leygardagur 5. august 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 57 — 5. august 1978
panelið
Ferðamannavitjanir — og hvat so?
Meguleikarnir at ferðast
nú á degum eru sera nógv
ektir, líkamikið um talan
er um ferðing eftir jørdini,
í luftini ella eftir havinum.
Stóra fjøldin í samfeløg-
unum rundan um okkum
hevur nú bæði tíð og ráð
at fara út at ferðast, og
ferdamannafeløg av yms-
um slag kyta seg sanniliga
igjøgnum eina væl til-
rættislagda reklamu at
fåa folk at offra pening å
hesum altarinum, sum eit-
ur turisma.
Føroyingar hava eisini
greitt at fylgt við á hesum
eki, ið hvussu er partvíst.
Myndugleikar og privat
felog ganga á odda fyri at
fáa ferðamannastreymin
at økjast henda vegin eis-
ini — nýggj og størri flog-
fer, stásilig ferðamanna-
skip. so sum Smyril og
England o.s.fr. fylla land-
ið við ferðafólki — tað er
soleiðis sæð eisini í lagi, ti
fyri tað fyrsta er tað av
stórum týdningi, at Fer-
oyar eru kendar í útheim-
inum, og fyri tað næsta so
ferðast føroyingar jú
sjálvir sera nógv í útlond-
um. so har er væl ikki so
gv at finnast at, men
ið r atalu vert, er
að í longdini
kki fer at bera til, um eg
so må siga. at lokka ferða-
fólk henda vegin, við at
vísa á allar hesar stásiligu
erðingarmeguleikarnar,
t hava, fyri síðani
at lata standa til
larvið meini eg, at vit
bert kunnu útbyggja
lið í hesi ketu sum
nevnist ferðamanna-
streymur við at bjóða fólki
viðurskifti á eini
ferð til Føroyar, fyri síðani
at sleppa hesum fólkum
upp á fjall so títt og knapt
tey hava sett fótin á land
— her haltar nakað, tað
kann ein og hver síggja.
Nú eru meguleikarnir,
frålik
— Tað hevði
verið áhugavert at
fingið at vita, hvørjar ætlanir mynd-
ugleikar okkara
hava í hesum
spurninginum. Um t.d. talan er um
ein møguligan alternativan vinnu-
møguleika, ella um vit bara lata
standa til, til tað ikki gongur long-
ur? Hesin mátin er lítið somuligur
fyri Føroyar, og tí eiga vit at binda
um heilan fingur, áðrenn ov seint er!
skrivar Johan Samuelsen í panel-
greinini í rødini um turismu i Føroy-
um.
fortreytirnar, skaptar av
okkara egnu myndugleik-
Nú er ikki longur loyvt at seta tjald í Gundadali.
Kommunurnar mugu taka sær um reiggj á einhvenn
hátt
og finna hóskandi campingplåss.
Hetta kostar
neyvan alla verðina, meinar panelskrivarin.
um partvíst, og so hava
vit so sanniliga skyldu til
at geva hesum fólkum,
sum koma henda vegin,
hampilig kor, ta tíð tey
eru her hjá okkum. Vit
eiga eisini at minnast til,
at ferðamaðurin, sum leit-
ar til Foroyar, er ikki av tí
vanliga njótandi sólskins
slagnum, sum t.d. tey
mongu, sum bert hugsa
um at brúnka holdið við
Miðjarðarhavsins strend-
ur, nei hetta er fyri ein
stóran part eitt heilt ann-
að slag av ferðafólki sum
leggur nógv fyri at koma
hendavegin, og sum ann-
aðhvert er áhugað í nátt-
úru, fuglalívi, bókment-
um, fólkalivi o.s.fr. Við
eðrum orðum, fólk sum
hava ein vissan tokka til
hesar oyggjarnar, sum tey
kanska kenna frá útvarpi,
sjónvarpi, bleðum ella
bókum, sum tey tí fegin
sjálvi vilja læra nærri at
kenna á einhvenn hátt, og
tað skulu tey sjálvsagt
verða vælkomin til, og tað
má, eftir mínum tykki, í
sjálvum sær metast at
vera eitt týdningarmikið
aktiv at hava sovorðnar
ferðamenn.
