Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 1978síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|] Nr. 54 — 22. juli 1978 sosialurin Bilseturbetrekk Væl skotid, gamli SÆDEOVERTRÆK — DEN BLØDESTE IMITATION AF LAMMESKIND Tey vælumtóktu bilseturbetrekkini eru á lagri í 6 ymiskum litum Bert 495, — fyri settið ÁLINGAHANDILIN GOLV- OG TEPPIDEILDIN - TLF. 14393 So er ein av teimum góðu, gomlu amerik- ansku krimi-filmunum her um harðar detek- tivar í spennandi morð- jagstranum í 40-unum. Hevuðsleiklutin sum ein eldri, góður privat- detektivur við sjúkum beini og magasári, men enn ikki bangin ella koruptur, hevur Art Carney. Hesin fær móti sínum vilja eina býtta, men fitta unga gentu sum starvsfelaga í eini leitan eftir horvnu kettu hennara, sum fer- ir hann inn í eina morð- sak. Hetta er stutt og greitt ein stuttligur kriminalfilmur, og hes- ir plaga altíð at vera góðir, og tað er hesin. Hann verður sýndur í Leikhús Bio. Automatsvararin í Leikhús Bio hevur telf. 11131. Hvør er bangin Filmsinnihaldi er hat- ur/kærleiki. — Richard Burton leikar tann eldri universitetslærarin í søgu George. Hann bleiv í síni tid giftur við dóttir rektarans Martu (Liz Taylor). Hon tók hann, ti at hon ikki fekk nakran betri, og hon er alla tidina å kroppnum å honum og brikslar honum, at hann aldrin er blivin tann maðurin, sum hon hevur droymt um. Eitt leygarkveld verða tey bjóðaði út til eitt ungt par. Tað er tann nýggi biologilærarin á universitetinum Nick og konan Honey, sum alla tíðina eru bangin fyri at blíva við barn. Tey verða hálvfull, all- ar byrgingar falla og tann reini sannleikin kemur fram. Hetta verður til eina andaliga úrlating eftir aðra, og endin verður, at lívs- fyri Virginiu Woolf? # lygnin, sum Martha og George hava bygt upp um eitt barn, tey aldri hava fingið, kemur fram. At enda standa bæði pørini andaliga nakin fyri hverjum eðr- um. Hesin filmur er nak- að annað enn aðrir filmar, tí her eru bert fýra fólk, sum leika. Tað unga parið verður leikt av George Segal og Sandy Dennis. — Filmurin hevur fingið 5 Oscars: Liz Taylor fyri tann besta kvinnuliga leiklutin, Sandy Denn- is fyri tann besta kvinnuliga bileiklutin, Haskel Wexler fyri foto upptøku, Richard Syl- bert fyri »art direction« og Irene Sharaff fyri bunar. Filmurin verður synd- ur í Havnar Bio. Automatsvararin í Havnar Bio hevur telf. 14105