leygardagur 5. august 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 5. august 1978
sosialurin
Talan er bert um Hkr
Síða 5
eitt fyribils-álit
Fyrsta dagin fær landsstýrið eitt ídn-
aðarálit frá eini nevnd, sum skuldi kanna
umstødurnar hjá ídnaðinum í Føroyum.
Hvørjar leiðir skulu gangast — serliga
viðvíkjandi figgingini av idnadinum
Í miðvikuni mikukvøldid
hevði útvarpið eina sam-
reðu við idnadarrådgevan,
Tórmóð Dahl, um eitt idn-
aðarálit.
Sosialurin vendi sær til
landsstýrismannin í idn-
aðarmálum, Jákup Lin-
denskov, fyri at heinta ná-
greiniligari | upplýsingar,
men hann sigur, at talan
er bert um eitt útkast til
eitt álit.
Skal samskipast
Jákup Lindenskov sigur,
at landsstýrið fekk út-
kastið beint fyri ólavseku.
Tað er ein idnadarnevnd,
sum landsstýrið setti á
sumri 1977, sum hevur
gjørt arbeiðið.
Men nevndin hevur ikki
tikið endaliga stødu og
hevur ikki samskipað
innihaldið í álitinum.
Heldur ikki hevur tað
verið hjá tí umboðsman-
nanevnd, sum umboðaði
m.a. yrkisfelogini og sum
skuldi veita starvsnevnd-
ini upplýsingar.
Annars segði løgmadur
eisini í Olavsøkurøduni, at
landsstýrið fær tað enda-
liga álitið fyrsta dagin.
| Hafnia keypt
pi)
Avhaldshusi
fyri 300.000
Beint fyri ólavseku varð
sølan av Avhaldshúsinum
í Havn avgreidd. Tað var
Hotel Hafnia, sum keypti
húsið fyri 300.000 kr. Í
keypssáttmálanum stend-
ur, at 50.000 kr. skulu
gjaldast beinanvegin og
hinar 250.000 kr. yvir
fimm ár. Rentan er 11%.
Avhaldshúsið varð lýst
til selu í maí h.á. eftir at
landsstýrið hevði fingið
heimild frá løgtinginum at
selja. Trý boð komu uppá
húsið, H. N. Jacobsens
Bókahandil bjóðaði
275.000 kr., Hotel Hafnia
125.000 og Avhaldsfelog-
ini bjóðaðu 5.000 kr.
Ongar
samráðingar
við hægstbjóðandi
Aðrenn málið varð lagt
fyri tingið, hevdu floks-
formenninir í ollum flokk-
um mælt landsstýrinum
til at selja Hafnia húsini.
Jóhan Djurhuus, skriv-
stovustjóri í landsstýri-
num, sigur, at hetta hevur
havt sína ávirkan á, at
Avhaldshúsið ikki varð
selt hægstbjóðandi, H. N.
Jacobsens Bókhandli. Í
samreðu við Sosialin tann
14. juni sigur Karl Nicla-
sen í Bókahandlinum, at
landsstýrið ikki hevur
havt samband við teir,
eftir at tilboðini vórðu
opnað.
|
VARAR
Gamla apotekið, Hotel Hafnia og Avhaldshúsið —
liggja tætt saman
Bókahandilin hevði ætl-
anir um at brúka Av-
haldshúsið sum goymslu.
Tilmælið frá landsstýr-
inum um at selja Hotel
Hafnia Avhaldshúsið fyri
300.000 kr. hevur verið til
viðgerðar hjá fíggjar-
nevnd legtingsins, sum
tók undir við ti.
Í apotekara-
grunnin
Tær 300.000 kr., sum Av-
haldshúsið nú er selt fyri,
fara í apotekaragrunnin.
Hesin grunnur figgjar
raksturin av apotekunum
í Foroyum og útbyggingar
av teimum.
Jóhann Djurhuus upp-
lýsir, at gamli apoteks-
bygningurin við Vaglið,
sum legtingið hevur tikið
við. nú skal setast í virði.
Tá hetta er gjørt, skal
peningurin, sum svarar til
virðið á bygninginum,
flytast úr logtingsins
byggigrunni í apotekara-
grunnin.
Skráseta og
koma við
tilmælum
Landsstýrismaðurin í idn-
aðarmálum upplýsir, at
endamálið var fyrst og
fremst at skráseta virkini.
Hetta hava Óla Sven
Nolsee og Jákup Magnus-
sen, verkfrødingar, tikið
sær av.
Harnæst skuldi starvs-
nevndin gera eitt lands-
yvirlit yvir íidnaðarút-
byggingina og geva eitt
tilmæli um ábetur til
meguligar skeivleikar í
útbyggingini.
Sum tað triðja skuldi
idnadarnevndin viðgera ta
skipan, sum idnadurin ar-
beidir undir i dag og
skuldi nevndin koma vid
einum tilmæli um møgu-
ligar åbøtur.