Vit mugu uttan iva fáa
bygt fleiri hotell. Finnast
má fram til åvis pláss til
ferðafólk at seta tjøld síni
á o.s.fr., ti henda likasæl-
an sum ræður í letuni er
ikki haldbar í longdini —
hon skapar trupulleikar
fyri allar partar, bæði fyri
tey fremmandu, sum ikki
vita, hvar tey skulu bú-
leikast, meðan tey eru her,
og ikki minst fyri okkum
fastbúgvandi, sum hava
trupulleikar av hesum
tjøldum, sum verða sett
upp allar meguligar stað-
ir. Oftani uttan fyrilit.
At loysa henda spurn-
ingin kostar væl ikki alla
verðina, og her mugu
kommunurnar taka sær
um reiggj á einhvenn hátt
og finna hóskandi camp-
ingpláss og útbyggja tey
við vatni, w.c. o.s.fr.,
altíð havandi í huga ikki á
nakran hátt at skemma og
dálka natúru okkara.
Hinvegin hevði verið
áhugavert at fingið at
vita, hverjar ætlanir
myndugleikar okkara
hava í hesum spurningi-
num. Um t.d. talan er um
ein meguligan alternativ-
an vinnumeguleika, ella
um vit bara lata standa
til, til tað ikki gongur
longur? Hesin mátin er lit-
ið sømuligur fyri Føroyar,
og ti eiga vit at binda um
heilan fingur, áðrenn ov
seint er!
Annars eri eg samdur
við tær reddir, sum mæla
til, at vit útbyggja og
broyta ikki Feroyar fyri
ferðamansins skuld, men
fyri okkara egnu skuld, og
skoytast kann uppi, at
ferðamaðurin er vælkomin
um hann annars kann
góðtaka okkum sum vit
eru, ti enn galda væl orð-
ini, annaðhvert er: lands
siði at fylgja ella úr landi
at flýggja.
Johan Samuelsen
Landsdjóralæknin skrivar:
Bráðasótt og
lambablóðsót
Bráðasótt ella bráðdeyði
er gomul og kend sótt hjá
seyði í Føroyum, men vit
hava síðan seinast í farnu
eld havt meguleikar at
vart seyðin fyri sóttini við
koppseting.
Nær, ið lambablóðsótt
er komin til Feroya, er
ikki greitt, men í 50-ár-
unum gjerdi hendan sótt-
in so mikið um seg, at
menn fóru at spræna ný-
lembd lomb við sveita-
vatni (serum) við anda-
evni fyri lambablóðsótt.
Hetta hevur roynst væl og
fyribyrgt lambadeyða av
hesum ávum í hegum,
sum áður mistu væl av
lombum av lambablóð-
sótt.
Royndirnar her á landi
eru tær, at vandin er
sterstur ta fyrstu vikuna
hjá lambinum, sjálvt um
einstøk lomb kunnu
doyggja seinni av lamba-
blóðsótt. Ein fyritreyt fyri
góðum úrsliti er ti, at
røktingarmadurin má fáa
hendur á og viðgera lomb-
ini beinanvegin, tey eru
lembd. Tey eru skjótt so
kvik, at tey takast illa á
føti, og hetta man mangan
vera meðsamt fyri seyða-
mannin.
Í staðin fyri at spræna
lombini, ber til at kopp-
seta ærseyðin, so at lomb-
ini fáa andevni inn við
móðurmjólkini og á tann
hátt eru vard fyri lamba-
blóðsóttrum 10—12 vikur
aftan á lembing.
Ær, sum ikki eru kopp-
settar áður, skulu kopp-
setast 2 ferðir við í minsta
lagi 4—6 vikur ímillum
hverja ferð. Ær, sum áður
eru koppsettar, skulu bert
koppsetast um 14 dagar
til 3 vikur undan lembing.
Tá id ell skipanin á henda
hátt er koppsett 2 ferðir,
verður í framtíðini bert
neyðugt at koppseta all
gimburlomb, sum verða
slept upp í klipping og síð-
an at koppseta allan ær-
seyðin um 14 dagar til 3
vikur undan lembing á
hverjum ári
Við tað, at til ber at fáa
koppingarevni bæði fyri
lamba- og bráðasótt í ein-
um, er ætlanin, at hetta
skal vera takt til heystar.
Teir, sum ætla at brúka
hendan mátan, kunnu so
koppseta fyrstu ferð allan
ærseyðin, sum verður
uppsleptur í klipping í
heyst, og síðan aðru ferð
um 14 dagar til 3 vikur
undan lembing næsta vár.
Teir seyðamenn, sum
hava áhuga fyri hesum,
biðast gera so væl og siga
frá í góðari tid, so hósk-
andi mongd av koppingar-
evni kann verða umbiðin
og tek til klippingina.
Landsdjóralæknin
A