandi ikki so, at nakar er noyddur at læra seg at spæla upp á nakað instrument. Áhugi og evni eru jú ógvuliga ymisk, serliga á hesum ekinum. Ábyrgdin er nú tykkara Niðanfyri prenta vit ta rødu, sum Stein- bjørn Jacobsen, stjóri á Føroya Fólkahá- skúla, helt, tá HF-næmingarnir í Suður- oy høvdu lokið prógv. Góðu áhoyrarar. Góðu næmingar. Allar fyrst hjartaliga tillukku og so skal eg siga tykkum av hjarta takk fyri, at tit vildu hava meg higar at siga nekur orð. Háskúlin endar eisini sítt skeið í hesi vikuni, so tíðin er knøpp, men eg segði við gleði ja, og kendi tað næstan sum eina skyldu. Eg havi havt eitt sindur av sambandi við HF í Suðuroy, og við tað at næstan hvert skeiðið hev- ur verið nakrar dagar á Háskúlanum. Og tað hevur verið upp- lyftandi at kent, at lív hevur verið í næmingu- num, At næmingarnir ikki bara hava verið deyð iløt, sum lærdómur var fyltur i. Eg kann ikki lata vera vid at nevna, at eg sjålvur eina ferð sum tit nú havi kent, at eg var liðugur við skúlan. Vist var tað bara realprógv, men tað var tá kanska sum eitt HF prógv í dag. Sjáldan havi eg kent meg so lættan og sum eg var sloppin leysur av øll- um bondum. Fleiri av lærubékunum blakadi eg frå mær og lovadi at eg ongantid skuldi opna tær ella likn- andi bøkur aftur. Ja, tit eru komin inn i eitt vegamål, uppå eina brekku og hava tad uppi- borið at hvíla tykkum. Verða glað og einki annað. Ongar talur og formæn- ingar. Men tað er nú so, at eisini av at verða glað og at hvíla seg kann moða ein. Ein skal sanniliga verða glaður fyri tær góðu letur- nar og njóta tær, men tær kunnu ikki goymast, tær fara og koma. Sum sólar- geislar hverva beint teir hitaðu og lýstu av tí mesta, og sum kavaflykr- an í lógvanum varð til vatn, meðan vit stóðu hugtikin og stardu at henni. Eitt vegamót, tað ljóðar so álvarsligt. Í dag og teir fyrstu komandi dagarnar njóta tit at vera liðug við nakað. Men kortini spekir hitt, hvat skal ein fara og starvast við. Ein partur av tykkum hevur kanska meira ella minni fastlagt eina lang- tíðar kós, meðan hin part- urin ivast, veit ikki rættu- liga, hvat kósin skal verða. Og her eru tit ikki einsamøll. Foreldrini eru sjålvandi ein tydandi partur. Og sjálvandi vilja tey, at tit velja eina beina kós við tað sama, sum skal brúk- ast restina av lívinum. Hetta er náttúrligt og hevur altið verið so. Men foreldrini mugu royna ikki at verða sum ein grammofonpláta, og tit mugu ikki skilja teirra tos sum gamalt ótíðar- hóskandi knarr. Ti tað er náttúrligt og gott, at ein Ovissur spenningur er millum ættarliðini. Teirra tos er tykkum, um tit eru toluliga jøvn i styrki, ein hjálp, og setur tykkum upp á eina roynd, er við til at tit hugsa djúpari um tað, tit ætla tykkum at gera. Tað herðir tykkum, so tá tit velja eina kós, um hon er fyri longri ella styttri tid, standa tit sjálvi heil aftanfyri hana. Ringast er líkasælan. Um foreldrini bara segdu, at tey vóru líka glað. Tað máttu tit um, hvat tit valdu, so svíktu tey tykk- um. Og um tit viljaleyst góðu tykkum undir teirra vilja — lótu tykkum for- stýra, sum ein deyður lut- ur, svíktu tit foreldrini og tykkum sjálvi. Tit eru vaksin nú, og kunnu ikki meir leggja skylduna á onnur Abyrgdin er nú tykk- ara. Tit sum fáa HF prógv í dag eru fødd síðst í fimti árunum og vit flest hini komu til mans í hesum ár- unum. Fyri at kunna siga eitt sindur um nútíðina og skeita eitt sindur longur fram, loyvi eg mær at nerta heilt stutt við nakr- ar av teimum mest týð- andi hugsanum — tað fólkið longdist eftir í fimtiárunum. Eisini tí at eitt ættarlið er eitt lið millum tað sum var og tað sum kemur. Einstaklingurin = vildi hava arbeiði, men tað var NK FR + Steinbjørn B. Jacobsen á øllum umráðum arbeiðs- loysi. I 1957 vóru 2000 fiski- menn fremmandaarbeið- arar í Íslandi og fleiri hundrað kvinnur. Ein spurdi ikki um ein- um dámdi eitt lærupláss, ti ein skuldi vera fegin bert ein fekk eitt, Okkurt húsið"i teim sterstu bygdunum hevði ymsar el-hentleikar, mið- støduhita, og telefon, og nakrir hendinga privat- bilar vóru í ollum landi- num. Fleirtalið av fólkinum droymdi ikki um at ynskja sær hesar hentleikar, tey fáu høvdu. Tað hin einstaki borg- arin ynskti var at fáa ar- beiði, so hann kundi klára seg og sitt. Men nógvir borgarar skiltu, at broytingar máttu fara fram í samfel- agnum fyri at so skuldi verða. Tey mest framfýsnu — onnur mutaðu í móti bóru fram, at vit hava: Nýggj skip Framhald sum ma” ii