leygardagur 5. august 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
kring oyggjarnar
Fáa væl av sild
Ur Elduvík verður
sagt, at teir fáa væl av
fjarðasild. Elduvíking-
ar royna saman við
funningsfjarðarmonn-
um, og teir fáa úr 100
uppi 500 pund uppá
bátin fyri hverja set-
una. Gernini verða sett
við try—fyra tíðina á
morgni og verða tikin
uppaftur seinri á morg-
ni.
Helvtin sligin
Elduvíkingar eru
komnir væl áleiðis við
at sláa. Helvtin av
benum er sligin. So at
siga alt grasið verður
turkað. Tað eru bert
súrhoyggjbrunnar i
bygdini.
Nyggjan
altardúk
Tað vóru ikki bert veg-
irnir í Havn og løg-
tingið sum varð fridkad
til drotningar-vitjanina
herfyri.
I Elduvíkar kirkju
varð nýggjur altardúk-
ur lagdur á undan vitj-
anina. Tað er Elspa
Garðshorn, sum hevur
gjørt dúkin.
Kom álvarsliga
til skaða
Leygarkveldið kom ein
maður í Hovi, Ove úr
Skúvoy. álvarsliga til
skaða, tá hann datt
niður í ein súrhoyggj-
brunn.
Fallið var hegt og
maðurin fekk so álvars-
ligan skaða í høvdid, at
Suðuroyar Sjúkrahús
sendi hann við heli-
koptara til Havnar kl.
2 á nátt. Seinri varð
hann sendur til við-
gerðar í Danmark
Hevur mist trolið
tvær ferðir
á landleiðini
Tveir danskir trolbátar
hava loyvi frá lands-
stýrinum til at royna
innanfyri 12 fjórðingar,
á landleiðini. Tað hev-
ur ikki gingist nakað
serliga væl hjá teim-
um. Teir byrjaðu í
seinna lagi og annar,
Inga Nyborg, hevur
tvær ferðir mist reið-
skapin.
Bátarnir avreiða til
flakavirkið í Servági.
Inga Nyborg var inni
mikudagin við 5.000
pundum. Jetta Nyborg
kom inn nakað fyri ól-
avsøku við 25.000
pundum. Hon fór út
aftur týsdagin.
Jubileumslega
í Kambsdali
KFUK-skótarnir í
Havn hava í hesi vik-
uni 50-ára jubileums-
legu norðuri í Kambs-
dali.
Leygardagin skipa
skótarnir fyri ymiskum
tiltøkum — tær kara,
spinna og fáast við
annað handarbeiði — í
samband vid, at al-
menningurin kann
vitja leguna.
Ítalskir
veiðumenn
undir Føroyum
Tað eru kanska ikki
nógv, sum vita, at
italsk skip fiska undir
Feroyum, men onkur
eru. Tað er kortini ikki
tann stóra veiðan,
italiumenninir = hava.
Teir høvdu 1. juli fing-
ið tilsamans 527 tons,
harav tey 326 vóru
svartkjaftur.
sosialurin
Nr.
57 — 5. august 1978
Óli Breckmann dóm
fyri ærumeiðandi
skriv í Dagblaðnum
— Sosialráðgevarafelagið vann í Feroya rætti
— Oli Breckmann hevur appellerað
Oli Breckmann, ábyrgdar-
blaðstjóri á Dagblaðnum,
er í Føroya rætti dømdur
at gjalda 5 dagbetur á 200
kr. ella at sita í 5 dagar
fyri tvey brot í einum les-
arabrævi, >Til sosialráð-
gevararnar í Føroyum«,
sum stóð í Dagblaðnum
26. okt. 1977. Bæði hesi
brotini í lesarabrævinum
eru eisini dømd deyð at
vera. Umframt dagbetur-
nar skal Óli Breckmann
gjalda sakarkostnaðin,
hjá mótpartinum, 800 kr.
Tað var Sosialráðgev-
arafelag Føroya, sum
stevndi Ola Breckmann
fyri fyrrnevnda lesara-
bræv. Brævið var ein
partur av einum tjaki um
sosialmål og -politikk,
sum tå gekk i blødurtum.
Oli Breckmann segði á
einum rættarfundi 26.
juni, at hann ikki sjálvur
hevur skrivað lesarabræv-
ið, sum er undirskrivað
»klientur«, men hann tek-
ur åbyrgdina å seg. Hann
meinti ikki, nakad æru-
meidandi var i brævinum.
Tagnarskyida
Í báðum brotunum úr
nevnda lesarabrævi verð-
ur kartotekið hjá sosial-
ráðgevarunum umrett.
Tað, sum verður sagt um
hetta kartotekið, kann
lættliga skiljast sum ein
skuldseting um, at sosial-
ráðgevararnir misnýta tað
Óli Breckmann — 31. august skal hann aftur í rættin,
stevndur av Kirsten Brix, adjunkti
og harvið bróta tagnar-
skyldu sína. Sorinskrivar-
in sigur í sambandi við
dómin, at ákærdi
ongi
prógv hevur fyri hesari
álvarsligu = skuldseting.
Sakferarin hjá ákærda
segði á rættarfundinum í
juni, at hann meinti ikki,
at Sosialráðgevarafelagið
sum slíkt kundi verða rakt
av skuldsetingunum í
Dagblaðnum, men hetta
hevur sorinskrivarin ikki
tikið til eftirtektar. Óli
Breckmenn verður tí revs-
aður eftir grein 267, 1.
stk., í revsilógini.
Tó er tað roknað upp í,
tá revsingin er ásett, at
eitt lesarabræv frá Sosial-
ráðgevarafelagnum, >Tey
brekaðu og Fólkaflokkur-
in«, í ein vissan mun
hevur eggjað »klienti« til
at skriva sítt lesarabræv.
Hetta gjørdi dómin linari.
Vildu ikki semju
Á rættarfundinum í juni
mælti sorinskrivarin til,
at semja varð gjørd mill-
um partarnar. Men sak-
forarin hjá Óla Breck-
mann, Jógvan Páll Las-
sen, góðtók ikki semings-
uppskotið. Ti varð málið
tikið upp til dóms.
Dómurin er nú feldur,
men hetta málið er tó ikki
endaliga avgreitt enn, tí
tað frættist, at Óli Breck-
mann hevur appellerað.
Frá 2 til 115 hk.
Á goymslu 5—, 8— 15-
og 28 hk.
Lagaligar gjaldstreytir.
Sela og service
Sjúrður Strøm
Vági, tlf. 73498
AUGUST -TILBOÐ
teknar
seg sum
haldara av Sosialinum og fær
hann ókeypis restina av árs-
v Undirritaði
hs fjórðinginum.
Navn:
Bústaður:
- Kannað posthúsinum
slid
Opostad
SOSTALURIN
rindar
postgjaldið)
a
Postbox 76 = -
3800 Tórshavn
!
ti
á {| Í
(NÆNIA0srajld
li
1