Harafturat skuldi
nevndin kanna figgjarvid-
urskiftini hjå idnadinum
og gera eitt tilmæli til eina
samskipan av figgjanini. I
hesum sidsta skuldi dent-
ur leggjast å eina meting
av tørvandi studuli til ut-
byggingar av idnadinum.
Hvør leid
skal gangast
Tað, sum landsstýrið
ynskti við arbeidinum, var
at fáa eina lýsing av idn-
adarumstødunum. Serliga
viðvíkjandi figgjan og út-
bygging. Hetta ynskti
landsstýrið fyri at fáa eina
meting av, hverjar leiðir
skuldu gangast fyri at
menna um idnaðin, upp-
lýsir Jákup Lindenskov
Hann sigur, at ein slík
lýsing var átrokandi, ti
tað var greitt, at fiski-
vinnan fór at verða skerd
á åvisum leiðum, og at tað
var torført at meta um ta
ávirkan, henda skerjing
fer at hava á tað føroyska
samfelagið.
Jákup Lindenskov veit
ikki enn, nær landsstýrið
fær tað endaliga álitið.
Í starvsnevndini, sum
hevur gjert arbeiðið, hava
Tórmóður Dahl, Guttorm-
ur Djurhuus, Trygvi Jo-
hansen, Arne F. Olsen og
Olaf Olsen, sitið.
Í umboðsmannanevnd-
ini hava Johannes Olsen,
FA, Karl Johansen, HA,
Hans Simonsen, Tekniski
skúlin, Páll Patursson.
bóndafelagið, Stig Ras-
mussen, idnadarfelagid,
Einar Mortensen og Pauli
Olsen, handverks-
meistarafelagid og Andri-
as Poulsen ur Handverk
arafelagnum, sitið
Fåa Høgguslokk
aftur
I Arnafirði hava teir
fingið nakað av hoggu-
slokki í hesi vikuni.
Mikukveldið komu teir
bestu bátarnir upp í
eini 400 pund. Kveldið
fyri høvdu teir fingið
nakað í gørnini
Bátarnir vóru ikki
komnir av vikini, tá
Sosialurin hevði
sam-
band við Arnafjorð
hóskveldið, men tað
var líkt til, at væl var
at fáa. Tað vóru nógvir
bátar og royndu
mest árnfirðingar.
Høgguslokkurin
verdur tikin vid pilki
Tað eru annars fleiri år,
síðan nakað av heggu-
slokki hevur verið í
Arnafirði.
Nýggja
vatnleiðing
Fyrsta dagin verður
farið undir at gera
nýggja vatnleiðing í
Sørvågi.
Tad er tad økta virk-
semi å bryggjuni, sum
krevur ein størri til-
flutning av vatni.
Vatnleidingin skal
leggjast ur Husadali
Har skal ein byrging,
tveir savningarbrunnar
og reinsiverk gerast.
Arbeiðið, sum Sofus
Jacobsen, verkfrøding
ur, hevur projekterað
er mett til tvær milli
ónir. Tad er figgjad við
láni frá Van-
lukkutrygging.
Foroya
Skrápur við
100.000 pundum
í Sørvågi
Nakrir bátar hava av-
reitt í Servági í vikuni
Triggir linubátar komu
hósdagin við tilsamans
10.000 pundum. Teir
royna vestanfyri við
hysulinu og fáa 50—
100 pund uppá stamp-
in. Annars hava tveir
trolbátar verið inni,
Rógvukollur við 10.000
pundum og Barðið við
3.000 Veiðan var
blandað, tó var mest
av flatfiski.
kollur = misti trolið
henda túrin. Ein linu-
bátur, Niklåi, var á
Servági týsdagin við
8.000 pundum eftir ein-
ari setu á Bankanum
Skrápur landaði eis-
ini týsdagin.
Rógvu-
hann
hevði 100.000 pund av
trolfiski, meginpartur-
in var upsi
Flakavirkið hjá N
Niclasen avskipaði 25
flaki til USA
tons av
hósdagin
Flogferðslan setti
nýggj met í juli
Ongantíð áður hevur talið av fólki, sum hevur
ferðast við flogfari til og úr Feroyum ein mánað,
verið so stórt sum í juli 1978. Henda mánaðin fóru
7.708 ferðafólk um flogvellin í Vágum. Til sam-
metingar kann nevnast, at í juli 1977 var talið
6.631. Veksturin er sostatt 1.077 ferðafólk, eila
16,2%.
Taka vit miðaltalið, eru 246,6 fólk um
dagin komin til ella farin úr Føroyum við flogfari i
seinasta mánað.
18. juli var kortini strævnasti dagur, tey vita
um at siga vesturi á flogvellinum. Henda dagin
avgreiddu tollarar og avgreiðslufólk 554 ferðafólk!
Hetta er eisini nýtt met.
Heildartalið fyri flogferðsluna higartil í ár er
28.068 ferðafólk móti 25.097 fyrstu 7 mánaðirnar í
fjør. Vøksturin er 11.8