leygardagur 5. august 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 5. august 1978
Sosialurin vitjar List í Keypmannahavn:
sosialurin
Síða 7
Leggja dent á føroyskar
dygdarvørur og gagnlist
Súsan av Skarði skapar myndandi list
við veggjateppum. Hon ger leikutoy og
myndabøkur, sum forløg vilja geva út.
Harumframt roynir hon nýggjar leiðir
innan binding. Føroyskar troyggjur í
nýggjum skapi, men vid serføroyskum
dåmi yvir sær.
— Tad, sum vit fyrst og
fremst leggja dent å, er
føroysk dygdarvøra og
serliga gagnlist.
Soleidis sigur Susan av
Skarði, sum saman við
manni sínum, Símun, eig-
ur gallariið List í Keyp-
mannahavn.
Og tað, sum hon sipar
til, tá hon sigur føroyska
gagnlist, eru feroyskar
bundnaverur, smíðlutir,
keramikk, vovnar lutir,
tógv, vanlig listarverk og
plátur og bekur.
Í apríl mánaða í ár hevði
List havt opið í eitt ár,
men Súsan sigur seg enn
ikki selja nóg mikið til at
tað melur runt. Hon hevur
ti fast arbeiði frammihjá.
Hon sigur, at List er ov
lítið kent enn. Tey hava
ikki havt ráð til pr-virk-
semi — upplýsandi arbeiði
við t.d. lýsingum fyrrenn
nú í summar, tá tey fingu
stuðul frá landsstýrinum.
Nú hava tey gjørt eina
brosjuru og hava lýst í
einstøkum blødum.
Roynir nyggjar
leiðir
Súsan roynir nýggjar leið-
ir innan klædnatilvirking.
Hon hevur gjert troyggjur
og vestar í nýggjum
skapi, men tað eru lutir,
Helini hjá List eru rúmlig og hugnalig
sum hava ein serferoysk-
an dám yvir sær.
Hesi ploggini hava tann
náttúrliga litin — grátt,
morreytt — men hava
síðan litaðar kantar, bord-
ar og mynstur.
Tógvið, sum er brúkt til
tað, er litað við steina-
mosa og eisini við plant-
um.
Tað er fyri ein part
mamma Súsannu, Edit í
Jákupsstovu, sum bindir.
Eisini hevur hon evnað
bundna-turrikloð við lit-
aðum bordum.
Luttikið á fleiri
framsýningum
Súsan hevur luttikið á
fleiri framsýningum — á
fleiri 6lavsøkuframsyn-
ingum í listarskálanum, á
listarsavninum Charlot-
tenborg og á Kunstindu-
strimuseet í Keypmanna-
havn, í Íslandi og á ferða-
framsýningum kring Eu-
ropa.
Sjálv hevur Súsan holla
og langa útbúgving innan
textil-øki3. Síðan hon
varð liðug hevur hon und-
irvist og undirvisur nakr-
ar timar um vikuna å lær-
araháskúlanum og Em-
drupborg læraraskúl-
anum, samstundis sum
hon hevur List.
Inspiratión til verkini
Súsan vísur ein av teimum vekru vestunum fram
— t.d. veggjateppini við
føroyskum landsløgum —
fær hon i Føroyum og ger
fyribils skitsur. Síðan
heldur hon fram við ar-
beiðinum niðurafturkom-
in, og ger tað um til textil
— alt eftir hvat tað egnar
seg til: myndavevnað,
batikk-liting ella mynda-
seyming.
Ger eisini leikutoy
Súsan fæst eisini við at
gera leikutoy. Talan er í
hesum føri um myndabøk-
veggjateppir
ur, við
spælimeguleikum og
bundnar dukkur eins og
aðrar seymaðar verur.
Slíkar lutir hevði hon
við á eini framsýning á
Kunstindustrimuseet í
Keypmannahavn síðsta
vetur og hevur m.a. selt
til sjálvt savnið. Í dag-
blødunum fekk Susan stak
góð ummælir.
Aftaná framsýningina
hevur hon fingið nógvar á-
heitanir um at selja leiku-
toy og tað eru forleg, sum
vilja geva myndabekur
út. M.a. hevur hon gjørt
eina bók um sópingarkon-
una og eskudólg, har
bernini sjálvi byggja
gongdina í seguni upp.
Kundi hugsað sær
egnan verkstað
Annars fæst Súsan við at
veva. Hon kundi tó hugs-
að sær at gjørt meira
burturúr, men stundir eru
ikki til tað, ti hon má ar-
beiða frammihjá.
Arbeiðið dámar henni tó
væl. Hon heldur tað vera
spennandi og inspirerandi
og kennir tað ikki sum
eina tunga skyldu.
— Men tó kundi eg
hugsað mær at havt egn-
an verkstað við næming-
um, sigur Súsan. Og tað
verður kanska møguligt. I
letuni hevur hon ein næm-
ing í handarbeiði.
Snotulig
kjallarahøli
Hølini, sum liggja mid-
skeidis i Keypmannahavn,
i Admiralgade, eru rætti-
liga stor kjallarahøli og
har er eisini rúm fyri ein-
um lítlum verkstaði aft-
anfyri. Helini hava tey
sjálvi innrættað. Tey eru
hugnalig og taka seg væl
út.
Hugskotið til ein verk-
stað er ikki heilt nýtt.
Súsan hevur í fleiri ár um-
hugsað at gera ein verk-
stað í Feroyum, men so
kom hetta við List heldur
knappliga inn í myndina,
so heimferðin til Feroyar
liggur ikki innanfyri tað
fyrsta árið.
List virkar eisini sum
framsýningarheli fyri
myndandi list. Fleiri før-
oyskir listarmenn hava
havt framsýningar í Ad-
miralgade — > Amariel
Norðoy, Ingolf av Reyni,
Zacharias og William
Heinesen, Thorbjern og
Hans Pauli Olsen, Bárður
Jákupsson, Jórun . Poul-
sen og Poul Horsdal —
bæði stakir og saman.
Gerandisdagar, uttan
leygardag, hevur List opið
frá kl. 11 til kl. 17.30.
Leygardag letur aftur kl.
14.
Ein av teimum bundnu dukkunum